fríggjadagur 8. september 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 173 - 8. september 2006
Lýsandi sitrón og
bleikari hoyggjgul
pensilsstrok ljóma
í glitrandi lithavi
av turkis, grønum,
violettum, reyðum,
orange, okkur, pink,
oliven fyri bara
at nevna nakrar
av litunum í stóra
málninginum
”Modeller”. – Svans?
Litkaos? Ruðuleiki?
Nei, ikki tá tað er
Torbjørn Olsen, sum
stýrir penslinum.
Kinna Poulsen
myndir: Edna Fuglsan
Huset i Asnæs
Myndin hekk á eini serfram
sýning hjá Torbjørn Olsen í
Huset í Asnæs, sum endaði
27.august og sum undirr itaða
einki visti um fyrr enn í
síðstu løtu, dagin fyri, tá eg
sá framsýningina, ið taldi
32 verk. Herav vóru 7 av
myndunum steinprent, sum
Torbjørn gjørdi við støði í
altartalvumyndum, ið vórðu
prentað á Grafiska Verkstaði
Føroya og framsýnd í
Ribarhúsi í Fuglafirði og í
Snarskivuni í Havn. Restin
var oljumálningar, harav
tað mesta ikki var framsýnt
áður og sum myndevnisliga
fevndi um fólk, model- og
portrettmyndir og ymisk
landsløg, eisini býarlands
løg og myndir av skipa
miðjuumhvørvinum í Havn,
har Torbjørn Olsen hevur
atelier. Myndirnar hingu væl
í framsýningarskálanum,
har tað hóast ikki so høgt
til loftið, er rúmligt við
sera góðum ljósumstøðum.
Listaáhugaðir føroyingar
kennast møguliga við
henda framsýningarskála,
ið hýsir fleiri føroyskum
gestaframsýnarum; Zachari
as
Heinesen, Amariel
Norðoy og Eyðun av Reyni.
Huset i Asnæs er sjálvs
ognarstovnur, hvørs endamál
er at útbyggja tað danska
list- og mentanarlívið. Hús
ið varð stovnað í 1973 av
listafólkum í Dragsholm
Kommunu.
Perluportrett
Umframt eina sanna perlu
av einum portretti, er tað í
báðum teimum stóru model
kompositiónunum, at mest
gongur fyri seg. Portrettið
”Litografen” er á hædd við
eitt framúrskarandi portrett
av Hera Smith, sum m.a.
varð sýnt fram á Den Frie
fyri nøkrum árum síðani og
sum til alla eydnu er í før
oyskari privatari ogn. Meðan
andlitið hjá tí avmyndaða
prentaranum er lutfalsliga
naturalistiskt málað (og
ógvuliga væl rakt), er kropp
urin, beinini og stólurin
rættiliga skitsukent við
eini artistiskari, lætthentari
konturstriku, sum leggur ser
ligan dent á tey langlimaðu
beinini. Maðurin er innan
fyri svintuna í orange-
reyðari skjúrtu, sum gerst
upplagt høvið hjá litmeist
aranum at arbeiða við
mótsetningslitinum í rúm
inum kring prentaran. Tað er
sum um, at tað grøna rúmið
á fabulerandi hátt lýsir ta
lit- og listaverð, sum er
prentarans.
Modelkompositión
irnar
Arbeiðið við modellum
er í sær sjálvum ikki nýtt
Litveitslan
heldur
áfram