Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. januar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 4 - 6. januar 2001 VB kvinnurnar vóru ivaleysar, tá tær vóru vesturi í Vágunum, har Sóljan nú skal læra at standa seg uttan Simonu Dziugyte. Hjá VB var Christina Holm aftur at síggja á liðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Ofta verður tikið til, at tøl- ini tala fyri seg, og ósamdur í hesum kann mann neyvan vera, tá talan er um dystin millum Sóljuna og VB hós- kvøldið. 12 mál vóru á muni í hálvleikinum, og sum dømi um VB-dominansin kann eisini nevnast, at tá 22 minuttir vóru leiktir av dystinum, var støðan heili 12-1 til VB. Úr Vágunum frættist, at trygga VB leiðslan ikki minst varð grundað á stór- spæl frá málverjanum, Guðrun á Lágabø, og einum framfýsnum verju- spælið, har serliga Gurið Mortensen gjørdi sítt til at órógva vágagenturnar. Hes- ar hava enn ikki neyðugu royndirnar, og tískil kom ofta fjáltur á tær, soleiðis at bóltførleikin ikki var, sum hann helst skal vera. Frægasti leikarin hjá Sóljuni mundi annars vera Kristina Griksaite í málin- um, men hóast stórtapið, so vóru eisini einstakir glottar at síggja, skilst. Eingin Simona Hóast tað neyvan er móti VB, at Sóljan skal gera sær vónir um stig, so sýndi dysturin tó, at tær har vest- uri nú skulu læra at standa seg uttan litaviska stór- skjúttan, sum annars hevur verið teimum ein hollur stuðul higartil í árinum. Hetta fer tó ivaleyst eisini at viðføra, at aðrar noyðast at taka ábyrgd, og vilja og kunna tær tað, so fer tað kanska ikki at verða so heilt galið við hondbóltsliðnum hjá Sóljuni. Málið hava tær langt síðani sett sær, nevn- liga at yvirliva í deildini, og heilt veruleikafjart er hetta heldur ikki. Verður heima- dysturin móti Tjaldri vunn- in, er komið meira enn hálva leið í hesum, so helst er tað hetta, sum sóljurnar fyrst og fremst skulu hugsa um. Móti VB og teirra lík- um verður tað neyvan, at stigini fara at koma. Christina við aftur Millum tær, sum hesa ferð vóru á VB liðnum, var landsliðsleikarin, Christina Holm. Hon er júst um at koma fyri seg eftir knæ- skaða, og nú hon kortini hevur bundið frið í ein mánað, hevur hon skift til- veruna í Kyndli út við ta í VB. Einki er at ivast í, at hetta er kærkomið hjá VB, og hetta ásannaði venjarin, Egill Steintórsson eisin eft- ir dystin. – Júst strikuspælið hevur verið okkum ein trupul- leiki, tí vit hava verið noydd at royna fólk, sum eru óvandar á plássinum. Nú Christina er við aftur, er hesin trupulleiki burturi, og ikki minst í verjupartinum styrkir hetta um hjá okkum. Annars eru VB genturnar rættiliga ónøgdar um, hvussu tær hesa vikuna hava verið noyddar at ferð- ast norður um fjørðin. Mikukvøldið spældu tær í Runavík, hóskvøldið á Giljanesi og sunnudagin skulu tær til Havnar at royna seg móti Neistanum. Í Vági høvdu tey annars roynt at flyta dystin móti Tjaldrinum til leygardag, soleiðis at tær kundu fara norður fríggjadag, og so spæla tríggjar dagar á rað, men hetta vildu tær í Runa- vík ikki, verður sagt. – Eg kann bara ikki annað enn vera stoltur av, at genturnar møttu upp hvør sum ein. Vit hava ikki í hyggju at geva upp orsakað av slíkum forðingum, men eg haldi tó, at tað átti at borið til, at lagt hetta betri til rættis, segði Egill Stein- tórsson at enda. Nøgdur hóast alt, nú VB fekk tvey stig og sess í hálvfinaluni í Coca-Cola kappingini burt- ur úr ferðingini. Dysturin í tølum Málskjúttar: Sóljan: Marjun Jørgensen 4(2), Sólja Nielsen 2, Jóna Gudmundsen 1, Hertha Simonsen 1, Heidi Harald- sen 1, Fía Selma Nielsen 1, Heidi M. Akselsen VB: Gurið Mortensen 8, Andrea Lütz 6, Regina Radó 5(2), Sólrun Krosslá 4, Christina Holm 2, Rann- vá Augustinussen 1, Guð- run Augustinussen 1, Laila Jespersen 1, Mary Krosslá 1 Brotskøst: Sóljan 4, VB 2 Útvísingar: Sóljan 2, VB 1 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomas- sen Nr. 4 • leygardagur • 6. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Í Vági eru tey fegin um, at Christina Holm nú aftur er á liðnum hjá barndómsfelagnum Mynd: Edvard Joensen Føroya fremsti telv- ari, skopuningurin John Arni Nilssen, telvaði um árslok við í sterkari kapping í Keypmannahavn. Hann endaði sum nummar tvey aft- anfyri stórmeistaran og amerikumannin Nick De Firmian. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í Danmark eru ígjøgnum alt árið nógvar kappingar at fara til, eisini ímillum jól og nýttár. Í Øbro sum er ein býarpartur í Keyp- mannahavn, vóru menn sum GM Nick De Firmian (2567), IM Erling Mort- ensen (2438) og IM Ole Jacobsen (2403) møttir í døgunum 27-30. desem- ber. Tveyogtredivu luttakar- ar og millum hesar varð John Arni styrkismettur sum nummar fýra. Sjey talv skuldu telvast. Tað vísti seg beinanvegen at De Firmian fór at enda ovastur, men kappingin um annað plássið varð hinvegin hørð og jøvn. Endaliga støðan í topp- inum bleiv hendan: GM Nick De Firmian 6,5 av 7 John Arni Nilssen 5 IM Ole Jacobsen 5 Esben Lund 5 Claus Rossen 5 IM Erling Mortensen 4,5 Eitt gott úrslit hjá John Arna. Hann tapti bert tað eina talvið, ímóti De Firm- ian í triðja umfari. Tveir javnleikir ímóti Ole Ja- cobsen og Esben Lund og fýra vunnin talv vórðu hini úrslitini. Fitt av ratingi ognaði John Arni sær, umleið eini 10-15 stig. John Arni sigur seg vera nøgdan við sjálva úrtøk- una, men sigur tó at spæl hansara kundi verið betur, og júst í talvinum ímóti De Firmian meinti hann seg hava góða støðu og átti tískil ikki at hava tapt. John Arni nærkast nú spakuliga 2400 í rating, men enn skulu nakrar góðar kappingar gjøgnum- førast. Næsta kapping hjá honum byrjaði í gjár í Gausdal, Norra, har hann fer at stríðast í døgunum 5 — 12. januar í einari sera sterkari opnari kapping. Eitt nú hevur Kramnik telva í júst somu kapping fyrst í nítiárinum. HT-KTF Fjórða umfar í liðkapp- ingini verður í dag, og serliga tveir dystir í fyrstu deild eru áhugaverdir og spennandi. Tað er klass- iska uppgerðin millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag. Bæði liðini hava seks stig, men liggja tó beint í hølin- um av liðunum úr Hvalvík og Kollafirði, sum eisini hittast í dag til toppbrak. Liðini bæði hava sjey stig. Hin dysturin er millum vestmenningar og sanda- vágsmenn. Nógvir útisetar eru heima, og helst vera onkrir av hesum við á barndóms- feløgunum sínum við vón um at hjálpa teimum. John Arni ger um seg í Danmark Sóljan-VB 11-29 (3-15) Tryggur VB-sigur VIÐMERKINGAR »Súlu- skær« á Húsum TÍðINDASKRIV Føroya Fólkatónleikarafelag Leygarkvøldið 6. januar, ið er trettanda kvøld, skipar Føroya Fólkatónleikarafelag fyri konsert við danska spælimans- bólkinum “Sule- skær” norðuri á Hús- um á Kalsoynni. Tey, ið spæla við í “Suleskær” á hesi vitjanini, eru Eskil Romme, ið spælir harmoniku og Peter Uhrbrand og Dorthe Haubro, ið bæði spæla fiól. Tey spæla fyri tað mesta dansk- an spælimanstónleik, ikki minst av oynni Fanø, har Peter og Dorthe búgva. Konsertin leygar- kvøldið byrjar kl. 20. Eyðun á Borg Á Borg á Argjum um túsundáraskiftið 2000/2001 (Tíggju, tjúgu, tríati, fjøruti (fýrati), fimmti, seksti, sjeyti, áttati, níti (níggjuti), hundrað) Nú ein dagin spurdi norska Útvarpið nøkur ung fólk, um tey søgdu »tretti- to« ella »toogtretti«/»toog- tredive«. Øll svaraðu »trettito«. Orsøkin til spurningin var, at nú vóru 50 (fimmti) ár liðin, síðan norðmenn aftur fóru at brúka tey upprunaligu norðurlendsku tølini. Hjá teimum eydnaðist ætlanin væl; onkur dugir kanska at greiða eitt sindur frá, hvussu mannagongdin var í Noregi!? Spurningurin hjá okkum føroyingum í hesum spenn- andi broytingartíðum, har nógv verður tosað um tjóð- armál o.a., nú vit stevna inn í nýggja øld og samstundis nýtt túsund ára skeið, er tí eyðskildur: »Skulu vit fara aftur til tey upprunaligu, føroysku tølini, nú vit eru á veg inn í ár 1 (2001)«? Svarið er: »Ja, sjálvandi«!!! Av norðurlendsku málun- um er tað bert danskt, ið ikki nýtir ta gomlu norður- lendsku talskipanina, og nú eru vit, sum vera man, í sama báti sum danskt. Al- heimsmálið enskt nýtir eisini norðurlendska háttin, har tíggjarin verður nevnd- ur fyrst og síðani einari (t.d. 64: sixty-four). Tí hevði tað verið bæði greiðari og einfaldari, um vit fóru aftur til tey upprunaligu tølini! Útvarp Føroya 1957 Í 1957 (fimmtisjey) byrjaði Útvarp Føroya at senda. Ta fyrstu tíðina vórðu sjálv- sagt tey føroysku tølini brúkt. Onkur spurdi nú ein dagin, hví Útvarpið mundi gevast við at brúka tey. Svarið man vera, at av ófatiligum trongskygni fekk onkur Útvarpið at sleppa hesi skilagóðu ætl- an, og farið varð aftur til tey margháttligu donsku tølini (sjey og hálvtrýss o.s.fr.). Hevði Útvarpið hildið fast við føroysku tøl- ini tá, so høvdu tey allar- helst verið ein púra natúr- ligur partur av talumálinum í dag!! Hví mistu vit tølini? Ikki er tað so øgiliga langt síðani, at føroyingar brúktu tey føroysku tølini í talu- málinum. Høvuðsorsøkin til, at vit mistu okkara tøl, mundi vera, at danski skúl- in í Føroyum brúkti tey donsku tølini í síni donsku rokniundirvísing. Spell, spell!! (Løgið annars, at eingin tosaði um talbroyt- ingar, tá vit fingu føroyskar roknibøkur!?! Men løtan var kanska ikki tann rætta tá.) Skert tjóðarmál? Tá føroyskt fær altjóða viðurkenning sum tjóðar- mál, man tað ikki fara at søma seg at halda fram við teimum óføroysku tølunum sum t.d. 30 (tretivu), 70 (hálvfjerðs) ella 90 (hálv- fems/hálvfemsinstjúgu· hálva fimtu ferð 20, t.v.s. 4 1/2 x 20). Talan hevði verið um eitt skert tjóðarmál. Tað er heldur ikki nóg mikið at hálvføroyska 30 (tretivu til trítivu), 70 (hálvfjerðs til hálvfjórðs) ella 90 (hálv- fems til hálvfims). Ítróttarmál Í ítróttarmáli verður tað kanska ikki so einfalt hjá okkum, sum halda við B36 og B71, men tað er ikki neyðugt at broyta hasi nøvnini í talumálinum. Kanska kemur ein broyting av sær sjálvari, sum árini líða!?! Skúlabørnini Ikki er neyðugt at vera skúlafólk fyri at skilja, at talbroytingin fer at lætta um hjá skúlabørnum, ser- liga teimum veikaru!! Tað verður sjálvandi lættari og greiðari at siga og fata t.d. 75 (sjeytifimm, fyrst 7- talið, so 5-talið) heldur enn fimm og hálvfjerðs. Annars man vera greiðast at gera, sum dansk/føroyska orða- bókin hjá Stiðjanum vísir á: tríatieitt (í einum) og tríati- fyrsti (ein og tretivundi/ tretivti). Áheitan á myndugleikarnar (Landsstýrið)! Hvussu seta vit so hesa broyting í verk? Jú, tað er helst rættiliga einfalt: Myndugleikarnir (lands- stýrið) tekur málið til við- gerðar og tekur avgerð um, at loftmiðlarnir og fólka- skúlarnir (1. flokkarnir) fara at nýta tey føroysku tølini frá t.d. skúlaársbyrjan í tí Harrans ári 2001!! (Skúlabørn, sum eru byrjað við teimum donsku tølun- um, kunnu sjálvandi halda fram við teimum). Veruleikafjart? Sjálvandi henda slíkar broytingar ikki frá degi til dags. Talan er jú um hug- burðs- og talumálsbroyt- ingar. Vit tilkomnu fara neyvan at brúka tey før- oysku tølini; men hjá børn- unum og teimum ungu kunnu hesi tøl gerast ein natúrligur partur av talu- málinum. Betri høvi enn nú fáa vit neyvan. Við eini skiftistíð upp á eini 20-25 ár, og haraftrat einum góð- um vilja, ber næstan alt til! Ætlanin er jú ikki at gera talskipanina truplari ella fløktari, men harafturímóti lættari og einfaldari! Onkur rødd er longu farin at brúka ta einføldu talskipanina, men neyðugt er eisini, at myndugleikarnir taka eina djarva avgerð! Meðan hetta verður skrivað, boðar Útvarpið frá, at málgranskarar vænta, at 90 (níti)% av heimsins mál- um fara at doyggja í kom- andi øld!! Ikki man før- oyskt fara at fáa slíka lagnu, men kanska kunnu hasir døpru spádómarnir vera ein ávaring til okkum føroyingar um, at vit mugu royna at byggja borð fyri báru! Eisini við talstrevi! Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur Almanna- og heilsumála- stýrið læt í november mán- aði 2000, drúgva frágreið- ing um hvussu barnafor- sorgin virkar hjá okkum og í londunum kring okkum. Eisini inniheldur frágreið- ingin uppskot til nýggja skipan av barnaverndarum- sitingini. Mælt verður til í álitin- um,:” at barnaverndirnar verða um ikki avtiknar,so samansettar av fakfólki og leikfólki, og ikki sum nú bara av leikfólki, og at sama nevnd ikki skal taka avgerðir bæði í álvarsligum málum og minni álvarslig- um málum. Mælt verður í hesum sambandi til, at ein høvuðsbarnavernd verður sett fyri alt Føroyar, og at økisbarnaverndir verða settar kring landið. Tað eigur at vera staðfest, at barnaverndarøkið er ein landsuppgáva við eini høvuðsbarnavernd og um- siting tess í Tórshavn, og fleiri økisbarnaverndir við umsiting kring landið”. Hetta vóru orðini. Hyggja vit í kommunu- álitið, sum er leisturin ið landsmyndugleikarnir ar- beiða eftir í hesum máli, verður í niðurstøðunum lagt upp til eina røð av broytingum, herundir at: ”Almannaøkið eigur at vera latið kommununum. Tað snýr seg bæði um for- sorgina og barnaforsorg- ina”. Hetta samsvarar ikki ser- liga væl við, at tað í hesum máli verður lagt upp til eina lutvíst sentralt stýrda barnavernd við høvuðs- skivstovu í høvuðsstaðnum, sum úti í økjunum skal hava skrivstovur sínar á Almannastovunum kring landið. Í øðrum lagi skulu lokalar ”økis”-barnaverndir umsita partar av barna- verndarmálum. Tað tykist, sum tað altíð er minsti felagsnevnari, ið verður tikin fram, tá ið grundgevast skal fyri at savna meira umsiting í Tórshavn, og soleiðis er eisini her, onki ber til, tí dømini altíð eru tær smæstu kommununar. Hetta gongur ímóti kommunuálitinum og ætl- anum landstýrisins um at styrkja kommununar við at lata teimum fleiri uppgáv- ur. Vit kunnu ímynda okk- um raðfestingina av útjað- araøkinum, tá Almanna- stovan her norði t.d ikki hevur ein deildarleiðara á staðnum. Samstundis hevur kommunan sjálv raðfest hetta økið høgt við millum annað at endurstovna sosi- alu deild, júst fyri at brynja okkum út til at yvirtaka almannaøkið. Spurningurin er stutt og greitt, hvar barnaverndar- økið best verður umsitið til frama fyri barnið, familj- una og borgaran sum heild. Her er svarið, at tær flestu av verandi kommunum eru ov smáar til tess, men við størri kommunalum eind- um fáa vit neyðugu stødd- ina til at uppbyggja neyð- uga fakkunnleikan. Tað fáa vit ikki um alt verður um- sitið frá eini høvuðsskriv- stova í Tórshavn, samstund- is sum nær fólkaræðið verður mist burtur tí um- sitingin liggur alt ov langt vekk frá borgarunum og ikki hevur innlit og kunn- leika í tey ymsu økini. At fara frá teimum smáu barnaverndunum vit hava í dag og til eina yvirskipaða eind er eitt langt lop, lat okkum heldur halda okkum til 7 ella 9 økir ið kunnu samstarva. Her kundu Norðoyggjar verið ein sjálvstøðug eind, har sosial- ráðgevarar og sálarfrøðing- ar, umframt at arbeiða við barnaverndarmálum, eisini vera tøk til annað arbeiði fyri sosialu deild til frama fyri alt fólkið í nærum- hvørvinum. Okkara støða er heilt greið, grundstøði má vera tað sama sum í kommunu- álitinum, at landið er kæru- myndugleiki, meðan kommununar einsamallar umsita tey málsøki, tær yvirtaka. Verður uppskotið frá almanna- og heilsu- málastýrinum samtykt, er lítið høpi í tosinum um at leggja út til kommununar og enn minni at tosa um greitt uppgávu- og ábyrgd- arbýtið. Føroyingar aftur til føroysku tølini í 2001!?! Skipan av barnaforsorgar- økinum í framtíðini Country konsert í Gøtu Í kvøld kl 21.00 skip- ar Grót fyri stórari country konsert í losjuni í Gøtu. Tey luttakandi eru: Ragnar í Vík, Alex Bærendsen og Erla Marita Askham, sigur tónleikasam- takið GRÓT. Ragnar í Vík