Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. januar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Beinanvegin tað varð greitt, at busskoyr- ingin hjá bygdaleið- um í Suðuroy fór at verða niðurløgd, fór Strandferðslan í holt við royna at fáa eina neyðloysn á føtur SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen Hósmorginin varð øll koyr- ingin hjá bygdaleiðum í Suðuroynni niðurløgd tí at Strandferðslan og teir, sum koyra buss, kundu ikki semjast um ein nýggjan sáttmála. Og tað er fullkomiliga óvist, nær busskoyringin verður tikin uppaftur. Men tað er ikki vist, at støðan verður heilt ring kortini og at almenna sam- ferðslan í Suðuroy fer at liggja fullkomiliga lamin. Tí beinanvegin bussfør- ararnir løgdu arbeiðið nið- ur, fór Strandferðslan at kanna eftir, um tað ikki kundi lata seg gera at skipa okkurt slag av neyðloysn, so at onkur flutningur var. Reidar Nónfjall sigur, at eitt nú varð hugsað um flutning til og frá Smyrli og um skúlakoyringina. Tí sum er, verða ongar rutur koyrdar til og frá Smyrli og skúlabørn verða ikki koyrd til og frá skúla. Fyribils hevur hetta havt tær avleiðingar, at Mið- námsskúlin í Suðuroy av- lýsti skúlagongdina, men frígjadagin varð hon tikin uppaftur. Aðrir skúlar hava ikki av- lýst. Men skúlagongdin er kortini merkt av støðuni, tí summi børn, sum vanliga brúka buss, vóru heima í gjár. – Vit fara nú at vita, hvussu umfatandi skúla- flutningurin er, m.a. hvussu nógvir skúlanæmingar tal- an er um, sum skulu flytast aftur og fram. Og so fáa vit at síggja, hvat kann gerast. Ein loysn, sum rættiliga skjótt varð hugsað um, var at fáa hýruvognar at røkja nakrar tær mest neyðugu ruturnar, so at ikki alt steðgar. Í øllum førum er tað nógv sum bendir á, at tað verður brúk fyri eini slíkari neyð- rutu, tí enn er tað ongin, sum veit, nær vanliga buss- koyringin verður tikin upp- aftur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hansara uppfatan er ikki, at samráðingarnar eru slitnað- ar, men at hann má hava nakar dagar at rokna út, hvørjar fíggjarligar avleið- ingar krøvini frá bussførar- unum fáa. Uni Mortensen, sum hev- ur verið talsmaður hjá buss- førarunum í Suðuroy, sigur, at onki kann henda, fyrrenn teir hava fingið eitt tilboð, sum kann takast í álvara frá Strandferðsluni. Annars er hann ikki fegin um, at onkur annar fer at átaka sær koyringina, sum teir hava lagt niður. – Ger nakar tað, er tað ein spurningur um sam- haldsfesti sigur hann. Men hann heldur eisini, at tað er løgið, at Strand- ferðslan ikki vil betala bussførarunum løn, men ikki hevur nakað ímóti at betala øðrum løn fyri at gera hetta sama arbeiði. At átaka sær verkfalsrakt arbeiði, plagar ikki at verða væl dámt, men fyribils er tað bara Føroya Arbeiðara- felag, sum hevur noktað sínum limum at átaka sær rutukoyring í Suðuroynni, so leingi arbeiðsósemjan er. Bara skúlakoyring Í gjáramorgunin hevði tað eydnast Strandferðsluni at fáa nakrar rutur á føtur. Av- talað er gjørd við nakrar hýruvognar um at koyra skúlabørn. Men tað hevur ikki eydnast at fáa alla skúlakoyringina í gongd aftur. Av Strandferðsluni verð- ur sagt, at í gjár blivu skúla- børn koyrd úr Sandvík til Hvalbiar og haðani upp á Tvøroyri, av Tvøroyri til Miðnámsskúlan í Vági og úr Sumba til Vágs. Avtalað varð gjørd við sjey hýruvognar um at koyra. Men avtalurnar eru bara fyri ein daf ísenn, so enn er tað ongin, sum veit, hvussu tað verður við koyringini í næstu viku. Annars eru tað í rættiliga stóran mum foreldur, sum taka sær av skúlakoyringini hesar dagarnar Hinvegin sær Strand- ferðslan seg ikki føra fyri at gera nakað við koyring til og frá Smyrli, so tað mugu fólk avgreiða sjálvi. Gera neyðloysn í Suðuroy Tilmeldingin til Prix Føroyar er so stóra, at nú umhugsa fyri- reikararnir at minka um tíðina, sum hvør bólkur fær at spæla í PRIX FØROYAR Eyðun Klakstein Tilmeldingin til Prix Før- oyar 2001 er metstór, og hóast fyrireikararnir fegn- ast um ovurstóra áhuganum fyri kappingini, skapar til- meldingin eisini trupulleik- ar. Bólkarnir verða 39 í tali, og tá innleiðandi umførini bert eru fýra, skulu í miðal 10 bólkar spæla til hvørt innleiðandi umfar. – Vit umhugsa at skerja tíðina, sum bólkarnir í mesta lagi kunnu spæla, tí tað verða so nógvir bólkar til hvørt umfar, sigur Fróði Vestergaard, sum er sam- skipari av Prix Føroyum. Fyriskiparar av kapp- ingini eru Norðurlanda- húsið í Føroyum, FUT, SvF og ÚF. Alt skal passa saman Til innleiðandi kappingarn- ar skulu bólkarnar spæla í minsta lagi eitt korter og í mesta lagi ein hálvan tíma. – Vit fara kanska at skerja mest lovydu tíðina við fimm ella tíggju min- uttum, sigur Fróði Vester- gaard. Í finaluni spæla bólkarnir í eitt korter hvør, og tí halda fyrireikararnir, at tað ber til at skerja tíðina í innleið- andi umførunum. Eingin avgerð er tó tikin um hetta enn. Komandi dagarnar skal Fróði Vestergaard fáa eitt størri putlispæl at ganga upp, tí teir 39 bólkarnir skulu býtast út á fýra inn- leiðandi umfar, og nógv viðurskifti skulu passa saman. Tí kann tað enda við, at í onkrum innleiðandi umfari verða sjey ella átta bólkar, meðan eini 12 bólkar verða í øðrum innleiðandi umfari. Fýra innleiðandi umfør Innleiðandi umførini verða í Vági 27. januar, á Strond- um 3. februar, í Klaksvík 23. februar og í Miðvági 3. mars Finalan, sum plagar at verða sjónvarpað og út- varpað beinleiðis, verður í Norðurlandahúsinum 21. apríl. Vinningarnir eru fleiri, og ikki allir eru komnir upp á pláss enn. Ein bólkur sleppur at spæla á Nibe og Jelling Festival, og fyrireik- ararnir fyri hesar festivalar avgera sjálvir, hvør bólkur- in verður. Tað er tí ikki vist, at tað verður vinnarin av kappingini. Prix Føroyar slær met – Nú busskoyringin í Suðuroynni er niðurløgd, hevur Strand- ferðslan roynt at fáa eina neyðloysn á føtur, so at alt ikki liggur stilt. Í gjár koyrdu sjey hýruvognar skúlabørn, men avtalurnar eru bara fyri ein dag ísenn og enn veit ongin, hvussu tað verður í næstu viku. Z-Free, Multiple-Choice, Diatribes, Týr, Feedback, Noplay, Speak, IRIS, Flux, Epot, I Am, No Connection, Marigold, Janus Trúgvason, Grønt Fót Slím, Pínadoy, B&Z, Human Chaos, PS, Sólva og menn, Daybreak, All That Rain, Dynamitt 2000, Krit, Phanthoms, Lítla Rúm, Hokus Pokus, Remote, Tangz, I is, Déjá Vu, Happy, Masha, M.M.M., AHOU, Holgar og Vilmenn, Bólkurin 200, Legazy og MAS Hesir bólkar hava meldað til Prix Føroyar 2001 Nr. 4 - 6. januar 2001 3 2 Nr. 4 - 6. januar 2001 29 29 UTSØLA byrjar m‡namorgunin 08.01.01. kl. 08.00 1/2 prísur ALT Opið er til kl. 20.00 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Tíð til javnaðarútspæl? Nú fullveldisleisturin hjá samgonguni er koll- dømdur bæði í Føroyum og í Danmark, hevði ivaleyst verið skilagott um Javnaðarflokkurin gjørdist meira pro- aktivur og sjálvur spældi út í sjálvstýris- málinum fyri at royna eina breiða semju. Tó eigur flokkurin at bíða fyri at vita, um løgmað- ur meinar nakað við orðum sínum í Degi og Viku hóskvøldið. Tjóðveldisflokkurin hevur sett dagsskránna í fullveldismálinum hetta valskeiðið og er tað or- søkin til, at man ivaleyst ongantíð síðan heima- stýrislógina er komin so stutt á sjálvstýrisleið í einum valskeiði, sum í tí brátt farna. Javnaðar- flokkurin sendi fyrr í hesum valskeiðnum út faldara um sítt uppskot til sjálvstýrislóg. Spurningurin er um ikki flokkurin, nú tá samráðingarnar við donsku stjórnina eru lidnar uttan at Lands- stýrið torir at koyra úr- slitið til fólkaatkvøðu, eigur at gevast við at sita í bakhond. Flokkur- in kundi kanska sum størsti andstøðuflokkur kallað allar hinar flokk- arnir til fundar, ein og ein, fyri at vita hvørjum pørtum av uppskotinum til eina sjálvstýrislóg hesir kunnu taka undir við. Hetta kundi so hjálpt flokkinum og øðrum flokkum at snikka saman eina breiða semju, ið allir flokkar uttan ein høvdu kunnað tikið undir við - ilt er at síggja, at Tjóð- veldisfl. og Sambandsfl. kunnu taka undir við sama uppskoti. Ivasamt er, eftir at hava sæð ar- beiðsháttin hjá teimum eitt nú í Uttanlands- nevndini, um eitt upp- skot frá Tjóðveldisfl. kann samla breiðan meiriluta, og løgið er, at Fólkaflokkurin ikki hevur ásannað hetta - ella kanska hevur hann tað í evstu løtu? Í eini búnari demokrat- iskari skipan er tað ikki altíð stjórnin, ið kemur við uppskotum til loysn- ir. Um Javnaðarfl. tók stig til fundarrøð hevði verið spennandi at sæð um samgonguflokkarnir høvdu verið vaksnir nokk at medvirka kon- struktivt. Føgru orðini um breiðar semjur og sakligt orðaskifti røkka ikki altíð so langt, tá á stendur. Tað vísir seg, at allur kritikkur av full- veldismálinum verður kveistraður til viks av varaløgmanni sum part- apolitiskt kegl. Løgið er, at einasti flokkur í Føroyum og ivaleyst í allari verðini, ið ikki førir partapolitikk, er Tjóðveldisfl., ið eftir øllum at døma sum tann einasti hevur innlit í onkran óreingiligan sannleika. Tjóðveldisfl. vil eftir øllum at døma koyra solo í fullveldis- málinum, ið vit síggja tað við tí skuggaspæli, ið gongur fyri seg í Tinganesi í dag. Spurn- ingurin er, um tíðin ikki er búgvin til eitt javnað- arútspæl, ásannandi at møguleikin fyri breiðari semju um eitt tjóðveld- isuppskot í besta føri er lítil. Kanska síðstu út- meldingarnar frá løg- manni gera hetta óneyð- ugt - livst so spyrst. Sosialurin NØVN Í VIKUNI DAGSINS MEINING 40 ár Nakað fyri jól kundi rein- gerðarkvinnan, Marta Poul- sen, í Havn halda 40 ára starvsdag í politinum. Í hesum sambandi var hugn- aløta og nógv fólk møtti. Marta byrjaði at vaska á politistøðini í Kristines Minde í Bringsnagøtu í 1960. Tað er har Stuðuls- fólkaskipanin heldur til í dag. Tá nýggj politistøð varð bygd í Jónar Bronksgøtu í 1967 flutti hon niðan og hevur vaskað har síðan. Marta legði frá sær 1. des- ember vegna aldur. Hon hevur nú fyrst í nýggja árinum fingið hand- að “politiets hæderstegn”, sum upprunaliga varð stovnað av kongi 18. juni 1959. 25 ár Varafútin Finn Ougaard hevði herfyri 25 ára starvs- dag hjá politinum. Ougaard er kendur kring landið, tí hann er ákærin, sum møtir í rættinum, føroyingar eru skuldsettir fyri at hava brot- ið lógina, og tað er hansara uppgáva, er begrundaður illgruni, at fáa teir skuld- settu ákærdar. 25 ár Virkandi sýslumaður í Klaksvík, Hans L. Djur- huus hevur eisini havt 25 ára starvsdag hjá politi- num. Hann er føddur 24. januar í 1951 í Porkeri. Hann byrjaði á Politiskúlanum 1. november í 1975. Í november 1985 varð hann settur varaleiðari fyri sýslumannin, og síðani 18. mai 1998 hevur hann verið virkandi sýslumaður í Klaksvík, tá ið Karsten Hansen gjørdist landsstýr- ismaður. 25 ár Politiassistentur Tóri Mid- jord hevur hildið 25 ára starvsdag hjá politinum. Hann er føddur 13. februar 1950 í Vági, og byrjaði eisin hann á Politiskúlanum 1. november í 1975. Eftir lokna útbúgving varð hann settur politistur í Klaksvík, til hann 1. januar 1979 varð settur politistur í Havn. 25 ár Yvirassistentur Guðrun á Borg í Havn hevur arbeitt í 29 ár á Fútaskrivstovuni í Havn. Øll hesi starvsfólk hjá Føroya Landfúta fáa í sam- bandi við starvsdagarnar pr. 1. januar 2001 »Politiets hæderstegn«, sum upprun- aliga var stovnað av kongi 18. juni í 1959, sigur Uni Vestureið, politiinspektør- ur. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu og sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, abbi, verfaðir og bróðir okkara Terje Dal Christiansen andaðist og varð jarðaður Í Havn 5. januar 2001 Sunnvá Starvsdagar hjá fútanum Spyrjið serfrøðingarnar Adressan: Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn, Fax 314720 ella teldupost: spyr@sosialurin.fo – og merkið, hvørj- um tit seta spurningum. Svarini verða prentað í blaðnum mikudag