fríggjadagur 8. september 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 173 - 8. september 2006
tíðindi
Seinasta vikuskiftið
var nógvur aktivitetur
í Tórshavnar
Kommunuskúla í
Tórsgøtu í sambandi
við at 50 ár eru liðin
síðan skúlin varð
tikin í nýtslu, og 90 ár
eru síðan Realskúlin
varð bygdur
Lagt til rættis:
Rigmor Dam og
Magnus Gunnarsson.
Áhugin var sera stórur
fyri
framsýningini
um
Kommunuskúlan,
sum
Jórunn
Dánialsdóttir
Poulsen saman við øðrum
hevur staðið fyri. Nógv
av teimim vitjandi kendu
seg sjálvi, foreldur ella
ommur og abbar aftur á
myndunum.
Fríggjakvøldið var ein
konsert fyri almenninginum.
Tað var kór og orkestur
skúlans, umleið 90 luttak
andi,
næmingar
og
lærarar, sum framførdu.
Høvuðsverkið á konsertini
var
Kommunuskúlakan
tatan
”Fedranna
tala”,
sum Heðin Brú og Hans
Jacob Højgaard gjørdu til
Kommunuskúlavígsluna 2.
sep. 1956.
Leygarkvøldið var sama
konsert
framførd
fyri
innbodnum. Konsertirnar
fríggjakvøldið og leygar
kvøldið vóru við barna
kóri, lærarakóri og skúla
orkestrinum.
Leygarkvøldið varð eisini
eitt minnisrit lagt fram, sum
Jens Marius Hentze, fyrr
verandi lærari á skúlanum,
skrivaði í samband við
føðingardagin.
Stórt føðingardaghald í
Tórshavnar Kommunuskúla
Nógv fólk vitjaði Kommunuskúlan seinasta vikuskiftið.
Nógv av teimum vitjandi kendu seg sjálvi, foreldur
ella ommur og abbar aftur á myndunum.
Fríggjakvøldið var ein konsert fyri almenninginum, og leygarkvøldið fyri innbodnum lærarum, starvsfólkum og
býráðnum.
Jens Marius Hentze, fyrrverandi lærari á skúlanum, skrivaði
minnisritið um skúlan, og varð tað lagt fram leygarkvøldið.
Áhugin var sera stórur fyri framsýningini, sum Jórunn
Dánialsdóttir Poulsen stóð fyri. Her saman við Jákup Thomsen,
lærara.
Tað var kór og orkestur skúlans, umleið 90 luttakandi, næmingar og
lærarar, sum framførdu ”Fedranna talu”, sum Heðin Brú og Hans Jacob
Højgaard gjørdu til Kommunuskúlavígsluna 2. sep. 1956.