fríggjadagur 8. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 173 - 8. september 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
– Mítt samband við Sir Alex Ferguson hevði verið sera gott, men í
fjør kendi eg tað, sum at hann stakk ein knív í ryggin á mær
Ruud van Nistelrooy, fótbóltsspælari í Real Madrid
Leygardagin spæla tey
bæði fremstu liðini í
1. deild ímóti hvørjum
øðrum.
B71
liggur
fremst við 45 stigum
fyri 19 dystir, meðan
AB hevur 40 stig fyri
18 dystir. Sum støðan er
í 1. deild í løtuni, liggja
B71 og AB væl fyri at
vinna sær uppflyting, nú
seinastu umførini skulu
spælast.
B71 kann við einum
sigri á AB leygardagin
mest sum tryggja sær
uppflytingina til bestu
deildina, meðan AB
kann fáa trupulleikar,
um liðið tapir dystin.
AB hevur tó fleiri stig
at geva út av, tí LÍF og
TB, sum eru í hølunum,
hava bæði 36 stig fyri
19 dystir.
TB skal leygardagin
spæla á heimavølli ímóti
HB, meðan LÍF fer á
vitjan hjá SÍ í Sørvági.
Seinasti dysturin verður
millum KÍ og Royn í
Klaksvík.
B71 og AB
bresta saman
Føroyski landsliðsspælar
in Símun Samuelsen
hevur leikbann, tá ið
íslendska felag hansara,
Keflavík, skal spæla um
vikuskiftið. Símun, sum
hevur verið fatur maður
á liðnum hjá Keflavík
og hevur staðið seg
sera væl, hevur fingið
ov nógv gul kort, og
hann kann tí ikki spæla
ímóti Fylkir sunnudagin.
Símun er tøkur aftur til
dystin ímóti Válur tann
16. september.
Símun hevur
leikbann
Christian
Lamhauge
Holst og liðfelagarnir
í Lyngby hava truplan
dyst á skránni í donsku
1. deild um vikuskiftið.
Lyngby liggur á odda í
deildini, og sunnudagin
sleppa teir veruliga at
royna seg, tá ið teir
spæla á útivølli ímóti
AGF. Higartil hevur
AGF fingði misjøvn
úrslit, men liðið verður
roknað sum tað sterkasta
í næstbestu donsku deild
ini. Sambært donsku
Tipstænastuni er AGF
eisini favorittur til at
vinna dystin. Vinnur
AGF dystin, gevur tað
pengar 1.95 ferðir aftur,
meðan sigur til Lyngby
gevur 3.05 í odds.
Holst skal
til Århus
GÍ og HB hava eitt
leikbann í part, tá ið
liðini bresta saman
í Gøtu sunnudagin.
Tað eru gingnir
tríggir mánaðir,
síðani GÍ seinast vann
í Formuladeildini, og
tá var tað júst ímóti
mótstøðuliðnum
sunnudagin
GÍ-HB
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í Gøtu hungra tey av álvara
eftir einum sigri, tí tað eru
gingnir tríggir mánaðir,
síðani GÍ seinast vann í
Formuladeildini.
Tað var tann 14. juni, tá
ið GÍ vann flottan sigur
ímóti HB í Havn. Hetta
var eisini umfarið, tá ið GÍ
av álvara blandaði seg upp
í oddastríðið, men síðani
hevur liðið ikki vunnið.
Fimm av teimum seks
seinastu
dystunum
eru
endaðir við javnleiki, og GÍ
hevur spælt 10 javnleikir
í hesum kappingarárinum
– tá er javnleikurin ímóti ÍF
seinast strikaður, tí nýggjur
dystur skal spælast.
Ivast í leikbanni.
Og júst strikaði dysturin í
Fuglafirði, hevur fingið tey
í Gøtu at ivast í, hvør spælari
hevur leikbann til dystin
ímóti
HB
sunnudagin.
Símun
Louis
Jacobsen
var leikbannaður til dystin
ímóti ÍF, og í dystinum
ímóti ÍF fekk Kaj Ennigarð
sítt fimta gula kort og átti at
havt leikbann ímóti HB.
Seinast vit tosaðu við FSF,
var eingin niðurstøða gjørd
um gulu kortini í dystinum
millum ÍF og GÍ, sum skal
spælast av nýggjum, men
mest sannlíkt er, at øll kort
í dystinum verða strikað,
og tí verður tað Símun
Louis Jacobsen, sum hevur
leikbann sunnudagin.
Allir hinir spælararnir hjá
GÍ eru tøkir
Vagnur leikbann
HB hevur so at siga
fulla manning, tá ið liðið
sunnudagin fer til Gøtu.
Vagnur Mohr Mortensen
fekk tveir dagar leikbann
eftir
útvísingina
imóti
NSÍ, og hann skuldi sita
yvir, tá ið EB/Streymur
og HB spældu steypadyst
mikukvøldið. Tann dystur
in var av ongum, og tí
kann Vagnur ikki spæla
sunnudagin.
Allir hinir spælararnir
hjá HB eru klárir til dystin
ímóti GÍ.
GÍ hevur ikki vunnið í tríggjar mánaðir
Seinast GÍ vann ein dyst í Formuladeildini var tað ímóti HB, sum liðið aftur skal spæla ímóti sunnudagin
VB/Sumba vil hava
stig burtur dystinum
móti oddaliðnum.
Teir hava heimavøll
og allir mans eru
klárir. Oddaliðið
hevur eisini so at siga
alt fólkið klárt, og har
er kravið heilt einfalt
trý stig
VB/S-EB/STR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað er ikki yvir at dylja, at
báðir partar kunnu liva við
at missa stig, tá bæði VB/
Sumba og EB/Streymur
hava fimm stig niður til sínar
nærmastu kappingarneytar.
Men greitt er, at VB/Sumba
enn ikki hevur tryggjað sær
sess í deildini komandi
kappingarár, og at EB/
Streymur ikki hevur vunnið
sítt fyrsta FM nakrantíð
enn. Tí fara báðir partar
at gera sítt besta til at fáa
stig og helst fleiri burtur úr
dystinum á Eiðinum í Vági
sunnudagin.
Heimaliðið hevur allar
mans tøkar. Hvørki leik
bann ella skaðar merkja
hópin á nakran hátt, og
fara allir mans at gera sítt
til, at liðið nú reisir seg
eftir ósigurin fyri B36
seinast. Undanfarnu dystir
nir og venjaraskiftið høvdu
givið ábendingar um, at
felagsliðið í Suðuroynni
hevði funnið stevið, nú teir
vunnu á GÍ og spældu javnt
móti KÍ, áðrenn meistararnir
koppaðu teimum í Vági.
Verjuspælari farin
Hjá EB/Streymi eru so at
siga allir mans tøkir. Tó
hevur felagið nú sagt Ólavi
Poulsen farvæl. Hann fer
av landinum og tí verður
oddaliðið ein verjuleikara
færri, tað ið eftir er av
kappingarárinum.
Ólavur Poulsen er einasti
maðurin, sum felagsliðið
heilt víst ikki roknar við
sunnudagin, meðan tað
framvegis er ivasamt, hvørt
Jørgen Meitilberg verður
tøkur ella ikki, eftir at
hann hevur verið úti við
trupulleikum í lærkrikanum
í eina tíð.
Men er Jørgen Meitilberg
eitt ivamál undan dystinum,
so er tó ongin ivi um, at
hvat oddaliðið fer eftir,
nú teir fara suður. Trý stig
er kravið um teir ætla at
varðveita fjarstøðuna til
B36, tí tað kann á ongan
hátt roknast við, at nærmasti
kappingarneytin fær annað
enn trý stig í Gundadali
sunnudagin, tá botnliðið
B68 vitjar.
VB/Sumba vil hava stig
Oddaliðið EB/Streymur og botnliðið VB/Sumba eru
fullmannað til dystin í Vági sunnudagin