Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 8. september 2006 25 framúr. Pallurin var sum eitt háhús at síggja. 62x25 metrar og palltornini eru 27 metrar høg. Maximo Park hitaði upp. Tað var sum altíð so sum so. Ikki vánaligt, men tað var greitt, at tað var ikki hesum, fólk vóru komin at lurta eftir. Og tá teir so høvdu gjørt sítt, skuldu ganga eini 3 korter, har Stones útgerðin skuldi riggast til. At tað so gingu eini 15 –20 minuttir ov nógv er fyrigivið, tí somikið góð var konsertin. Í byrjanini var kanska okk­ urt smávegis við ljóðinum. Men skjótt sat tað, sum tað skuldi. Og stóri skíggin omanfyri pallin vísti so greitt, hvat hendi á pallinum. Vit, sum stóðu innan 100 metrar frá pallinum, fingu so nøkulunda eyguni á rock­ hetjurnar, men stór­skígg­in var álitið, og hjá teimum, ið stóðu aftast hevur hann verið eitt og alt, men hann hevði rættað formatið. Men einaferð hvarv stór­ skíggin. Ein hugsaði, at her hendi okkurt, sum ikki skuldi henda. Men sjálvandi var tað fyri at geva rúm fyri einum uppblástum munni eina løtu; hetta vørumerkið hjá Rolling Stones mátti sjálv­andi sleppa framat eina løtu. Og nakrar ferðir var pall­ byggningurin eitt eldgos av eldi og fýrverki, so tað var ein fantastisk sjón. Ljóð og Stones er eitt líka fantastiskt fyribrigdi; í mínum hugaheimi er tað ongin annar bólkur, ið hevði sloppið avstað við at hava so harðar solo’ir við so ópoleraðum ljóði og spæli. Men júst her spæir júst Stones­eyðkennið inn. Tað er rátt og tað er gott.Tí hetta er júst so sum tað er og eigur at vera. Júst eitt av teimum kryddaríunum, sum ger, at tey yngru og smartaru ikki koma á knøðini á hesum gomlu, ið hava uppskriftina til ektaðu vøruna. Fantastisk løta fór alt ov skjótt fram við, meðan bæði nýtt og gott, gamalt frá Stones ljóðaði. Kenslan av at hava verið vitnið til eitt reglubrot í rocksøguni hvarv ikki, men vaks. Og donsku ummælararnir á BT og Ekstrablaðnum góvu fimm stjørnur av seks møguligum og føgur orð, og ein kann ikki annað enn vera púra samdur, hóast eg út frá føgru orðunum ikki skilji, at síðsta stjørnan manglaði. Men tað ger tað sama, tí gomlu unglingarnir í Stones eru sjálvir størstu stjørnur, uttan mun til, hvat ein pennasleikjari dugir at siga aftaná. Í botn og grund er tað so, at slíkar løtur skulu upplivast, ikki uppskrivast. Stjørnur glampa Stones hava pakkað niður fyri síðstu ferð á A Bigger Bang ferðini. Tað varð gjørt við manér og við góðskuni í hásæti. Ferðin hevur talt 3 líka fylgi av bilum og bussum, ið hava koyrt ymsa staðini í heiminum, so til ber at flúgva heimin á tamb og halda 3 konsertir um vikuna. Og hvørt fylgi hevur talt 83 lastbilar og 11 bussar. Tíð var at seta nøsina heim­ aftur. Í tok í Horsens klokkan 2.30 til Keypmannahavnar og í Keypmannahavn klokk­ an 5:30 mánamorgun. Og so við flogfari til Føroya á middegi. Svøvnurin mátti bíða, men tað var sum var alt líka mikið; ein hevði upplivað Rolling Stones! Men tá ein á veg út í Kastrup við svøvntungum eyg­um fekk eyga á ein stubba í ókeypis blaðnum í bussinum, har tað stóð, at flogfarið til Føroya dagin fyri hevði havt trupulleikar við bremsunum, var tað tó, sum ein aftur var glaður fyri jarðarsambandið eina løtu, tó at flogið skal roynast við­hvørt. Lat stjørnurnar flúgva und­­ir himmalhválvinum, har tær hoyra heima. Ongin kem­­ur fyribils upp í tær hædd­­ir, sum ótroyttiligu rock­ hetjurnar í Stones ferðast í. Nær rockstjørnurnar slókna er ilt at siga, men enn eru teir fleiri ljósár frammanfyri. Og ivaleyst hava teir í Ston­ es somu lagnu, sum tær stjørn­­­ur, ið lýsa á føroyska himm­­alhválvinum; mong ár efti­r, at ljósið er farið, lýsir tað framvegis bjart á okkara jørð! kkutu rockrótunum Ivaleyst hava teir í Stones somu lagnu, sum tær stjørnur, ið lýsa á føroyska himmalhválvinum; mong ár eftir, at ljósið er farið, lýsir tað framvegis bjart á okkara jørð! ”