Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 8. september 2006 29 tíðindi USA viðgongur nú, at landið hevur loynilig fongsul í øðrum londum. Tey eru neyðug, sigur forsetin. Tað var í einari røðu í Hvítu Húsunum fyrradagin, at George W. Bush, forseti, segði, at 14 fangar eru fluttir úr loyniligum CIA- fongslum uttanlands til Guantanamo, har teir skulu rættarsøkjast fyri at hava havt tilknðti til yvirgang. Hetta er fyrstu ferð, at amerikanskir myndugleikar viðganga, at USA hevur havt loynilig fongsul í øðrum londum, og at fangar eru fluttir millum lond. Men sambært forsetanum hevur tað verið neyðugt at halda upplðsingunum aftur. -Tað var neyðugt at flyta hesar persónarnar til lond, har vit kundu fjala teir, og har serfrøðingar kundu avhoyra teir, segði Bush. Sambært sjónvarpinum ABC verða allir fangarnir í teimum loyniligu fongslu­ num fluttir til Guantanamo í næstum. Teirra millum er Khalid Sheikh Mohamm­ ed, sum sam­bært amerikan­ arunum legði álopini tann 11. september í 2001 til rættis. Evropa visti tað Í november í fjør avdúkaði blaðið The Washington Post, at USA fjaldi fangar í loyni­lig­um fongslum í Eystur­evropa og aðra­ staðni, og at CIA brúkti avhoyringarhættir, sum eru í stríð við altjóða reglur. Eingin veit við vissu, hvussu nógvir fangar hava verið í hesum loyniligu fongslunum, men manna­ræt­ t­­inda­­­felags­skapurin Human Rights Watch hevur mett talið til umleið 100. Amerikanska stjórnin vísti ikki tíðindunum aftur, men segði, at alt bleiv gjørt fyri at verja USA og landsins áhugamál. Samstundis setti stjórnin eina kanning í verk fyri at fáa greiði á, hvussu fjølmiðlarnir høvdu fingið upplðsingar um tey loyniligu fongslini. Sambært The Washington Post hevði CIA loynilig fongsul í Evropa. Ein kanning hjá Evroparáðnum avdúkaði, at CIA hevði fjalt fangar í Pólandi, Rumenia og aðrastaðni. Kanningin avdukaði eisini, at flogfør hjá CIA høvdu flutt fangar í evropeiskum loftrúmi, og at tey høvdu millumlent í fleiri floghavnum so sum í Keypmannahavn, Oslo, Dublin, Milano og Athen. Men kanningin staðfesti eisini, at CIA hevði ikki kunnað flutt fangarnar, uttan at tær evropeisku stjórnirnar vóru vitandi um tað. Bush viðgekk loyniligu fongslini George W. Bush heldur røðu í Hvítu Húsunum fyrradagin. útlond -Vit máttu fjala fangarnar, so serfrøðingar kundu avhoyra teir (George W. Bush). SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 Ísraelski varaforsætis­ ráðharrin, Shimon Perez, vil vera við, at Hizbollah brúkti russisk vápn í bardøgunum við ísraelska herinum í Suðurlibanon herfyri. -Vit hava sæð vápnini, og tey eru russisk, segði Peres við russiska útvarpið í gjár. Hann segði, at ísraelska stjórnin hevur fingið at vita, at Russland hevur biðið myndugleikarnar í Sýrialandi greiða frá, hvussu Hizbollah hevur fingið fatur á russiskum vápnum. Sýrialand og Iran stuðla Hizbollah, og bæði londini keypa vápn úr Russlandi. Russisku myndug­leikar­ nir avsanna kortini, at Hizbollah hevur russisk vápn. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar í Moskva sigur við AP, at hevur Hizbollah brúkt russisk vápn, so hevur felagsskapurin fingið fatur á teimum einstøku lutunum onkunstaðni og síðani sett vápnini saman. Hizbollah hevði russisk vápn Í Kanada er stjórin um at koma í trupulleikar, eftir at 16 kanadiskir hermenn hava latið lív í Afghanistan tríggjar teir seinastu mánaðarnar. Tað lutfalsliga stóra mann­fallið hevur fingið andstøðuna at krevja, at Kanada skal taka sínar 2.300 hermenn úr Afghanistan. Kravið hjá and­­­støðuni er, at aftur­­ tøkan byrjar beinan­vegin, og at teir seinastu kanad­ isku her­­menninir skulu fara úr Afghanistan um tríggjar mánaðir. Fyrr í ár samtykti ein meiriluti í kanadiska tjóðartinginum, at her­ menni­nir skulu verða verandi í Afghanistan hálvt annað ár afturat. Meininga­kanningar vísa, at kanadiumenn eru sera ósamdir um luttøkuna í Afghanistan. Ein lítil meiriluti heldur tó, at hermenninir skulu takast heimaftur. Mannfall gevur trupulleikar Meiri enn 60 altjóða serfrøðingar í eyðkvæmi krevja, at heilsumála­ ráðharrin í Suður­afrika, Manto Tshabalala-Msim­ ang, skal leggja frá sær alt fyri eitt. Orsøkin er, at hon hevur sagt suðurafrikanskum HIV- smittaðum, at tey verða frísk, um tey eta hvítleyk, sitrón og reyðrøtur. Orð hennara hava elvt til øsing millum serfrøðing­ar, og teir hava biðið Thabo Mbeki, forseta geva ráð­harranum sekkin beinanvegin. Teir 60 siga í einum brævi til forsetan, at orð ráðharrans eru einki minni enn ein vanlukka. Teir vísa samstundis á, at nógvir suðurafrikanarar doyggja av HIV, tí teir fáa ikki tann neyðuga heilivágin. Millum tey 60, sum hava skrivað undir áheitanina, er Robert Gallo, sum gjørdi ta fyrstu blóð­ royndina, ið kundi ávísa HIV-smittu. Sambært AP sýtir forsetin fyri at koyra heilsu­málaráðharran frá, men hann hevur sagt, at heilsu­myndug­leikarnir mugu út­vega fólki betri upplýsingar­tilfar um HIV. Ráðharri í anglettinum Kinesiskir granskarar halda seg hava funnið ein heilivág ímóti tí lívshættisliga slagnum av fuglakrími. Í dagsins útgávu av tí viðurkenda læknatíðar­ ritinum Lancet greiða kinesisku granskararnir frá, at teir hava loyst tann ringasta knútin, sum granskarar hava fingist við, síðani fuglakrím bleiv staðfest. Granskarar hava higartil havt ilt við at gera ein heilivág ímóti tí serliga vandamikla fuglakrím­ slagnum H5N1 uttan at brúka hjálpievni, sum tær stóru heilivág­fyritøkurnar hava einkarrætt til. Men nú siga teir kinesisku granskararnir, at teir hava loyst tann knútin við at brúka alum ella dupultsulfat, sum heilivág­fyritøkurnar ikki hava einkarrætt til. Tað ger, at heilivágurin kann setast í framleiðslu og seljast alment, skrivar Reuters. 120 fólk hava sjálvboðin roynt tann kinesiska heilivágin, og sum skilst eru royndirnar væleydnaðar. Hava kanska funnið heilivág ímóti fuglakrími