fríggjadagur 8. september 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 173 - 8. september 2006
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: D.Olsen
The Rolling Stones endaðu
sunnukvøldið heimsferðina,
ið hevur heitið A Bigger
Bang. Ferðin byrjaði í 2005
og hevur sett met sum tón
leikaheimsferðin í ár, ið
hevur vunnið mestan pening.
Í hølunum koma Robbie
Wiliams og U2, men Stones
eru á odd a.
Stóri endabresturin fór
fram á Forum Horsens, sum
í gerandisdegnum er karmur
um 8 venjingarvallir hjá
AC Horsens. Og tað skuldu
eisini heili 85.000 fólk til at
fylla økið, men tað var ongin
trupulleiki, tí tað vóru jú
Stones, ið fóru á pall.
Teir hava síðani byrjan í
1962 verið á 31 heimsferðum.
Hvørt talan verður um fleiri,
er ilt at siga. Keith Richards
sigst vera ótroyttiligur og
er hann ikki á palli, so veit
hann ikki, hvat hann skal fáa
tíðina at ganga við. Saman við
Mick Jagger er hann skapandi
drívmegin í bólkinum og teir
báðir skúlavinirnir stovnaðu
eisini bólkin í 1962. Teir eru
nú 63 ára gamlir. Afturat sær
hava teir Ron Wood, 58 ár, og
aldursforsetan Charlie Watts,
64 ár, ið nú sigst vera troyttur
av lívinum við áralongum
ferðum.
Hesir eru grundstamman
í bólkinum, men afturat
teimum eru onnur á palli.
Men kjak og gitingar um,
at seinasta heimsferð, sein
asta pallframførslan, hevur
verið er næstan líka gamalt,
sum bólkurin sjálvur. So
tá konsertin endaði sunnu
kvøldið, og punktum varð sett
fyri hesi heimsferðini, so tordi
ongin at staðfesta, at hesir
gomlu gubbarnir ikki aftur
trína á pall, hóast tað kom
fram í nøkrum umrøðum,
men nógv spalturúm fáa hesar
gitingar ikki longur.
Og tað er vælskiljandi.
Jagger og seyðamenn
Rolling Stones prógvaði
seg sum ein bólk, ið er í
toppformi. Og skal ein nevna
Mick Jagger, so er formurin
í hvussu er júst sum hann
skal, hóast eitt lív, ið hevur
styrkt ímyndina av “sex,
drugs and rock’n roll”.
63 ára gamli Mick Jagger
joggaði allan pallin – teir
100 metrarnar hvønn veg
- aftur og fram og upp og
niður, meðan hann sang,
sum var tað fyrsta dagin.
Hann sang í grundini væl,
hóast avlýstar konsertir í
Spaniu fyri stuttum vegna
hálsbruna.
Aftur og fram dansaði
Jagger, meðan hann risti við
afturpartinum og gapandi
rætti armarnar út móti
fjøldini, meðan hann sang
um Satisfaction og Jumpin’
Jack Flash.
Neyvan nakar føroyskur
seyðamaður í tríatiárunum
hevði orkað at fylgt Mick
Jagger og rópt “sirri, sirri
sirri”!!
Heimssøga
At standa í Horsens og síggja
og hoyra Stones, er sum at
skriva seg inn í heimssøguna.
Hesa kensluna fær ein.
Vakrir eru teir, Keith og
Mick, ikki at hyggja at.
Rukkutir og skrámutir. Keith
sum ein mumia, gjørd úr
gummi, og Mick skrámutur
sum turkaður steinbítur.
Men sjarmuna hava teir!! Og
orkuna!! Og teir duga!!
Teir hava dugað at skriva
stóru rock-klassikararnar
og teir duga væl at framføra
teir. Mick er fantastiskur á
palli. Har er samband út um
pallkantin og aftur til áhoyr
ara nummar 85.000 beinan
vegin.
Fullir av orku sjarmera
teir seg inn í hjørtuni á áhoyr
arunum.
Sum
ein
danskur
ummælari seinni skrivaði, so
sendi ein kvinna síðst í fýrati
árunum manni sínum, fyrst í
fimtiárunum, eygnabrá sum
søgdu, at hasar rørslurnar,
sum Mick sýndi á pallinum,
hevði hon ikki sæð frá manni
sínum; hvørki nú ella áður.
Og óivað fingu mangir menn
eitt skot frá konum sínum.
Stórur partur av lurtarafjøld
ini var tilkomið fólk á aldur
við menninar á pallinum, men
tað vóru eisini tey, ið komu
við eitt sindur seinni og tey
heilt ungu, sum tó munnu
hava havt koyrikort í eini 5
– 10 ár.
Fjøldin kann óivað býtast í 3
partar; Tey, ið so at siga fingu
Stones inn við móðurmjølkini
ella fyrstu ølini, meðan ungu
tónleikararnir spældu á svart/
hvítum sjónvarpsskíggja. Ella
tey, ið komu við eitt sindur
seinni, í sjeytiárunum, tá
mytan um rullisteinarnar var
vaksin – hesar menn, sum
livdu rocklívið á tamb, men
ikki tóktust at nervast av tí,
annað enn at skinnið sá alt
meira garvað út. Og so tey,
sum komu við seinni, kanska í
80’unum ella fyrst í 90’unum.
Kanska tí tey spældu plátur
hjá foreldrum sínum, ella tí
tey royndu seg sum rockarar
í onkrum bilhúsabólki, har løg
sum Honky Tonk Women ofta
leggja støðið. Ella bara tí tey
elska rocktónleik. Í øllum
førum ein blandað fjøld, ið
helst fevndi frá 20 árum og
heilt upp til 70 ár, ella meira.
Ein fjøld, ið kom úr øllum
hugsandi ættum. Bæði danir,
føroyingar, og fjepparar úr
Noreg, Íslandi og Svøríki og
kanska aðrastaðni við.
At seta seg í tokið úr
Keypmannahavan og koyra
til Horsens við tí í huga, at
ein er ávegis til nakað heilt
serstakt, er ein løgin kensla.
Sjálvandi er vandin har fyri,
at Stones eru ov gamlir, ikki
orka ella tíma meira, eftir
eitt ár, ella meira, á palli í
eitt koyr.
Og eftir at Madonna fekk
harðar ákoyringar frá um
mælarunum eftir sína konsert
í Horsens fyri stuttum, so
spøktu slíkar hugsanir. Og
eisini tí at Stones í helming
in av tíðini, teir hava verið til,
hava verið spádd ir at vera kom
nir til endan á leiðini. Men
hvørjaferð hava enn fleiri kilo
metrar ligið framman stavn.
Stórt
Konsertin sunnukvøldið var
Rættur rockur frá ruk
Konsertin sunnukvøldið var framúr. Pallurin var sum eitt háhús at síggja. 62x25 metrar og palltornini eru 27 metrar høg
Konsertin við The Rolling Stones í Horsens
sunnukvøldið gjørdist ein staðfesting av, at
rockabbarnir ikki loyva nøkrum at ivast í,
at teir framvegis duga, orka og eru á odd a í
kapprenningini um at vera heimsins fremsti
rockbólkur. 85.000 fólk savnaðust á Forum
Horsens og gjørdust vitni til eina framúr góða
konsert við teimum størstu, ið hesaferð kanska
vóru á palli síðstu ferð
Neyvan nakar føroyskur seyðamaður í
tríatiárunum hevði orkað at fylgt Mick
Jagger og rópt “sirri, sirri sirri”!!
”