Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 8. september 2006 15 tíðindi Nyttar einki at koma eftir okkum við homlubandinum – Tað ber ikki til at leggjast á okkum við homlu­bandi­ num. Mortan Johannesen í Havn er alt annað enn samdur við Egil Olsen í Sosialinum mánadagin. Har sigur Egil Olsen, at eftir hansara tykki skulu skip og bátar hava skyldu til at taka livur við til lands. Teir bátar, sum ikki gera tað, skulu revsast við at missa fiskidagar. Hetta er heilt burturvið, sigur Mortan Johannesen. Sjálvur hevur hann út­ róðr­arbátin Tvíburðar, sum hann rør út við, tá ið líkindi eru. – Hevur Egil Olsen fing­ ið sær eitt virki, sum hann ikki fær nóg mikið av rá­ vøru til, kann hann ikki lata alla fiskivinnuna svía fyri tað, heldur Mortan Johannesen. – Tað er reinur ørskapur at tvinga bátar og skip at taka livur, tí tað hevði forkomið okkum. Mortan Johannesen sig­ ur, at hann kann ikki tvingast at taka livrina, tí tað hevði tikið so langa tíð, at hann hevði ikki fingið fiskað. – Fiskiskapurin hevði minkað minst 50%. Men komið eg til lands við eini kurv av livur, fái eg kanska 150 krónur fyri hana. Men afturfyri havi mist fyri einar 5000-6000 krónur í fiski og so er dagurin farin fyri skeyti. – Hetta hava vit ikki ráð til, tí dagarnir eru so fáir, at tá ið vit eru úti, ræður sjálvandi um at fiska so nógv sum gjørligt. Hann leggur afturat, at hetta sama er galdandi fyri allar útróðrarbátar. Men tað er ikki bara bát­ arnir, sum eru fyri missi. – Virkini, sum skulu taka ímóti fiskinum, fáa eisini tað minni av fiski. Mortan sigur, at tí er hetta ikki so einfalt sum bara at tvinga okkum at taka livur. Men í Sosialinum í gjár mælir Egil Olsen til, at gera eina skipan so at tað ber til at avreiða fiskin ókruvdan, so at hann kann kryvjast á landi ístaðin fyri, tí so kann livurin fáast til høldar. – Hetta havi eg mangan tosað um, men eg havi ongantíð vitað, at nakar hevur tikið hetta upp á rætta staðið. Tað eru gjørdar royndir við hesum bæði í Runva­ vík, Í Havn, á Tvøroyri og í Vági, men tað datt niður­ fyri aftur. – Mær er upplýst, at ein orsøk var, at tey fingu ikki fólk at kryvja á landi. Heldur ikki á plássum, har tey knógvaðu undir met­ høgum arbeiðsloysi, bar til at fáa fólk at kryvja. – Ein onnur orsøk var, at tað var ov dýrt at kryvja á landi. Men Mortan Johannesen staðfestir, at skulu vit fara undir eina slíka skipan, nyttar onki at halda uppat eftir nøkrum fáum vikum. – Vit mugu fara undir eina skipan, sum varar í nakrar mánaðir, tí eg eri fullvísur í, at tá ið fólk eru komin í venjing at kryvja á landi, fer tað at loysa seg, tí livurin eigur at dekka arbeiðslønina og væl tað. Serliga hesa tíðina og út á árið, er nógv livur í fiski­ num, so eg ivist ikki í, at tað ber til. – Tað er ótrúligur munur at standa við eitt borð á landi og kryvja, heldur enn at kryvja umborð á bát­ unum og tað hevði verið ein stórur lætti hjá útróðr­ armonnunum. – Og sleppa vit undan at kryvja umborð, hava vit havt nógv betri stundir at fiska og so høvdu virkini fingið enn meiri rávøru, leggur hann afturat. – Hann metir, at tað hevur nógv størri týdning at fáa eina slíka skipan í lag, heldur enn at sveiggja koyrilin yvir fiski- og út­ róðrarmenn. Tað er í fínasta lagi at taka livur, tá ið umstøður eru til tað. Men tað ber ikki til, bara at sveiggja koyrilin í óðum verkum og tvinga okkum at taka livur, sjálvt um tað avleiðingin hevði verið, at vinnan fer fyri bakka. – Var prísurin á livur 15 krónur fyri kilo, var gam­ aní, men tað ber ikki til at áleggja okkum at taka liv­ ur fyri ein prís, sum er fýra, fimm krónur fyri kilo, sum hann er nú. – Sjálvandi skulu vit gagn­nýta fiskatilfeingi sum best, men tað er altíð ein spurningur um, hvat loysir seg. Og sum støðan er nú, loysir tað seg ikki, so einfalt er tað. Mortan Johannesen finst eisini at búskapar­frøðing­ um og politikarum, sum vilja leggja tileingisavgjald á fiskivinnuna, tí tað er so torført í vinnuni í dag, at tað melur nóg illa runt fram­manundan. – Fiskivinnan er hønan, sum verpur gulleggini. Men einaferð verða so nógv­ir fjarðar royttir av henni, at hon heldur uppat at verpa. - Fiskimenn leggja nógv fyri mangan og teir koma ikki sovandi til veiðina. Og verða teir dripnir í avgjaldi, er skjótt, at fiskivinnan fer fyri bakka. – Tað, sum Egil Olsen vil hava okkum til, er ørskapur, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður Fiskatilfeingi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Fyri tað um Egil Olsen hevur eitt virki, sum hann ikki fær nokk av rávøru til, kann hann ikki royna at fáa politikarar at seta eina skipan í verk, sum hevði kostað mær fleiri túsund krónur hvønn einasta útróðrardag, sigur Mortan Johannesen Leygardagin 23.09, kl. 9 – 17 skipar felagið AGAPE fyri evnisdegi í meinig­heits­húsinum á Skála. Evni: Maktmenniskja í heimi, meinigheit og samfelag. Fyrilestrar 1. Maktmenniskja og upprunafamiljan. 2. Hvat eyðkennir eitt maktmenniskja. 3. Hvussu møta vit maktmenniskjum persónliga – og í meinigheit og samfelag Undirvísari: Steen Palmqvist, familjuráðgevi og psykoterapeutur, sum gjøgnum arbeiði sítt hevur stóran kunnleika um, hvørja ávirkan maktmenniskju hava, og dugir at vísa á, hvussu vit eiga at møta hesum menniskjum. Kostnaður: 200 kr. fyri døgurða + undirvísing Fráboðan um luttøku hjá Felagnum AGAPE. Tlf. 32 11 75 , T-post: viggo@kallnet.fo Evnisdagur 23. september 2006 Røktarheimið á Mørkini Søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum Røktarheimið á Mørkini er ein samskipaður partur av Heimarøktini Vágar/ Norðstreymoy. Á Røktarheiminum á Mørkini eru 32 búpláss býtt út á 4 eindir við 8 búplássum á hvørjari eind. Til hvørja eind er felags køkur og stova. Búeindirnar eru sambundar av einum meginbygningi, ið umfatar meginkøkin, hølir til ergo- og fysioterapi og sal til felagstiltøk á heiminum. Aðalsetningurin fyri heimi er, skapa eitt so heimligt og livandi umhvørvi sum gjørligt. Heimið opnaði í maj 2006 við 16 røktarheimsplássum og í løtuni eru vit í ferð við at taka síðstu eindirnar í brúk. Ì hesum sambandinum søknast vit eftir 2 sjúkrarøktar- frøðingum at arbeiða 0,5 tíð í kvøldvakt, frá 01. oktober 2006 ella skjótast tilber. Ábyrgdarøki: Umframt at hava røktarfakliga ábyrgd av heiminum á Mørkini um kvøldið, inniber starvið, eisini at røkja sjúkrarøktaruppgávur úti í økinum í Sunda- og Eiðis kommunu. Har undir eisini uppgávur inni á Korndalsbýlinum á Eiði. Vit søkja eftir fólki: • við røktarfakligum royndum • sum hevur hug og hegni at samstarva við ymiskar fakbólkar • Megnar at arbeiðs sjálvstøðugt • Hevur hug at starvast bæði inni á heiminum og úti í økinum Vit kunnu bjóðað: • eitt spennandi og mennandi starv har arbeitt verður tvørfakligt. • eitt starv við skiftandi avbjóðingum • eitt starv í einum øki, sum er í støðugari menning. Størvini eru lønt eftir sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkra-røktar­frøð­ ingar. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til deildarleiðarn á Mørkini á telefon 507010. Ella varaleiðarn á tlf 214570. Umsókn: Umsókn við avriti av autorisatión, prógvi og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: Røktarheimið á Mørkini 435 Streymnes Att: Annika Vágsheyg Umsóknarfreist: 25-09-2006