fríggjadagur 8. september 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 173 - 8. september 2006
minniskonsert
Eyðun Müller Thomsen
Minniskonsertin varð hildin
í kjallaranum í Kagganum
í Havn. Har fleiri ymiskir
litfullir tónar fyltu hølini við
kenslum, sum livdu 100%
upp til Charlie og hansara
stóra innsats til lívið.
Klokkan var 21:00, og
fólk byrjaðu at samlast til ein
góðan kaffimunn, sodavatn
ella bara eina góða og kalda
øl. Men hetta vóru ikki bara
hvør sum helst „fólk“. Hetta
vóru Charlie’sa fólk. Familja,
vinir, meira vinir og meira
familja og so sjálvandi eisini
hansara størstu og mest
trúgvandi „fans“.
Fyrsti bólkurin, sum valdi
at spreiða sínar veingir
og spæla sínar tónar fyri
Charlie, vóru ungu menninir
úr The Story Ends.
The Story Ends er ein
bólkur Charlie tók sær bæði
væl og ringt av. Antin kundu
teir rena seg langt uppundir
ella fáa bæði rís og rós av
sínum besta slag, líka til
fuglarnir sungu.
Teir fýrdu síni egnu løg av,
og hvørt tað einasta hevði
eina lítla fitta søgu um
Charlie og tí orku hann legði
í bólkin. Bólkurin hevur
sum so nógvir aðrir, hildið
til í ART hølinum uppi yvir
Margarinfabrikkini í Havn.
ART stendur fyri Áhuga
felag Rokk Tónleikara, og
Charlie var leiðari. Við øðrum
orðum, „Guardian Angel“. Í
fleiri ár hevði Charlie fingurin
á pulsinum og var við til at
hjálpa øllum teimum, ið
tørvaðu hjálp. Líka frá
tónleikinum, skúlanum og
entá sálarligum sjúkum. Øll
komu væl burturúr hesum
aftaná at hava tosað við
Charlie. Hann sá alt verða
møguligt. Vart tú tónadeyvur,
smæðin ella bara bangin, so
fekk hann hálað sjálvsálitið
fram í tær, so tú var um at
skrædna.
Nógv vildu eisini meint, at
maðurin var ein profetur frá
framtíðini. Hann vísti alvor
ligani á tey problemir Føroyar
høvdu - og hava. Tey ungu í
dag skuldu og skulu hava
betri umstøður til tey ymsu
tingini, her m.a. Charlie’sa
høvuðsmál. Tónleikin. Men
álíkavæl valdu nøkur av teim
um, ið sita undir gullinum í
hesum landi, at ávara Føroya
fólk um bøssar og lesbisk,
seta siggarettirnar eina milli
ón krónur upp í prísi og byggja
114 gullbeløgd meinigheitshús
og kirkjur. Tað er einki galið
við tí, men onkur, onkunstaðni
hevur alvorliga tikið feil. So er
tað sagt. Men hetta er neyvan
seinastu ferð, tíverri.
Aftaná The Story Ends
takkaðu fyri seg og yngstu
Charlie eitt nýtt gott og frískt
lív, kom Føroya trúgvasta
punk trio og yvirtók pallin.
200 hava eina langa søgu
aftan fyri seg, so langa at
eg ongan kjans havi at for
klára. Men tað eg kann siga
er, at einaferð vóru hesir
gubbarnir á skúlabeinkinum
hjá Charlie. Og man sær
tíðiligani í dag, at tað kom
bara heilt væl við. Kanska
eisini eitt av teimum bestu
tingunum, sum er komið fyri
her í Føroyum tey seinastu
nógvu árini.
48 Pages er bólkurin,
sum eg sjálvur var við til
at rokka hóskvøldið. Vit
spældu eitt av Charlie’sa
best dámdu løgum, Me And
My Boyfriend. Og endaðu
sjálvandi við at gera okkara
størsta „pile“ í søguni. „Pile“
merkir at í einum serlignum
petti í lagnum, okkara lagi í
hesum føri, leypa allir lim
irnir í bólkinum út á gólvið
og kasta seg niður, og síðani
koma áskoðararnir við. So
hevur man ein stóran bunka
av fólki á gólvinum. Tað er
ein sannur „pile“. Og hetta
var nakað, sum Charlie elsk
aði. Tey flestu vita sikkurt,
at tey seinastu trý árini var
48 Pages Charlie’sa yndis
rokkbólkur, og hann var
sjálvandi eisini við til at skapa
føroyska rokksøgu saman
við bólkinum. Næstan hvørt
vikuskifti vóru konsertir
antin í Gøtu, Fuglafirði ella
í Havn. Charlie var loyalur
yvir fyri bólkinum og var við
til hvørja einastu konsert.
Men ikki var hetta nokk
til at gleða Charlie. Hann
vildi, at bólkurin skuldi upp
liva alt. Og tað kann man
næstan eisini siga vit gjørdu.
Charlie syrgdi fyri live
studio upptøkum, sum bleiv
til eina rokkuppsamling við
heitinum Ampaljóð. Hann
syrgdi fyri, at bólkurin fór
Legendan Karl Anton Klein
Hósdagin 30. august fór - í mínum
eygum eitt tað mest virðismikla menn
iskjað nakrantíð at seta føtur á hesa jørð
- til jarðar í Vestmanna. Karl Anton
Klein var, er og eigur størsta íblásturin
á mítt lív, umframt á mong onnur. Hós
kvøldið varð hildin minniskonsert fyri
okkara Charlie, og bæði ung, yngri,
eldri og uppaftur eldri vóru samlað til
eitt ótrúligt og virðismikið kvøld við
gandaðum tónum
Charlie, coolasti Føroyingurin í øllum universinum