fríggjadagur 8. september 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 8. september 2006
27
n – meira enn eitt minni
á sína fyrstu turné, sum
var í Íslandi. Har vit í tvær
vikur koyrdu alt Ísland
runt og framførdu okkara
egna tónleik. Seinni hálaði
hann okkum til Danmarkar
at upptraðka á festivali í
Ålborg og síðani inn í eini
upptøkuhøli í Århus. Eitt ár
seinni skipaði hann so fyri
nýggjum Íslandstúri. Og tað
síðsta projektið saman var í
januar mánað fyrr í ár. Her
upptóku vit eina EP, sum
Charlie eisini stóð fyri.
Charlie var 100% dedik
eraður til tónleikin og alt
umkring. Um ikki at siga
200, 300 ella 1000%. Hann
hevði eina tunga byrðu, og
vit stuðlaðu honum fult út.
Hvønn dag koyrdi hann frá
Vestmanna til Havnar og
aftur. Hann arbeiddi undir
Tórshavnar Kvøldskúla og
undirvísti dagin langan,
bæði børnum og ungum í
øllum aldrum.
Bólkurin frá Vestmanna
kom so á pallin. Kann
ikki minnast hvat bólkurin
kallaðist, men teir vóru fyri
at stuðla Charlie, og tað var
gott nokk fyri meg.
Hesir fýrarnir kendu seg
eisini, ella sum Kaj so væl
dámar at notera „Oysini“,
sum man sigur har vesturi,
kendu seg væl við Charlie.
Teir høvdu venjingarhøli í
Vestmanna í ungu døgum
teirra. Og har fingu teir
eisini nógv at síggja til hann,
afturvið nógvum læruríkum
løtum. Allar hesar hugnaligu
og stuttligu søgurnar komu
fram hóskvøldið undir teirra
upptraðkan. Teir framførdu
klassikkarar hjá bólkum sum
m.a Deep Purple og Bob
Dylan. Ein av Charlie’sa all
time favorittum.
Kenni tíverri ikki so nógv
til vestmenningarnar, men
veit, at teir gleddust yvir
Charlie. Og tað sigur alt.
Highlightið av kvøldinum
var, at Kaj, bróður Charlie,
hevði samlað gubbarnar úr
200 og smíðað saman eitt
band. Eitt band, sum skuldi
representera kultbólkin, Plast
noist. Plastnoist var góði gamli
rokkbólkurin hjá Charlie
og Kaj. Teir spældu nógv í
90’unum og minnist meg rætt,
so innspældu teir tvær plátur
saman við Plastnoist, ella
fløgur, sum man sigur í dag.
Fyrsta fløgan við heitinum,
Upp Bara Øxl. Sera góð skal
eg líka notera.
„Eg minnist eg fann fyri
fyrstu ferð fløguna „Upp
Bara Øxl“ í samlingini hjá
pápa mínum. Sum hann
sjálvur ikki visti hann átti.
Eg stjól hana so frá honum
og byrjaði at lurta. Tað gekk
ikki leingi fyrr enn eg ein
dagin segði við Charlie, at
hetta var ein forbannað feit
fløga. Tað næsta, sum hendi,
var, at dagin eftir rópti
Charlie meg inn á kontórið
í ART hølinum, og vildi
bert takka mær fyri at hava
tikið sín tónleik og sítt verk
seriøst. Og av hesum fekk eg
so síðstu Plastnoist fløguna
við heitinum „21“, og hann
signeraði hana við at skriva.
Til Eyðun, frá KAK 04.“
Plastnoist var ein bólk
ur fullur av góðum og
nýpressaðum rokki. Og
„sprenfult“ av orku, sum
Charlie vildi sagt tað.
Kaj tók so pallin, sum front
figurur í æru fyri Charlie og
gamlar dagar. Og sum sagt
fekk hann eina hond frá
gubbunum í punkbólkinum
200, til at fylla pallin út og
gera klárt til kultrokkin, sum
einaferð livdi í Plastnoist. Og
her prógvaðu teir so sanni
ligani, at Plastnoist livir enn.
Íhvørtfall í Kaj.
Eg minnist Charlie hava
nevnt beiggjarnar fyrr, og havi
eisini møtt beiggjanum Óla,
hann koyrdi buss tá. Men Kaj
havi eg ongantíð møtt, fyrr enn
dagin til minniskonsertina hjá
Charlie, síðsta hóskvøld. At
síggja Kaj rokka á pallinum,
var fyri meg akkurát sum
at síggja Charlie. Og hann
framførdi við legendariska
guitarinum hjá Charlie. Hans
ara egna spaka. Ein Fender
Stratocastor, sum hann
doypti til „Regina“. Hetta
var Charlie’sa eitt og alt. Og
bara tað at síggja Kaj skræða
tær skitnastu guitar solo’irnar
úr Reginu, var sum at síggja
Charlie boy himself. Eitt
ógloymandi kvøld hetta var.
Tey flestu kendu nokk
eisini Charlie og hansara
stóru føtur. Hann kom oftani
framvið uttan skógvar og uttan
hosir. Og hetta var serligani
sermerkt, tá hann upptraðkaði
á føroyska tónleikapallinum,
ella hvar tað nú var. Nakað
tað sama hendi hóskvøldið.
Mitt undir einari spreingjandi
solo, kundi Kaj ikki meira
og kastaði skógvarnar av
føtrunum og rokkaði víðari.
Her merkti man virkuliga
samanlíkningin millum teir
báðar rokkabbarnar. Tað
var intenst, melodiøst og
ótrúligani læruríkt at síggja
Kaj liva seg fult út í Charlie’sa
fótasporum.
Alt í alt, var hetta eitt
hugnaligt kvøld við góðum
tónleiki og góðum minnum.
Hetta var eitt kvøld, Charlie
hevði yngst sær frá Kaj
fyri fleiri árum síðani, tá
teir ungir og frískir búðu í
Århus. Og tað skuldi hann
fáa. Vit vita øll, at Charlie
var besti guitaristurin í
heiminum, men aftaná hetta
fantastiska kvøldið fann eg
útav, at Kaj faktiskt eisini
var heimsins besti. Men,
sum vit øll vita, er eingin
er betur enn Charlie, tí tað
sigur hann eisini sjálvur.
So Kaj má noyðast við 2.
plássið.. hehe.
Eg vil hervið vegna mínum
gamla bólk, 48 Pages ynskja
vinum, fans og familju okkara
djúpastu samkenslu. Charlie
var og er tann coolasti maðurin
í øllum universinum. Og ikki
at siga coolasti Føroyingurin
EVER!!
Rock ’N’ Roll Charlie,
Carlos, The Big Guy. Karl
Anton.
Plastnoist til minniskonsert fyri Karl Anton Klein í Kagganum
Mynd Ole Wich
– Charlie var og er tann coolasti
maðurin í øllum universinum. Og
ikki at siga coolasti Føroyingurin
EVER!!
Skógvarnir hjá Kaj Klein