Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 8. september 2006 9 tíðindi 1. Nei, tað er tað ikki. 2. Nei. 3. Ja, tað kann væl vera. 4. Nei, eg veit ikki um tað er gott. Tað, sum hetta snýr seg um, er, at ein peningastovnur fer út at tjena pengar til sín sjálvs, so her er ikki talan um filantropi av nøkrum slag. 5. Í heilsuverkinum verður gjørt eitt gott arbeiði í løtuni, og tað hevur altíð verið galdandi. Sjálvt undir kreppuni høvdu vit eitt heilsuverk, vit kundu vera rímiliga errin av. Øll tann politiska skipanin stuðlar heilsuverkinum, og heilsuverkið hevur stórtsæð altíð fingið teir pengar, sum teir skuldu havt. Tað kunnu sjálvandi brúkast óendaliga nógv meiri pengar, men tað er so ein politisk raðfesting, og játtanin í dag kundi verið hægri. Andrias Petersen, Javnaðarflokkurin: 1. Tað nýtist ikki at vera eitt tekin um, at sjúkrahúsverkið er ov vánaligt. Og sjálvt um vit nú fáa møguleikan at keypa eina tænastu uttanlands, so merkir tað neyðturviliga ikki, at tað er ein betri tænasta, tey fáa har enn í Føroyum. 2. Ja. Tað eru fleiri føroyingar sum eru ríkir og gerast ríkir, og tað sæst millum annað aftur á henda hátt. 3. Hetta verður galdandi fyri nakrar føroyingar. Ikki allar, men hjá teimum, sum hava ráð er hetta eitt tekin um tað, at fjarstøðan ikki er so týdningarmikil longur. 4. Ja, tað er tað væl. Millum annað á tann hátt, at bæði føroyskir politikarar og tey, sum stjórna sjúkrahúsverkinum verða noydd at taka hesi viðurskifti í størri álvara. 5. Sum løgtingslimur vil eg siga soleiðis, at tann dagin sjúkrahúsverkið kemur við eini meiri ambitiøsari ætlan og eini ætlan, sum kann sannføra meg um, at man vil gera sjúkrahúsið meiri kappingarført, so hevði eg ikki ivast í at játtað meiri pening. Men um man ikki hevur eina størri ætlan enn bara at fáa tingini at hanga saman, so ivist eg í, um tað er rætt blíva við at pumpa pengar í tað. Finnur Helmsdal, Tjóðveldisflokkurin: 1. Hetta er í hvussu so er eitt tekin um, at fólk ikki eru so nøgd við sjúkrahúsið sum tey áttu at verið. 2. Nei, tað trúgvi eg ikki. 3. Ja. 4. Absolutt. 5. Nei, játtanin til heilsuverkið er ongantíð nóg stór. Johan Dahl, Sambandsflokkurin: 1. Nei, tað haldi eg ikki tað er eitt tekin um. Hatta er ein skipan, sum er galdandi í nógvum øðr­ um londum, og hatta er eitt handilshugskot hjá Trygd fyri at tjena pengar. 2. Hatta er ein ítøkiligur trupulleiki, sum vit mugu viðgera politiskt, í hvønn mun tað almenna má taka handa spurningin upp, soleiðis at øll fólk hava somu tilboð. Tað, sum okkara solidariska skipan virkar fyri, er, at vælferðarskipanin ikki ger mun á okkara borgarum. Stættarstríð - ja, hetta er eitt úttrykk fyri tað, sum hendir í Føroyum í dag, og tá haldi eg, at orðið stættarmunur er eitt fínt orð, tí vit síggja ein vaksandi mun á fólki í dagsins Føroyum, og tað er ein ítøkiligur trupulleiki. 3. Tað er tað helst, tí tilboðið er jú grundað á at ferðamøguleikarnir eru ótrúliga góðir. 4. Gott veit eg ikki um tað er. Tað verður meiri ein kapping um pengarnar, og hatta reisir rættiliga nógvar spurningar. Fer Trygd at keypa viðgerðir frá Landssjúkrahúsinum og í hvønn mun skal sjúkrahúsið kommersialiserast. 5. Nei, tað verður ov lítið gjørt við tann partin frá politiskari síðu. Tað hevur alla tíðina verið sagt, at tað riggar fínt og tað er ikki neyðugt at gera nakað. Játtanin er í ov stóran mun tað politiska arbeiði, og ov fá krøv verða sett til, hvussu pengarnir verða nýttir. Sjálvandi kann játtanin altíð vera størri, men eg haldi, at fyri teir játtaðu pengarnar í dag, fáa vit ov lítið burturúr. Bill Justinussen, Miðflokkurin: 1. Nei, tað er ikki ov vánaligt. Sjálvandi eru dygdirnar ymiskar runt umkring, og okkara sjúkrahús er sanniliga gott á ávísum økjum, men er sjálvandi ikki best á øllum. 2. Tað vit hava sæð higartil er, at tað eru nøkur, sum hava havt ráð, og onnur hava brúkt alt tað tey eiga og kanska meiri enn tað, fyri at fáa serviðgerðir uttanlands, og tær eru rættiliga dýrar. Og í mun til tær upphæddir, sum eru nevndar, so vil eg siga, at ein og hvør, sum er sera góður við heilsuna hevur møguleika fyri hesum. Í dag eru tað bert nøkur, ið hava havt møguleikan fyri at viðgera seg uttanlands, og í mun til tað, vit hava havt áðrenn vil eg siga, at hetta skuldi givið fleiri møguleikar, og er eitt stig rætta vegin. 3. Tað er onki at ivast í, at tað er so. Eisini er tað vorðið soleiðis, at medvitið hjá føroyingum er vorðið so ótrúliga nógv størri. Áður setti ongin spurnartekin við ein lækna, men í dag eru fólk nógv meiri vitandi og kunnu lættliga søkja sær vitan um hvørjir møguleikar eru. Alt er eisini nógv tættari upp á nú, og hetta er tann leiðin, sum flest onnur framkomin lond hava lagt fyri nógvum árum síðani. 4. Ja, tað er onki at ivast í, og eg hevði eisini ynskt, at vit kanska høvdu eina kapping millum tey føroysku sjúkrahúsini eisini. Soleiðis, at tú gavst størri avgerðarrætt til borgaran sjálvan. Okkara sjúkrahúsverk er ein tryggingarskipan, har gjaldið verður rindað gjøgnum skattin og so eru vit øll tryggjaði, men vit sleppa ikki at velja. Kapping ger øll øki betri, og tað vildi verið løgi, um sjúkrahúsøkið var einasta undantakið. 5. Nóg mikið, er torført at svara uppá. Samanbera vit onnur lond, so liggur játtanin áleið sama stað sum har, kanska undir onkrastaðni. Men tað sum er gjørt, er, at játtanin er hækka seinnu árini, og vit hava lagt upp til, at sjúkrahúsini her taka viðgerðirnar heim og harvið fáa vitanina og ekspertisuna bygda upp rundan um viðgerðina her, heldur enn at pengarnir fara av landinum. Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin: Hvat heldur Trivnaðarnevnd Løgtingsins? Einskiljing hevur longi verið á breddanum, og nú er so eitt tilboð komið til einstaka føroyingin, um at fáa eina sjúkratrygging, sum tryggjar viðgerð á privatsjúkrahúsum í Norðanlondum. Á hesum síðum hevur samfelagsfrøðingurin Bogi Eliasen eina analysu av privata vælferðarpakkanum, og í tí sambandi hava vit tosað vit eitt floksumboð úr hvørjum flokki í Trivnaðarnevnd Løgtingsins, og spurt tey hesar fylgjandi spurningar: 1. Er sjúkratryggingarpakkin eitt tekin um, at okkara heilsuverk er ov vánaligt? 2. Fara vit nú at fáa eitt býti, har tey betru løntu fara aðrastaðni at fáa viðgerð meðan hini mugu taka til takkar við einum útpíndum føroyskum heilsuverki – er hetta nýggja stættarstríðið? 3. Er hetta eitt tekin um, at fjarstøðan ikki hevur týd- ning longur og at vit føroyingar bara taka okkum somu møguleikar, sum fólk í hinum Norðanlondum longu hava? 4. Er tað gott, at okkara almenna heilsuverk fær kap- ping á henda hátt? 5. Fær heilsuverkið nóg stóra játtan sum er og verður tað frá politiskari síðu arbeitt nóg miðvíst við at tryggja eitt gott heilsuverk? Lagt til rættis: Rólant Waag Dam