leygardagur 6. januar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 4 - 6. januar 2001
17
gult cyan magenta svart
16
Sosialurin Nr. 4 - 6. januar 2001
um størru londunum er
torførari at fáa eyga á tað
norðurlendska, tað er ikki
líka innlýsandi neyðugt
fyri vanliga borgaran at tað
skal finnast, og tað er alla
tíðina neyðugt uppfinna
tað norðurlendska samstar-
við av nýggjum og finna tí
uppgávur, sum kunnu
rættvísgera tess framhald-
andi tilveru. Eftir at
Svøríki og Finland fóru
inn í ES hevur tað politi-
ska samstarvið fingið ein
nýggjan leiklut, eina end-
urupplíving, eftirsum tey
norðurlendsku londini nú
hava fingið brúk fyri at
standa saman fyri at fáa
sjónarmið síni ígjøgnum í
Europa. Hvat viðvíkur
Føroyum er eingin ivi um,
at fyri okkum smátjóðirnar
er alt at vinna við at halda
fast um tað norðurlendska
samstarvið og vera við til
at tryggja tess framtíð.
– Er tað ein trupulleiki, at
vit hava so fáar føroyingar
í týðandi norðurlendskum
størvum?
Eg veit ikki um tað ber
til at siga, at tað er ein
trupulleiki. Men tað er ein
sannroynd, at vit eru fáir. Í
roynd og veru haldi eg
bara vit eru tveir føroying-
ar í løtuni, sum starvast
innan Nordisk Ministerråd.
Og tað er ynskiligt at tað
vera fleiri. Og hugsi eisini
at tað vildi verið gagnligt
fyri Føroyar: størvini eru
spennandi og mennandi,
og tað norðurlendska sam-
starvið gevur nógv sam-
bond og tilgongd til nógv
netverk, sum ein hevur
stóra nyttu av, tá ein vendir
heimaftur. Men tað krev-
ur, at fortreytir finnast hjá
væl kvalifiseraðum fólki at
søkja størvini, eitt nú at
tað veruliga finnast møgu-
leikar at fáa farloyvi o.a.
Vit áttu at miða eftir, at tað
altíð finnast 2–3 føroying-
ar í leiðandi umsitingarlig-
um størvum innan norður-
lendska samstarvið. Eg
haldi ikki vit fáa nýtt
møguleikarnar í samstarvi-
num til fulnar, um vit ikki
hava fólk inni í organisa-
tiónini, sum hava føling
við teimum aktuellu arb-
eiðsgongdunum og priori-
teringunum.
– Mentunarliga “veður-
lagið” hvussu er tað í
Álandi, samanborið við
Føroyar?
Størsti munurin er, at
mentunarlívið í Álandi er
næstan bara áhugavirk-
semi. Tann professionali-
seringin, ið vit hava sæð
innan næstan allar listar-
greinir í Føroyum, er bert
spakuliga byrjað her á
Álandi. Innan sjónleikin
t.d. er eingin virkandi pro-
fessionellur bólkur. Her
hevur Nordens Institut
gingið á odda seinastu 3
árini og hevur sett upp 4
professionel sjónleikartil-
tøk. Eisini myndlistin er
næstan bara eitt amatør-
fyribrigdi. Tann klassiski
tónleikurin er í støðugari
menning, takkað verið ein-
um sera góðum musikk-
skúla, sum nú hevur um-
leið 12 ár á baki. Men inn-
an rock og popptónleikin
millum ung er ikki nógvur
aktivitetur. Her hevur
Nordens Institut roynt at
fáa gongd á við eini tón-
leikakapping. Tann út-
breidda amatørisman innan
allar listargreinir hevur við
sær eina ávísa mistrúgv
móti yrkislist og móti
nýggjari list. Amatørlistin
her á Álandi er fyri tað
mesta rættiliga konservativ
og afturlítandi og móttøk-
an av henni sera ókritisk.
Líka mikið hvat álendskir
listamenn borðreiða við,
verður tað altíð róst. Og
tað er bæði gott og ringt.
Fært tú góða móttøku,
eggjar tað tær til at halda
fram. Er móttøkan altíð
góð, líka mikið hvussu
dygdin er, so motiverar tað
teg ikki til at royna at blíva
betur. Og tað er júst tað,
sum í alt ov stóran mun
merkir álendskt mentunar-
lív: Ein hvílan á laur-
berjunum og ein sjálvs-
nøgd við egin avrik, sum í
alt ov lítlan mun er mót-
svarað av listarligari dygd.
Men álendsk áhugamentan
hevur eisini positivar síður,
og tá hugsi eg um tær
nógvu eldsálirnar, sum fáa
ómetaliga nógv sett í verk
her. Nøgdin av mentunar-
ligum tiltøkum er ótrúlig,
og nógv gott er eisini
ímillum. Fleiri og fleiri
professionel listarfólk eru
eisini farin at búseta seg á
oyggjunum, og tað merk-
ist, t.d. innan fyri sjónleik-
in og tónleikin, at áskoð-
arafjøldin er blivin eitt
sindur meira kravmikil,
hvat dygdini viðvíkur. Eg
hugsi tað ber til at siga, at
menningin innan listirnar á
Álandi liggur eini 30 ár
aftan fyri teirri føroysku.
Eitt øki, har álendingar
kortini liggja langt framm-
an fyri okkum, er tá tað
snýr seg um varðveiting av
og upplýsing um mentu-
nararvin. Søvn, forn-
minni, bygningar og lands-
løg verða varðveitt og
gjørd atkomulig fyri al-
menningin og skúlabørn
upp á ein máta, sum fær
føroyska fornminnisumsit-
ing at líkjast einum...ja,
steinaldarfyribrigdi. Her
hava vit nógv at læra av
álendingum.
– Mentunarpolitikkur skal
definerast, siga tey her
heima í Føroyum. Meðan
vit bíða, kunnu vit so læra
nakað av álendingum?
Álendingar hava seinastu
6 árini arbeitt miðvíst við
at menna og konkretisera
sín mentunarpolitikk, og
politikkurin verður førdur
eftir einum greiðum mál-
setningi. Seinast hann var
til viðgerðar var í 1998 og
tað var ein arbeiðstilgond,
sum eg haldi vit kundu tik-
ið eftir í Føroyum. Fyrst
orðaði álendska lands-
stýrið eina mentunarpoli-
tiska frágreiðing, hendan
var síðani tikin til aðal-
orðaskifti í álendska løg-
tinginum í tveimum um-
førum, við eini sera ná-
greiniligari viðgerð í løg-
tingsins mentanarnevnd
ímillum. Nevndin gjørdi
sær millum annað tann
ómak at hoyra meiningar-
nar hjá øllum teimum
týdningarmestu felags-
skapunum og stovnunum
innan mentunarlívið.
Úrslitið var so eitt fýra ára
mentunarprogramm, sum
varð samtykt við breiðum
meiriluta í løgtinginum, og
har løgd vóru nøkur føst
mál fyri, hvat skuldi avrik-
ast á mentunarøkinum tíð-
arskeiðið 1998–2002. Eg
haldi hetta programmið
hevur verið eitt sera gott
stýringsamboð, og tær linj-
urnar, sum vórðu lagdar í
tí, hava ført til nógv ítøki-
lig framstig innan mentu-
narlívið. Eitt nú eru fyri-
treytirnar fyri størri pro-
fessionalisering innan
sjónleik og tónleik kannað-
ar, og stig tikin, sum miða
ímóti at fáa gongd á virk-
semið á hesum økjum.
– Er nakar munur á at
búgva mitt í Eystrasalti og
so út í Norðuratlantshavi,
soleiðis reint mentalt? Er
álendingurin meiri
“kontinentalur” enn før-
oyingurin?
Tá eg flutti higar, hevði
eg væntað, at álendingarnir
vóru meira kontinentalir,
sum tú skrivar, meira í
sambandi við meginrákini
í Norðurlondum enn
føroyingar, at her var eitt
mentunarlív og eitt alment
kjak, sum var meira hipp,
og ikki so heimføðisligt
sum í Føroyum. Áland
liggur jú bara nakrar fáar
tímar við báti og minni
enn ein hálvan tíma við
flogfari frá svenska
høvuðsstaðnum Stokk-
hólmi vestarumegin og
næst stórsta finska býnum
Åbo eystarumegin. Ein
trýr og væntar, at her er
fólkið munandi meira opið
og áhugað fyri útheiminum
enn vit, sum búgva av-
byrgd langt úti í Atlants-
havinum. Men veruleikin
er beint tvørturímóti.
Hóast nærleikan til stórbý-
irnar í vestri og eystri, so
er Áland mentalt sæð ein
tann uttasti provinsurin í
Norðurlondum. Fólkið er
vent inneftir móti sínum
egna lokala samleika, síni
fortíð og øllum, sum ein
uppfatar sum sína serligu
mentan. Tað álendska
samanhaldið er øgiliga
sterkt, og ein sum flytir
higar, skal ikki vænta, at
hann uttan víðari kann ger-
ast partur av tí dagliga net-
verkinum og at vera boðin
inn í privatlívið hjá fólki.
Eftir at hava búð her í trý
ár, hava eg og familjan t.d.
ongantíð verið boðin heim
til eina heilálendska
familju; øll ið vit koma
saman við privat, eru
húski, har í minsta lagið
annar parturin er fluttur
higar uttanífrá. Tað kann
forklárast bæði í søgu og
nútíð við, at Áland liggur
og altíð hevur ligið so-
leiðis fyri, at nógv fremm-
andafólk ferðast hendan
vegin. Gestir hava tí
ongantíð, eins og í Føroy-
um, verið sjáldsamir, men
tvørturímóti verið bæði
dagligir og talríkir, og í
gomlum døgum ikki altíð
heldur so tespiligir.
Álendingarnar hava tí,
hetta vitna ferðafrágreið-
ingar um fleiri hundrað ár
aftur í tíðina, altíð fyrihild-
ið seg til vitjandi á ein av-
vísandi, ella í besta lagið
reint handilsligan hátt.
Hyggur ein eftir støðuni í
dag, so er tørvurin stórur
at halda fast við egnan
samleika og sereyðkenni,
júst tí at oyggjarnar liggja
so nær tveimum tættbygd-
um meginøkjum, har málið
er tað sama, og tann lokala
sermentanin tí lætt kann
køvast, um ikki manngarð-
ur verður sligin um hana.
– Men hvat siga so álend-
ingar um føroyska kjaki
um fullveldi? Hevur hetta
kjakið skapt nakað “ekkó”
í Álandi?
Jú, tað hevur tað. Fyrr
hevur álendskt fullveldi
ongantíð verið eitt evni í
álendskum politikki. Tað
var bert ein lítil bólkur á
ytsta høgraveinginum, sum
talaði fyri hesum. Upp
undir seinasta valið í 1998
var álendskt fullveldi ong-
antíð nevnt við einum orði
undir valstríðnum. Men
eftir valið í 98 var stovnað
ein rørsla, sum hevur fing-
ið undirtøku frá fleiri eta-
bleraðum politikarum,
bæði núverandi og fyrrver-
andi. Hendan rørslan, sum
kallast Ålands framtid,
hevur latið tveir altjóða
viðurkendar samfelags-
frøðingar gera eina kann-
ing av fortreytunum fyri
einum sjálvstøðugum
Álandi. Hendan kanning er
nú givin út í bók, og hevur
verið nógv umrødd her í
heyst. Tað slepst neyvan
undan, at kjakið um full-
veldi verður eitt høvuðs-
evni, tá val verður aftur
2002. Men fullveldi sum
so liggur nokk langt
frammi í tíðini. Álending-
ar eru ógvuliga pragmat-
iskir og økonomiskir í sín-
um hugsunarhátti, og tey
flestu vilja halda fast við
sambandið við Finland, so
leingi tað er ein fyrimunur
í tí. Og hóast tað nú er hitt
respektabla høgra, ið flytur
tankarnar fram, so er
álendskt fullveldi fyrst og
fremst eitt høgraprojekt,
sum styggir flestu mið- og
vinstraveljarar frá sær.
Men persónliga haldi, at
tað hevur verið sunt fyri
kjakið um álendska sjálv-
stýrið og tess framtíð, at
spurningurin um fullveldið
er tikin fram, og at allir
partar í samfelagskjakinum
mugu taka støðu til hann.
– Næsta ár er fyri fyrstu
ferð Listastevna í Føroy-
um. Hvat hevði tú sett
ovast á ynskiseðilin?
Eg kundi tonkt mær at
sæð The Royal Shake-
speare Company á palli-
num í Norðurlandahúsi-
num, gjarna við tí upp-
setingini av “Hamlet”, sum
eg veit at teir ferðast kring
Europa við júst nú, um
hon framvegis er á skránni
komandi summar. Góða
modernaða dansilist kundi
eg eisini ynskt mær, tað
eru vit ikki forvand við í
Føroyum.
– Takk fyri prátið og fram-
haldandi gott nýggjár!
Somuleiðis!
– Álendingar hava seinastu 6 árini arbeitt miðvíst við at menna og konkretisera ein
mentunarpolitikk og politikkurin verður førdur eftir einum greiðum málsetningi
Birgir Kruse
Bert fáir føroyingar starv-
ast í norðurlendskari mið-
fyrisiting. Havnarmaðurin
Mikkjal Helmsdal er ein
teirra. Síðani 1997 hevur
hann verið stjóri á Nord-
ens Institut í Álandi.
Nú er sáttmáli hansara
longdur við trimum árum
fram til summarið 2004. -
Annars skuldi eg givist í
juli mánaða í ár. Men eg
havi ein vanligan setanar-
sáttmála við tríggja mán-
aða uppsøgn, tað er bara
tað at hann er tíðaravmark-
aður. Nú er hetta evsta
markið so flutt til 31. juli í
2004, sigur Mikkjal, sum
er fegin um at halda fram,
tí hetta er heilt greitt eitt
heraklapp fyri væl útinnt
arbeiði. - Men hinvegin
kenni eg meg ikki bundnan
at vera tíðina út. Bjóðast
mær ein nóg spennandi
uppgáva, áðrenn starvstíð-
in er úti, so skal eingin
vera bilsin av at síggja telt-
pelarnar hjá familjuni
Helmsdal verða drignar úr
álendsku moldini, leggur
hann smírandi afturat.
– So tú ætlar ikki at festa
røtur í Álandi?
Nei. Eg flutti yvir higar
saman við føroysku konu
míni, Árnu, sum eg eigi
tvey børn saman við. Tað
hevur alla tíðina verið ætl-
anin at venda heimaftur,
og at børnini skulu vaksa
upp í Føroyum. Eldra
dóttir okkara var 4 ár, tá
vit fluttu, yngra dóttir okk-
ara føddist stutt eftir, at vit
komu higar. Nú er eldra
dóttirin byrjað í skúlanum,
og tað í sjálvum sær av-
markar tey árini vit vera
afturat her. Men Áland
festir helst røtur í okkum,
og tað er einki at ivast í, at
hetta plássið kemur altíð at
vera serligt fyri okkum.
- Hvør er tín bakgrund?
Tað man vera kunnugt
fyri tey flestu, at eg havi
fingist nógv við sjónleik
og mentan yvirhøvur. Eg
havi lisið dramaturgi ella
leiklistafrøði við universi-
tetið í Århus í 80unum , og
upp gjøgnum 90ini havi eg
arbeitt við eitt sindur av
hvørjum. Eitt nú sum
fyriskipari av mentunar-
kvøldum í Norðurlanda-
húsinum um sumrini og so
gjørt onkrar sjónvarps- og
útvarpssendingar. Mest
havi eg kortini arbeitt inn-
an sjónleikin sum lærari,
leikstjóri, sjónleikari og
seinastu árini – áðrenn eg
flutti til Álands – var eg í
føstum starvi hjá sjónleik-
arbólkinum Grímu sum
dagligur leiðari. At eg
leitaði til eitt starv sum
hetta á Álandi, kemst helst
av, at eg altíð havi havt
áhuga fyri at skipa fyri og
fáa ting í gongd. Nógv av
tí arbeiðinum, eg hevði í
Føroyum, eitt nú fyri
Norðurlandahúsið og
Grímu, snúði seg júst um
tann partin: Um projekt-
leiðslu og at leggja til rætt-
is og gera karmarnar um
tað skapandi arbeiðið hjá
øðrum. Her á Álandi havi
eg hildið meg burtur frá tí
beinleiðis listarliga ar-
beiðinum og bara fingist
við at skapa fyritreytir fyri
virkseminum hjá øðrum
listarfólki. Tað hevur verið
sera spennandi og ein av-
bjóðing at fáa møguleikan
at útvikla projektini frá
grundini av, fáa hugskot-
ini, skapa organisatiónina
og finna røttu fólkini at
seta alt í verk. Reint
arbeiðsliga hugsi eg eisini,
at hetta er tann leikluturin
eg komi at leggja størstan
dent á í mínum framtíðar
yrkislívi.
– Hvat tekst tú við nú
millum jólanna?
Eg havi langt um leingi
tikið meg saman, so eg
kann verða liðugur við
universitetsútbúgvinga.
Siti í hesum dögum og
skrivi cand.mag. ritgerð
um íslendska leiklist, sæð
úr einum mentunar- og
sjónleikarpolitiskum sjón-
arhorni. Eg byrjaði beint
undan jólum og havi tikið
mær frí tær komandi fýra
vikurnar fyri at fáa hetta
liðugt. Tað sær út til at fara
at eydnast, higartil eru 57
síður lidnar.
– Hví hevur tú valt júst
hetta evnið?
Ísland er sum sjón-
leikaraland á mangan hátt
ein fyrimynd hjá okkum í
Føroyum, og persónliga
havi eg altíð havt stóran
áhuga fyri íslendskari leik-
list. Virksemið í Íslandi
innan leiklist er nógv tað
størsta í Norðurlondum,
um vit samanbera við
fólkatalið. Hartil kemur, at
so at siga einki er skriva
um nútíðar sjónleik í
Íslandi, hvørki í Íslandi
ella aðrastaðni í Norður-
londum. So her er talan
um leiklistarfrøðiliga ný-
dyrking í norðurlendskum
høpi.
– Hvussu man tað bera til,
at føroyingar yvirhøvur
hava so stóran áhuga í
norðurlendskum viðurskift-
um?
Tað norðurlendska hevur
ein nógv størri leiklut hjá
okkum smátjóðum enn tað
hevur í teimum størru
londunum. Serliga hjá
okkum sokallaðu sjálvstýr-
andi økjum er tað norður-
lendska samstarvið tann
fremsti fleirtjóða politiski
pallurin, ið vit hava at-
gongd til. Eg haldi, at tað
norðurlendska samstarvið
er serliga sterkt og sjónligt
í Føroyum, og tað haldi er
Norðurlandahúsinum fyri
at takka. Bara tað at tað
finst, minnir okkum
dagliga um, at vit eru ein
partur av Norðurlondum,
og at vit hava eitt bæði
praktiskt, politiskt og
mentunarligt samband við
hini norðurlondini. Í teim-
Føroyingur í Eystrasalti
SAMRØÐA. Tað norðurlendska hevur ein nógv størri leiklut hjá okkum smátjóðum enn tað hevur í
teimum størru londunum. Serliga hjá okkum sokallaðu sjálvstýrandi økjum er tað norðurlendska
samstarvið tann fremsti fleirtjóða politiski pallurin, ið vit hava atgongd til, sigur Mikkjal Helmsdal í
samrøðu millum jólanna, nú hann skrivar ritgerð og heldur fram sum leiðari av Nordens Institut í Álandi
Mikkjal Helmsdal
heldur fram sum
stjóri á Nordens
Institut í Álandi