Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 173 - 8. september 2006 tíðindi Privati Vælferðarpakkin – klassakampurin endurføddur? Lyklastovnar Talan er um tveir lykla­ stovnar í einum vælferðar­ samfelagi. Trygdin fyri at vit hava sjúkraviðgerð í heimsklassa sum almenna tænastu, ger at vit hava álit á at hava sjúkrahús í al­ menna geiranum. Hinvegin eru Føroyar so lítlar, at privatsjúkrahús eisini eru trupul at ímynda sær. Skúlin er eisini ein lykla­ stovnur, tí hann skal bæði menna og skapa børnini til komandi vælferðarsamfela gsborgarar, og ein av grund­ leggjandi treytunum er at vit fáa fólk úr fólka­skúla­ num, sum støðugt kunnu menna vælferðar­sam­fel­ag­ ið og tí eisini á øðrum økjum fáa fólk við høgum útbúgvingum. Norðurlendska rákið Rákini í vælferðarsam­ felagnum í norðurlendska frymlinum eru at tryggja øllum møguleikan og at tryggja tey veiku í sam­ felagnum. Ein partur av tí, er at nógvar tænastur verða veittar av almennum stovnum. Hinvegin, so er tað eisini soleiðis, at norð­ urlendsku vælferðar­sam­ feløgini eisini brúka al­ mennu trygdina til at tryggja ein frælsan markna í meiri skipaðum karmum. Tí er tað hvørki nýtt ella óvanligt at hava privat­ sjúkrahús og privatskúlar. Men tænastan frá hesum er ikki heilt leys av tí almenna, tí er talan um tænastu, tað almenna eigur at veita, fylgja pengar við antin sjúklinginum ella næm­ inginum, og móttakarin skal gjalda tað ásetta meir­ virðið millum tað almenna og privata. Rák Tað tykjast at verða rák í Føroyum nú, soleiðis at tað tey komandi árini fara at koma fleiri privatskúlar, enn tann eini sum er í dag, tá loyvið verður til tað. Orsøkin kann verða, at misnøgd er um støðið sum heild, ella at ynski er um at hava eina øðrvísi frálæru, sum tó rúmast í teim krøvum, sum eru til fólka­ skúlan. Tann breiði skúlin Ein breiður fólkaskúli hev­ ur millum annað til enda­ máls at tryggja øllum eitt grundleggjandi støði, so­ leiðis at øll uttan mun til sosialu støðuna hjá for­eldr­ unum, hava ein møguleika at velja sær lívsleið. Eisini hevur ein fólkaskúli tað óformligu ábyrgd at menna eina samfelags­eindar­hugs­ an, soleiðis at tað sum í sosiologiini verður sam­ felagskonktrakin, tað at fólk velja at virða sam­fel­ agsreglurnar, eisini verður ment. Privatskúlin Við privatskúlanum kann ein ímynda sær, at talan kann verða um átrúnað­ar­ ligar skúlar, skúlar við øðr­ vísi frálæruhátti og so skúlar sum leggja seg eftir at verða betri. Líkamikið hvat slagið er, fara privat­ skúlarnir at verða eitt sunn broyting, tí ov lítil dyna­ mikkkur er í skúlasam­ felagnum í dag, og sjálvsagt skal tað verða pláss fyri at privat, sum kunnu loysa uppgávuna í mun til al­ mennu krøvini. Vandin er hinvegin, at bestu lærar­ arnir verða drignir til pri­ vatu skúlarnar og at vit fáa eitt enn størri átrúnaðarligt uppbýti, tí skúlar verða tengdir at trúgv. T.v.s. at vandin er at vit skulu ansa eftir at felagseindin Føroyar ikki verður brotin um tvøran av hesum broyt­ing­ um. Privat heilsutænasta Ilt er at ímynda sær eina fullfiggjaða privata heilsu­ tænastu í Føroyum. Her hugsi eg um eitt heilt sjúkrahús, við skaðastovu, kommunulæknum o.s.fr.. Hinvegin hevur seinasta tíðin víst á tvey nýbrot við privatari tænastu, fyrsta er vakurleikaskurðvið­gerðir og hin er vælferðarpakkin hjá Trygd. Vælferðarpakkin hjá Trygd er eitt nýbrot í Føroyum og er eitt gott tilboð. Talan er tó bert um møguleika at sleppa á pri­ vat sjúkrahús í Noregi Svø­ ríki, Finnlandi og Dan­ mark, og tí eisini viðgerðir sum kunnu tilrættarleggj­ ast og ikki eru bráðfeingis. Í øðrum londum er ikki óvanligt at hava slíkar trygg­ingarpakkar, og tað er hvørki nýtt ella slóð­ brótandi í tí høpi. Sigast kann tí at pakkin hjá Trygd gevur føroyingum sama møguleika, sum fólk hava í flest øðrum londum, og at tað var kanska eisini uppá tíðina. Talan er um eitt samstarv við IHI, Inter­ national Health Insurance, sum hevur slík tænastu. Heilsubót uttan landamark Tað er í dag eitt rák ímóti ikki at verða so tengdur at landamørkum, uttan at tað tó er vorðið heilt vanligt, so í tí føri er hesin pakkin heilt í trá við tað menning íð fer fram. Í føroyskum sam­felags­ høpi merkir tað at sjúkra­ húsverkið fær kapping, hóast vanliga fatanin leingi hevur verið, at Føroyar er ov lítlar til kapping á hesum økinum. Kanska lata hesar broytingar upp fyri ný­ hugsan og størri samstarvi við sjúkrahúsverkini í grannalondum okkara. Eitt er at staðfesta at sjúkra­ húsverkið ikki er nóg gott, eitt annað er at betra tað. Tað er møguligt, at leisturin er at velja at menna nøkur øki burturúr, og so loysa aðrar partar við samstarvi við antin at fáa fólk hendan vegin at loysa uppgávurnar ella at senda fólk aðrar staðir til viðgerð. Í øllum hesum spælinum er væl­ ferðarpakkin frá trygd ein nýggjur leikari, sum broyt­ ir støðuna. Klára sjúkra­ húsini ikki at halda tað støðið sum privat sjúkra­ hús kunnu bjóða í granna­ londunum, so fer ein partur av fólkinum av landinum til hesar viðgerðir. Tí eru Føroyar nú eisini á hesum øki tikin úr tí avbyrgda og fjara og inn í alheimin. Tað almenna sjúkrahúsverkið skal tó syrgja fyri, at tey sum ikki fáa sær eina privata trygging eisini kunnu fáa eina dygdargóða viðgerð í Føroyum ella aðrastaðni sum part av almennu føroysku heilsu­ tænastuni. Vit eru von við at viðgerðir partvís verða framdar í Danmark. Tí er tað kanska eisini ein spurn­ ingur um at fáa betri sam­ starv við almennu heilsu­ verkini í øllum granna­ londunum., fyri at fáa eina betri og smidligari almenna skipan, har fokus verður sett á at menna einstøk serøki og síðan keypa sær serkunnleikan á øðrum økjum. Privata rákið Fólkaskúlin og sjúkra­ viðgerð hava verið mett sum almennar uppgávur í Føroyum seinastu árini, har Adventistaskúlin hevur verið undantakið. Í londum kring okkum síggja vit eisini, at fleiri heilsu­tæn­ astur eisini verða bodnar privat. Tað er eftirspurn­ ingur eftir betri viðgerð ella tænastu á serøkjum talan serliga er um. Fyri­ munurin fyri borgaran kann verða skjótari og betri viðgerð, serliga tí talan er um privat átøk, sum vinna sær serkunnleika á einum ávísum øki og tí eisini í ávísum førum veita bæði betri, skjótari og bíligari viðger, men oftani eisini dýrari. Hetta eru áhuga­ verdir spurningar, sum eisini grundleggjandi støða skal takast til, tí privat átøk á skúla og í sjúkraviðgerð hava fyrimunir eins og vansar við sær. Spurn­ing­ urin rakar beint í ósemju­na millum høgra og vinstra, um hvussu umfatandi al­ menni geirin skal verða, og hvussu nógv skal verða hjá tí einstaka sjálvum. Serliga sjúkrahúsið er fyri hørðum atfinningum og setur tí eisini spurningin við um sjúkrahús og heilsutænasta eru raðfest nóg frammaliga í politikki við veruligum langtíðarmálum. Vælferðatilboðið hjá Trygd Samstarv við IHI, International Health Insurance, soleiðis at føroyingar kunnu gerast partur av heilsupakkanum. Tað merkir at møguleiki er at velja privatsjúkrahús í Finnlandi, Noreg, Danmark og Svøríki. Til ber eisini í serstøkum førum at fáa viðgerð aðrastaðni. Í Danmark verður IHI marknaðarført sum eitt ískoyti til almennu heilsutænastuna, ikki eitt alternativ. Serligur dentur verður lagdur á: • forkanningar og diagnostisering hjá serlæknum, • skurðviðgerðir og viðgerð annars á privatsjúkrahúsi, • eftirviðgerð og uppvenjing Tænastan er m.a. at fakfólk sita klár við telefonina og kunnu ráðgeva viðvíkjandi sjúku, diagnostisering og skjótt finna viðgerðarmøguleikar. Trygd hevur gjørt samstarv við Atlantic Airways um at kunna flyta kundan úr og til Føroyar. Meira sæst um IHI á www.ihi.com FAKTA Vit liva í eini broytingartíð, verður ofta sagt í hesum døgum. Sipað verður bæði til tað sum hendir altjóða, men eisini í Føroyum. Aftaná stóru kreppubjargingarnar eru einskiljingar byrjaðar, vit hava sæð ognarbroytingar í vinnulívinum sum ongantíð áður, og fiski­ vinnan er ikki bara fiskur longur. Ynski um eitt vælferðarsamfelag á hædd við grannalond okkara er sjálvsagt, men nógv bendir á at vit hava langt á mál á fleiri økjum. Fyri kortum var tað fyribils Pisa kanningin, sum setti spurnartekin um støðið á fólka­skúlanum, og nú í nakrar vikur hava atfinn­ingarnar ímóti sjúkrahúsverkinum verið hvassar. Vælferðarpakkin Bogi Eliasen