leygardagur 6. januar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 4 - 6. januar 2001
15
14
Sosialurin Nr. 4 - 6. januar 2001
Jógvan Isaksen, ummælir
William Shakespeare:
Macbeth. Sorgarleikur
í 5 pørtum. Axel Tórgarð
týddi. Stiðin 122 bls.
Teir flestu leikirnar hjá
Williami Shakespeare havi
eg ikki sæð á palli. ”Ham-
let” fær meg at hugsa um
Illustrerede Klassikere
nummar 4 – haldi eg –
sum eg las sum smádrong-
ur, og ”Macbeth” fær harð-
rendar myndir úr filminum
hjá Roman Polanski at fara
ígjøgnum hugan: heksirnar
og so tað avhøgda høvdið,
sum fer bóltandi oman eft-
ir trappuni. ”Romeo og
Julia” er eitt summar í År-
hus, har eg spældi sjavs í
summarsólini og uppímill-
um las Shakespeare, með-
an ”Othello” fyrst og
fremst er operan hjá Verdi.
Tann størsta upplivingin av
øllum er knýtt at ”Henry
V”, filminum hjá Laurence
Olivier, sum einaferð mið-
skeiðis í sjeytiárunum
gekk upp á umgang í
Havnini sum videoband.
Eg og ein vinmaður høvdu
eitt vikuskiftiskvøld ætlað
okkum í býin, í Kaggan,
men høvdu sett ”Henry V”
á avspælarin, meðan vit
fingu okkum ein javnara.
Tað skuldu vit aldrin havt
gjørt. Vit sóu allan tann
drúgva filmin, hann man
tátta í tveir og ein hálvan
tíma, og tá ið hann var
liðugur, sóu vit hann um-
aftur. Tað bleiv eingin
Kaggi ta náttina, og eg
haldi, at tað sigur ikki so
lítið um styrkina í
leikunum hjá Shakespeare
– leikstjórnin og spælið
hjá Laurence Olivier eiga
eisini sín stóra lut – at
tveir ungir mans, sum vóru
altráir eftir at fara í býin at
skemta sær, heldur sótu og
sóu ”Henry V” – ikki bara
einaferð, men tvær reisir.
Mínar upplivingar við
Williami Shakespeare eru
sostatt í høvuðsheitum
lesnaður og filmir. Tað
sama er galdandi fyri
Henrik Ibsen, sum mær
dámar betur at lesa enn at
hyggja at. Kortini dámar
mær han væl sum útvarps-
leik. Tá ið tað snýr seg um
August Strindberg, er tað
øðrvísi. Sjónleikirnar hjá
honum dámar mær serdeil-
is væl at hyggja at, betur
enn at lesa teir.
Við hesum inngangi-
num, sum er um at villast
av leið inn í tað persón-
liga, vil eg bert siga, at
summar leikir vil eg held-
ur lesa enn at síggja
spældar, og at hetta í stór-
an mun er galdandi fyri
Shakespeare.
Ein streymur av blóði
”Macbeth” er deyði, dráp,
svik, morð og alt ilt litað
av blóði frá byrjan til enda.
Herovastin Macbeth hevur
bast einum uppreistri, og
skotski kongurin Duncan
hálovar honum. Úti á heið-
inum hevur hann hitt
tríggjar heksir, sum rógva
fram undir, at hann kann
gerast kongur – og so
slepst sjálvsagt ikki undan,
at hann má gerast kongur.
Lady Macbeth spottar og
eggjar hvørt um annað, til
hann hevur framt níðings-
gerðina og myrt sín kong.
Men um somu tíð, sum
tann persónliga skipanin
fer í sor, oyðilegst eisini
samfelagsskipanin og øll
skipan yvirhøvur. Tað ónda
er við frá byrjan (heksir-
nar), og tað fær vald, um
menniskini loyva tí. Stríðið
stendur ímillum gott og ilt,
himmal og helviti, skipan
og kaos, ljós og myrkur.
Tað, sum fer fram í
”Macbeth”, er ein marru-
dreymur og líka so ræð-
andi og lemjandi sum ein
tílíkur. Leikur er ikki
vunnin, tá ið ”Macbeth”
hevur myrt Duncan kong,
hann má halda fram: hann
má drepa vitnir, fólk, ið
hava illgruna til, hvat ið er
farið fram, konur og børn
teirra, vinfólk hjá hesum
og at enda má hann drepa
øll, tí øll eru ímóti honum.
Tað, sum kanska eina-
helst ger, at illgerðirnar
nerva lesaran, er, at tær
kennast persónligar. Mac-
beth ger sjálvur av – væl
og virðiliga stuðlaður av
konuni – at hann vil verða
kongur, og so er bara ein
leið: drápið, og tað verður
framt við egnum hondum.
Macbeth drepur sjálvur
Duncan. Macbeth drepur
kong, tí hann ikki kan hava
virðing fyri einum
Macbeth, ið ikki torir at
drepa kong. Men tann
Macbeth, ið hevur myrt,
kann ikki góðtaka tann
Macbeth, ið hevur myrt.
Macbeth myrðir fyri at
sleppa undan marruni,
meðan marran nettupp er
tað neyðuga drápið.
Tvinnir eru kostirnir og ...
Søgugongdin fer í
høvuðsheitum fram á nátt
– nett sum ein røtt marra –
og hon er kleimin av blóði.
Øll verðin er tað bera blóð.
Og tað er ikki í fluttari
merking, men blóð sum
drýpur frá teimum dripnu
og sum klistrar til hendur
og andlit og drápsvápn og
sum tað ikki ber til at
vaska burtur. Sum leikur
frálíður verður bara meiri
og meiri blóð, tað verður
vassað í blóði. Søgan er
um tey, sum drepa og tey,
sum verða dripin. ”Mac-
beth” leggur fyri við ein-
um blóðbaði og endar við
einum.
Fyri Macbeth eru lívið
og deyðin eins høpisleys,
tilveran er absurd, og tað
einasta, sum er at gera, er
at drepa so nógv livandi,
áðrenn tú sjálvur verður
avhøvdaður – í hesum føri
bókstaviliga.
Liðiligur hamur
Týðingin hjá Axel Tórgarð
av ”Macbeth” er bæði
smidlig og livandi og so-
statt lættlisin. Hartil vildi
eg hildið, at hon er munn-
bær hjá leikarum á palli.
Sjálvsagt ber tað ikki til at
fáa øll rímini hjá Shake-
speare við yvir í føroyskt
– t.d. Macbeth/death –
men í teimum førum, har
eg havi samanborið týðing
og upprunatekst, er Tór-
garð í flestu førum sloppin
óvanliga væl frá sínum
setningi. Onkustaðni haldi
eg kortini, at hann fer eitt
sindur skeivur ella kundi
havt valt øðrvísi.
Eftir prologin við heksu-
num verður lagt fyri so-
leiðis: What bloody man is
that? – Nú! Hvør er hasin
særdi? Tað kemur minni
enn so tað sama fram á
føroyskum sum á enskum.
Inngangsorðini eru rætti-
liga avgerandi, akkurát tí
tað verður svomið í blóði
leikin á tamb. Fyri lesaran
hevði tað verið frægari at
fingið blóðið í ljósmála,
(t.d.: Hvør er hasin blóð-
uti?), enn at royna at varð-
veita eina rytmu, sum
Shakespeare kortini veik
frá, tá ið tað hóvaði hon-
um.
Einastaðni sigur týðingin
tað øvugta av uppruna-
tekstinum. Spurt verður,
um ikki herovastarnir
gjørdust ræddir, tá ið
Noregskongur legði upp í
stríði. Í føroysku týðingini
er tað blivið til: ”Tá rædd-
ust okkar høvuðsmenn,
Macbeth og Banquo?” Tí-
skil fær svarið, ”Ja, sum
spurvur ørn og haran
ljón!”, merkingina, at teir
blivu líka ræddir sum
spurvur og hara og ikki
líka lítið sum ørn og ljón.
Viðmerkingarnar eru
rættiliga tilvildarligar,
bæði ov fáar og ov nógvar.
Ov fáar til at tær í størri
mun hjálpa lesaranum og
ov nógvar, tí mangar av
teimum eru so hissini, at
óteljandi aðrar kundu verið
ístaðin. Eitt lítið aftrat er
tey fáu førini, har týðarin
føroyskar nøvnini. Lady
Macbeth verður til Frú
Macbeth og Siward verður
Sívar. Hetta er púra
óneyðugt.
Samanumtikið er ”Mac-
beth” ein tann størsta lesi-
upplivingin á føroyskum í
heyst – kanska tann størsta
– og bæði týðari og forlag
eiga tøkk uppiborna fyri
triðju Shakespeare
týðingina á rað.
SHAKESPEARE.”Macbeth” er deyði, dráp, svik, morð og alt ilt litað av blóði frá byrjan til enda.
Týðingin hjá Axel Tórgarð av ”Macbeth” er bæði smidlig og livandi og sostatt lættlisin. Hartil
vildi eg hildið, at hon er munnbær hjá leikarum á palli
Ljótt er fagurt, fagurt ljótt
Húskið hjá Axeli Tórgarð. Tey trý børnini eru øll sjónleikarar. Nú Axel eftir stuttari tíð hevur týtt ikki færri en tríggjar
Shakespeare-leikir, fáa tey ivaleyst høvi at royna seg við enn fleiri klassikarum
Savnsmynd
William Shakespeare
(1564-1616)
Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: birk@post.olivant.fo
Blaðstjórn: Birgir Kruse
Birgir Kruse
Nú eru longu fleiri ár liðin
síðani árið 1984 fór í kav
og vit kundu smýrast at
ræðandi framtíðarsøgu
George Orwells við sama
navni. Og eisini filminum,
sum kom sama árið.
Nú er aftur eitt ár upp-
runið, har ein framtíðar-
søga gerst samtíðarsøga.
Tað er skaldsøgan ”2001:
A Space odyssey”, sum
bretski rithøvundurin Sir
Arthur C. Clarke (f.1917)
skrivaði í 1968.
Hetta kollveltandi árið
fann hann saman við
filmsleikstjóranum Stan-
ley Kubrick (1928-1999)
og burturúr hesi framtíðar-
søguni skrivaðu teir hand-
ritið til samnevnda filmin,
sum er um tiltiknu rúmd-
arferðina í 2001.
Filmurin hevur langt
síðani fingið kult-status
og eftir at Kubrick doyði
vóru flestu filmar
hansara givnir út á DVD.
Sir Arthur C. Clarke er
ein av virknastu og mest
kendu science fiction rit-
høvundum. Hann hevur
eisini verið virkin gransk-
ari innan tøkni, samskifti
og rúmdarferðir. Longu í
1945 hugsaði hann sær til
ein samskiftis-fylgisvein-
in. Tað var í grein, hann
nevndi Extra-Terrestrial
Relays í tíðarritinum
Wireless World hetta árið.
Í fleiri førum hevur hann
medvirkað í sjónvarps-
sendingum, tá amerikumenn
hava sent Apollo-før út í
rúmdina, m.a. saman við
kenda sjónvarpsmanninum
Walter Kronkite.
Tilsamans hevur Sir
Arthur skrivað fleiri enn
60 bøkur, sum fleiri eru
metsølubøkur. Sagt verður,
at samlaða upplagið hjá
honum er farið um tær
fimti milliónirnar.
Mest seldu bøkurnar hjá
Sir Arthur eru “Child-
hoods End” og hin í ár so
aktuella “2001: a space
odyssey”. Men hann gevst
ikki so. Fyrsta framhalds-
søgan av ársins rúmdar-
ferð “2010: odyssey two”,
er langt síðani
komin og eisini
gjørd til film.
Triða rúmd-
arsøgan “2061:
odyssey three” er
eisini komin og
hin fjórða og hig-
artil nýggjasta
rúmdarsøgan er
“3001: the final
odyssey”. Sum
heiti bendir á
verður hetta helst
hin síðsta.
Sir Arthur fekk í
fjør virðislønina “The
Award of Knight Bache-
lor” handaða í Colombo á
oynni Sri Lanka. Har hev-
ur hann búð síðani 1956.
Nils Malmros
ger film um pápan
Í dag eru hundrað ár liðin
síðani íslendingurin Tómas
Guðmundsson varð borin
í heim. Hann var føddur í
nánd av Tingvøllum, gjørd-
ist løgfrøðingur og
arbeiddi við hagtølum í
bankaverðini. Og so varð
hann eisini skald. So væl
umtókt lýriskt skald, at
hann varð nevndur "Reykja-
víkurskaldið". Tómas
andaðist í 1983. Málningur-
in til vinstru er eftir Gunn-
laug Blöndal.
Millum kendastu yrkingar
hansara er "Hotel Jörð",
sum millum annað er sung-
in inn á plátu, og sum eisini
er vælkendur felagssangur í
norrønum vísubókum. Lagi
er eftir Heimir Sindrason
(f.1945).
Upp undir hundrað ára
dagin, hevur Martin Næs
rithøvundur týtt yrkingina
til føroyskt.
Danski filmsleikstjórin
Nils Malmros (f.1944),
sum vit kenna frá
”Barbu”, fer nú undir at
gera film um pápan. Tá
Malmros fóru undir filmin
um ”Barbu” helt hann
annars fyri, at nú var
stundin komin at leita út
um ringvegin í Århus. Tí
valdi hann klassisku søg-
una hjá Jørgen-Frantz
Jacobsen.
Nú leitar Nils Malmros
aftur til tað heimliga og
sjálvupplivaða umhvørvið
í Århus. Eins og Nils
sjálvur var pápin, Richard
Malmros, útbúgvin lækni.
Hann gjørdist professari
og yvirlækni á Kommunu-
hospitalinum í Århus.
Richard Malmros andaðist
í fjør vár.
Sjøtul kundi setast á
filmsætlanina millum
jólanna, tá greitt var, at
danski Filmsstovnurin var
sinnaður at lata tær fyrstu
11 milliónirnar til arbeiði.
Innan hesa tilsøgn hevur
Nils Malmros ikki vilja
grett um næsta filmin eftir
”Barbu”, sum nú hevur
meiri enn trý ár á baki.
At gera film um foreld-
ur, egin foreldur, er roynt
áður í norrønum filmi.
Danski leikstjórin Bille
August (f.1949) gjørdi í
1992 stórfilmin ”Den
goda viljan”. Filmurin
bygdi á handrit hjá sven-
ska Ingmari Bergman
(f.1918), har leikur byrjar í
Uppsala 1909, við Samuel
Fröler í leiklutinum sum
Henrik Bergman og
Pernille August sum Anna
Bergman.
Við donsku pressuna
hevur Nils Malmros eisini
sagt, at filmurin hann nú
fer undir er ”mín versión
av Bergmans ”Góða
Vilja”. Tað er ein filmur
um foreldur míni, serliga
pápa mín, sum var frá Es-
bjerg, har annar abbi mín
var arbeiðsleysur lossing-
armaður og hin var yvir-
lækni. Pápi mín gjørdist
professari og yvirlækni á
nervaskurðfrøðiligu deild-
ini á kommunuhospitali-
num í Århus. Tí verður
hetta bæði ein filmur um
pápa mín og um nerva-
skurðfrøði”, sigur Nils
Malmros.
Uppundir hundrað ára
dag Jørgen-Frantz Jacob-
sens var Sosialurin í sam-
bandi við Nils Malmros.
Tá starvaðist hann júst á
hesi deild á kommunu-
hospitalinum í Århus. Og
har hevur hann starvast
sum lækni í samfull tvey
ár. Hetta hevur verið ein
liður í at seta seg inn í ar-
beiðsplássið hjá pápanum.
Research, tey rópa.
Nils Malmros hevur
skrivað handritið saman
við trúgva medarbeiðara-
num John Mogensen, sum
til dagligt er lektari á
Århus Katedralskúla.
Heimsins elsta filmsfelag,
sum enn ger film, er fram-
leiðari. Tað er danska
felagið Nordisk Film, sum
Ole Olsen grundaði í
1906.
Nils Malmros ger film um pápan Richard, sum var
nervaskurðlækni
Perman á donsku
bókini við ársins
mest aktuella
heiti “2001”
Birgir Kruse
Tá framtíð gerst samtíð
Tómas Guðmundsson
(1901-1983)
Martin Næs, rithøvundur týddi
Vallaraheimið jørð
Tilveran minnir á løgið ferðalag.
Vit eru gestir, vallaraheimið er jørðin.
Jú, summi koma og onnur fara avstað,
tí altíð hevur hann javnað og rutt í svørðin.
Tey eru fleiri, ið fegin ferðast so,
tó eru onnur, ið ferðaháttin stúra.
Summi fara í bráðskundi beint á flog,
men onnur setast í fjálgan krók at kúra.
Vallaraheimið tað mangan á tremur er,
og ofta eru gestir í ymsum vási.
Teir kappast altíð um besta sessin her,
at vera fremstir, og í sínum besta stási.
Men so eru onnur, ið velja sær annað lag,
tey setast aftast, og vilja heimin skoða,
tí tað er ymist, hvat tey nú halda um tað,
og ymist er við okkum, hvat vit duga.
Hjá mongum gesti er gistingin alt ov dýr,
tosið gongur bara um vinningsbýtið.
Tú sum á vallaraheimum altíð býr,
veitst væl, at minni fæst fyri lítið.
Tey flestu eru, vælkomin inn á gólv,
alt er til reiðar í heitu, fjálgu stovu,
men tá ið klokkan hevur sligið tólv,
tá veksur óttin for rokningunum grovu.
Ein tanki kemur til mín um miðja nátt,
at fyri gisting mótroknað kann vera,
deyðin kemur sum rykkjari á gátt,
og rykkir eftir tí, sum er at gera.
Umsíðir fingu vit tó sligið fast,
og hesum geva allir gestir gætur.
At deyðin hevur á lívinum jú bast,
í lutfallinum Metusalem og Pætur.
Reykjavíkurskaldið
100 ár