Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 173 - 8. september 2006 1 + 1 = 1 kommuna Leygardagin fara teir 1380 íbúgvararnir í Gøtu og Leirvíkar kommunum til atkvøðugreiðslu um eitt mál, sum fær stóra ávirkan á hetta økið í framtíðini. Spurningurin er rættiliga einfaldur: Um tey eru fyri ella ímóti at kommunurnar báðar verða lagdar saman. Borgarin fær fyrst høvið at siga sína hugsan, áðrenn bygdaráðini í báðum støðum taka endaligu avgerðina út frá teirri vegleiðandi fólkaatkvøðuni. Hóast spurningurin er einfaldur, so krevur hann kortini eitt greitt og væl umhugsað svar. Óhugsandi er ikki, at hetta bert er byrjanin til ein útvikling í øðrum støðum kring landið hesa komandi tíðina. Í blaðnum í gjár varð nógv gjørt burtur úr hesum málinum. Har varð tosað við fólk sum bæði vóru fyri og ímóti hesi ætlanini. Og sum skilst á lagnum verður uttan iva greiður meiriluti fyri eini samanlegging. Hesi seinnu árini hava vit sæð hesa somu gongdina, at kommunur leggja saman sjálvbodnar. Um tær ræðast fyri at verða tvingaðar saman við øðrum kommunum, skal verða ósagt. Men besta loysnin man kortini verða hon, sum ein higartil hevur sæð: Nevniliga at tað eru tey einstøku bygdaráðini sum sjálvi gera av, hvønn tey vilja leggja saman við. Í Miðjýllandi verður ofta tosað um tann virkisfúsa og ídnaðarkenda tríhyrningin. Her fáa túsundtals fólk sína dagligu inntøku. Hetta økið breyðføðir snøgt sagt einum stórum parti av hesi donsku hálvoynni. Venda vit eyguni hendavegin so er tað júst tað sama ein sær í hesum økinum, sum nú fer undir kommunalt samstarv. Bæði Gøta og Leirvík eru vinnulívsbygd­ ir burturav. Tær hava nógv samstarv sum er, og tí skil­ir ein væl sjónarmiðini fyri at hetta samstarvið verður víðkað til eisini at umfata tær kommunalu tænasturnar. Spurningurin er so, hvat fer at henda í framtíðini. Hugs­ andi er, at hetta samstarvið millum Gøtu og Leirvík bert er byrjanin til ótradisjonelt samstarv tvørtur um enn eitt kommunumark - til Fuglafjarðar, og kanska eisini umvegis ein undirsjóvartunnil - til Klaksvíkar. Ella heilt aðrar vegir! Hetta kann gerast eitt spennandi íkast til menningina av føroyska samfelagnum innan útbúgving, fiskivinnu og vinnu á landi, bara fyri at nevna nakað. Her kundi grundarlag verðið skapt fyri einum tríhyrntum ella ferhyrntum samstarvi. Úrslitið av hesum kundi gjørt hetta økið til ein sannan vinnumiðdepil í Føroyum. Framtíðin fer at vísa, hvussu samstarvshugurin verður. Grundarlagið og fortreytirnar eru í øllum førum til staðar. So má agg, fordómar og misálit jarðast, og tað ongatíð ov skjótt! Sosialurin So- sialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tíðindaskriv Í sambandi við at P/F Esmar Sim­onsen nú umboða øll bil­merkini hjá Sp/f Norðbil og Sp/f Nordcar, Honda, Hy­u­n­dai, Skoda, Fiat og BMW, verður opið hús á Kambsdali leygardagin 9. september frá kl. 10-17. Umframt nýggjar bilar verða eisini nógv sera góð brúkt­bilatilboð. Øll sum keypa bil frá Sp/ f Norðbil og Sp/f Nordcar í september og oktober eru við í lutakastinum um 10 flogseðlar frá Altantic Air­ ways. P/F Esmar Simonsen: Fimm bilmerkir á Kambsdali Mikudagin 20. sep­ tem­ber spælir Teit­ur á stóra týska ­tón­ leika­ídn­að­ar­festi­val­ i­num, bæði dansk P3 og týska Radio Fritz fara at senda frá konsertini, ið er 3 dagar eftir at Stay Under The Stars verð­ ur givin út í Týsk­landi Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í løtuni er Teitur á kon­ sert­ferð í USA, men um tvær vikur kemur Teitur til Evropa ein túr, at spæla eina konsert. Stay Under The Stars kemur út í Týsk­ landi 17. september, og 20. september spælir Teitur á risastóru Popkomm mess­ uni í Berlin. Nú er skráin fyri Popkomm al­menn. Har sæst, at Teitur er fyrsta navnið, ið skal á pallin hetta kvøldið, ið hevur fingið yvirskriftina D e n m a r k @ Po p k o m m 2006. Konsertin verður í stóra klubbanum Fritzklub im Postbahnhof, ið er gamla postbreytarstøðin í Eystur Berlin, umframt Teit­ur spæla Outlandish, Po­w­e­r­solo, Junior Senior, Sple­en United og Infernal hetta kvøldið. Føroyavinurin Arne List, ið býr í Týsklandi sigur, at hetta stað er ein tann størsti av hesum slagnum av tón­ leik­a­klubbum í Berlin, høl­ini taka eini 1200 fólk, og at í fjør var útselt í sam­bandi við Popkomm. Tað er útvarpsstøðin Radio Fritz, ið eigur klubban. Hetta er ein útvarpsstøð, ið sendur sendingar til tey ungu í Berlin og Brand­en­ burg. Henda útvarpsstøð fer væntandi at senda kon­sert­ ina beinleiðis, ella í øllum førum partar av henni. Danska útvarpsstøðin P3 sendur konsertina bein­leið­ is, so Teitur spæl­ir hetta kvøldið beinleiðis fyri einum sera stórum lurt­ar­a­ skara í Danmark og Týsk­ landi. Radio Fritz fer at ummæla kon­sert­ina hjá Teiti, og eisini nýggju fløguna hjá hon­um, greiðir Arne List frá. Almenna Danmark brúk­ar nógvan pening og orku uppá at luttaka á hesi messu. Hetta verður gjørt fyri at menna tón­ leik, sum útflutnings­ vinnu. Í fjør spældu m.o. Ne­p­­hew, Carpark North og Kashmir á messuni. Í tón­leik­aídnaðinum verður Pop­komm mett at vera ein festivalur, ið snýr seg um bólk­ar, ið gerast stórir um nøkur ár. Tey frá ídnaðinum, ið luttaka á festivalinum eru tey, ið veruliga hava á­huga í at vitja festivalin. Her er ikki so nógv talan um glitur og annað tílíkt hóvasták, men heldur um ver­u­ligan handilsskap innan tónleikaídnaðin. Her verða nøvnini funnin, ið ídn­aðurin fer undir at satsa uppá komandi árini. Sí samlaðu Popkomm skránna á popkomm.de ella vitja Fritz Club á fritzclub. com Teitur beinleiðis í týskum og donskum útvarpi