fríggjadagur 8. september 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 173 - 8. september 2006 ]
Clayton
heldur
fram í B71
Toppskjúttin í næstbestu
deildini, Clayton Soares,
hevur júst gjørt nýggjan 2-
ára sáttmála við B71, har
hann hevur spælt seinastu
trý árini. B71 liggur til at
flyta upp í bestu deild
ina næsta ár, og tað er
ikki minst takka verið
teimum mongu málunum
frá Clayton. Onnur feløg
hava víst áhuga fyri
toppskjúttanum, men
nú hevur hann gjørt av
at spæla við B71 næstu
tvey árini. Clayton Soares
hevur skotið 36 mál í
kappingini í ár, men
fyrradagin misti hann
11 mál, tá ið VB/Sumba
varð koyrt úr kappingini
í 1. deild.
Claus
kann spæla
fyrsta dyst
Claus Bech Jørgensen
kann leygardagin spæla
sín fyrsta dyst fyri Black
pool, sum hann júst er
farin at spæla við. Tað var
beint fyri evstamark 31.
august, at Claus skifti frá
Coventry til Blackpool,
sum spælir í triðbestu
ensku deildini. Síðani
hevur Claus boðað frá,
at hann gevst at spæla á
føroyska landsliðnum,
har hann hevur spælt 10
landsdystir. Claus sigur,
at hann hevur mist hugin
at spæla við føroyska
landsliðnum, og tí gevst
hann. Nýggja felagið hjá
honum hevur bara fingið
fimm stig í seks teimum
fyrstu dystunum, og
liðið liggur nummar 20
av 24 liðum í deildini.
Leygardagin
spælir
Blackpool á útivølli
ímóti Port Vale, sum er
at vinna ovarliga á stiga
talvuni. Port Vale liggur
nummar 3 og hevur í
hesum kappingarárinum
vunnið tveir heimdystir
og tapt ein.
Gibralatar vil upp í UEFA
Enn ein pinkutjóð í Europa vil sleppa at spæla fótbólt við
teimum stóru. Gibraltar hevur søkt um limaskap í europeiska
fótbóltssambandinum UEFA, og umsóknin skal viðgerast
í januar mánaði. Tað búgva 30.000 fólk í Gibraltar, sum
bara er 10 ferkilometrar til støddar. Spania er ímóti, at
Gibraltar fær limaskap í UEFA, og í Spania hevur verið
roynt at gera umsóknina politiska. Tað hevur formaður í
fótbóltssambandinum í Gibraltar funnist harðliga at.
Eriksson spøkir í West Ham
Fyrrverandi enski landsliðsvenjarin í fótbólti, Sven Gøran
Eriksson, sigst nú at vera upp á tal sum nýggjur venjari í
enska felagnum West Ham. Sviin hevur ikki havt nakað starv,
síðani hann gavst sum enskur landsliðsvenjari í summar,
men enskir fjølmiðlar vilja verða við, at hann kann gerast
næsti venjarin í Premier League felagnum. Tosað hevur
verið um, at iranski ríkmaðurin Kia Joorabchian ætlar at
keypa felagið, og tí skal Eriksson nú verða upp á tal sum
venjari í felagnum.
Dysturin ímóti
botnliðnum B68
sunnudagin skal
vinnast, um B36 skal
varðveita ein lítlan
møguleikan at koppa
oddaliðnum EB/
Streymi. B68 manglar
tveir av sínum stuðuls
spælarum til dystin
B36-B68
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sunnudagin hittast næst
fremta og næstaftasta liðið
í Formuladeildini í Havn.
B36 tekur ímóti B68, og lið
ini hava hvørt sítt mál fyri
framman.
B36 ætlar sær at varðveita
møguleikan at vinna FM í ár,
og B68 stríðist fyri at sleppa
undan hóttandi niðurflyting.
Stigini hava nógv virði, og
javnleikur er ov lítið hjá báð
um liðunum at fáa burturúr.
B36 liggur fimm stig
aftanfyri EB/Streym, sum
tykist hava sett ferðina upp
fram ímóti FM-gullinum.
Føroyameistararnir ætla tó
ikki at geva seg uttan harðan
dyst, og sunnudagin skulu
teir hava trý stig burturúr.
B36 hevur so at siga allar
spælararnar tøkar til dystin.
Einasta ivamálið er Bergur
Midjord, sum hevur drigist
við skaða í nakrar vikur
og ikki hevur fingið vant
ella spælt við fullari ferð.
Bergur venur nú aftur, men
spurningurin er, um hann er
heilt klárur til dystin ímóti
B68.
B68 manglar tveir
Toftamenn fara til Havnar
uttan tveir av sínum føstu
spælarum. Øssur Hansen,
sum hevur verið millum
teir bestu hjá B68 í hesum
kappingarárinum, verður
ikki við sunnudagin. Hann
arbeiðir uttanlands og er bara
heima til tíðir. Nú hevur hann
so eisini fingið leikbann, og
tí kann hann ikki spæla ímóti
B36.
Kári Hansen hevur verið
ein av spælarunum í verjuni
hja B68 í ár, men hann er
heldur ikki tøkur hesaferð,
tí hann er skaddur. Harvið
mangla tveir spælarunum,
sum hava verið við at manna
verjuna hjá B68 í nógvum
dystum í ár.
- Vit mangla tveir spælarar,
men vit eru klárir til dystin
sunnudagin. Okkara mál er
at sleppa undan niðurflyting,
og vit hava brúk fyri stigum
í tøttu kappingini við ÍF og
VB/Sumba, sigur Bill M.
Jacobsen, venjari hjá B68
B36 ætlar at halda lív í FM-vónini
NSÍ segði í vikuni
venjaran úr starvi.
Nú vóna teir, at
liðið kemur aftur á
rætta kós, men tað
verður uttan Pól
Thorsteinson, sum
hevur leikbann. Skála,
sum liggur mest sum
í ongamannalandi,
hevur allar mans
tøkar, og teir ætla
sær øll trý stigini
sunnudagin
Skála-NSÍ
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Skála og NSÍ møtast í granna
uppgerð á Skála sunnudagin.
Heimaliðið hevur ikki tað
heilt stóra at spæla fyri, men
teir siga, at teir ætla sær øll
stigini móti grannunum úr
Runavík. NSÍ hevur hinvegin
nógv at spæla fyri. Teir liggja í
løtuni á fjórða plássi, bert tvey
stig frá einum medaljuplássið,
og teir hava ikki ráð at missa
nakað stig, eftir at teir hava
tapt tríggjar dystir á rað.
Hjá Skála sær gott út við
fólki. Einasta ivamálið er
Bjarni Jørgensen, sum hevur
verið skaddur í longri tíð.
Hann hevur spælt onkran
dyst á næstbesta liðnum,
men tað verður ikki roknað
við, at hann verður tøkur til
dystin sunnudagin.
Pól leikbann
Í Runavík mangla teir ein av
týdningarmestu leikarunum,
Pól Thorsteinson. Hann fekk
reytt kort í dystinum á Mølini
seinast, og tí verður hann ikki
við. Óli Hansen er tó klárur
aftur eftir leikbann. Eisini
Helgi L. Petersen er komin
heimaftur úr Danmark, og
í Runavík meta tey, at hann
verður partur av liðnum móti
Skála.
NSÍ hevur vunnið báðar
undanfarnu dystirnar hetta
kappingarárið móti Skála,
men teir báðir dystirnir hava
verið við Løkin í Runavík.
Nú verður dystur á Skála,
og spennandi verður at
vita, um venjaraskiftið fer
at hava røttu ávirkanina á
runavíkingar, sum veruliga
hava brúk fyri øllum stig
unum eftir trý tap á rað.
B36 stríðast fyri FM-møguleikan, meðan B68 stríðist fyri
lívinumí bestu deildini. Sunnudagin hittast liðini í Havn
NSÍ má aftur á rætta kós