leygardagur 6. januar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 4 - 6. januar 2001
21
20
Sosialurin Nr. 4 - 6. januar 2001
Meinhard Jensen
Í fjør kom fløga út við tón-
leiki til filmin ”Million
Dollar Hotel”. U2 eiga
tríggjar nýggjar sangir og
Bono tveir. Million Dollar
Hotel er ikki eitt U2-
prosjekt, men ein filmur,
sum Bono hevur verið við
til at gera søguna til. Aðra-
staðni er hann liðugur at
ganga. Kanska ein spoli
verður sendur til Føroya.
Søgan
Tað mesta av filminum fer
fram á Million Dollar
hotellinum. Íbúgvarnir eru
fyri tað nógva sinnissjúk
og taparar av ymsum slag.
Izzy, ein ungur maður,
sum er sonur ein jødiskan
ríkmann, doyr, og ein FBI
maður (Mel Gibson) kem-
ur at kanna, hvussu og
hvat er hent. Millum annað
koma tey fram á nakrar
málningar, sum Izzy sigst
at skula hava málað. Eftir-
sum pápi Izzy er ríkur, fær
sjónvarpið áhuga í honum,
og málningarnir skulu tí
framsýnast fyri almenning-
inum sum nakað heilt ser-
ligt. Soleiðis kunnu tey á
hotellinum fáa sín lut í
stjørnutilveruni.
Høvuðspersónurin, Tom
Tom (Jeremy Davies), er
ein av teimum mistonktu.
Tom Tom er góður við
Eloise, men hon trívist
best einsamøll. Men tey
koma at kennast so við og
við, millum annað tí at
FBI maðurin fær Eloise at
brúka tíð saman við Tom
Tom fyri at fáa upplýsing-
ar burturúr honum.
Tom Tom
Ofta tá tú finnur kjarnan í
einum tingi, hevur tú mist
so nógv annað burtur. Hin-
vegin kann ein kjarni eis-
ini halda øllum øðrum
saman. Tað ger Tom Tom í
hesum filminum. Filmurin
byrjar og endar við honum,
og hinir persónarnir eiga
sín part í søguni í mun til
hansara. Skal eg gita, so
haldi eg, at Tom Tom eigur
sínar røtur í Tummillítla og
kanska eisini Mysjkin
fúrsta í bókini ”Býttlingur-
in” hjá Dostojevskij.
Dostojevskij royndi at
skapa tann fullkomiliga
góða persónin í Mysjkin
og síðani fylgja honum til
ytsta mark lívsins. Endin
er, at sjálv góðskan er við
til at gera hann til ein trag-
iskan persón. Menniskjan
hevur ikki nóg mikið í sær
sjálvari.
Dostojevskij ella ikki.
Tom Tom er ein naivur og
góður drongur, men hann
hevur ikki skilt alt so væl.
Hann trýr, at sjónvarpið er
nakað, og hann letur seg
tøla bæði av FBI manni-
num, Eloise, Izzy og indi-
anaranum, sum letst at
vera listamaður. Og tað er
trupulleikin: kanska er
hann ikki býttur, men bara
góður. Kanska hevur hann
sæð ígjøgnum øll, men
velur alíkavæl at tæna
teimum.
Góður, sigandi filmur
Summi hava tann kritikkin,
at tað hendir ikki so nógv í
filminum, og at hann er so
“snedigur.” Filmurin er
ikki sum allir aðrir filmar,
og hann er ikki ein
actionfilmur og heldur ikki
ein komedia, men eg haldi,
at hann er meira spennandi
enn nógvir actionfilmar og
absolutt stuttligari enn
flestu komediur.
Millum annað er ein
langhardur miðaldrandi
maður við skeggi og rund-
um brillum og fínpussaðari
Liverpool dialekt á hotelli-
num. Hann sigur seg hava
skrivað tónleikin hjá Beat-
les, men eingin hevur
nakrantíð trúð honum.
Jeremy Davies er eina-
standandi sum Tom Tom.
Tú gerst góður við hann,
samstundis sum tað ber
illa til at lata vera við at
flenna at honum. Sum
hann tosar og ber seg at er
allan filmin vert.
Universið í filminum er
fyri tað mesta hotellið.
Stundum síggja vit gøtu-
lívið uttanfyri, og vit fáa at
vita um privatlívið hjá FBI
manninum. Tey flestu, sum
vitja hotellið, halda lítið
annað um tey, sum búgva
har, enn at tey eru svøk.
Uttan tá tey gerast kend, tí
kend fólk eru ikki svøk,
men kend. Sambandið við
útheimin er annars gjøgn-
um sjónvarp, og tað síggja
tey nógv av.
Tað er ikki lætt at siga,
um filmurin sigur, at allur
heimurin er ein transitthøll
fyri sinnissjúk fólk, sum
leita eftir undirhaldi, ein-
um vini og kanska eitt
sindur av pengum og heið-
uri. Ella um hann er um
tey veiku í heiminum, sum
royna at vera sum tey
sterku. Men tað er nakað
av hesum, haldi eg, hann
er inni á.
Leikstjórin
Wim Wenders hevur gjørt
film síðan í 70árunum, og
hann er millum annað
kendur fyri filmin ”Paris,
Texas” frá 1984. Tey, sum
kenna U2 væl, renna seg
javnan inn í navn hansara.
Hann skrivar ikki handrit
sjálvur. Fyrr var tað ein
annar høvundur, hann
arbeiddi saman við. Nicho-
las Klein, sum nú skrivar
handritini, hevur meira
dialog og sigst at vera lætt-
ari at fata. Men sjálvandi
eru mong, sum dáma betur
gomlu filmarnar. Tey
flestu munnu kenna filmin
”City of Angels” við Nico-
las Cage og Meg Ryan.
Hann var gjørdur eftir
filmunum ”Himmalin yvir
Berlin” og ”Far Away, So
Close” hjá Wim Wenders.
”Buena Vista Social Club”
frá Cuba er vorðin ein
heimskendur tónleikabólk-
ur, síðan Wim Wenders í
fyrrárið leikstjórnaði film-
in við sama navni.
Bono og Wim Wenders
eru nær skyldir listarliga,
hóast U2 er lættari fyri tey
flestu at dáma. Báðir hava
“heimin” við bíbilskari
merking sum tema.
Í Far Away, So Close er
tað eingilin, sum vil sleppa
at vera menniskja og liva
tímiliga og sansaliga lívið,
men er um at missa sálina.
Í ”Until the End of the
World” er tað ferðin kring
heimin at finna ting at
síggja fyri ta blindu
mammuna, sum síðani við
hjálp av eini maskinu skal
sleppa at síggja tað, sum
onnur hava sæð fyri hana.
Endin er, at maskinan
kann fá dreymarnar á
video, og soleiðis glatast
øll í sínum egna dreyma-
lívi. Hetta er eisini inni á
tí, sum U2 hava gjørt nógv
burturúr: sjónvarpið og
menniskjað. Tankin er, at
sjónvarpið og dagsins
tankaleysu inntrykk alla-
staðni frá distancera okk-
um frá menniskjum og
heiminum kring okkum -
og ikki øvut. Hetta temað
er við í Million Dollar
Hotel.
Til seinast
– Ikki tí at tað gevur filmi-
num so nógv, men fyri
summi kann tað vera stutt-
ligt at síggja Bono í leik-
lutinum sum statistur á
einum barrstóli. Filmar hjá
Wim Wenders vórðu javn-
an vístir í Filmsfelagnum í
80’unum og Sjónvarpið
hevur víst onkran.
The Million Dollar Hotel
– Wim Wenders sigur søgu hjá Bono
Nýggjársynski:
Kanska ein spoli
av Wenders?
Meinhard Jensen
Joel og Ethan Coen eru
brøður og hava gjørt film
saman síðan í áttatiáru-
num. Kendast eru “Fargo”
og “The Big Lebowski”.
Nýggi filmurin eitur “O
Brother, Where Art
Thou?”
Tað stendur í byrjanini á
O Brother, Where Art
Thou?, at filmurin er
bygdur á Odysseuskvæðið
hjá Homeros. Tað varð
skrivað fyri knøppum 3000
árum síðan og er ein
høvuðstuðul undir euro-
peiska hetjukvæðinum og
vesturlendskum bókment-
um. Evnið er heimferð
Odysseusar eftir bardaga í
Troja. Hann skal heim at
vinna valdið og konu sína,
Penelopu, aftur. Tað eydn-
ast, men nógv strev og
mótgangur koma honum í
vegin fyrst.
Søgan
Odysseus eitur Ulysses á
enskum, og tað er eisini
navnið hjá høvuðspersóni-
num í “O Brother, Where
Art Thou?”, sum er spæld-
ur av George Clooney.
Hann og vinmenninir Pete
og Delmar (Tim Blake
Nelson og John Turturro)
flýggja úr fangahúsi og
byrja soleiðis ferð sína í
stríputum klæðum við
leinkjum um beinini.
Ulysses hevur sagt vin-
um sínum, at teir skulu fáa
part í einum stórum skatti,
sum hann hevur grivið nið-
ur. Við byrjanina av ferðini
møta teir einum blindum
síggjara, sum sigur
Ulysses, at hann fer at
finna ein skatt, men tað
verður gjøgnum mikið
stríð og nógvan mótgang.
Blindi síggjarin er tikin úr
grikska skaldarheiminum,
men her er hann settur inn
í ein suðurstatssamanhang,
tá modernaði tónleikurin lá
í vøgguni, tó kanska bún-
ari enn í dag á mongum
økjum, og amerikanska
tjóðin baksaðist við bú-
skaparliga depressión.
Heitið
Heitið á filminum ljóðar
sum róp frá einum øvutum
Káin kompleksi. Tað er tik-
ið úr “Sullivan’s Travels”
hjá Preston Sturge, har tað
var ein skemtifilmsleik-
stjóri, sum vildi sleppa at
gera ein álvarsligan film,
sum skuldi eita O Brother,
Where Art Thou?, men
hann doyði áðrenn. Nú hava
Coen brøðurnir nýtt heitið,
til eina søgu, sum fyrst og
fremst er vøkur og stuttlig
við álvarsomum undirtón-
um.
Dámur
Tað er týðiligt, at Coen
brøðurnir hava roynt at
funnið so nógv element,
sum til ber, fyri at endur-
skapa suðurstatirnar frá
tríatiárunum. Men sam-
stundis er filmurin tón-
leikasøga, ein griksk mýta
og ein stuttligur filmur.
Ein hending kann lýsa
dámin, sum er samansettur
av tí mytologiska og tí
amerikanska. Ulysses, Del-
mar og Pete eru hálvgun
vilstir í einum skógi og
hoyra mitt í øllum sang.
Sangurin er yndisligur
spiritual, og hann kemur
frá einum fylgi, sum er á
veg gjøgnum skógin oman
til ánna. Hetta er tað mytu-
kenda, sum næstan kundi
verið í Grikkalandi fyri
3000 árum síðan. Men
sangararnir eru ameriku-
fólk, helst babtistar, á veg
oman til dóp. Hetta er so
amerikanskt, sum Homer
er grikskur.
Kykloparnir í Odysseus-
kvæðinum eru myndaðir í
John Goodman, sum er ein
einoygdur bíbliuseljari.
Hann umboðar penga-
hungrandi partin av tí
kristna Amerika. Men tá
vit hoyra andaliga tónleik-
in, gloyma vit einstøku
persónarnar og hendingar-
nar. Hetta fær eina listar-
liga dýpd, sum dregur alt
hitt upp við sær, tá Ulysses
einaferð móti endanum fer
á knøini og biður Gud um
eitt undur, og vatnið kemur
– henda gamla myndin upp
á lív okkara og gerningar
Guds, bæði fruktbæri og
oyðing.
Aðrar hendingar eru, at
teir møta einum manio-
depressivum bankarænara,
nøkrum hvíttklæddum
Sírenum, sum syngja og
vaska klæði í ánni, og fara
á Ku Klux Klan fund. Við
ein krossveg hitta teir ein
svartan bluesguitarspælara,
sum hevur selt sálina til
Djevulin.
Tónleikurin
Coen brøðurnir hava sagt,
at tónleikurin var valdur,
áðrenn handritið varð
skrivað, og tað er trúligt.
Tónleikur og filmur hava
altíð verið par, men stund-
um er tónleikurin meira
berandi enn annars. “Pulp
Fiction”, “Godfather III”
og óteljandi musicals eru
bara nøkur dømi.
Í O Brother, Where Art
Thou er tónleikurin
snildisliga samantvinnaður
við søguna. Tað er blues,
gospel, bluegrass og
country, sett í sín rætta
samanhang við pílagrím-
um, glataðum sálum, lóg-
loysingum, profetum.
Hóast filmurin er sjáld-
sama torførur at greina, so
er hann ikki torgreiddur
hóast alt. Hyggjarin fatar
dýpdirnar í søguni og skil-
ir, at tað snýr seg um
amerikanska mentan, og at
á øllum økjum er ónt og
gott. Og hóast allan
skilnað, so hevur tónleik-
urin dugað at skapa eitt
sindur av einleika í ment-
anina.
Tónleikasíðuna hava
Coen brøðurnir latið í góð-
ar hendur. T-Bone Burnett
stendur fyri henn.
Ikki í Føroyum
Hvørja viku koma nýggir
filmar í biografin í Føroy-
um. Av øllum teimum,
sum ikki koma, er eina
størst saknur í hesum. Ikki
er hann heilt óaktuellur
enn. Um jólini varð hann
frumsýndur í New York.
So kanska finnur hann
vegin higar. Hin báðir
fyrru “Fargo” og “The Big
Lebowski” vórðu báðir
sýndir herheima.
FILMUR IN ABSENTIA. Í tveimum greinum fer Meinhard Jensen úr Gøtu at draga fram eitt úrval av
nýggjum filmum, sum hóast týdningarmiklir í altjóða filmslist, ikki funnu vegin higar í undanfarna ári. Í
hesi fyrru greinini viðger Meinhard filmar hjá brøðrunum Cohen og Wim Wenders. Í seinnu greinini verða
filmarnir “Sweet and lowdown” hjá Woody Allen og “Wonderboys” hjá Curtis Hanson viðgjørdir
Meinhard Jensen
filmsummælari vil
hava altjóða
viðurkendar
filmar sýndar í
føroyskum
biohallum
Odysseuskvæðið undir depressiónini
- Coen brøðurnir aftur