fríggjadagur 8. september 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 8. september 2006
23
hjá Torbjørn, sum eitt nú
á Heystframsýningini í
fjør sýndi fram fleiri verk
við heitinum ”Málarin og
modellin”, har klassiska
myndevnið varð nýtt sum
høvið til at halda litveitslu.
Og eftir teimum nýggju
myndunum at døma heldur
litveitslan áfram, men nú
tykist Torbjørn í størri mun
enn áður rannsaka rúmd
armøguleikarnar í teimum
stóru kompositiónunum. Í
báðum modelmyndunum
síggjast fleiri kvinnuskap,
ið eru sett perspektiviskt á
flatuna, soleiðis, at tað aftasta
kvinnuskapið er minni enn
tað fremra osfr. Samstundis
leggja tey mongu ymislittu
pensilsstrokini dent á flatan
og tað tilfarsliga í myndini,
meðan ein ljósur fýrkantur
togar eygað enn longur
inn í myndarúmið. Hvørt
hesin fýrkantur myndar eitt
vindeygað, eitt hol ella ein
spegil er fyri so vítt líkamikið
Hann veitir ljós, rúmd og ró
í myndabygnaðinum, sam
stundis sum hann víðkar
um rúmdarmøguleikarnar
í myndunum. Á ein hátt
minna
hesar
nýggju
modelmyndirnar bæði um
barokkmeistaran Velazquez
og hansara spæl við dýpd og
áskoðara, eins og Picasso
og hansara kollveltandi frýr
úr Avignon eisini koma til
hugs.
Tað bókmentaliga
Torbjørn Olsen skal eins og
ein annar stórur føroyskur
koloristur, Ruth Smith hava
myndevnið framman fyri
sær, meðan hann málar.
Tá hann hevur livandi fólk
framman fyri sær, hendir
beinanvegin ein rúgva í
málningunum. Í sambandi
við altartalvurnar hevur hann
fingið bróðurin og vinfólk
at standa fyri sær í teimum
ymisku bíbilsku leiklutunum,
meðan hann málar. Honum
dámar ikki at verða nevndur
bókmentaligur málari; ein
illustrator, ið málar søgur
hjá øðrum. Men samstundis
kann staðfestast, at hann sum
altartalvumálari veruliga fær
nógv burtur úr Bíbliusøguni.
Torbjørn nýtist ikki ræðast
tað bókmentaliga, sum ong
antíð verður til ivaleysa
illustratión av søgum hjá
øðrum. Í hansara málningum
verður bókmentaliga søgan
tulkað til eina ekspressiva,
listarliga søgu, sum ofta
tykist beinleiðis snúgva
seg um iva. Mynd hansara
av Kristus í grøvuni lýsir
t.d. ein steindeyðan persón;
fer hann nakrantíð at vakna
aftur? Ivin er menniskjaligur
og
grundleggjandi
og
líðingarsøgan er full av
ivaløtum, ið tala til iva
listamansins um listarliga
skapan. Ikki er vist, at
Torbjørn fer at halda fram
við líðingarsøguni, men
tað verður spennandi at
fylgja Torbjørn í næstum,
tí tær nýggju stóru rúm
kompositiónirnar tykjast sum
skaptar til stórar søgur. Nú
er eitt sindur síðan Torbjørn
hevði serframsýning heima
í Føroyum og meðan vit
bíða eftir eini slíkari,
kunnu vit gleða okkum til
Heystframsýningina, har
Torbjørn er limur, og sum
letur upp í næstum, tann 23.
septembur.