leygardagur 6. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 4 - 6. januar 2001
Nr. 4 • leygardagur • 6. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Mikkjal Helmsdal:
Tað norðurlendska
stóran leiklut hjá
smátjóðum
síða 16-17
Birgir Kruse
Góða, gamla LP-plátan við teim
11 sangunum hjá Faroe Boys er
nú tøk á tíðarrættari fløgu. Eini
kærkomin nýggjárstíðindi, nú so
langt er millum plátuspælararnar
og fløguspælari man vera í
hvørjum húsi. Serliga stuttligt at
hava sangin “That’s how” við
hondina. Ein nógv nýttur felags-
sangur á mínum arbeiðsplássi.
Upprunaliga kom Faroe Boys-
plátan í 1967 í 1500 eintøkum
og varð uppseld eftir stuttari tíð.
Nú plátufelagið Tutl gevur hana
út av nýggjum, eru upptøkurnar
nett tær somu.
Men eftirsum upprunabandið -
masterbandið - við søguligu upp-
tøkunum fór upp í royk í einum
eldsbruna í Danmark, hevur Jón-
svein Heinesen útvarpsteknikari
funnið eitt gott eintak av klass-
isku LP-plátuni og soldað alt
óljóð frá. Eftir stendur ein rein
upptøka, meinlík hinari gomlu.
Einki er at taka seg aftur í, at
plátan við Faroe Boys er ein
klassikari. Klassikari so at skilja,
at hon er ein greið og klár tíðar-
mynd. Tí einki kann sum plátan
– ella nú fløgan – fevna um tíð-
arandan og goyma samtíðina.
Hetta fyribrigdi kallar danski
miðlagranskarin Birgitte Tufte
ein seismograf. Hon vil verða
við, at einki kann sum rokktón-
leikur lýsa samtíðina og sam-
felagsligu byltingarnar. Besti
seismografur er rokkplátan,
metir hon.
Ein annar av donsku gransk-
arum á hesum øki er Birgitte
Holm Sørensen, deildarleiðari á
Lærda danska námsfrøðiliga
stovninum, sum áður nevndist
Danmarks Lærerhøjskole. Hon
vil verða við at rokktónleikur er
týðandi táttur í uppfostranini og
tí at skapa egnan samleika –
identitet. Hon hevur granska
børn og ung og hvussu tey nýta
dagsins tónleik í spølni og í
læru, reseptivt, produktivt og
interaktivt, sum hon sjálv málber
seg.
So nú hava vit eisini grans-
kingarlig, haldbar orð fyri, at
tann rokktónleikur vit uppliva í
okkara samtíð er bæði borðbarur
og týdningarmikil. Men sjálv-
andi, tað er tað so nógva annað
sum eisini er.
Plátufelagið Tutl eigur tøkk
uppborna fyri at hava gjørt hesar
klassisku upptøkur við Faroe
Boys atkomuligar hjá okkum,
meiri enn eitt ættarlið eftir at tær
vórðu til. Ein virðismikil tíðar-
mynd, eins og hin klassiska út-
gávan, sum Tutl fór undir í 1991.
Tað var tá “Vælferðarvísur” hjá
Kára P vórðu endurútgivnar á
fløgu. Tann upprunaplátan kom í
1978.
So nú kunnu vit fegnast um at
tvær tær ovastu pláturnar í rútm-
iska føroyska tón-
leikavarðanum eru
tøkar á fløgu.
Og meðan
dansurin gongur,
kunnu vit lesa
um Dansifrøi á
síðu 18 og 19.
KLASSIKARI. Í føroyskari plátusøgu eru tveir klassikarar, metir Birgir Kruse. Teir eru
“Vælferðarvísurnar” hjá Kára P frá 1978 og LP-plátan við Faroe Boys frá 1967.
Nú eru hesir báðir klassikarir tøkir á fløgu frá Tutl
- Ein annar klassikari: “Vælferðarvísur”
hjá Kára P frá 1978, sum Tutl gav út á
fløgu í 1991
When we dance to the
Faroe Boys
Upprunaligi
plátuhúsin frá
1967 – í stereo!
Formaðurin í Kyndli
roknar við, at
kvinnurnar hjá
felagnum hava fingið
nýggjan venjara
fyrsta dagin
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Kvinnuliðið hjá Kyndli
manglar framvegis venjara.
Eftir at Birgir Hansen
legði frá sær fyri jól, hevur
Kyndil leitað eftir nýggjum
venjara til kvinnuliðið.
– Tað er trupult at finna
ein hóskandi venjara, men
vit vóna, at venjarin er
funnin í dag ella í morgin,
segði Ellindur Egilstrøð við
Sosialin í gjár.
Fleiri uppskot hava verið
frammi um venjara, millum
annað at Lotte Sørensen
skuldi
vera
spælandi
venjari, men hetta verður
av ongum.
Kvinnurnar hjá Kyndli
hava ikki staðið seg serliga
væl í kappingini í ár, hóast
tær hava fleiri landsliðs-
spælarar á liðnum. Kyndil
er í løtuni langt frá
gullstríðnum, sum felagið
gjarna vil verða við.
Leita framvegis
eftir venjara
KÍ skal hava nýggjan hjálp-
arvenjara til komandi kapp-
ingarár, og sambært lokal-
blaðnum Norðlýsinum er
Jógvan Norðbúð upp á tal
til hetta starv.
Jógvan Norðbúð, sum er
ættaður úr Klaksvík, hevur
drúgvar royndir sum venj-
ari, og tá núverandi KÍ-
venjarin, Tomislav Sivic,
var venjari í B36, arbeiddi
hann tætt saman við Jógvan
Norðbúð.
Tomislav Sivic heldur
fram í Klaksvík í eitt ár
afturat, og nú er møguleiki
fyri, at Jógvan Norðbúð
skal vera hansara næsti
maður.
Seinasta
kappingarár
hevði Bill Jacobsen hesa
uppgávuna, men hann held-
ur ikki fram. Bill hevur aðr-
ar uppgávur í KÍ, og hann
er eisini ein av landsliðs-
venjarunum hjá Fótbólts-
sambandinum.
Tomislav Sivic kemur til
Klaksvíkar aftur síðst í hes-
um mánaðinum, tá venjing-
in hjá besta liðnum av álv-
ara byrjar aftur.
Norðbúð upp á tal í Klaksvík
Hvør kemur fyrst
Alnót ella TeleF? Tað
er tann stóri spurn-
ingurin í føroysku
fjarsiftisvinnuni, nú
TeleF sum tann triðja
telefyritøkan í
landinum hósadagin
fekk loyvi at veita
GSM fartelefontæn-
astur. Pláss er í
hvussu er fyri tveim-
um veitarum á
marknaðinum, men
spurningurin er, um
pláss eisini er fyri tí
triðja
FJARSKIFTISKAPPING
Rúnar Reistrup
Hósdagin fekk føroyska
partafelagið TeleF sokall-
aða koncessión, ella loyvi,
at
reka
fartelefoni
í
Føroyum. Tað er ikki meira
enn ein vika síðan, at parta-
felagið Alnót fekk líknandi
loyvi, og nú eru sostatt
tríggjar fyritøkur, ið kunnu
veita føroyingum fartele-
fontænastur. Tann triðja er
Føroya Tele, sum í løtuni er
einsamøll á marknaðinum
fyri fartelefoni.
Telefyritøkurnar Alnót og
TeleF stíla báðar eftir at
veita høvuðsstaðarøkinum,
Klaksvík og meginøkinum
í Eysturoynni fartelefon-
tænastur av egnum kervi í
seinasta lagi í summar.
Tá hetta er hent metir
Jógvan Thomsen, leiðari á
Fjarskiftiseftirlitinum, at
marknaðurin longu er mett-
aður.
– Eftir mínari meting er
tað er væl pláss fyri tveim-
um, og møguliga pláss fyri
trimum veitarum á før-
oyska marknaðinum, men
so neyvan fleiri, sigur leið-
arin á Fjarskiftiseftirlit-
inum, sum umframt at hava
eftirlit við marknaðinum,
eisini er tann stovnurin,
sum viðgerð umsóknir um
fjarskiftiskoncessiónir og
gevur Vinnumálastýrinum
tilráðingar.
Undirveitarar
avgerandi
Spurningurin er so hvør av
teimum báðum nýklæktu
GSM fartelefonveitarun-
um, ið kemur fyrst inn á
marknaðin.
Sambært Svein Askild-
sen, marknaðarleiðara á
TeleF, er hetta í stóran mun
ein spurningur um, hvussu
skjótt undirveitararnir hjá
fyritøkunum báðum kunnu
lata útgerðina. Bæði Alnót
og TeleF hava boðað frá, at
fyritøkurnar í fyrsta lagi
ætla at gera íløgur fyri 30
milliónir í GSM skipanir
sínar.
– Eg trúgvi neyvan at
fyritøkurnar á føroyska
fartelefonmarknaðinum
kundu funnið uppá at bílagt
útgerð fyri 30 milliónir,
áðrenn tær vóru vísar í at
fáa loyvi, so á tann hátt
byrja vit ájavnt við okkara
kappingarneyta,
sigur
marknaðarleiðarin á TeleF,
og sipar her til Alnót, sum
fekk sítt loyvi at veita
fartelefontænastur í farnu
viku.
Svein Askildsen sigur, at
á TeleF undirmeta tey ikki
týdningin av at vera tann
fyrra av teimum báðum
fyritøkunum á marknaðin
fyri
fartelefontænastur.
Men hann væntar tó, at
pláss er fyri trimum fyri-
tøkum á føroyska fartele-
fonimarknaðinum, um hes-
in fer at vaksa eftir sama
mynstri sum í granalondum
okkara. Hann ivast tó stór-
liga í um tað er pláss fyri
einum fjórða veitara og
væntar ikki fleiri kapping-
arneytar.
Gerast ikki fleiri
Sum tað sær út nú, koma
tað heldur ikki fleiri veit-
arar á marknaðin í bræði.
Vinnumálastýrið
fekk
nevniliga einans tvær um-
sóknir um koncessiónir at
reka GSM fartelefontæn-
astur, og tær eru nú báðar
gingnar á møti. Tað er
sambært stjóranum á Fjar-
skiftiseftirlitinum
lítið
sannlíkt at tað yvirhøvur
koma fleiri.
Hvørki stjórin á Fjar-
skiftiseftirlitinum
ella
marknaðarleiðarin á TeleF
høvdu væntað, at stóru
fleirtjóða telefyritøkurnar
fóru at søkja um GSM
loyvir í Føroyum.
– Føroyski marknaðurin
er so lítil í mun til aðrar, at
tað er ikki so attraktivt hjá
teimum stóru útlendsku
fyritøkunum at koma inn á
hann, sigur Svein Askild-
sen, marknaðarleiðari á
TeleF.
Hóast tær báðar nýggju
telefyritøkurnar Alnót og
TeleF báðar eru føroyskar,
so eru útlendskar telefyri-
tøkur við í spælinum. Ís-
lendska Íslandssími eigur
helvtina av TeleF, og Alnót
samstarvar við svensku
telefyritøkuna Telia Swed-
tel.
TeleF fyrst á fastnetið
TeleF var ein av teimum
fyritøkunum, sum í fjør
fingu koncessión til at veita
fjarskiftistænastur
yvir
fasta netið, og 14. desemb-
er trein fyritøkan alment
inn á marknaðin fyri fast-
nettelefoni.
TeleF hevur farnu vik-
urnar skrásett viðskiftafólk
til
fastnettænastu
sína.
Hendan fyrsta tíðin hevur
mest av øllum verið eitt
royndarátak, men fyrsta
dagin fer fyritøkan undir at
marknaðarføra fastnettæn-
asturnar.
Prísurin at ringja innan-
lands við TeleF fastnethaldi
er ellivu prosent lægri en
prísirnar hjá Føroya Tele.
Hetta merkir, at tað er 4
oyru bíligari at ringja inn-
anlands um dagin og 2 oyru
bíligari um kvøldi og nátt-
ina. Telefonsamrøður til
fartelefonir eru 10 oyru
bíligari um minuttin við
fastnettelefonhaldinum hjá
TeleF.
Kapprenning millum
fartelefonveitarar