leygardagur 6. januar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Steðgar ófriðurin í
Miðeystri ikki innan
stutta tíð, er stórur
vandi fyri, at veruligt
kríggj brestur á,
heldur føroyska
Hanna Katwan,
sum býr har
norðuri í Ísrael
ÓFRIÐUR
Eyðun Klakstein
Ófriðurin í Ísrael og í
sjálvstýrandi palestinska
økinum er vorðin so drúgv-
ur og umfatandi, at fólk í
Ísrael stúra fyri veruligum
kríggi
– Støðan er á markinum
til veruligt kríggj, og í løt-
uni stúra vit fyri framtíðini,
sigur Hanna Katwan.
Hon er úr Føroyum, men
er búsitandi í Ísrael, har
hon eisini hevur familju.
– Vit merkja ikki nógv til
ófríðin her norðuri í Ísrael,
men á sjúkrahúsinum í
Haifa, har eg arbeiði, síggi
eg javnan avleiðingar av
ófriðinum. Fyri stuttum
kom eitt barn á sjúkrahúsið,
sum var illa brent av einum
bumbu, sigur hon.
Drúgt stríð
Ófriðurin í Miðeystri hevur
verið áhaldandi seinastu
mánaðirnar, og hóast tað
hevur verið roynt við frið-
arsamráðingum
millum
ísraelsmenn og palestinar
av einum og øðrum slagi, er
einki veruligt úrslit komið
burturúr.
Nú er støðan vorðin so
spent og hættisligt, at hend-
ur eitt hvørt ikki innan
stutta tíð, er vandi fyri
veruligum kríggi.
Fráfarandi amerikanski
forsetin, Bill Clinton, legg-
ur í hesum døgum stóran
dent á friðararbeiðið í Mið-
eystri, men hann hevur
freist til 20. januar at finna
eina loysn, og tað verður av
mongum mett at vera
ósannlíkt.
Í fyrstu syftu hevur
arbeiðið hjá honum snúð
seg um at fingið partarnar
at góðtaka eitt samráðing-
arupplegg, men serliga
palestinski leiðari, Yassir
Arafat, hevur verið trekur
at góðtaka hetta upplegg.
Báðir partar
mugu geva eftir
Hanna Katwan heldur tað
vera merkisvert, at ísraels-
menn ongantíð áður hava
viljað givið seg so nógv
sum júst nú, men hóast tað
brestur stríð á.
– Báðir partarnir hava
gjørt mistøk og mugu geva
seg fyri at fáa frið í lag,
sigur hon.
– Ísraelar hava givið eftir
fyri nógvum av krøvunum
hjá palestinum, men tað
tykist ikki, sum palestinar
hava hug at sleppa summi
av krøvunum. Teir verða
eisini noyddir at geva seg
nakað, um ein friðaravtala
skal spyrjast burtur úr.
Í løtuni er eitt av stóru
stríðsmálunum tey mongu
palestinsku flóttarfólkini,
sum eru í Palestina, men
vilja sleppa aftur til Ísrael
at búgva. Í uppskotinum hjá
Bill Clinton, forseta, skulu
hesi ikki aftur til Ísrael,
men tað vilja palestinar ikki
góðtaka.
– Tað ber heilt einfalt ikki
til hjá Ísrael at taka ímóti
hesum fólkunum, heldur
Hanna Katwan.
– Ísrael skal royna at
geva seg so nógv, tað fær,
fyri at fáa frið í lag, men
eitt mark má vera, um
ísraelar framhaldandi skulu
hava eitt land í Miðeystri.
Kríggið kann
breiða seg víða
Bardagarnir millum ísrael-
ar og palestinar hava verið
blóðugir og hava longu
kostað nógv mannalív, men
stríðið kann fáa nógv størri
avleiðingar, um veruligt
kríggj brestir á.
– Vit vóna, at vit sleppa
undan einum kríggi, tað
vildi fingið óhugnaligar av-
leiðingar. Vandi er fyri, at
eitt stríð millum palestinar
og ísraelar kundi breitt seg
rættiliga
víða,
heldur
Hanna Katwan.
– Hóast vit búgva í einum
friðarligum øki í løtuni, so
stúra fólk fyri framtíðini og
einum møguligum kríggi.
Júst nú sær tað eitt sindur
svart út, sigur hon.
– Tað er trupult at fáa frið
í lag, men partarnir verða
noyddir at geva seg, tí
annars endar tað heilt galið,
sigur Hanna Katwan.
Friðarsamráðingar
við
Bill Clinton á odda halda
fram komandi dagarnar, og
vónin er, at ein ella onnur
avtala kann gerast, áðrenn
Clinton fer úr embæti sín-
um 20. januar.
Stúra fyri kríggi í Miðeystri
Føroyska Hanna
Katwan, sym býr í
Ísrael, stúrir fyri, at
kríggj kann bresta á í
Miðeystri, um
ófriðurin ikki verður
steðgaður innan
stutta tíð
Nr. 4 - 6. januar 2001
7
6
Nr. 4 - 6. januar 2001
Tað økir ikki um
íløguhugin, at tað
koma ógreiðar meld-
ingar frá myndug-
leikunum, soleiðis at
fiskivinnan ikki veit,
hvat hon skal fyri-
halda seg til, sigur
Olaf Olsen, reiðari
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Olaf Olsen, reiðari, heldur
ikki, at íløguhugurin hjá
føroysku reiðarunum fer at
vaksa í komandi árum við
teirri ótryggu støðuni, vit í
løtuni eru í. Heldur fer
hann at kølna.
– Tað er ikki mennandi
fyri vinnuna, at summir,
helst embætismenn, tosa
um at leggja avgjøld á
fiskiloyvini, hóast verandi
fiskimálaráðharri ikki er
fyri tí. Hann situr ikki um
allar ævir, og so kann
henda, at avgjøldini koma,
sigur Olaf Olsen.
Inni á skrivstovuni hjá
reiðarínum Beta í Runavík,
sum rekur Kubatrolararnar,
situr Olaf Olsen við eini
rúgvu av pappírum framm-
an fyri sær, samstundis sum
rokniarkið er opið á teldu-
skíggjanum. Hann roknar
út og ger metingar um,
hvussu fer at bera til í fram-
tíðini.
– Ikki, tí, sigur hann. Ár-
ið ið júst er farið, gav einki
undirskot, men har leyp
heldur einki av, letur hann
at.
Orsøkirnar eru so ymisk-
ar til tað. Nógv tann størsti
parturin av veiðuni hjá
Kubatrolarunum er upsi, og
upsaprísurin lækkaði í fjør í
mun til 1999, meðan olju-
prísurin helt eina himmal-
ferð, sum neyvan er sædd
áður.
Olaf Olsen vísir til sam-
metingar á, at í 1999 brúkti
reiðaríið fyri 5,6 milliónir
krónur í olju, meðan talið í
fjør var heilar 10 milliónir.
Og júst hesir báðir faktor-
arnir, fiskaprísur og olju-
prísur, týða rættiliga nógv
her.
Byggja nýtt
Nýggj ísfiskaskip bera seg
ikki í traditionellari ísfiska-
vinnu undir Føroyum, sigur
Olaf Olsen. Hann hugsar
seg um. Roynir at leita aftur
í tíðina til at finna onkran,
sum kann avsanna hansara
pástand, men dugir ikki at
finna nakran, sum ikki á
einhvønn hátt hevur havt
hjálp fyri neyðini seinastu
mongu árini. Og tað stuðlar
ikki undir at fara at byggja
nýtt, sigur hann.
Men
kortini
arbeiðir
reiðaríið Beta júst við at fáa
sær nýggj skip. Kubatrol-
ararnir eru gamlir. Teir
vórðu keyptir í 1973, so tað
nærkast skjótt 30 árum,
síðan teir komu til Føroya.
Átta eru teir í tali, men iva-
leyst verða tað færri skip,
sum fara at loysa teir av,
sigur Olaf Olsen, reiðari.
Hann metir, at tað kanska
endar við, at tað verða seks
skip, tá allur flotin er skift-
ur út. Men nær tað fer at
verða, dugir hann ikki at
siga. Og tey verða so ikki
øll skift út samstundis.
Olaf Olsen, sigur, at teir
arbeiða í løtuni við at fáa
tvey nýggj skip. Umsókn
um innflutningsloyvi er
send Fiskimálastýrinum,
men enn er svar ikki aftur-
komið.
Hinvegin er málið ongan
veg komið sum so, sigur
Olaf Olsen. Fígging og tí-
líkt er lítið gjørt við.
Tað er aftur hatta har við
ótryggleikanum. Tað ber
illa til at fara at byggja skip,
um væntast kann, at fyri-
treytirnar broytast kanska
um eini tvey ár. Hann kem-
ur aftur inn á avgjøldini,
sum embætismenninir eru
farnir at tosa um.
Neyðugt við nýggjum
Neyðugt er við útskifting-
um í flotanum, er Olaf Ol-
sen sannførdur um. Og
hann er líka sannførdur um,
at tá skift verður út, skulu
skipini, sum aftur koma,
vera nýggj. Tað er ikki nóg
gott at keypa gomul skip
fyri onnur gomul. Hugsast
skal eisini um at fáa fólk at
trívast umborð, sigur hann.
Tað er sera einfalt at
hugsa sær, at ungt fólk fæst
ikki umborð á gomul, ótíð-
arhóskandi skip, um annað
fæst. Og eins og skipini
eldist fólkið og skal skiftast
út.
Men dýrt verður tað. Tað
er greitt, at kapitalkostnað-
urin fyri eitt nýtt skip fer at
tyngja raksturin mundandi.
Serliga eru tað rentur og
avdrøg eins og tryggingar,
sum verða tung hjá einum
nýggjum skipi í mun til eitt
gamalt. Hinvegin verða iva-
leyst eisini fyrimunir, sum
skulu viga upp í móti tí, tey
gomlu skipini eru bíligari.
Olaf Olsen sigur, at teir
hava kannað, hvussu prís-
legan fyri skipabygging er
her um okkara leiðir. Og
úrslitið er, at skal byggjast,
verður tað helst í Spania, tí
har er nógv bíligast at fáa
skip
smíðað.
Kina
er
kanska eisini ein møgu-
leiki, sigur hann, men legg-
ur aftrat, at vit vita ikki so
nógv um skipasmíð í Kina
enn. Spania kenna vit hin-
vegin betri, hóast onki
føroyskt skip enn er smíðað
í Spania, sigur Olaf Olsen.
Men hann er varin kort-
ini. Hann melur aftur á
hatta við útlitunum. Eitt er,
at stuðulin av ymsum slagi,
sum skipini higartil hava
fingið, minkar burtur. Men
so til at leggja beinleiðis
avgjald á fiskiloyvini, held-
ur hann vera í so ógvusligt.
Og tí er neyðugt at vita,
áðrenn bygt verður, hvussu
støðan verður, tá skipini eru
liðug.
Útlitini eru ótrygg
Tað er ikki mennandi fyri vinnuna, at útmeldingarnar frá myndugleikunum eru so ótryggar, sum tær eru í løtuni. Hetta minkar
um hugin at gera nýggjar íløgur í skip, sigur Olaf Olsen
Mynd: Edvard Joensen
Kubatrolararnir eru gamlir og treingja til at verða skiftir út. Men fyrst vil reiðarin vita, hvør støðan hjá myndugleikunum til
fiskiloyvini er
Mynd: Edvard Joensen