Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 173 - 8. september 2006 Pedagogur og avloysarar Dagstovnurin í Sørvági søkir eftir einum pedagogi og avloysarum at byrja sum skjótast. Pedagogstarvið er eitt barnsburðarstarv í barna­ garðsstovu og møguleiki er fyri at fáa fast starv. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Førleikakrav: Pedagogútbúgving, um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað. Løn- og setanartreytir Sambært sáttmála mllum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya í lønarflokki 11 til 16 fyri pedagogar og 1 til 5 fyri hjálparfólk. Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Gittu av Kák á tlf. 229495. Umsókn saman við útbúgving, royndum og møguligum viðmælum, skulu sendast innan 23. september 2006 til: Dagstovnin í Sørvági Kjóadalsvegur 1 · 380 Sørvágur Viðmerkjast skal: Umsókn Lærarastarv í Miðvágs- Sandavágs skúla Søkt verður eftir lærara til Miðvágs-Sandavágs skúla fulla tíð fyri lærara í barnsburðarfarloyvi. Tíðarskeið: 30. oktober 2006 - til umleið 20. mai 2007. Vit vænta, at umsøkjarin • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfelagarnar á skúlanum kunnu undirvísa og taka lut í dagliga virksemi skúlans • dugir at samstarva og vera fyrikomandi • er fúsur at taka við avbjóðingum og broytingum, sum kunnu menna og skapa virðing fyri skúlanum • setir heiður í at vera stundisligur og nærlagdur Tann/tey, ið settur verður, má kunna átaka sær at undirvísa í hesum lærugreinum • gentu- og dreingjaítrótti og svimjing í 1.-10. flokk • tónleiki í 10. flokki • rokning í 1. og 6. flokki • heimkunnleika í 2. og 3. flokki Starvið kann býtast millum fleiri umsøkjarar, um neyðugt. Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sáttmálasett, uttan so, at tann, sum settur verður, frammanundan er tænastu- mannasettur lærari. Lønin er ásett millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi leygardagin 23. september 2006 kl. 16.00. Nærri fæst at vita við at skriva, ringja ella koma á tal við Hans Jørgensen, skúlastjóra, 370 Miðvágur. Telefon 33 28 20 – 33 23 18 ella 21 88 20. Teldupostur mss@skulin.fo Miðvágs-Sandavágs skúli lýsingar