leygardagur 6. januar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 4 - 6. januar 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Sosialurin Nr. 4 - 6. januar 2001
Osvald og Eyðleyg Hansen, Joan Bláfoss og Erling Jørgensen
varð vald. Eyðleyg hevði á
munni, hví einki konufólk var
við. Og so kom hon sjálv í
nevndina.
Síðani høvdu tey fyrireikandi
fund við uppskoti um lóg og
slíkum. Tann 25. januar í 1972
var stovnandi aðalfundur á Hotel
Føroyum á Kongabrúnni. Sofus
Rubeksen setti fundin, har 45
fólk vóru við. Lógaruppskotið
varð samtykt og í fyrstu nevnd-
ina komu Sofus Rubeksen,
formaður, Poul Danielsen,
næstformaður, Jørgen Rubeksen,
skrivari, Eyðleyg Hansen, kassa-
meistari og Janus Sørensen,
nevndarlimur.
Nevndin hevði einki uppskot
til navn felagsins. Okkurt
uppskot kom, men avgjørt var at
goyma hetta mál. Limaskapur
kostaði 20 krónur hálvárið. Góð
undirtøka var beinavegin og
limatalið lá um 100.
Osvald arbeiddi saman við
Ásvør, systir Rhodu. Sóknast var
eftir fólki at koma við og Osvald
dansar enn í dag.
– Nú er enntá komið fram, at
tað er gott fyri heilsuna at
dansa,leggur hann skemtiliga
afturat, men dylir ikki, at sosiala
samveran hevur stóran týdning.
Skipað varð fyri hugnakvøld-
um og dansi. Tey góvust altíð
tíðliga. Kostnaðurin fyru luttøku
var 10 krónur. Tey høvdu bond
og plátur og eisini leikti Helga
Klein klaver. Til framsýningar
leikti GHM.
Enn í dag minnast tey aftur á
tíðina og hølini á Kongabrúnni
við gleði og meta hesi, sum
bestu hølini, ið felagið hevur
havt.
Felagið enn navnleyst
So hendi tað, at tey skuldu til
Klaksvíkar at dansa. Men felagið
hevði einki navn og farast kundi
ikki við ongum navni. Fleiri upp-
skot komu, men Dansifrøi var
samtykt. M.a. var mett, at navnið
skuldi vera ”breitt”.
70 fólk fóru avstað við Pride
til Klaksvíkar at dansa tann 15.
apríl. Á skránni á dansiframsýn-
ingini í Klaksvík vóru 20 dansir.
Eyðleyg, Osvald og Erling nevna
t.d. Rheinlendara polka, Les
Lanciers,Wienerkreutz og Skott-
ish.
Og síðani gekk slag í slag.
Felagið skipaði fyri ymsum,t.d.
kaffi kvøldum og grýluveitslum.
Hesar duttu tó niðurfyri í 1995.
Gamla Hotel Føroyar flutti av
Kongabrúnni. Eftir hetta hevur
Dansifrøi húsast í Losjuni,
Kommunuskúlanum og í Hoy-
dølum. Bæði veitslur og undir-
vísing eru nú í Hoydølum. Mong
góð veitslan er at minnast á við
sangi, røðum og dansi. Eisini
liggja mangir sangir eftir, ið
yrktir eru til ymsu høvini.
– Tá undirvísingin gavst,
minkaði uppmøtingin, men ikki
limatalið, sigur Eyðleyg. Byrjað
var ikki aftur við undirvísing,
fyrr enn síðst í áttatiárunum. Í
1995 varð barnadansurin tikin
uppaftur.
– Nógv stuttligt er at minnast
á, siga Osvald og Eyðleyg og
nevna við sjónligari gleði, tá tey
dansaðu til Føroya Symfoni-
orkestur til eina nýggjárskonsert
miðskeiðis í 90’num.
(framhald komandi leygardag)
Lýsingin hjá Rhodu
Rubeksen frá 1970, har hon
lýsti við dansiskeiði. Hetta
skuldi seinni gerast
byrjanin til Dansifrøi
Dagfinn Olsen
Osvald og Eyðleyg Hansen eru
tvey teirra, ið við eldhuga hava
verið við í Dansifrøi, síðani
felagsskapurin byrjaði. Sosialur-
in hevur hitt tey bæði, umframt
Erling Jørgensen og ein av yngru
limunum, Joan Bláfoss, til eitt
prát.
Kagar ein í minnisritið, ið
Erhard Jacobsen skrivaði í 1997,
tá Dansifrøi hevði 25 ár á baki,
so fæst varhugi av, at hetta er ein
long, rúgvusmikil og sera spenn-
andi søga. Avgjørt lesnaður til
teirra, ið hava áhuga í at kanna
søguna og smálutir nærri. Tey
eiga at lesa hesar 63 síðurnar, ið
minnisritið fevnir um. Í blað-
greinarøð, sum hesi, má gerast
eitt sindur skjótari av.
Bæði Osvald og Eyðleyg Han-
sen leggja dent á, at tað var – og
er – áhugin fyri dansinum, ið
drívur verkið. Av fyrstan tíð
eisini hugurin fyri at læra okkurt
nýtt. Eisini var spennandi at
síggja áhugan hjá teimum, ið
dansaðu tá og nevna tey her m.o.
Andreu Árting.
Spírin til felagsskapin, ið
seinni fekk navnið Dansifrøi,
varð sáddur longu í 1970-71, tá
Rhoda Rubeksen skipaði fyri
dansiskeiði. Her vórðu lunnar
lagdir undir tað, ið seinni
gjørdist Dansifrøi.
Kagar ein í minnisritið, so
sæst, at leitast kann aftur til
Bakar Hansen, ella longur.
Áhugavert er at lesa
frágreiðingina um søgu dansins í
Føroyum. Fyrsti føroyingur, ið
var útbúgvin dansilærari, var
Ninna Thomsen (f. Nielsen) úr
Havn. Hon giftist seinni til
Tvøroyrar. Stuttligt er at nevna,
at dóttur hennara eitur Anna
Kirstin Steinø, og er hon í dag
kend og vird sum dansilærari.
Marna Nielsen úr Havn var
eisini útbúgvin dansilærari og
skipaði fyri frálæru. Rhoda
Rubeksen er tó hon, sum
seinastu árini hevur gjørt mest
við at fáa lív í aftur gomlu
dansirnar. Hon fór í 1946 til
Danmarkar at læra til fimleika-
lærarindu og lærdi har eisini
dans. Hon hevði sum smágentu
gingið hjá Ninnu Thomsen og
hjá Sofus Rasmussen, ið hevði
frálæru í Tórshøll. Hetta var und-
ir seinna heimsbardaga. Vit
skriva so 1948 og Rhoda skipar
heimafturkomin fyri
gentufimleiki. Heitt verður á
hana um at hava framsýning í
samband við søluframsýning og
heldur hon vera stuttligari við
dansiframsýning, enn við
fimleiki.
Í fimtiárunum hevði GHM
dans í sjónleikarhúsinum fyri
eldri fólk, ið dugdu gomlu
dansirnar. Ein skuldi duga, fyri
at sleppa við, og tí heittu nøkur á
Rhodu um at skipa fyri frálæru.
Seinast í sekstiárunum metti
Rhoda, at tað var spell, at
tilkomin ikki høvdu eitt stað at
fara, høvdu tey hug at dansa. Tá
var nærum bert diskotek, ið var
fyri tey ungu.
Eitt kvøldið í 1970 ger hon
ikki mætari, enn at hon ringir til
Hotel Føroyar og biður um at
leiga høli á hotelinum, so hon
kundi skipa fyri dansiundirvís-
ing. Í oktober í 1970 stóð lýsing
í bløðunum og dansiskeið í
gomlu dansunum var henda vet-
urin. Komandi árini skipaði hon
eisini fyri skeiðum og Rhoda og
maðurin Marius vóru m.a. í
Skotlandi á dansiskeiði har.
Frøin gerst felag
– Í 1970-71 skipaði Rhoda
Rubeksen fyri fyri dansiskeiði.
Helga Klein leikti klaver, greiðir
Eyðleyg Hansen frá og minnist
hetta sum ein góðan vetur.
Eftir skeiðið henda veturin
komu tey saman fyri at seta
punktum. Tá kom hugsanin um
at stovna eitt felag.
Ein fyribilsnevnd við 4 fólkum
FYRRI PARTUR: Søgan um felagsskapin Dansifrøi er søgan um ein spíra, ið tók at nala í Havn
og eisini bar ávøkst kring landið, har onnur eisini frøddust um dansin og tóku undir. Navnið
sigur so væl, at tað er hugurin, ið drívur verkið, og tó nógv stuttligt er at minnast á, so hevur alt
ikki bert verið ein dansur á rósum, síðani byrjanina í 1972. M.a. málið um egin hús gekk
tvørliga. Her skal ikki øll søgan sigast í smálutum, men Sosialurin hevur hitt nøkur teirra,
ið við eldhuga hava luttikið í mong ár og onkur øll árini
Fræið, ið breiddi
dansifrøi um landið