fríggjadagur 8. september 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 8. september 2006
31
Pedagogur
til Drotning Ingridar
Meinigheitsbarnagarð
Vit sóknast eftir einum pedagogi, at starvast 30
tímar um vikuna í Látrinum.
Í Látrinum ganga 17 børn í aldrinum 3-6 ár og
við tær vera tit 4 starvsfólk, 2 pedagogar og 2
hjálparfólk.
Vit vóna tú kann byrja í starvinum 1. oktober 2006.
Vit bjóða:
• áhugavert og avbjóðandi starv
• rúm fyri nýhugsan
• góðar og álítandi starvsfelagar
Vit vænta at tú:
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• kann taka ábyrgd
• hevur hugflog og er kreativ/ur
• dámar væl at vera úti
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett, eftir sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelagið.
Meiri fæst at vita
um starvð við at venda sær til leiðan á tlf. 312253
og 212253.
Umsókn
saman við avriti av prógvi og møguligum viðælum,
skulu vera stovninum í hendi í seinsta lagi
fríggjadagin 22. september 2006.
Drotning Ingridar
Meinigheitsbarnagarður
Jóannesar Paturssonargøta 13
100 Tórshavn
drim@post.olivant.fo
Skrivari í
Fuglafjarðar skúla
Søkt verður eftir skúlaskrivara í Fuglafjarðar skúla
at arbeiða parttíð (0,75) frá 1. november 2006 at
rokna.
Søkt verður eftir skrivara, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans kann avgreiða fyrisitingarligu
uppgávur skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
• er stundisligur og nærlagdur
Harafturat skal skrivarin av og á kunna arbeiða í
skiftandi arbeiðstíðum.
Førleikakrøv:
Tann, ið verður settur í skrivarastarvið, skal hava
góðan málførleika eins og neyðugt er at hava
góðan førleika at nýta teldu.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Kommunala
Arbeiðsgevarafelag
Føroya
og
Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera Fuglafjarðar
kommunu í hendi í seinasta lagi 25. september
2006 kl. 15.00.
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Súna
í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 444087 ella 214087.
Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran:
suni@ffs.fo
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 4. september 2006
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar skúli hevur umleið 335 næmingar í 19
flokkum. við skúlan starvast 34 lærarar, 1 stuðul,
1 skrivari, 1 húsavørður og 4-5 reingerðingarfólk.
Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni:
www.ffs.fo
lýsingar
Lesið
- so eru tit við