fríggjadagur 8. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 8. september 2006
11
tíðindi
Føroyar eru seinastu
6-7 árini dotnar av
109. plássi á FIFA-
listanum niður á 169.
pláss. Veruleikin er, at
landsliðið er munandi
verri, enn tað var, og
tí mugu vit aftur til
útgangsstøðið fyri
16 árum síðan. Vit
mugu verja og síðan
spakuliga ota okkum
fram eftir vøllinum,
tá tað er ráðiligt
viðmerking
Uni Arge
Sum øll onnur fái eg ilt í
hjartað av at síggja lands
liðið í hesum døgum. Eg
harmist um stórtapini og
skammist eisini eitt sindur,
tí tá so illa gongst í hond,
so minkar virðingin fyri
føroyskum fótbólti og ikki
minst Føroyum sum landi.
Tað kunnu vit ikki góðtaka,
og tí eiga allar góðar kreftir
at virka fyri, at vánaligu
úrslitini halda uppat. Hetta
er mítt íkast til kjakið um
støðuna hjá landsliðnum.
Eg spældi sjálvur við
landsliðnum í tíðarskeiðnum
frá 1992 til 2002. Vit taptu
stórt onkuntíð, men fingu
eisini óføra góð úrslit ímóti
stórum tjóðum. Sum tíðin
gekk upp í gjøgnum 90’ini,
minkaðu tapini ímóti størstu
tjóðunum alsamt. Støðuga
menningin var eyðsýnd.
Vit vardu betur og betur og
skoraðu altíð okkurt mál.
Í dag er tryggleikin, ið sást
á landsliðnum tá, horvin.
Okkara menn stríðast ikki
serliga nógv. Verjan er opin.
Uppspælið er ósannførandi,
og álopsspælið er tannleyst.
Landsliðið er ikki longur
nøkur samansmíðað eind, ið
tú kanst rokna við. Liðið er
nú nakrir einstaklingar, ið
annaðhvørt eru skeivt plas
eraðir, óbúnir til landsliðspláss
ella bara ráðaleysir.
Fleiri hava sagt, at venjarin
hevur alla ábyrgdina av
vánaligu gongdini. Tað er hart
sagt. Jógvan Martin Olsen
hevur stórt innlit í fótbólt.
Hann hevur eisini nógvar
royndir sum hjálparvenjari á
landsliðnum. So hann er ikki
ódugnaligur. Tvørturímóti
er hann ein kompetentur
fótbóltsvenjari, sum veit,
hvat hann tosar um.
Men spurningurin er, um
hann er rætti høvuðsvenjarin.
Tá Føroyar fóru upp í
altjóða fótbólt, gjørdi FSF
tað einasta rætta og fekk
fatur á einum krígsmanni
sum Páll Guðlaugsson, ið
kundi geva bangnu føroysku
spælarunum trúnna uppá, at
teir dugdu nakað. Tað var
rætt tá. Tá so menningin
skuldi halda fram, var Páll
ikki tann rætti longur, og
FSF setti eitt heimsnavn í
venjarasessin.
Tann avgerðin var eisini
røtt. Sum persónur var Allan
Simonsen heldur innisælur
og trupul at samskifta við,
men fótbóltsskil hevði
hann, og eg tori at pástanda,
at líkamikið hvussu illa
mannað landsliðið var, so
fekk hann altíð optimalt
burturúr. Burtursæð frá, at
hann viðhvørt var ov varin
frameftir, so setti hann sum
oftast rætta liðið.
Summi hava kanska
gloymt, hví Páll Guðlaugsson
gavst sum venjari. Tá veitslu
rúsurin eftir dystirnar í 1990
og 1991 hevði lagt seg, kom
landsliðið í ein aldudal í
1992 og 1993. Vánaliga
gongdin stóðst av, at liðið
skifti manning. Teir royndu
góvust, og nýggir mans tóku
við. Hetta gekk illa í fyrstani.
Í HM-kappingini tá fingu vit
bara eitt mál og onki stig.
38 mál vórðu skotin ímóti
okkum.
FSF sá, at skuldi liðið
fáast á føtur, mátti okkurt
álvarsligt gerast, og tí varð
Allan Simonsen settur.
Landsliðið tapti fleiri ferðir
stórt, tá Allan var byrjaður.
Finnland og Grikkaland
vunnu lættliga 5-0 á Før
oyum. Skotland vann 5-1,
Spania vann 6-2, og Russ
land vann 5-2. Gongdin var
ofta, at tann fyrsta tíman
var landsliðið væl við. Men
síðsta hálva tíman raplaðu
málini inn, og tí endaðu dyst
irnir ofta við stórtapi.
Hetta batnaði tó alt sum
fráleið. So hvørt sum nýggja
ættarliðið av spælarum,
Todi, Óli, Øssur, Uni, Jens
Kristian, Jákup, John, Pól,
Allan, Julian, Henning og
allir hinir, komu í bestu
fótbóltsár, vunnu vit á smá
tjóðum sum San Marino,
Malta, Estlandi, Liktinstein
og Luksemburg, spældu
javnt ímóti meðaltjóðum sum
Litava, Bosnia, Skotlandi,
Slovenia og Svøríki og
taptu tepurt ímóti Tjekkia,
Russlandi, Danmark, Sveits
og Slovakia.
Landsliðið hevði hesi
árini eina stammu við nøku
lunda javngomlum spæl
arum, sum mentust saman.
Organisatiónin var góð.
Trúgvin á, at vit kundu fáa
mál, var altíð til staðar. Og
konditiónin var sera góð,
tí nógvir av spælarunum
høvdu fótbólt sum livibreyð
uttanlands. Eina tíð spældu
vit 10 uttanlands av 18. Í
Skotlandi leygardagin vóru
allir 11 frá byrjan heima
spælarar.
Bara hetta vísir, hvussu
nógv er broytt. Vit hava ikki
sama tal á spælarum uttan
lands sum fyrr. Vit hava væl
færri profilar á landsliðnum,
sum vita, hvat skal til fyri at
standa seg millum menn.
Heimligu spælararnir eru
ikki undir nóg stórum trýsti
hvørt vikuskifti til, at tað
brynjar teir til at standa seg í
landsdysti, og fleiri teirra eru
eisini um ein háls, tá lopið
verður á føroyska málið.
Tað er ein trupulleiki í
sjálvum sær, at teir royndu
spælararnir eru givnir, og at
eitt ættarliðsskifti fer fram
í løtuni. Støðan nú minnir
nógv um støðuna í 1993.
Men hetta er ikki einasti
trupulleikin. Ein nýggjur
trupulleiki er sjálv úttøkan. Í
dag hendir tað ferð eftir ferð,
at spælarar verða úttiknir,
sum tú nóg illa hevur hoyrt
um, og sum als ikki hava
útmerkað seg í heimligu
kappingini tíansheldur uttan
lands.
Hetta hevði ikki hent, um
Allan Simonsen var venj
ari. Hann plagdi at siga,
tá fjølmiðlarnir vildu hava
onkran á landsliðið, sum
hevði spælt væl okkurt viku
skifti, at ein góður dystur var
ikki nóg mikið til at sleppa
á landsliðið. Prógvaði ein
spælari sínar dygdir í lands
kappingini 4-5 dystir á rað,
so skuldi hann sleppa á lands
liðið, segði hann. Ikki fyrr
enn tá.
Henda meginregla er
sjálvsøgd í mínari verð.
A-landsliðið er bara fyri
teir bestu, júst tá landsliðið
verður úttikið, og ikki nakað
fótbóltsskúlaprojekt, ið skal
eydnast um tvey ella trý ár.
Um nakrir lovandi ungir spæl
arar sprakla nakrar ferðir í
landskappingini, kunnu teir
sleppa á landsliðsbonkin at
snodda til atmosferuna. Men
tað er váðaverk at seta allar
inn á liðið beinanvegin, bara
tí teir eru talent.
Her haldi eg, at Jógvan
Martin vísir størsta veik
leikan. Nógvar av spælar
unum, hann hevur sett sítt á
álit á, kennir hann frá yngri
landsliðnum, og onkrar hev
ur hann tikið nærum bein
leiðis av U17 og U19 upp
á a-landsliðið. Tað vil siga,
at teir hava fingið frípláss
á a-landsliðnum, áðrenn
teir hava prógvað sínar
dygdir í landskappingini
millum royndar menn. Teir
hava nóg illa fingið eina
mannfólkatakkling, áðrenn
teir verða tveittir fyri heims
stjørnur!
Eg havi eisini hug at fýlast
á teir eginleikar, nógvir fót
bóltsvenjarar nú á døgum
leggja dent á, tá teir tosa um,
hvat ein góður spælari er. Í
dag siga teir ofta, at ungir
spælarar eru framúr góðir, tí
teir hava teknikk til at taka
bóltin rætt niður og duga
einar tríggjar fintur. Trúttað
verður eisini áhaldandi niður
í hesar spælararnar, at teir
eru teir bestu, sum nakrantíð
hava verið.
Eg pástandi, at hendan trútt
anin er skaðilig. Um tú sum
19 ára gamal fært at vita, at
tú ert ein liðugt ment stjørna,
so sovnar tú mentalt, tí hvat
er tá eftir at uppnáa? Eg taki
heldur ikki undir við, at bara
tí ein spælari er tekniskur, so
er hann góður. Hvat nú, um
hann samstundis er seinur?
Hvat nú, um hann onki tem
perament hevur? Hvat nú,
um hann altíð hvørvur í
mótgangi?
So nyttar hann jú onki! Tú
kanst saktans hava nakrar
tekniskar spælarar rennandi
á vøllinum, sum sprella í
viðgangi, men svíkja í mót
gangi. Hesir spælararnir
mangla uppaling um, hvat
tað er at taka ábyrgd, og eiga
at verða ristir niður úr høgu
greinini, so meira nytta fæst
burtur úr teimum. Men ofta
tykist tað sum, at allir skulu
kínast eftir hárinum. Onki
má sigast kontant longur.
Men lívið á landsliðnum
er júst kontant. You are on
your bloody own, tá Spania
kemur spolandi oman ímóti
málinum. Og tí mást tú
vera til reiðar. Venjararnir
heima í feløgunum og lands
liðsvenjarin skulu gera
spælararnar til reiðar. Teir
skulu brynja spælararnar
mentalt til altjóða fótbólt og
ikki bara vera fittir. Fortel
teimum sannleikan um veru
liga lívið á hóskandi hátt!
Sjálvur havi eg altíð
spælt sum áloypari, og eg
undrist hvønn dag á, hvar
allir teir kompromisleysu
áloypararnir eru farnir. Tey
plaga at siga, at spælarar
sum Bergur Magnussen,
Kurt Mørkøre, Uni Arge,
Súni Fríði Barbá, Gunnar
Mohr og Jan Allan Muller
vóru veruligir áloyparar.
Hvar eru hesar typurnar í
nýggja ættarliðnum av spæl
arum? Síggjast tær longur á
vøllunum?
Ógvuliga sjáldan. Tann
klassiski áloyparin er horvin,
og eg haldi, at venjararnir
hava ábyrgdina av hesi gongd,
tí fótbóltsvenjing í dag er
standardiserandi. Allir skulu
duga tað sama, og ongin skal
skilja seg burtur úr mongdini.
Leggja vit so tað aftrat, at
teir, sum spæla í dag, eru
uppvaksnir í barnagarði, so
er ikki nógv temperament
eftir í monnum. Alt er áh so
hampiligt og líka.
Eg skal sjálvandi ikki
kasta barnagørðunum fyri,
at landsliðið tapir so stórt í
dag. Men eg beri hetta fram,
tí eg leiti eftir eini forkláring
uppá, hví færri og færri
spælarar við temperamenti
og vinnaravilja síggjast á
vøllunum. Verða teir alt ov
tíðliga tamdir til at vera
fittir menn, ið klára seg
væl sosialt, men sum fána
burtur, tá brúk er fyri teirra
mannligu frumkreftum?
Eg veit tað ikki, so eg
spyrji. Eg sigi sum sagt held
ur ikki, at Jógvan Martin
Olsen er ein vánaligur lands
liðsvenjari, men spyrji, um
hann er tann rætti. Henrik
Larsen var ein endurtøka
av konseptinum við Allan
Simonsen. Hann var eitt
evropeiskt navn. Hendan
endurtøkan gekk nøkulunda.
Vit fingu alt ov fá stig, men
maðurin var bæði dámligur
og nøkulunda kompetentur.
So skiftu vit FSF-formann,
og vit fingu eina føroyska
loysn. Henda loysnin var
skeiv, um FSF vildi geva
landsliðnum nýggjan íblást
ur, eins og FSF gjørdi við
Allan Simonsen í 1993, tá
mest var brúk fyri tí. Eg
haldi, at betri hevði verið at
farið eftir einum breta við
kontinentalari fótbóltsfatan,
sum kundi fingið landsliðið
at spælt og stríðst í senn,
tí í løtuni ger liðið hvørki.
Tað flákrar onkustaðni mitt
ímillum.
Sum støðan er vorðin, haldi
eg, at Jógvan Martin skal
fáa tveir kjansir aftrat. Tað
svarar til teir báðar dystirnar,
sum eru eftir í ár. Fær hann
skútuna á beint aftur, eigur
hann at halda fram. Ger hann
ikki tað, mugu boð sendast
eftir fyrrverandi skotska lands
liðsvenjaranum, Craig Brown,
ið á egnum kroppi hevur kent,
at føroyingar duga at spæla
fótbólt. Tað kundi verið ein
nýggj byrjan.
Føroyar eru seinastu 6-7
árini dotnar av 109. plássi
á FIFA-styrkilistanum niður
á 169. pláss. Veruleikin er
sostatt, at føroyska landsliðið
er munandi verri, enn tað
var, og tí mugu vit aftur til
útgangsstøðið fyri 16 árum
síðan, tá alt byrjaði. Vit mugu
verja og síðan spakuliga ota
okkum fram eftir vøllinum,
tá tað er ráðiligt. Sum rættir
menn! Tí æran hjá einum
heilum landi stendur upp á
spæl.
Hvat skulu vit gera við landsliðið?