fríggjadagur 8. september 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 173 - 8. september 2006
Karl Anton Klein setti síni
fingramerki í føroyska
tónleikasøgu sum tón
leikari, tónleikalærari,
fyriskipari, plátuútgevari,
ráðgevi. Hansara
Ampaljóð er nú sløkt,
men hoyrist aftur í
ampaljóðinum hjá
nøkrum av okkara bestu
tónleikabólkum
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tónleikalívið í Føroyum misti
leygardagin 26. august eina av
sínum veruligu eldsálum, tá vest
menningurin Karl Anton Klein and
aðist á sjúkrahúsinum í Glostrup.
Karl Anton hevur, síðan hann við
bólkinum Plastnoist í 1993 trein
inn aftur á føroyska tónleikapallin
eftir fleiri ár í útlegd, verið ein
tann sterkasta persónligheitin á
hesum palli og ein sonn drívmegi
í føroyskum tónleiki.
Í TUTL, á Margarinfabrikkini
í Havn og sum íðin viðmerkjari
og sterk persónligheit, hevur Karl
Anton spælt ein stóran leiklut í
teirri menning føroyskur tónleikur
er farin ígjøgnum hesi árini. Hann
stovnaði enntá egið plátufelag fyri
nøkrum árum síðan, Spren Rex, og
gav út einastu veruligu føroysku
undirgrundsfløguna Ampaljóð, við
bólkunum Lama Sea, Speaker, 48
Pages og Zink.
Fekk skil á
Margarinfabrikkina
Fyri Margarinfabrikkina var Karl
Anton ein sera týdningarmikil mað
ur, tað var hann sum fekk sett skump
í umvælingina av sera illa viðtiknu
hølunum, hann hevði ikki sitið við
róðri á Margarinfabrikkini leingi,
áðrenn venjingarhølini vóru snotilig
og hampilig.
Karl Anton hevur serliga í hesum
virki sinum á Margarinfabrikkini í
Havn, havt stóra ávirkan á tað nú
so blómandi tónleikalívið í Havnini.
Hann hevur við sínum líkatil
verumáta verið ein hollur stuðul
hjá bólkum, ið hava slitið sínar
barnaskógvar í venjingarhølunum
í Margarinfabrikkini. Hann hevur
tikið nógvar av teimum bestu
tónleikabólkunum á føroyska
pallinum undir sínar veingir, og
hevur vegleitt og lagt lag á, tá teir
vandu.
Karl Anton skilti, at herðaklapp
eru góð, men at klappa herðar tá
einki var at klappa at, tað gjørdi
hann ikki.
Yvirdrivin herðaklappan
er ikki sunn
Eg hitti Karl Anton var við Statoil
støðina í Kollfjarðadali eini tvær
vikur fyri hann andaðist.
Hann segði, at hann ætlaði at
skriva eina grein um føroyskan
tónleik, og tí óføru herðaklapp
anina, ið bólkar fáa í fjølmiðlunum,
serliga áðrenn tiltøk. Hann legði
ikki fingrarnar í millum. smæddist
sum vant ikki í at finnast at, og
helt ikki at henda tóma hálovanin
av øllum bólkum var sunn fyri
menningina í føroyskum tónleiki.
Greinin hevur ikki verið prentað
enn, og spurningurin er um hon
er skrivað, men eingin ivi eru um,
at hon hevði verið áhugaverd, tí
hansara ummælið vóru altíð áhuga
verd, tey kundu vera hørð, men
vanliga eisini konstruktiv. Man
kundi vera samdur ella ósamdur
við honum, men maðurin hevði
sterkar meiningar og stóð við tær.
Tá Karl Anton rósti einum bólki,
og tað gjørdi hann bæði ofta og títt,
so var tað tí, at honum veruliga
dámdi tað, ið bólkurin gjørdi, og
tí at hann metti at bólkurin brúkti
sínar gávur á best møguligan
hátt.
Virðingin kemur
til sjóndar nú
Karl Anton var kendur sum ein
hvassorðaður ummælari, og hans
ara bersøgni atburður gav hon
um ikki bara vinir. Henda dagin í
Kollfjarðadali, tosaðu vit m.a. um
kjak.fo. Tá Karl Anton í fjør skrivaði
nøkur ummæli fyri Sosialin, fekk
tað sinnini í kók hjá nógvum. Á
kjak.fo var kjakið um Karl Anton
sera harðmælt, og hann segði mær,
at hann ivaðist í, um hann tímdi at
ummæla longur.
Men, at virðingin fyri Karl
Anton var stór, eisini inni á Kjak.
fo, sæst týðiligt eftir, at hann er
farin. Hópin av fólki hevur leitað
sær inn á kjak.fo, og undir evninum
“Karl Anton farin”, minnast tey
hesa eldsálina.
Skjalprógvaði
føroyskan tónleik
Vart tú til eitt tónleikatiltak, hitti tú
ofta Karl Anton, hann hevði sera
ofta videotólið við, og filmaði
nógvar konsertir. Eg ímyndi mær,
at savnið av konsertupptøkum hjá
Karl Anton man vera sera stórt,
og hesin dýrgripur átti at verið
varðveittur á onkran hátt.
Ein hvítur Hendrix
upp á speed
Karl Anton hevur eisini luttikið
aktivt á tónleikapallinum, bæði
sum sangari og gittarleikari hevur
hann spælt nógvar minniligar
konsertir við Plastnoist, einki
kanndiskuterast.altkann og Fólka
yvirlitinum. Minnist væl fyrstu
ferð, at eg var á konsert við
Plastnoist, hetta var í Bládýpinum
í 1993, umleið eina viku eftir at
Tungmálmur 93 hevði verið. Eg
bleiv blástur um koll, av hesum
garvillu monnunum, ið buldraðu
og brakaðu við nógvari attitydu,
minnist væl at eg hugsaði, hví
vóru tit ikki á Tungmálmi? Serliga
ótrúliga djúpa røddin hjá Karl
Anton var fasinerandi.
Í ummælið av konsert hjá
Einkikanndiskuterast.altkann
fyri nøkrum árum síðan, skrivaði
eg, at Karl Anton Klein var sum
ein hvítur Hendrix upp á Speed.
Honum dámdi so væl hesa lýsing
av sær, at hann nevndi tað fyri
mær fleiri ferðir. Eins og Hendrix
fór Karl Anton alt ov ungur, og
missurin av Karl Anton kennist
svárur.
Gav okkum ríkar
tónleikaløtur
Beint fyri ólavsøku skipaði Fólk
ayvirlitið fyri sínum summarshowi
í Miðlahúsinum í Vágsbotni,
saman við fleiri øðrum bólkum
fór Fólkayvirlitið á pallin, hetta
varð seinasta dømið um ríkar
tónleikaløtur, ið Karl Anton hevur
givið føroyingum við tiltøkum
serliga á Margarinfabrikkini og
nú seinasta árið í Miðlahúsinum.
Men konsertirnar hava ikki einans
verið her heima, fleiri ferðir hevur
Karl Anton verið uttanlands við
ungum tónleikabólkum. T.d. í
november í fjør, tá hann fór til
Íslands á konsertferð við 48
Pages og Sic. Karl Anton fór við
bilinum í Norrønu, meðan flestu
tónleikararnir flugu yvir, koyrdi so
gjøgnum alt landið fyri at taka ímóti
teimum á flogvøllinum, og virkaði
síðan sum bilførari og samskipari
fyri teir. Tað eru ótrúliga fáir 45
ára gamlir menn, ið tíma at nýta
so nógva orku fyri at stuðla undir
hjá teimum ungu.
Minnast hann í
Ampaljóðinum
Karl Anton dámdi øgiliga væl, tá
tað gekst væl, hjá bólkunum, ið
hann á onkran hátt hevði stuðla
undir hjá. Eg minnist t.d. Prix
Føroyar finaluna í 2003, tá hann
errin vísti á, at flestu bólkarnir,
ið luttóku í finaluni, høvdu ella
høvdu havt sína dagligu gongd
á Margarinfabrikkini. Hann vísti
eisini á, hvussu stórur prosent
partur av øllum bólkunum, ið
luttóku í finaluni, høvdu okkurt
tilknýti til fabrikkina í miðbýnum
í Havn. Hann visti væl hvønn
týdning Margarin Fabrikkin hevði
fyri føroyskan tónleik, og hann
saknaði, at tónleikavinnan veru
liga varð tikið í álvara av politiska
myndugleikanum í Føroyum.
Nú Karl Anton er farin, stendur
eitt stórt hol eftir hann. Hvør lagn
an verður hjá Margarin Fabrikkini
ber ikki til at siga enn. Men sagt
verður mangan, at maður kemur í
mans stað. Hetta er møguligt rætt,
men hesir skógvar eru stórir at
fylla. Hetta skrivi eg væl vitandi
um, at Karl Anton altíð spældi
skóleysur.
Tað finnast so fáar eldsálir av
Karl Antonsa lag, at tað kennist
dupult svárt, at missa hann so
mikið ungan. Hansara ampaljóð
er slóknað, men eftir hann liggur
lívsverkið, ið hoyrist aftur í ampa
ljóðinum hjá nøkrum av okkara
bestu tónleikabólkum.
Ampaljóðið er slóknað