leygardagur 6. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 6. januar 2001
5
4
Nr. 4 - 6. januar 2001
Føroyski landbúnað-
urin er komin verri
fyri sum úrslit av
føroysku avtaluni við
ES, ið gevur føroysku
fiskivinnuni sera
góðar sømdir. For-
maðurin í Bónda-
felagnum kallar tað
eina offring av einari
vinnu til fyrimuns
fyri ein aðra. Løg-
maður er ikki
ósamdur og skilir
støðuna hjá land-
búnaðinum, men
sigur at har var ikki
annað at gera um
fiskivinnuavtalan
skuldi fáast í hús
ES AVTALA
Rúnar Reistrup
Landsstýrið fór til sam-
ráðingar við ES um fiski-
vinnuna, men kom aftur við
einari avtalu, sum eisini
umfataði
landbúnaðin.
Hetta hóast einki umboð
fyri landbúnaðin var við til
samráðingarnar.
Tað kom nevniliga ó-
væntað á samráðingar-
nevndina, at ES í síðstu løtu
setti fram sum ófrávíkiligt
krav í samráðingunum, at
landbúnaðurin skuldi vera
partur av avtaluni, og tí var
landbúnaðurin ikki um-
boðaður í nevndini.
– Í ES høpi hoyra land-
búnaður
og
fiskivinna
óloysiliga saman, og tí bar
ikki til at fáa eina avtalu í
lag við ES, ið bert umfataði
fiskivinnuna. Og á slíkum
samráðingunum má man
geva út á summum økjum
fyri at vinna á øðrum, sigur
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður við vinnu-
málum.
Landbúnaðurin fekk
tað súra
Men føroyski landbúnað-
urin er av teirri uppfatan, at
tað bara er fiskivinnan, sum
fær, og landbúnaðurin sum
einsamallur
missir,
tá
avtalan við ES eftir ætlan
kemur í gildi 1. februar.
Hesum er Anfinn Kalls-
berg løgmaður, sum hevur
uttanlandsmál um hendi,
ikki ósamdur í.
– Í slíkum samráðingum
má man taka tað súra við tí
søta. At tað so er land-
búnaðurin sum hevur tikið
tað súra er sjálvandi keði-
ligt, men tað var neyðugt.
Høvdu vit noktað fyri at
tikið landbúnaðin við í av-
taluna, hevði eingin avtala
verið, og tað hevði fingið
katastrofalar fylgjur fyri
fiskivinnuna og harvið
føroyska samfelagið sum
heild.
Alskyns dýrasjúkur
Avtalan við ES um heilsu-
frøðilig viðurskifti, sum
varð samtykt í løtinginum
seint á vári í fjør, skal eftir
ætlan koma í gildi 1. feb-
ruar. Avtalan er ein rætti-
ligur fongur fyri føroysku
fiskivinnuna. Hon inniber
at Føroyar kunnu útflyta
fisk til ES lond eftir somu
treytum sum ES londini
flyta fisk ímillum sín, tvs.
uttan innflutningseftirlit.
Men fyri at fáa fiskivinn-
uni hesar sømdir, kravdi ES
at avtala somuleiðis skuldi
gerast við Føroyar um, at
landbúnaðarvørur skuldu
kunna flytast millum ES
lond og Føroyar uttan inn-
flutningseftirlit.
Men meðan tað er at
meta sum góðar sømdir hjá
fiskivinnuni at sleppa und-
an innflutningseftirliti, so
hevur hetta heilt aðra
merking fyri landbúnaðin.
Tað hevur nevniliga við
sær, at til ber at flyta livandi
dýr til Føroya, uttan at hesi
verða kannað ella set í
karantenu í Føroyum. Tí
stúrir føroyski landbúnað-
urin nú fyri, at alskyns
sjúkur fara at raka føroysk
neyt og seyð, sum higartil
hava verið væl vard frá
sjúkum, ið eru vanligar í
fleiri ES londum.
Gongur bara annan
vegin
Harafturat gongur avtalan
við ES bara annan vegin í
sambandi við landbúnaðin.
Tað fer nevniliga hvørki at
bera føroyska landbúnaðin-
um til at útflyta livandi dýr
ella dýraúrdráttir so sum
skinn og kjøt til ES londini,
hóast hesi kunnu útflyta
allar landbúnaðarvørur til
Føroya uttan innflutnings-
eftirlit. Orsøkin til hetta er,
at eftirlitsverkið í Føroyum
ikki enn lúkar treytirnar,
sum ES setir.
– Landbúnaðurin er bliv-
in offraður, fyri at fiski-
vinnan skuldi fáa betri
sømdir frá ES. Tað er mikið
møguligt at landsstýrið sær
hetta sum eitt sera lítið
offur í mun til tær sømdir,
sum vunnar eru fiskivinn-
uni, men tað er ein stórur
spurningur, um man yvir-
høvur kan loyva sær at offra
eina vinnugrein fyri eina
aðra, sigur Bjørn Paturs-
son, formaður í Bóndafe-
lagnum, sum harðliga hev-
ur mótmælt at landbúnað-
urin gjørdist partur av av-
taluni við ES.
Niður yvir høvdið
Formaðurin í Bóndafelag-
num er vónsvikin av, at
landbúnaðurin ikki varð
tikin upp á ráð, tá avtalan
varð gjørd. Bóndafelagið
bjóðaði sær til at vera við á
samráðingunum, men fekk
at vita, at samráðingarnar
bert fóru at snúgva seg um
fiskivinnuna.
Men tað vísti seg seinni,
at ES ikki var av somu upp-
fatan, og úrslitið varð, at
avtalan bleiv kroyst niður
yvir høvdið á føroyska
landbúnaðinum.
Hetta viðurkennir løg-
maður, og hann kallar tað
óheppið, at landbúnaðurin
ikki var umboðaður á sam-
ráðingunum. Men hann er
ikki í iva um, at samráðing-
arnevndin gjørdi tað rætta.
– Tað hevur verið eitt
áralangt stríð bara at fáa ES
so mikið sum at tosa um
eina fiskivinnuavtalu. Og
hevði hendan avtalan ikki
komið upp á pláss, hevði
tað merkt, at allur føroysk-
ur fiskur, sum varð útfluttur
til ES í framtíðini fór at
blíva parkeraður í fleiri
dagar á keikantum, áðrenn
hann kom á marknaðin. Tað
hevði verið einki minni enn
ein katastrofa fyri føroyska
samfelagið, sigur løgmaður
og minnir á at fimmogfýrs
prosent av føroyska fiska-
útflutninginum fer til ES
lond.
– Tá ES ímóti endanum á
samráðingunum setti fram
sum ófrávíkiligt krav, at
landbúnaðurin eisini skuldi
ganga undir somu treytir,
hevði samráðingarnevndin
einki val. Tað var prísurin,
sigur løgmaður.
Smittað dýr góðkend
Nú er tað so upp til land-
búnaðin sjálvan at savna
stumparnar saman, tá av-
talan kemur í gildi 1.
februar.
– Fleiri av ES londunum
eru nógv meira lagalig við-
víkjandi dýrasjúkum, enn
man til dømis er í Dan-
mark. Fleiri av sjúkunum,
sum aðrastaðni verða mett-
ar sum heilt vanligar, eru
ongantíð staðfestar í Føroy-
um. Tá so onkur finnur upp
á at taka ein veðr til Føroya,
til dømis úr Onglandi, eftir
1. februar, so verður veðr-
urin kannaður av einum
djóralækna har, sum sigur
gott fyri honum, hóast hann
hevur sjúkur, sum ikki
finnast í Føroyum. Dýrið er
jú fríkst eftir enskum
standardi. Tá veðrurin so
kemur til Føroya verður
hann hvørki kannaður ella
settur í karantenu, men
sleptur beint í hagan ella
trøðna saman við hinum
seyðunum. Tá er smittan
longu komin til landið,
sigur Bjørn Patursson, for-
maður í Bóndafelagnum.
– So skal bóndin knapp-
liga koppseta 400 seyðir
fyri smittuna, og tað er ikki
heilt bíligt. Harafturat vita
vit heldur einki um, hvussu
tær vanligu sjúkurnar aðra-
staðni
ávirka
føroyska
seyðin, sigur Bjørn Paturs-
son.
Vinnan kann sjálv
kanna
Nýggj lóg um fyribyrging
og niðurberjing av sjúkum
hjá dýrum er løgd fyri
tingið. Lógin er ein umfat-
andi liberalisering av gald-
andi lóg á økinum og er ein
fyritreyt fyri, at avtalan við
ES kann koma í gildi.
Sambært lógini ber ikki til
at krevja at innflutt dýr til
dømis skulu í karantenu, tá
tey koma til landið.
Kortini eggjar løgmaður
landbúnaðinum til sjálvum
at syrgja soleiðis fyri, at
fleiri sjúkur ikki koma inn í
landið.
– Eg haldi, at vinnan
eigur sjálv at taka stig til at
skipa soleiðis fyri, at øll
dýr, sum koma til landið,
verða kannað og sett í
karantenu her. Føroyski
landbúnaðurin kundi tikið
seg saman um okkurt slag
av eftirliti, sum passandi
kundi virka eftir nøkun-
lunda somu reglum sum
verandi eftirlit. Einasti
munurin hevði so verið, at
tað ikki var landið, men
vinnan sjálv, sum stóð fyri
eftirlitinum,
sigur
løg-
maður.
Men hetta eftirlitið kann
tó ongantíð gerast heilt tað
sama kortini, tí tað við
avtaluni við ES ikki longur
ber til við lóg at krevja
kanningar av øllum inn-
fluttum dýrum. Hetta má
gerast av einslistum í hvørj-
um føri eftir 1. februar.
Landbúnaðurin
bleiv offraður
fyri fiskivinnuna
Bjørn Patursson, formaður í
Bóndafelagnum, fekk at vita,
at føroysku samráðingarnar
við ES bert fóru at snúgva
seg um fiskivinnu. Men
samráðingarnevndin kom
heim við eini avtalu, sum
tekur burtur alt innflutnings-
eftirlit av dýrum og sostatt
loyvir fríum innflutningi av
dýrum til Føroya úr ES
Føroyskir bøndur óttast fyri at kríatúrini fara at verða smittað av sjúkum, ið eru vanlig í
summum ES londum, men ókendar í Føroyum, tá tað í næstum fer at bera til at innflyta dýr úr
ES til Føroya uttan innflutningseftirlit
Jóannes Eidesgaard er
sinnaður at sam-
starva við landsstýrið
um at yvirtaka øll
málsøki. Men at tosa
um fullveldi áðrenn
hetta er framt, heldur
hann, forðar fyri eini
loysn
SJÁLVSTýRIS-
ÆTLANIN
John Johannessen
Javnaðarflokkurin
tekur
undir við stórum parti av
nýggju sjálvstýrisætlanini
hjá landsstýrinum. Men
hann tekur als ikki undir
við, at endamálið við henni
er fullveldi.
Hetta ger Jóannes Eides-
gaard, formaður Javnaðar-
floksins, greitt, eftir at løg-
maður enn einaferð hevur
meldað út, at hann fer at
royna at fáa Javnaðarflokk-
in við í nýggju ætlanina hjá
landsstýrinum.
Landsstýrið hevur sett
sær fyri at fáa eina avtalu í
lag við donsku stjórnina,
um at løgtingið sjálvt skal
fáa heimild at gera av at
yvirtaka øll málsøki uttan
ríkismál eftir eini ætlan,
sum landsstýrið leggur til
rættis. Eisini ætlar lands-
stýrið sær at gera eina av-
talu við donsku stjórnina
um at niðurlaga blokkstuð-
ulin yvir eitt ávíst áramál.
Tá hetta er gjørt, hevur
landsstýrið
fingið
eina
koyriætlan fram móti full-
veldinum, og hana skal
Føroya fólk taka støðu til á
eini fólkaatkvøðu í apríl.
Tá so øll málsøki eru
yvirtikin og blokkstuðulin
niðurlagaður, skal Føroya
fólk aftur til fólkaatkvøðu
at taka støðu til eina før-
oyska grundlóg, sum stað-
festir Føroyar sum fullveld-
isríki.
Einki verður broytt
Men Jóannes Eidesgaard
trýr einki uppá, at hendan
ætlan verður framd í ver-
andi valskeiði. Hann vísir
á, at hendan nýggja ætlan-
in, eins og tann fyrra full-
veldisætlanin, er borin uppi
av dreymum hjá Tjóðveld-
isflokkinum um fullveldi.
– Tað er komplicerað at
yvirtaka. Tað er ikki bara
sum at skera í smør. Hetta
er yvirtøkan av Skipasýnin-
um gott dømi um. Sam-
gongan hevur arbeitt við at
yvirtaka Skipasýnið síðani
hon kom til, og enn er ikki
komið á mál, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloks-
ins vísir á, at onnur máls-
øki, sum til dømis løgregla
og dómsvald eru upp aftur
torførari at yvirtaka, orsak-
að av mongum lógum og
altjóða reglum, sum skulu
fáast upp á pláss. Tí fara
hesi mál minst at taka somu
tíð at yvirtaka, sum skipa-
sýnið. Og tískil er Jóannes
Eidesgaard sannførdur um,
at ætlanin hjá landsstýrin-
um ikki fer at halda.
– Tað rætta hevði verið,
at samgongan setti sær fyri
at fáa eina nýggja skipan
við danir, sum gevur løg-
tinginum fulla heimild at
yvirtaka øll málsøki til fult
føroyskt ræði uttan ríkis-
mál, tá løgtingið heldur tað
vera ráðiligt. Yvirtøkan
skal ikki fara fram eftir eini
koyriætlan, men tá løgting-
ið er samt um tað. Og tá øll
málsøki eru yvirtikin, kann
tann samgongan, sum tá
situr, gera av, um vit skulu
hava fólkaatkvøðu um full-
veldi ella ei, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hendan loysnin er upp-
skotið hjá Javnaðarflokkin-
um til eina sjálvstýrislóg í
staðin fyri heimastýris-
lógina.
Formaður Javnaðarfloks-
ins heldur, at landsstýrið
beinan vegin, tað varð skip-
að, skuldi havt sett sær fyri
eina slíka skipan. Tí so
hevði verið komið nógv
longur á sjálvstýrisleið, enn
tað higartil hevur eydnast.
– Eg eri bangin fyri, at tá
valskeiðið er av, hevur tað
ikki eydnast samgonguni at
framt nakað mennandi á
sjálvstýrisleið, sigur Jóann-
es Eidesgaard.
Vantandi heimild
Løgmaður
hevur
gjørt
greitt, at hann ætlar at fáa
eina avtalu í lag við danir í
hesum mánaðinum, um at
broyta heimastýrislógina,
so tað eisini stendur løg-
tinginum frítt at yvirtaka
málsøki á lista B í heima-
stýrislógini. Hesa avtaluna
skulu embætisfólk hjá løg-
manni fáa í lag.
Men Jóannnes Eides-
gaard vísir á, at løgmaður
her rennir seg í ein stóran
trupulleika.
– Embætisfólkini hjá løg-
manni hava sjálvsagt ikki
heimild at broyta heima-
stýrislógina. Tey kunnu í
besta føri fáa í lag semju
um eitt uppskot, hvussu
hon skal broytast, og so má
hetta uppskotið viðgerast
og samtykkjast bæði á
Fólkatingi og í Løgtingin-
um. Hetta er nakað, sum
tekur drúgva tíð, og tí
hongur tíðarætlanin hjá
løgmanni ikki saman, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard sigur
seg hóast alt vera sinnaðan
at samráðast við løgmann
um eina loysn, men Javnað-
arflokkurin stendur fast við
ríkisfelagsskapin, ger hann
greitt.
Formaður Javnaðarfloksins:
Tjóðveldisflokkurin forðar sjálvstýriskósini
Vágs Kommuna hev-
ur grundøki at vísa á
til nýggja studenta-
skúlan, sum skal
byggjast í Suður-
oynni. Økið er beint
við Vágsvatn og tætt
við ítróttarhøllina.
Landsstýrið er áhug-
að í hesum staðnum
SKÚLABYGGING
John Johannessen
Fyri mongum árum síðani
var eitt øki vesturi við Vatn-
ið í Vági, sum Jarðarráðið
eigur, lagt av til skúlaøki.
Hetta økið heldur býráðs-
formaðurin í Vági vera væl
egnað til nýggja studenta-
skúlan, sum landsstýrið
ætlar at byggja í Suður-
oynni.
– Økið er sera væl egnað.
Tað liggur sera væl fyri í
friðarligum umhvørvi nær
við ítróttarhøllina og nær
við vatnið, vísir Jógvan
Krosslág, býráðsformaður í
Vági, á.
Hóast stríð áður hevur
verið um, hvar studenta-
skúlin í Suðuroynni skal
vera og hóast ein løgtings-
samtykt sigur, at hann skal
vera í Hovi, verður hann
helst bygdur í Vági – og
helst verður tað eisini á
økinum, sum Vágs Býráð
hevur víst á.
Tórbjørn
Jacobsen,
landsstýrismaður í skúla-
málum, segði við Sosialin í
gjár, at studentaskúlin nú
hevur verið í Vági í so
mong ár, at tað verður ein
stór avgerð, ið skal takast,
um hann skal flytast, tí
skúlin hevur vunnið sær
hevd í Vági.
– Eg vóni ikki, at tað
aftur nú verður lokalt
rumbul um, hvar skúlin
skal vera, tí so verður ætl-
anin bara seinkað, segði
landsstýrismaðurin.
Sosialurin skilir, at lands-
stýrismaðurin
óformelt
hevur boðað frá, at hann er
áhugaður í økinum við
Vágsvatn.
Stóran týdning
Býráðsformaðurin í Vági er
fegin um orðini hjá Tór-
bjørn Jacobsen. Hann vísir
á, at ein nýggjur studenta-
skúli kemur at hava stóran
týdning fyri býin.
– Ein nýggjur studenta-
skúli við góðum umstøðum
fer at draga ungdómin til at
verða verani í Vági, og
hann fer eisini at draga
vaksin, sum eru fegin um at
búgva eitt stað, har ung-
dómurin trívist og lív er í,
sigur Jógvan Krosslág, bý-
ráðsformaður.
Jógvan Krosslág heldur
tað vera eitt skilagott býti,
at landsstýrismaðurin hevur
valt,
at
Almanna-
og
Heilsuskúlin skal byggjast
á Tvøroyri, og at nýggjur
studentaskúli skal byggjast
í Vági.
– Hetta kemur óivað at
skapa nøgdsemi í oynni. Vit
koma nú at lyfta oynna í
felag, og tað er tað, sum
skal til, ger Jógvan Kross-
lág greitt.
Byggja leiguíbúðir
Vágs Kommuna ásannar, at
tað eisini setir krøv at fáa
ein nýggjan studentaskúla á
staðnum.
Tí
arbeiðir
kommunan við eini ætlan
um at byggja leiguíbúðir til
lesandi.
– Vit hava ikki verið í
beinleiðis
samráðingum
við landsstýrið, men vit
kundu hugsað okkum at
bygt leiguíbúðir afturat
skúlanum ella so tætt við
skúlan sum gjørligt, sigur
Jógvan Krosslág og vísir á,
at tað sjálvsagt verður
kommunan, ið skal rinda
fyri at byggja íbúðirnar.
– Gera vit slíkar íbúðir,
lata vit eisini upp fyri
møguleikanum fyri, at ung-
dómar aðrastaðni frá koma
higar at nema sær útbúgv-
ing, sigur Jógvan Krosslág.
Landsstýrið hevur sett
0,8 milliónir av á fíggjar-
lógini í ár til at fyrireika
nýggjan studentaskúla í
Suðuroynni, og innan eina
viku fer landsstýrismaðurin
í skúlamálum, Tórbjørn
Jacobsen, at seta eina
bygginevnd.
Býráðsformaðurin í Vági:
Byggið studentaskúlan við Vágsvatn
Vágs kommuna vísir á friðaliga umhvørvi beint við vatnið og nær við ítróttarhøllina í Vági, til nýggja Studentaskúlan