Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 6. januar 2001 9 8 Nr. 4 - 6. januar 2001 Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum, ætlar at seta stórbroytingar í verk í Sjónvarpinum og í Útvarpinum. Hann hevur nú gjørt eitt uppskot, sum hann vónar at kunna leggja fyri tingið í hesum mánaðinum FJØLMIÐLAR Áki Bertholdsen Hereftir skulu tað vera fimm-mannanevndir, sum skulu hava ovastu leiðsluna fyri útvarpinum og sjón- varpinum. Hetta er ein ætlan, sum Torbjørn Jacobsen, lands- stýrismaður í mentamálum nú ætlar at seta í verk. Hann sigur, at hann hevur gjørt eitt uppskot um, hvussu almennu fjølmiðlar- nir skulu skipast hereftir. Uppskotið um broytingar í lógini um kringvarp, varð lagt fyri landsstýrið á tí seinasta fundinum fyri jól. – Nú er uppskotið til po- litiska viðgerð og spurning- urin er so, hvussu flokkar- nir taka undir við tí. Men eg vóni, at uppskotið kann leggjast fyri tingið í hesum mánaðinum. Hann sigur, at eydnast tað, skuldi tað borið til at sett uppskotið í verk í vár. Almennir stovnar Av tí, at uppskotið nú er til politiska viðgerð, veit Tor- bjørn Jacobsen ikki, hvussu tað fer at síggja út, tá ið tað verður lagt fyri tingið, ella tá ið tað verður samtykt. Men sjálvur hevur hann lagt upp til at gera stórar broytingar á teimum báðum stovnunum. Men talan verður fram- vegis um tveir stovnar. Út- varpið og sjónvarpið verða sostatt ikki løgd saman, soleiðis, sum summi hava róð framundir. Men annars fara stórar broytingar at henda. – Í løtuni eru Útvarpið og Sjónvarpið sjálvstøðugir stovnar undir landinum. – Men eftir mínum upp- skoti, skulu hesir báðir stovnarnar nú verða sjálv- støðugir almennir stovnar. Samstundis er ætlanin, at ognirnar hjá hesum báðum stovnunum við ársenda 2000, skulu vera byrjanar- fíggjarstøðan hjá teimum sjálvstøðugu, almennu stovnunum. – Ein fyrimunur við tí er, at hava stovnarnir avlop í rakstrinum eitt árið, kunnu teir goyma tað til árið eftir, sum er, fellur tað aftur til landskassan. Samstundis skal veljast ein nevnd við fimm limum fyri Útvarpið og ein fyri Sjónvarpið. – Hvørja av hesum báð- um nevndunum skal ein nevndarlimur veljast eftir tilmæli frá Fróðskaparsetr- inum. Hesin nevndarlimur- in skal hava gott innlit í føroyskt mál og føroyska mentan. Ein limur við dyggum kunnleika til fjøl- miðlar og fjølmiðlaviður- skifti, verður valdur eftir tilmæli frá Føroya Blað- mannafelag. Triði nevndar- limur í hvørjari nevnd verð- ur valdur eftir tilmæli frá starvsfólkunum á hvørjum stovni. Hinar báðar seinastu nevndarlimirnar velur landsstýrismaðurin í mentamálum eftir tilmæli frá umsitingini. Annar av teimum skal hava góðan fyrisitingarligan kunnleika og hin skal vera búskapar- frøðingur, og, ella vera roknskaparkønur. Samstundis ger lands- stýrismaðurin av, hvør skal vera formaður, og, hvør skal vera næstformaður. Ovastu leiðsluna Nevndirnar vera valdar fyri eitt ár í senn. Torbjørn Jacobsen sigur, at tað verða nevndirnar, sum koma at hava ovastu leiðsluna fyri stovnunum og at hava yvirskipaðu á- byrgdina av, at lógin um virksemið hjá stovnunum verður hildin. Eftir tilmæli frá stjórun- um, skulu nevndirnar stað- festa virksemið á stovnin- um og yvirskipaður megin- reglurnar fyri programm- politikkkinum. Samstundis skulu nevndirnar góðkenna rakstrarætlanirnar hjá stovnunum og hava eftir- litið við teimum. Nevndin skal eisini seta stjóran, men tað er stjórin, sum setir øll hini starvs- fólkini. Síðani Tróndur Djurhuus fór úr starvi, hevur Jógvan Jespersen verið fyribils stjóri fyri Sjónvarpið, um- framt at hann er útvarps- stjóri. Torbjørn Jacobsen sigur, at nýggjur stjóri verður ikki settur fyri Sjónvarp Føroya, fyrrenn hendan nýggja lóg- in er samtykt. Sostatt verð- ur ein tann fyrsta uppgávan hjá teirri nývaldu nevndini fyri Sjónvarpið, at seta nýggjan stjóra. Annars hevur Jógvan Jespersen játtað at halda fram, til hes- ar nýggju lógarbroyting- arnar eru settar í verk. Aðalorðaskifti Annars sigur landsstýris- maðurin í mentamálum, at ætlanin er eisini rættiliga skjótt at seta niður eina fjølmiðlanevnd, sum skal gera eitt upprit um alt fjøl- miðlaøkið. Hetta heldur hann er neyðugt, tí tað henda so ótrúligar broyt- ingar á fjølmiðla, ikki minst á tekniska økinum. Torbjørn Jacobsen sigur, at hann miðjar eftir, at hendan fjølmiðlnevndin ger eitt upprit, sum kann elggjast fyri tingið at hava aðalorðaskifti um á vári í 2002. – Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett sær stór mál fyri Sjónvarpi Føroya FJØLMIÐLAR Áki Bertholdsen – Minst 50 % av øllum sendingunum í SvF skulu vera føroyskar. Samstund- is skulu allar útlendsku sendingar skulu hava før- oyskan tekst. Og tað skal vera longu um tvey ár. Hetta eru tvær av teim- um stóru ætlanunum, sum Torbjørn Jacobsen, lands- stýrismaður í mentamál- um hevur sett sær fyri at fremja á fjølmiðlaøkinum. Hann sigur, at hetta er ein partur av broytingun- um, sum hann nú ætlar at gera í lógini um kringvarp. Uppskotið varð lagt fram á landsstýrisfundi beint fyri jól og vónandi verður tað klárt at leggja fyri tingið nú í januar mánaða, sigur hann. Síðani vónar hann, at broytingarnar kunnu setast í verk í vár. Hvussu landsstýris- maðurin ætlar at skipa Sjónvarpið og Útvarpið, hava vit greitt frá í aðrari grein. Men umframt bygnaðar- broytingarnar, ætlar hann eisini, at sendingarnar hjá sjónvarpinum skulu broyt- ast heilt nógv í næstu framtíð. Helvtin føroyskt Torbjørn Jacobsen sigur, at í uppskotinum, sum hann hevur lagt fyri lands- stýrið, at miðjað verður eftir, at í seinasta lagi 1. januar í 2003 skal minst helvtin av sendingunum hjá sjónvarpinum verða føroysk framleiðsla. Samstundist skal Sjón- varpið teksta so nógvar útlendskar sendingar, sum gjørligt. – Men málið er eisini, at 1. januar í 2003, skulu allar fremmant mæltar sendingar verða tekstaðar til føroyskt. Hinvegin sigur lands- stýrismaðurin, at hann er greiðir yvir, at so stór mál ber tað ikki til hjá sjón- varpinum at røkka við teirri fíggarligu støðu og orku, sum stovnurin nú hevur. Tí hevur hann eisini sett í uppskotið, at tað skal bera til at stuðla virksem- inum hjá sjónvarpinum við eini játtan á løgtings- fíggjarlógini. Torbjørn sigur, at sjálv- ur væntar hann, at tað stóra, politiska slagsmálið verður akkurat um hetta her. – Tann stóri spurning- urin verður helst, um tað skal bera til at játta sjón- varpinum stuðul á Løg- tingsins fíggjarlóg til at gera sendingar fyri. Men hetta orðaskiftið heldur hann er neyðugt. Hann heldur, at tað er neyðugt, at politikararnir gera upp við seg sjálvar, hvat teir vilja við einum føroyskum sjónvarpi. – Eg dugi ikki at síggja nakað sum helst endamál í at hava eitt sjónvarp í Før- oyum, um tað ikki í stóran mun skal gera føroyskar sendingar, sigur Torbjørn Jacobsen. Útvarpið og sjónvarpið skulu hereftir stýrast av nevndum Minst helvtin av øllum sendingunum í sjónvarpinum skulu vera føroyskar Torbjørn Jacobsen sigur, at politikararnir mugu gera upp við seg sjálvar, hvat teir vilja við einum føroyskum sjónvarpi Nú verða tað nevndir, sum fáa ovastu ábyrgdina av bæði Útvarpi og Sjónvarpi, sigur Torbjørn Jacobsen, lands- stýrismapur í mentamálum -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 VØRUVOGNAR AVHEINTINGARTILB0Ð TOYOTA CAMRY 2,2 GL AUTOMATIK Skrás.: 28-06-96 Km.: 78.000 Prísur: 174.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 2,0 Gli Aut.gear Skrás.: 13-06-96 Km.: 82.000 Prísur: 119.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 26-01-98 Km.: 118.000 Prísur: 119.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA L/B Skrás.: 30-09-98 Km.: 52.000 Prísur: 115.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 SEDAN Skrás.: 05-03-99 Km.: 34.000 Prísur: 117.600,- Garanti** FORD ESCORT 1,8 SPORT Skrás.: 01-08-95 Km.: 43.000 Prísur: 74.600,- FORD MONDEO TURBO DIESEL Skrás.: 01-09-99 Km.: 44.000 Prísur: 142.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 GLS H/B Skrás.: 16-10-97 Km.: 57.000 Prísur: 98.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 30-08-95 Km.: 151.000 Prísur: 100.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 LUNA LB Skrás.: 11-08-98 Km.:17.000 Prísur: 132.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 28-10-93 Km.: 141.000 Prísur: 83.600,- Garanti* TOYOTA STARLET 5 HURÐAR Skrás.: 24-02-99 Km.: 15.000 Prísur: 103.600,- Garanti** OPEL ASTRA 1,7 TURBO DIESEL Skrás.: 31-07-96 Km.: 105.000 Prísur: 95.600,- Garanti* OPEL ASTRA 1,6 I STW. Skrás.: 03-11-97 Km.: 35.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 H/B G6 Skrás.: 19-11-98 Km.: 15.000 Prísur: 124.600,-Garanti** NISSAN KING VAN Skrás.: 29-09-95 Km.: 85.000 Prísur: 80.600,- Garanti* MAZDA B-2500 PICK-UP DIESEL Skrás.: 11-05-00 Km.: 9.000 Prísur: 138.600,- Garanti* TOYOTA HILUX 4x2 PICK-UP Skrás.: 28-08-90 Km.: 205.000 Prísur: 46.600,- MERCEDES BENZ VITO VAN Skrás.: 23-06-98 Km.: 50.000 Prísur: 148.600,- Garanti* VW TRANSPORTER V/ DUP. KABINU Skrás.: 17-02-87 Km.: 190.000 Prísur: 5.600,- NISSAN KING VAN DIESEL Skrás.: 14-01-88 Km.: 160.000 Prísur: 5.600,- Sýnaður 10-00 Sýnaður 01-00 TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 20-04-99 Km.: 7.000 Prísur: 114.600,- Garanti** Sýnaður 03-00 Sýnaður 09-00 Sýnaður 05-00 TOYOTA CARINA E 2,0 Gli SEDAN Skrás.: 24-08-95 Km.: 112.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 Xli L/B Skrás.: 23-04-96 Km.: 52.000 Prísur: 115.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 1,6 CDX Skrás.: 18-10-96 Km.: 77.000 Prísur: 108.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 1,6 SEDAN Skrás.: 30-05-94 Km.: 109.000 Prísur: 89.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 Xli Skrás.: 11-06-91 Km.: 108.000 Prísur: 48.600,- TOYOTA CARINA 1,6 GL Skrás.: 07-10-88 Km.: 208.000 Prísur: 42.600,- Sýnaður 09-00 TOYOTA CAMRY 2,0 Gli Skrás.: 10-07-91 Km.: 129.000 Prísur: 70.600,- Sýnaður 06-99 HONDA ACCORD 1,8 Skrás.: 01-11-97 Km.: 53.000 Prísur: 142.600,- Garanti* FORD ESCORT 1,6 Skrás.: 22-09-95 Km.: 87.000 Prísur: 74.600,- FORD ESCORT 1,6 5 HURÐAR Skrás.: 06-06-95 Km.: 82.000 Prísur: 72.600,- VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 92.000 Prísur: 48.600,- SSANGYONFG MUSSO 4X4 Skrás.: 18-12-97 Km.: 43.000 Prísur: 187.600,- Garanti* VW POLO 1,9 TDI STATION Skrás.: 14-04-00 Km.: 11.000 Prísur: 149.600,- Garanti* Sýnaður 12-00 HYUANDAI ACCENT 1,5 Skrás.: 02-01-98 Km.: 25.000 Prísur: 85.600,- Garanti* PEUGEOT 405 1,9 T-DIESEL Skrás.: 10-01-96 Km.: 80.000 Prísur: 138.600,- Garanti* PEUGEOT 406 2,0 SEDAN Skrás.: 07-06-96 Km.: 61.000 Prísur: 127.600,- Garanti* Sosialurin - 311820 * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN. ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrsta skrásetingar dato. VIÐMERKINGAR: Regin Eikhólm Tórshavn 4/1-2001 - men dumpaði fyrst fýra ferðir! Landsstýrismaðurin í fullveldismálum má hava ilt í trúðvirðinum í hesum døgum, nú ”FRÁGREIÐ- INGIN UM 80-ÁRINI” er komin út í bók og fríkennir ríkisfelagsskapin fyri svansið í 80-árunum. Í 1995 setti Løgtingið eina tingnevnd við 5 tinglimum, §19 nevndin, við tí endamáli at útgreina og lýsa tey viðurskifti, politiskt og umsitingarliga, sum hava verið atvoldin til skeivleikar og mistøk í 80- árunum. Tað er hetta arbeiðið, sum §19 nevndin nú hevur greitt úr hondum í einum megnarverki uppá 443 síður, og sum hon nevnir: ”FRÁGREIÐING- IN UM 80-ÁRINI”. Bókin er greitt sett upp og løtt at lesa og átti at verðið borin í hvørt hús í Føroyum til kunningar. Bókin kostar 100 kr. Í úrskurðinum á síðu 10 sæst, at tað eru vit føroying- ar sjálvir, sum hava havt ábyrgdina av, at Føroyar fóru á húsagang: ”Føroysku politikarnir vóru ikki nóg dugnaligir - teir lurtaðu ikki eftir ávaringum frá ráðgev- um og frá embætisverki- num – munur var gjørdur á monnum – politiska eftirlitið sveik – landskassin varð bundin uttan lógarheimild”. Nevndin staðfestir, at ábyrgdin fyri álvarsligu skeivleikarnar og mistøkini í 80-árunum lá hjá politisku leiðsluni. Hetta stendur greitt í andsøgn við tað, sum landsstýrismaðurin í full- veldismálum, Høgni Hoy- dal, annars grundar sína politisku karrieru og til- vitsku á. Hansara einvegis uppáhald ella dogmi, at tað er ríkisfelagsskapurin, sum er atvoldin til alla miseruna í 80-árunum, fær ikki við- hald í bókini. Hinvegin sæst á síðu 104, at RÁÐGEVANDI NEVND- IN hjá danska forsætis- ráðharranum heilt frá 1965 áhaldandi hevur ávarað ímóti gongdini í Føroyum og enn álvarsamari hevur gjørt tað í 80-árunum. Ráðini vóru vegleiðandi, men §19 nevndin sigur í niðurstøðuni, at nógv størri dentur átti at verið lagdur á ráðini frá donsku serfrøð- ingunum, sum vóru óheft av føroyskum partapoli- tikki og bygdu á fullgott yrkislig undirstøði, síðu 107. Fullveldisætlanin á bláman ”FRÁGREIÐINGIN UM 80-ÁRINI” ger av við myt- una hjá landsstýrismanni- num í fullveldismálum, um at ríkisfelagsskapurin er stórsti meinbogi fyri Føroy- ar, land og fólk. Eftir stend- ur søgan um eina full- veldisætlanin, sum kostaði føroysku skattgjaldarunum fleiri tíggjutals milliónir krónur, men sum reelt ong- antíð hevði annað grund- støði enn sín egna skugga, og kann metast sum ein føroysk útgáva av: ”Kejser- ens nye klæder” ævintýri- num. Ungi samgongutinglim- urin fyri sjálvsstýrisflokk- in, Jákup Sverri F. Kass, ávarar í Dimmalætting (24/11-00) ímóti sjálvdrátti hjá landsstýrismanninum í fullveldismálum og skrivar beinleiðis: ”at hansara full- veldisætlan er farin á blám- an”. Hann mælir annars til hóvsemi, og at vit fyrst yvirtaka og gjalda, síðani hava fólkaatkvøðu um loys- ing ella samband. Loysingarrørslan hjá landsstýrismanninum í full- veldismálum, sum umboð- ar 25% av Føroya fólki, minnir alt meira um ein víðgongdan átrúnaðarbólk: ”Tann sum ikki er við mær er ímóti mær”. Serliga tey mest víðgongdu hava stórar trupulleikar við ” Kejserens nye klæder” syndrominum, sum tey royna at kompen- sera fyri við at skýra sam- ríkishugaðar landsmenn við alskins ókvæmsorðum so sum: landasvíkjari, quis- lingur, limir av 5. kolonnu, niðangrísur v.m. Sjálvt okkara menta- málaráðharri heldur seg ikki aftur, tá talan er um at seta niðrandi eyknevni á fólk, ið ikki hava somu meining sum hann, og júst hesin eginleikin gav honum ársins neyðrakett. Enntá onkur av okkara garvaðu rithøvundum hevur í natio- nalromantiskum rúsi ilt við at skilja ímillum realpoli- tikk og sínar egnu fiktiónir. Beitisrættur og ríkisfelagsskapur Okkara óavmarkaði beitis- rættur í ríkisfelagsskapi- num - serliga á útbúgving- arøkinum, gevur føroying- um bæði handaligan og intellektuellan førleika, og rættin til í frælsi og trygd at virka har sum hugur og evnir standa til. Men sjáld- an hoyrist eitt rósandi orð frá loysingarrørsluni fyri henda beitisrættin, hóast vit í Føroyum eru uppvaksin við, at beitisrættur er ”nakað fyri nakað” – bæði á sjógvi og landi. Vit kenna tað væl frá fiskiveiðusam- ráðingum. Beitisrættur í Føroyum er vanliga ein symbiosa ella samhjálp undir givnum um- støðum - øllum at gagni. Tað var gamalt at siga takk fyri nakað ein fekk og tók ímóti, og ikki at spýta gev- aran í andlitið, fyri síðani at átala gevaran fyri ikki at geva nokk. Víðgongda loysingarrørslan letur sum um, at beitisrætturin verður tann sami, hóast vit fara úr ríkisfelagsskapinum. Hetta er ein órealistiskur hugsu- narháttur, men gongur ann- ars væl saman við teirra pseudo-ímynd um, at eitt ”føroyskt gen” altíð er autonomt ella sjálvstýrandi á lívsins havi, og at framburður er bert sær sjálvum fyri at takka, meðan hóttafall og niður- gongd øðrum (ríkisfelags- skapinum) at lasta! Okkara beitisrættur í ríkisfelagsskapinum gevur okkum frælsi við ábyrgd. Flestu kendu føroyingar, sum vit heiðra ella minnast nú um stundir, standa sum lýsandi dømi um tað gevandi í hesum beitisrætti. Ikki bert Þ’ið ger munin Loysingarrørslan má gera sær greitt, at íslendsku samráðingarnar í 1918 høvdu ein Altings konsens- us aftan fyri seg, meðan føroysku samráðingarnar sísta ár bert høvdu ein lítlan meiriluta aftan fyri seg. Tað er altso ikki bert Þ’ið, sum ger munin millum íslend- sku og føroysku loysnina. Landsstýrismaðurin í fullveldismálum, Høgni Hoydal, tykir ikki at hava fatað henda munin, tí við íslendsku loysnini sum fyrimynd, skuldu vit havt ein Løgtings konsensus áðrenn samráðingarnar við Danmark byrjaðu yvirhøv- ur, men hetta hevur ongan- tíð verið uppá tal smb. and- støðuna. Báðir teir stóru andstøðuflokkarnir ynskja eina loysn innan fyri ríkis- felagskapin, meðan Høgni Hoydal tekur upp í saman: ”fullveldi er einasta leið”, samstundis sum hann tosar um eina breiða semju. (Dimmalætting 2/12-00). Alt tos um eina breiða semju kann tí ikki skiljast sum annað enn kávalótir og politiskt uttan um tos. Landstýrismaðurin í full- veldismálum hevur tá sam- an um kemur ikki megnað at savna annað enn sínar egnu blaðgreinar og hóast fleiri tíggjutals milliónir krónur eru brúktar til at fremja ”fullveldispropa- ganda” fyri, so dumpaði hansara fullveldisætlan fýra ferðir á rað í farna ári, og er tí tikin av politisku skránni hjá Landsstýrinum. Í kjalarvørrinum stendur eitt spjatt Føroya fólk, sum hevur goldið ein høgan prís fyri hetta ”novicu loysingar eksperimentið”. Vanliga er loyvt einum at dumpa 3 ferðir men ikki meir? Ein realistisk nýskipan við breiðum meiriluta ligg- ur innan fyri ríkisfelags- skapin. Alternativið hevur júst spælt falit, tí loysingar- ministarin ræddist sítt egna barn! Jú mangur fæst við boga og kann ikki upp at toga! Fullveldisætlanin er farin á bláman www.sosialurin.fo