mánadagur 11. september 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 174 - 11. september 2006
Fríggjadagin varð fyri
fyrstu ferð latin ein
norðurlendsk ferðslu
virðisløn. Hetta
hendi í sambandi
við fimmtiára
hátíðarhaldið hjá
Norðurlendska
Ferðslutrygdarráð
num (NTR)
Ferðslutrygd
Rúna Sivertsen
Tað var Claes Tingvall,
professari, sum fekk heið
urin at fáa fyrstu stóru
ferðsluvirðislønina
upp
á 5000 evrur frá Norð
urlendska Ferðslutrygdar
ráðnum.
Hann fekk virðislønina
fyri sítt slóðbrótandi arbeiði
fyri ferðslutrygd. Tingvall
er nevniliga verkfrøðingurin
aftan fyri Nullhugsjónina.
Í
ferðslutrygdarhøpi
ganga norðurlond undan,
samanborið
við
onnur
lond.
- Framyvir fara vit at lata
hesa virðislønina hvørt ár.
Hon verður latin fyri at
eggja nýskapararum, gransk
ararum, undirvísararum,
politikararum og teimum,
ið taka avgerðirnar ella ein
staklingum til at stríðast enn
meira fyri at styrkja okkara
støðu, sum heimsleiðandi í
ferðslutrygd.
- Claes Tingvall hevur í
stóran mun verið við til
at styrkt hesa støðu, og
tað kann sigast, at Null
hugsjónin eru vorðin ein
útflutningsvøra, sum eis
ini nevndin í EU tekur
við í síni virkisætlan fyri
ferðslutrygdini, sigur Matti
Järvinen, formaður í NTR.
Nullhugsjónin
bleiv
viðtikin í Svøríki í 1997, í
Noregi í 2001 og í Føroyum
í 2006.
Norðurlendska Ferðslu
trygdarráðið er paraply
felagsskapurin hjá National
föreningen för trafiksäker
hetens främjande, Svøríki,
Rådet for Større Færd
selssikkerhed, Danmark,
Trafikskyddet,
Finland,
Trygg Trafikk, Noregi,
Umferðarstofa í Íslandi og
Ráðnum fyri Ferðslutrygd í
Føroyum.
Kelda: www.ntf.se
F.v. Matti Järvinen,
formaður í NTR, Claes
Tingvall, professari og René
la Cour Sell, stjóri í danska
RFSF. Claes Tingvall fekk
ferðsluvirðislønina fyri sítt
slóðbrótandi arbeiði fyri
ferðslutrygd. Tingvall er
verkfrøðingurin aftan fyri
Nullhugsjónina
tíðindi
NÝflett hetleNDSKt lamb
1 ára gomul. Vekt um 25–35 kg.
Skorið í helvt klárt at hongja upp.
Fyri kg.
Bílegging
Navn:
Adressa:
Tlf:
Miklagarður
○ 10. okt.
○ 17. okt.
Bónus Glyvrar
○ 10. okt.
○ 17. okt.
Bónus Klaksvík
○ 10. okt.
○ 17. okt.
Bónus Tvøroyri
○ 10. okt.
○ 17. okt.
Bónus Miðvágur
○ 10. okt.
○ 17. okt.
Brotið Runavík
○ 10. okt.
○ 17. okt.
Send lepan til
Miklagarð - Jørgen, Postboks 1059, 110 Tórshavn
45,-
Fyrsta
norðurlendska
ferðsluvirðis
lønin latin
Claes Tingvall, professari úr Svøríki, fekk ferðsluvirðislønina fyri sítt slóðbrótandi arbeiði fyri ferðslutrygd. Tingvall er
verkfrøðingurin aftan fyri Nullhugsjónina
IssueConsult er fyrsta
og einasta fyritøka í
Føroyum, sum burturav
ger einstaklingar,
fyritøkur og stovnar
dugnaligari at samskifta
miðvíst. Fyritøkan fæst
m.a. við “strategiska
kommunikatión” og
er nýbrot í samskiftis
bransjuni. Ein høvuðs
táttur eru fjølmiðla- og
samskiftisskeið
SAMSKIFTI
Nýggjasta fyritøkan í Før
oyum eitur IssueConsult,
og talan er um ein øðrvísi
samskiftisfyritøku,
ið
hevur miðvíst samskifti
í
sínum
skjaldramerki.
Hetta verður á útlendskum
nevnt “strategisk kommun
ikatión”.
”IssueConsult tekur und
ir við setninginum um, at
fólk og fyritøkur kunnu
ikki ikki-samskifta. Vit
samskifta øll alla tíðina
í øllum lívsins støðum.
IssueConsult hjálpir tær
at gerast tilvitaður um
hetta og at brúka sam
skiftisamboð miðvíst
í
munnligum og skrivligum
samskifti”.
Hetta siga menninir aftan
fyri IssueConsult, Kári
Durhuus og Per Højgaard, ið
eru útbúnir journalistar við
drúgvum royndum innan
fjølmiðlar og samskifti.
Teir hava starvast inn flestu
sløg av fjølmiðlum og hava
ráðgivið og undirvíst bæði í
Føroyum og uttanlands.
Skeið og ráðgeving
Virksemið hjá IssueConsult
er á tveimum høvuðsøkjum:
Skeiðvirksemi og ráðgev
ing.
”Vit vilja flyta mørkini
hjá
skeiðluttakarunum.
Á
einum
skeiði
hjá
IssueConsult skalt tú helst
royna tað, sum tú ikki tordi
ella dugdi frammanundan.
Týdningarmest er, at tú ert
opin fyri at royna teg á
ein nýggjan hátt” siga Kári
Durhuus og Per Højgaard.
IssueConsult hevur sera
góðar førleikar á sam
skiftisøkinum - bæði tá tað
snýr seg um samskifti á
vanligum starvsfólkastigi
og um strategiskt samskifti,
ið er eitt leiðsluamboð.
Harumframt er fyritøkan
sera væl fyri at veita ein
staklingum persónliga sam
skiftiscoaching. Fjølmiðlar
og journalistikkur er ein
onnur stór styrki.
Í fyrsta umfari eru hesi
skeið við í skeiðskránni hjá
IssueConsult: ”Samskifti
fyri øll”, ”Netsamskifti”,
”Hin góða framløgan” og
”Interview-venjing
fyri
leiðarar”.
Á
ráðgevingarøkinum
kann IssueConsult loysa
allar vanligar uppgávur,
men sum tann einasta fyri
tøkan í landinum bjóðar
IssueConsult sær eisini
til at seta í verk sam
skiftistilgongdir í fyritøkum
ella stovnum. Har kunnu
starvsfólk og leiðsla við
workshops og skeiðum
búgva seg til at luttaka í
tí miðvísa samskiftinum
innanhýsis og við kundar og
brúkarar úti í samfelagnum
og á marknaðinum.
”Stovnurin, sum dugir væl
at samskifta við starvsfólk
og borgarar, upplivir nøgd
semi. Og fyritøkan, ið
samskiftir munagott við
verandi og komandi kundar,
upplivir
framgongd
á
marknaðinum”, vísa menn
inir aftan fyri IssueConsult
á.
Melda til á
heimasíðuni
Á
nýggju
heimasíðuni
www.issueconsult.fo ber
til at lesa um virksemið
og skeið hjá IssueConsult.
Har ber eisini til at melda
seg til ymsu skeiðini hjá
nýggju,
føroysku
sam
skiftisfyritøkuni.
Viðmerkingar til upp
lýsingar í hesum tíðinda
skrivi fáast frá Per Høj
gaard, tel. 548542, ella
Kára Durhuus, tel. 215977.
Miðvíst samskifti fyri fyrstu ferð