Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. januar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 6. januar 2001 23 22 Sosialurin Nr. 4 - 6. januar 2001 Birgir Kruse Ongantíð áður eru so nógvar bøkur komnar á føroyskum sum undan- farna ár. Heilar 169 í tali. Tað kundi Føroya Lands- bókasavn staðfesta longu annan dagin í nýggja ári- num. Tað besta føroyska bókaárið hevur higartil verið 1990, tá 161 bøkur vórðu útgivnar á móðir- málinum. Fyrrárið løgd- ust 121 bøkur afturat til- takandi føroyska bóka- varðanum. Í fjør varð so samlaða talið av føroysk- um bókum 169. Millum hesar taldist bók numm- ar 4000 á føroyskum máli. Tað var bókin hjá Andrasi Mortensen “Hin føroyski róðrarbáturin”, sum kom út hin 29. november. Við teimum 169 bóku- num, sum komu aftrat í fjør, er samlaða talið av føroyskum bókum í eitt 178 ára skeið komið upp á 4.051. Soleingi hava føroyskar bøkur verið til. Tað var í 1822, at hin fyrsta føroyska bókin skrivaði søgu. Skifta vit tær 169 bøk- urnar, sum komu í fjør, í ymsar bólkar, kunnu vit staðfesta, at stórsti bólk- urin er yrkisbókmentir. Heilar 76 av teim íalt 169. Men nógv tær flestu føroysku yrkisbøkurnar í fjør vóru upprunaføroysk- ar. Bert 14 teirra vóru týddar. Næst stórsti bólkur av bókum eru barna- og ungdómsbøkur. Her eru tær allarflestu týddar. Bert 3 av teim tilsamans 37 vóru upprunaføroysk- ar. Bókadeild Føroya Lærarafelags er virknasta forlag á hesum øki. Triðstórsti útgávubólk- ur er fagurbókmentirnar, sum í fjør taldu 32 titlar. Heili ellivu yrkingasøvn og fýra sjónleikir, eins nógvir og upprunaføroy- sku skaldsøgurnar. Telja vit tær týddu skaldsøgur- nar við, so fáa vit tíggju umframt. So margháttligt tað ljóðar, so kann verða, at týðingararbeiði er tað, sum lønar seg best, tá um skaldsøgur ræður. Tað forlagið, sum hevur gjørt mest vart við seg í hesum bólki, man vera forlagið Sprotin. Síðsti bólkurin av bók- um eru skúla- og læru- bøkurnar, sum vóru 24 í tali. Tær allarflestu upp- runaføroyskar, bert tvær týddar. Tað er Skúlabóka- grunnurin, sum sambært lóg er mest virkin á hes- um øki. Tó eru fleiri út- gávur rættguliga almenn- ar, sum til dømis “Havið” og “Flora”. Í alt komu 169 bøkur í fjør - 103 upprunaverk og 66 týðingar. Umframt hesar 169 bøkurnar á føroyskum eru eisini útkomnar ein hópur av bókum um føroysk viðurskifti á øðrum mál- um - serliga á donskum. Árbøkur, ársfrágreiðingar, álit og annað eru heldur ikki taldar við í tær 169 bøkurnar. Heldur ikki tær tíggju føroysku ljóðbøk- urnar, sum eru føroyskar bøkur lisnar inn á bond, fyrst og fremst at brúka hjá teimum, sum ikki fáa lisið vanligar bøkur. Hes- ar ljóðbøkur verða lisnar inn á band á Landsmið- støðini fyri Undirvísing- aramboð. Nógvar bøkur Út við bókmentum! Birgir Kruse Ja, yvirskriftin skal takast bókstaviliga. At koyra bókmentir út, út á altjóða marknaðin. Har fólk og lesarar eru. Í hópatali. Fyrimyndin í hesum føri eru norðmenn, sum í nøk- ur ár hava marknaðarført bæði fagur- og yrkisbók- mentir í útlandinum. Nú verður eisini alnótin nýtt í markleysa tykisheimi. NORLA er skrivstovan fyri norskar fagurbók- mentir í útlandinum. Hetta er ríkisstuðlað og ikki-handilslig kunningarstova. Hiðani fáast allir upplýsingar um norskar fagurbókmentir og rithøvundarnar aftanfyri bøkurnar. Á skrivstovuni arbeiða trý fólk, ein dagligur leiðari, ein ráðgevi og ein skrivari. Teimum til handa gongur bæði eitt stýri og eitt ráð. Tað er norska mentamálastýrið sum fíggjar raksturin. NORLA gevur út “Select- ed Norwegian Fiction” og eitt tíðindaskriv við ummælum av norskum bókum. Tíðindaskrivið kemur tvær ferðir um árið. MUNIN er norsk yrkis- bókmentunarlig skrivstova við fýra árum á baki. MUNIN er áhuga- felagsskapur við tí endamáli, at samskipað og professionaliserað útbreiðsluna av norskum yrkisbókmentum kring heimin. Grundsjónarm- iðið er sjálvsagt, at um- heimurin ikki kann verða norskar yrkisbøkur fyri- uttan. ”I visshet om at norsk faglitteratur har mye å tilføre utlandet, formidler MUNIN infor- masjon om norsk faglitteratur og gir økonomisk støtte til over- settelser” verður sagt á heimasíðuni hjá skriv- stovuni. Tað var felagið av yrki- sbókarithøvundum, Norsk faglitterær forfatter- og oversetterforening, sum tók stig til at stovna MUNIN. Skrivstovan fær eisini stuðul frá norska mentamálastýrinum, Norsk Kulturråd og Norska Bókaútg- evarafelagnum. Í stýri- num og týðaranevndini í MUNIN eru fólk við al- tjóða áhuga og kontakt- um. Dagligur leiðari í MUNIN er Elisabet W. Middelthon, sum hevur drúgvar royndir á altjóða bókamarknaðinum. Kundi hugsast, at út- lendska oljuvinnan vil lata ein pott av hvørjari forvunnari tunnu til týðarar, so føroysk bókmentaverk kundu verið flutt í altjóða ljós. Livst so borast. Meiri er at lesa um báðar norsku bókmentunarligu skriv- stovurnar í alnótini á hes- um adressum: www.boknett.no/norla www.boknett.no/munin Andras Mortensen rithøvundur við bók nr. 4000 "Hin føroyski róðrarbáturin". Hin 9. februar skal hann verja doktararitgerð á Sjómanskúlanum í Havn NORLA og MUNIN Avloysari fyri skrivstovufólk í Løgtinginum Eitt avloysarastarv fyri skrivstovufólk í farloyvi er leyst at søkja.Tíðarskeiðið er frá 1.mars 2001 til 1. mars 2002. Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar: Telefonavgreiðsla, ávísingar, ferðaforskot og ferðauppgerðir, fráðboðan til og skráseting av nevndarfundum og onnur skráseting í sambandi við løgtingsarbeiðið, harumframt annað vanligt skrivstovuarbeiði. Tann, ið settur verður, skal helst hava skriv- stovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum. Ein treyt fyri at verða settur er, at viðkomandi er kønur í føroyskum og hevur royndir at arbeiða við teldu. Umsøkjarar, sum hava kunnleika til Access hava fyrimun. Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálstýrið og Starvsmannafelagið. Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu vera Løgtinginum, Erling Jallsgøta 6, Boks 208, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 22.januar 2001 kl.16. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Thurid Debess, skrivstovuleiðara, tel. 3110 00.” L.v. Súsanna Danielsen stjóri Bátur til sølu 15,3 tons, fiskiloyvi 4A, alla nautiska útgerð, 5 auto- matiskar snellur og línureiðskap. Tlf.424413 Handilsinnbúgv til sølu Kølara,frystara,kassadiskur,hillar,ljósarmatur.o.a. Tlf.214005 ÚTBJÓÐING Vegna Almanna- og heilsumálastýrið verður arbeiðið viðv.útbygging av Landssjúkrahúsinum, 3. byggistig við hesum boðið út í almenna lisita- sjón. Arbeiðið umfatar inniloking og komplettering av einum bygningi í 4 hæddum umframt kjallara og tilhoyrandi teknikkhædd, tilsamans o.u. 5200 m2. Boðið verður út í niðanfyri nevndu arbeiðistøk- um: A) Inniloking B) Timbur- og snikkaraarbeiði C) Gólválegging D) Málaraarbeiði E) VVS-arbeiði F) El-arbeiði Lisitasjónin verður ultimo februar 2001. Tíð og stað verður kunngjørt nærri í útbjóðingarskrivi,ið verður sent teimum bjóðandi. Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast í seinasta lagi 9. januar 2001 við at flyta kr. 20.000,00 í veðhaldi fyri hvørja arbeiðistøku á konto nr. 1269218 í Føroya Sparikassa. Tilskilast skal á inngjaldingar- fráboðanina, hvørjar arbeiðistøkur, talan er um. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingar- tilfarið er aftursent í seinasta lagi eina viku aftan á lisitasjónina. Sp/f Arkitektavirkið Landsbyggifelagið P/F Árni Winther Grønlandsvegur 5 Niels Winthersgøta 4 100 Tórshavn 100 Tórshavn Tel.31 47 44 Tel.31 41 90 Endurlýsing eftir LEIÐARA til Dagstovnin í Kvívík Vegna ov fáar umsóknir søkir Kvívíkar Kommuna av nýggjum eftir leiðara til Dagstovnin í Kvívík til setan 1.apríl 2001 ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv. Undir Dagstovninum í Kvívík eru vøggustova til 10 børn, barnagarður til 20 børn, skúlaskipan til 10 børn og frá 1. januar 2001 eisini dagrøkt, har tað í løtuni eru 3 børn. Leiðarin Vit sóknast eftir leiðara,sum: • hevur útbúgving sum pedagogur • hevur royndir á økinum • á námsfrøðiligan hátt kann virka fyri at útinna lógarásettu uppgávuna hjá dagstovninum at menna,menta og hava umsorgan fyri børnun- um í tryggum umhvørvi • hevur hug og vilja at seta sín dám á endamáls- orðingina fyri stovnin • er opin fyri nýhugsan • í samstarvi við bygdarráð og foreldur kann vera viðvirkandi til at fylla út karmarnar um ansingarskipanina í kommununi • hevur góð samstarvsevnir Kommunan kann bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv.Leiðarin verð- ur við til at skapa karmarnar á ansingarøkinum, sum hevur stóran týdning fyri kommununa. Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Føroya Pedagogfelag. Møguleiki er fyri,at starvsøkið kann verða víðkað /broytt innan fyri ásettu karmarnar í lógini. Umsóknir saman við avriti av prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: Kvívíkar Kommunu FO-340 Kvívík og vera kommunuskrivstovuni í hendi seinast mánadagin 15.februar 2001. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til bygdarráðsformannin, Heina Holm, tlf. 421294 ella 210294.