mánadagur 11. september 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 11. september 2006
3
tíðindi
Gamla áttamanna
farið Gøtutróndur,
vekir ans í havnini í
Hundinge
Gamlá
áttamannafarið,
Gøtutróndur, hevur fingið
nýggjan heimasjógv.
Vit kenna hann mest frá
tí at hann plagdi at rógva
kapp á føroyskum firðum
og vágum. Men nú er tað
í Hundinge í Danmark, at
hann báru brýtur.
Tað var fyrr í ár, at gøtu
maðurin Halgrím Gregersen
ringdi til føroyska bátavinin
av øllum á flatlondum,
Ólav á Heyum, og bjóðaði
honum Gøtutrónd fyri einki,
bara teir vildu røkja hann
og brúka hann til at gera
føroyska bátin kendan.
Gøtutróndur var ikki
heilt ókendur í Danmark,
tí á eini Færø-regatta 19
árum síðani, læntu tey
fýra áttamannafør úr Før
oyum og ein teirra var
Gøtutróndur.
- Eg varð tikin á bóli av at
fáa hetta tilboðið so brádliga
eftir 19 ár. Men tað kom
væl vil og tað eydnaðist at
fáa hann til Danmark við
góðum stuðuli frá Tórhalli
Thomsen í Norðragøtu og
Smyril Line. Og í Danmark
fingu tey máling og aðra
útgerð frá Tempo Både.
Ólavur á Heygum sigur,
at hetta kom serliga væl
við, nú tey eru í ferð við at
fyrireika eina norðurlendska
”ro- og kulturstævne” í
Hundinge 11. august næsta
ár.
Men
Gøtutróndur
er
longu nú tikin dugliga í
brúk, tí hann skal vera við í
einum sjónleiki um sjálvan
Ormin Langa, sum ein
ungdómsskúli er farin at
venja og tey venja seg nú
dugliga at rógva við føroyska
áttamannafarinum.
Men eitt bátafelag í Hund
inge rør eisini við bátinum
fast einaferð um vikuna.
Gøtutróndur hevur so
stóran áhugað har um leiðir,
at lokalblaðið Sydkysten,
ætlar at skriva greinarrøð
um bátin og um víkingar
Ólavur í Heygum sigur,
at í Hindinge eru einir
500 bátar, men tað skerst
ikki burtur, at Gøtutróndur
vekir eisini ein serligan ans
hjá fólki.
Tað verður oftað skipað
fyri tiltøkum í havnini
í Hundinge og tá ið eitt
mentannartiltak var sein
asta vikuskiftið, var tað
ein stórur riðil av fólki,
sum steðgaði á at hyggja at
Gøtutróndi.
Tá fingu tey eisini eina
frágreiðing um navnabretti,
at Gøtutróndur stendur
í brynju og við svørði í
hond.
- Í bátafelagnum, Hund
inge Bådeklub, eru vit ikki
sørt stolt av eit eina eitt
slíkt merkisvert far, sum
Gøtutróndur, sigur Ólavur
á Heygum
!MERICANA (OTEL
Ó MI¡BâNUM VI¡ "AKER 3TREET
0RÓSUR FYRI HVNN Ó NTUR Ó DUPULTKAMARI
%YKA FYRI EINAKAMAR
Sunnudagin lat
Helgi Midjord upp
listaframsýning í
Fuglafirði
Sunnudagin lat upp lista
framsýning í Ribarhúsi.
Helgi Midjord hevur fleiri
ferðir havt listaframsýningar
áður og hann hevur eisini
verið umboðaður á onkrum
ólavsøkuframsýningum.
Á framsýningini hevur
hann 15 málningar.
Helgi málar súmbolsk
ar málningar og hug
kveikingina fær hann úr
stórum og smáum í ger
andisfegnum.
Framsýningin hjá honum
er opin allan hendan mán
aðin og gerandisdagar er
opið frá klokkan 15-18.
Justinussen maður
í Leirvík er upp í
oljuvinnuna við
nýggjum skipi um
sløk tvey árár
Um sløk tvey ár kemur
eitt nýtt oljuveitingarskip í
føroyska flotan.
Tað er eitt felag í Leirvík,
við Tummas Justinussen á
odda, sum stendur aftanfyri
ætlanina
Men tað er Føroya Spari
kassi, sum stendur á odda
fyri fíggjarsamtakin um,
ið fíggjar byggingina av
skipinum, sum eisini verður
skrásett í Føroysku Altjóða
Skipaskránni, FAS.
Sparikassin
sigur
á
heimasíðu síni, at skipið
verður væntandi liðugt á
vári í 2008. Sáttmálin er
akkurát skrivaður og skipið
skal byggjast á Solstrand
skipasmiðjuni í Noregi.
Talan er um eitt skip, ið
er 74,9 metrar langt og 16,4
metrar breitt.
Skipið kostar 180 milli
ónar norskar krónur ella
góðar 165 milliónir dansk
ar krónur. Umframt Føroya
Sparikassa, ið leiðir fíggj
arsamtakið, sum fíggjar
verkætlanina, eru Føroya
Banki og Føroya Real
kredittstovnur við í fígg
ingini
- At fara inn í frálanda
vinnuna er eitt náttúrligt
framhald í menningini av
okkara virksemi og helst
eisini ein góð mótvekt til
fiskiskapin, ið fyllir mest
hjá okkum, sigur Tummas
Justinussen við heimasíðuna
hjá sparikassanum.
Annars
er
Tummas
Justinussen eisini høvuðs
maður í felagnum Sjóborg,
ið hevur fimm skip í flotan
um.
Seinnu árini hava Just
inussen-menninir, ið eru
vælkendir í føroyskum
vinnulívi, fylgt frálanda
vinnuni við stórum áhuga,
og serliga tvey tey seinastu
árini hevur hon kastað væl
av sær.
Hann sigur, at enn hava
teir onga avtalu um skipið
men teir hava góðar vónir, tí
eftirspurningurin er stórur.
Helgi Midjord í Ribarhúsi
Leirvíkingar byggja skip
fyri 165 milliónir
Soleiðis sær nýggja skipið
hjá leirvíkingum út
Gøtutróndur vekir stoltar kenslur í Danmark
Hugni í havnini í Hundinge.
Gøtutróndur er á veg inn
í Havnina og tað er stórur
áhugi fyri hesum sermerkta
farið, sigur Ólavur á Heygum