fríggjadagur 8. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 173 - 8. september 2006
tíðindi
Nigeriani kannar góðskuna
á Høvdavirkinum
Faroe Marine Products
(FMP) í Leirvík, sum av
summum er betri kent sum
Høvdavirkið, arbeiðir við
at turka høvd, sum verða
seld til Afrika. Meginpart
urin av útflutninginum fer
til Nigeria, har ið turkað
fiskahøvd er ein sannur
leskibiti. Høvdini verða
ofta nýtt til suppu.
Michael Abraham Oke
chukwu er nigeriani, og
hann arbeiðir í pakkingini
á Faroe Marine Products í
Leirvík. Hann býr hjá
Hugo á Húsamørk í Leir
vík. Hugo er ein av leið
arunum á Høvdavirkinum.
Michael er sendur til Før
oya av einum keypara hjá
FMP í Nigeria. Høvdavirk
ið selur fyrst og fremst til
Nigeria, og tí er tað í besta
áhuga hjá øllum, at Micha
el er í Føroyum og góðsku
metir vøruna.
– Eg arbeiði fyri ein
stóran keypara í Nigeria,
sum vit kalla fyri Chief
Jombo. Hann klagaði um
góðskuna á høvdunum,
sum vit fingu frá FMP, og
tí sendi hann meg til Før
oya at góðskumeta vøruna.
Eg fái løn frá FMP, og eg
skal vera her, inntil Chief
Jombo kallar meg heim
aftur. Eg veit ikki, nær tað
verður, sigur Michael.
Í Nigeria eru fólk
rík ella fátøk
Michael er vaksin upp í
Anembra State. Hann fekk
ein góðan uppvøkstur, og
hann hevur útbúgving.
Men tað eru ikki øll, sum
eru so heppin sum hann
– Tað kann vera nokkso
hart hjá nógvum. Tað
búgva 130 milliónir fólk í
landinum, og nógv av
teimum eru sera fátøk.
Men tað eru eisini nógv
sera rík fólk í landinum.
Munurin er so avbera
stórur. Eg eri kanska í
miðalklassanum,
men
miðalklassin er ikki eins
stórur og í vesturheiminum.
Í Nigeria ert tú antin ríkur
ella fátækur. Politikarnir
eru vánaligir. Teir klára og
vilja ikki at broyta uppá
tað sosiala órættvísi, sum
er í Nigeria, sigur Michael.
Familjan eftir í Nigeria
Honum dámar væl í Før
oyum, men tað er torført at
vera burtur frá familjuni.
– Eg ofri nógv við at vera
her. Eg havi konu og tvey
børn eftir í Nigeria. Eg
sakni tey so nógv! Eg ringi
2-3 ferðir um vikuna til
Nigeria og tosi við tey. Tað
er dýrt, men annars hevði
eg ikki hildið tað út.
– Strangi innflytarapoli
tikkurin forðar mær í at
taka familjuna við til
Føroya, sigur Michael.
Álitismaður
– Lønin í Føroyum er góð,
men skatturin er eisini sera
høgur. Men pengarnir koma
væl við hjá familjuni, sigur
Michael.
Michael er ein av næstu
monnum hjá Chief Jombo,
og hann hevur sera gott álit
á Michael.
– Chief Jombo lítur á
meg. Eg havi arbeitt leingi
hjá honum, og eg eri vorðin
álitismaður. Starvið, sum
eg havi í Nigeria, er gott.
Eg eri útbúgvin innan
"Public Relation", og i eri
eg ikki so illa fyri, sigur
Michael.
Gongur í kirkju
Michael arbeiðir 40 tímar
um vikuna. Hann hevur
ikki nakað ávíst frítíðar
ítriv.
– Saknurin ger, at eg ikki
fái uppí lag at gera nakað
aftaná arbeiðstíð. Eg hjálpi
til í húsinum hjá Hugo, og
so plagi eg at fara í kirkju
sunnudag. Eg eri vaksin
upp í einum katólskum
umhvørvi, og lutherska
kirkjan í Føroyum líkist
nógv tí katólsku í stíli.
Tíverri skilji eg ikki nakað
av tí, sum verður sagt. Men
eg ætli mær at ganga til
kvøldskúla, so at eg kann
læra føroyskt. Eg havi
eisini hugsað um at fara í
Missiónshúsið í Leirvík
onkuntíð, sigur dámligi
nigerianin.
Hann er takksamur fyri
tann blíðskap, sum hann
hevur fingið frá arbeiðs
feløgunum. Eisini verður
hann væl viðfarin av Hugo
á Húsamørk, sum gevur
honum tak yvir høvdið.
– Hugo og hansara fam
ilja hava tikið sera væl
ímóti mær. Eg kenni meg
sum ein part av familjuni.
Hugo er ein góður vinur at
hava, sigur Michael.
Michael væntar, at hann
fer til Nigeria at vitja um
eitt ár. Síðani kemur hann
aftur og arbeiðir her so
leingi, sum Chief Jombo
vil hava hann her.
Faroe Marine Pro
ducts hevur ein nige
riana, Michael Abra
ham Okechukwu, á
arbeiðsplássinum,
sum skal syrgja fyri,
at góðskan á vøruni er
nóg góð. Familjan hjá
honum er eftir í
Nigeria, og hann
saknar tey sera nógv.
– Eg kenni meg sum
ein part av familjuni
Húsamørk, sigur
Michael, sum gongur í
kirkju hvønn sunnu
dag
Góðskumetan
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Høvdavirkið fimm ár
– Vit hava allatíðina havt
sera gott samband við ís
lendingar, sum hava turkað
fiskahøvd í nógv ár. Teir
eiga 45 % í virkinum,
meðan familjan hjá okkum
eigur 45%. Samstarvið við
teir hjálpti okkum at fáa
eina góða byrjan. Teir komu
við vitanini, og tí sloppu vit
undan at gera teir vanligu
byrjunar-brølararnar. Longu
í okkara fyrsta framleiðslu
árið koyrdi tað, sum tað
skuldi, sigur Eirikur á
Húsamørk
Við árunum hava teir á
FMP sjálvir ment fram
leiðslumannagongdir
og
turkimátar, sum íslendingar
eisini hava tikið til sín.
Soleiðis hava báðir partar
notið gott av samstarvi
num.
Bíliga orkan er ein
fortreyt
FMP fær bíliga orku frá
brennistøðini í Leirvík, og
uttan tað hevði virkið ikki
borið seg.
– Tað krevur nógva orku
at turka høvd. Í Íslandi er
orkan sera bílig, og vit hava
so samrátt okkum til ein
kappingarføran prís frá
IRF. Tað hevði ikki borið
til at havt slíka framleiðslu
annars, sigur Eirikur.
Meginparturin av fram
leiðsluni hjá FMP verður
útflutt til Nigeria, har ið
høvdini verða nýtt til krydd.
Í Afrika er tann ræsti
smakkurin ein leskibiti,
men tey fáa ikki framleitt
hann í Afrika. Ein vanligur
nigeriani má gjalda eina
heila dagsløn fyri at fáa eitt
fiskahøvd, so tað sigur eitt
sindur um, hvussu væl
dámd tey eru har.
Ársins virki í 2005
Høvdavirkið varð valt til
ársins virki í 2005. Hetta er
nakað, sum tey eru sera
errin av í Leirvík.
– Vit eru errin av, at vit
uppá so stutta tíð hava
fingið so góð úrslit. At vit
vórðu vald til ársins virki í
fjør var enn eitt herðaklapp.
Men eg má eisini rósa
fólkunum, sum valdi ársins
virki, fyri at tey tordu at
taka eitt somikið øðrvísi
val. Tað kann tykjast eitt
sindur umvent, at ársins
virki brúkar slógv í fram
leiðsluni og útflytir mat
vøru til menningarlond.
Soleiðis kunnu vit síggja, at
tað er nógv broytt tey síðstu
árini, sigur Eirikur.
Hann metir, at tann sann
roynd, at FMP brúkar spill
vøru til teirra framleiðslu
eisini kann hava havt ávirk
an á avgerðina. Teir fáa
nógv burturúr fiskahøvdum,
sum annars høvdu verið
blakað burtur.
– Vit hava altíð havt eitt
sera gott samstarv við
fiskavirkini, sum vit keypa
høvdini frá.
Framleiða djóraføði
í framtíðini
Leiðslan í FMP ætlar ikki
at liggja á løtu síðuni, hóast
tað hevur gingið væl. Teir
arbeiða við nógvum ætlan
um um at víðka um virk
semi.
– Vit sóu eitt gott høvi at
fáa grót, tá ið undirsjóvar
tunnilin varð gjørdur. Vit
hava planerað eitt øki á
1200 fermetrar, sum kann
nýtast til framtíðarvirk
semi.
Eirikur á Húsamørk vil
ikki koma nærri inn á
hvørjar ítøkiligar ætlanir
teir hava.
– Tað má tíðin vísa, sigur
hann.
Tó sigur hann, at teir
arbeiða sera miðvíst við at
framleiða
djóraføði
úr
pelagiskum fiski.
– Vit vóna, at tað kann
gerast enn eitt bein hjá
okkum at standa á. Afri
kanski marknaðurin kann
vera óálítandi, sop tað er
stórur vági við einans at
stasa uppá hann. Tí hevði
fyritøkan verið tryggari,
um vit eisini framleiddu
eina vøru til keyparar í
ídnaðarlondunum.
Í dag eru tað fimm ár
síðani Høvdavirkið
Faroe Marine Pro
ducts (FMP) byrjaði
framleiðsluna av
turkaðum høvdum. Í
tí sambandi hevur
leiðslan bjóða øllum
fiskavirkjum og øllum
kundum at koma á
vitjan á virkinum.
Eirikur á Húsamørk
er stjóri á FMP, og
hann greiðir Sosiali
num frá, hvussu tað
hevur verið at byrja
eina fyritøku frá
grundini og arbeitt
hana upp til tað, sum
hon er í dag
HÁTÍÐARHALD
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo