Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 8. september 2006 7 tíðindi Fleiri doyggja av sjálv­ morðum enn av kríggi og lógarbrotum tilsamans, og seinastu fimm árini hava fimm milliónir menniskju kring heimin mist lívið, tí tey hava gjørt sjálvmorð. Sjálvmorð er sostatt ein stórur heilsutrupulleiki og størsta deyðsorsøkin mill­ um ung. Hetta er millum høvuðsorsøkunum til, at ljós verður varpað á sjálv­ morð á hvørjum ári, tann 10 september. Hava ilt við at práta Vit hava prátað við Kath­ rinu Lindenskov Joensen, sálarfrøðing, sum er ein av fyrireikarunum av Al­ heims­degnum fyri sjálv­ morðsfyribyrging. Kath­ri­ na var eisini stigtakari, tá tiltakið var fyriskipað á fyrsta sinni í fjør. Í ár hava fyrireikararnir valt at varpa ljós á tey avvarðandi hjá tí bólkinum, har flest sjálv­ morð eru, nevniliga mann­ fólki í besta aldri. – Mannfólk, ofta giftir menn og pápar, eru teir, sum oftast gera sjálvmorð, og eru tað tey avvarðandi hjá hesum bólkinum, sum vit fara at varpa ljós á í ár, sigur Kathrina L. Joensen, sum eisini vísir á, at tað ofta er talan um menn, sum eru í kreppu, eitt nú um konan er rýmd, og tá klára teir ikki at liva einsa­mall­ir. – Rúsdrekka, kreppa og tað at vera mannfólk eru ein vandamikil kokteylur, tá ræður er um sjálvmorð, greiðir Kathrina frá. Og hon vísir á, at menn í slíkari støðu, hava kanska ilt við at práta um trupulleikarnar og hava heldur eingin am­ boð at koma sær burtur úr einari slíkari kreppu. Teir gerast í roynd og veru tunglyntir og sláa seg til fløskuna, tí teir orka ikki at koma víðari sjálvir. – Her er tað, at vit eftir­ lýsa eina skipan í Føroy­ um, hagar fólk kunnu venda sær og har vissa er fyri, at tey fáa hjálp. Eitt nú um onkur vendir sær til skaðastovuna, so kundu vit hugsað okkum, at vit høvdu eina tilbúgvingarætlan, har øll vita, hvat nú er at gera, sigur Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur. Ynskja at fyribyrgja Og tað er ikki bara í Før­oy­ um at okkum tørvar hjálp til at fyribyrgja sjálv­morð. Eisini í altjóða høpi verður í hesum døgum varpað júst á ta stóru avbjóðingina, sum næstu árini verður at flyta alla vitanina, sum vit hava um sjálvmorð og or­ søkir, til munagóðar til­ búgvingarætl­­an­ir, verkætl­ anir og tænastur, sum kunnu minka um talið sjálvmorðum og skaðiligu árinini av sjálvmorðs­at­ ferð. Krepputelefonir, kreppu­ miðstøðir og internet­tæn­ astur um allan heim taka hvønn dag ímóti fleiri túsund fólkum, sum hava sjálvsmorðstankar- og ætl­ anir. Tá fólk venda sær til slíkar tænastur er stórur møguleiki fyri, at við­kom­ andi fær hjálp og verður vístur víðari í skipanini, ella verður eggjaður til at biðja um hjálp aðrastaðni, eitt nú á sálarsjúkrahúsið. – Vit hava sett okkum fyri, at satsøkið næsta árið verður fyribyrging, tí vit skulu ikki gloyma, at tað eru 10-20 ferðir fleiri sum royna at taka lívið av sær, enn hjá teimum sum tað eydnast hjá, sigur Kathrina L. Joensen. Og hon vísir á, at sorgin hjá avvarðandi at teimum, sum hava roynt at gera sjálvmorð er heilt serstøk, tí tey eru sjálvsagt skelkað, og bríksla sær sjálvum, at tey ikki fingu forðað sjálvmorðsroyndini. – Familjan hjá teimum, sum hava roynt sjálvmorð, er ofta óttafull og upptikin av vandanum fyri, at við­ komandi skal gera enn eina roynd at taka seg av døg­ um, sigur Kathrina L. Joen­ sen. Og hon heldur, at við at seta orð á og at fáa vitan um sjálvmorð, kunnu vit forða nógvum, tí vitan ger, at vit í størri mun eru til reiðar at hjálpa, umframt at fólk, sum umhugsa at taka seg av døgum vita, at onnur vita, og tá er tabu ikki so ógvusligt. Endurtøka vanlig Og tað er eisini orsøk til at óttast at fólk endurtaka sjálvmorðsroyndina, tí kanningar vísa, at tað eru teir fyrstu seks til tólv mánaðirnar aftaná eina mis­­­eydnaða sjálvmorðs­ roynd, at vandin er størstur fyri, at viðkomandi endur­ tekur royndina, og ofta eydnast tað tá. – So tað hevur alstóran týdning, at vit fáa í lag onkra fyribyrgjandi skipan, hagar fólk kunnu venda sær at fáa hjálp, sigur Kathrina L. Joensen, sum vísir á, at í Norra hava tey góðar royndir við at fylgja sjúklinginum, tá hann er útskrivaður av sjúkra­húsi­ num. – Tey, sum hava sálar­ sjúku eru í væl størri vanda fyri at royna, gera og at hugsa um at gera sjálv­ morð, enn aðrir bólkar í samfelagnum. Í roynd og veru er vandin hjá teimum við sálarsjúku 10 ferðir størri enn hjá teimum, sum ikki hava sálarsjúku. Tær sjúkur, sum í størstan mun kunnu hava við sær sjálv­ morðsatferð, eru tunglyndi, rúsdrekka- og evnis­mis­ nýtsla og skitsofreni, sigur Kathrina L. Joensen, og hon vísir á, at tveir trið­ing­ ar av teimum, sum doyggja av sjálvmorði hava tung­ lyndi. – Hinvegin, so er tað so, at tey allarflestu, sum hava eina sálarsjúku, gera ikki sjálvmorðsroyndir ella taka lívið av sær, sigur hon. Eru hjá lækna áðrenn Tí er eisini neyðugt við førleikamenning og eftir­ útbúgving av læknum, so teir í størri mun eru førir fyri at eyðmerkja, viðgera og at hava eftirlit við eitt nú tunglyndi, og sostatt verða við til at lækka talið av sjálvmorðum. Hetta samstundis sum, at vit vita, at tunglyndi mangan verður undirdiagnostisera og at við­­gerðin ofta er ófull­kom­ in, og at nógv av teimum, sum gera av við seg, hava vitjað lækna vikurnar upp undir sjálvmorðið. Læknar skulu sostatt gerast betri til at meta um vandan fyri sjálv­­morð og at gera við­ gerðartilgongdir, sum inn­ draga sosiala netverkið hjá sjúklinginum, lokalir stovnar og onnur, sum kunnu hjálpa. Nógvir vandabólkar Aðrir faktorar sum spæla inn og gera, at ávísir bólkar eru vandabólkar eru eitt nú lág sosio-økonominsk støða, lítil útbúgving, vánalig sosial kor og ring heilsa. – Innlit í hesar vanda­ bólkar kann hjálpa okkum at eyðmerkja persónar, sum eru í vandabólkunum, so­ leiðis at fyribyrgjandi til­ tøk kunnu verða sett í verk til teirra, sum treingja mest, sigur Kathrina L. Joensen, sum eisini vísir á, at aðrar tyngjandi orsøkir kunnu vera til, at fólk velja at taka seg av døgum. – Brotin parløg, at missa ein kæran, ósemjur við familju og vinir, fíggjarligir ella løgfrøðiligir trupul­ leikar eitt nú á arbeiðs­ plássinum, ella hendingar, sum fólk skammast um ella kenna seg eyðmýkt av, eru alt faktorar, sum økja um vandan fyri sjálvmorði, og sum vit eiga at gáa eftir, um vit verða varug við eitthvørt illgrunasamt, sigur Kathrina L. Joensen at enda. Mannfólk, hjartasorg og rúsdrekka eru ein vandamikil kokteylur Í Føroyum er ongin fyribyrgjandi skipan, hagar fólk, sum hava ætlanir um at taka seg av døgum, kunnu venda sær, og vera viss í at fáa hjálp, sigur Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur, sum er ein av stigtakarunum til árliga upplýsingar­ átakið um sjálvmorð. Heilsa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Á hvørjum ári nýta al­­heims­ felagsskapurin fyri sjálv­ morðsfyribyrging (IASP) og Alheims Heilsustovnurin (WHO) 10. september til at varpa ljós á sjálvmorð, sum er ein av størstu orsøkunum til deyða, sum kemur ov tíðliga og óneyðuga. Í ár er yvirskriftin: “Vit­ an gevur vón”, og verður dentur lagdur á, hvussu nýggj vitan og gransking kann gerast til praktisk átøk, sum kunnu avmarka sjálvmorðsatferð og bjarga lívum. Tey, sum eftir sita Á tiltakinum í ár fer danski journalisturin Inger Anne­ berg at greiða frá um støð­ una hjá teimum, sum sita eftir, tá onkur hevur tikið lívið av sær. Hetta evnið var eisini frammi í fjør, tí hildið verður, at tað í alt ov lítlan mun verður veitt hjálp til teirra, sum sita eftir, og sum kenna, hvussu svárt tað er, tá onkur av teirra kæru hevur endað lívið á hendan hátt. Inger Anneberg hevur arbeitt nógv við hesum evninum og gav fyri fáum árum síðani úr bókini “Sorgen ved selvmord”, sum viðgerð hetta evni, og hevur bókin fingið stak góð ummæli og stóra útbreiðslu. Eisini hevur hon verið við til at gera nakrar undirvísingar­ filmir um evnið og tveir av hesum vóru sýndir á til­ takinum her í fjør. Fokus á menn Inger Anneberg fer at greiða frá um støðuna hjá avvarðandi til menn, sum hava gjørt sjálvmorð. Tað er nevniliga soleiðis, at bólkurin av miðaldrandi monnum er væl umboðaður mill um tey, sum taka lívið av sær, og hesin bólkurin er sermerktur á ymsan hátt. Um sorg og átøk Á sjálvmorðsfyribyrgingar degnum luttaka eisini Kathrina L. Joensen, sálar­ frøðingur, sum fer at tosa um tað at koma ígjøgnum sorgina og Tormóður Stórá, sálarlækni, fer at greiða frá ymsum granskingar­roynd­ um um, hvørji átøk kunnu gerast fyri at fyribyrgja sjálv­ morð. Eisini verður høvi til at síggja ein av filmunum, sum Inger Anneberg hevur gjørt um tey, sum sita eftir, og høvi verður at seta spurningar til hana og hinar luttakararnar. Alheimsdagurin fyri sjálv­­ ­ morðsfyribyrging verður fysiskipaður av ein­um áhuga­­bólki saman við Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum og Miðla­ húsinum í Vágsbotni. Tiltakið verður í Miðla­ húsinum sunnudagin 10. september kl. 15 og er alment og ókeypis. Alheimsdagur fyri sjálvmorðsfyribyrging: Vitan gevur nýggja vón Heilsa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tann 10. september 2006 er Alheims­dag­ur­ in fyri sjálv­morðs­fyri­ byrging, og eins og í fjør verður skipað fyri tiltakið í Miðlahúsi­ num, har ljós verður varpað á sjálvmorð. Í ár undir heitinum: “Vitan gevur vón”. Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur Tormóður Stórá, sálarlækni