mánadagur 11. september 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 11. september 2006
5
tíðindi
Løgreglutíðindi:
Fullur maður leyp á sjógv
Tíðliga sunnumorgunin leyp ein maður
á sjógv á Skálatrøð. Løgreglustøðin fekk
fráboðan um hendingina, og teir megnaðu at
bjarga manninum, sum var sera ávirkaður.
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Um 4-5 tíðina sunnumorgunin fekk løgreglustøðin í
Havn fráboðan um, at ein maður ætlaði at leypa á sjógv
niðri á Skálatrøð. Maðurin hevði sagt við eina konu,
sum hann fylgdist við, at hann ætlaði at leypa á sjógv,
so konan ringdi beinleiðis á løgreglustøðina. Ein bilur
bleiv sendur oman, og eftir eina løtu funnu teir ein
bunka av klæðum liggjandi á vegnum.
Teir fóru so at leita eftir manninum og funnu hann
liggjandi á sjónum niðri við Skálatrøð. Løgreglan
fekk hálað mannin uppá land, og skjótt var greitt, at
maðurin eftir umstøðunum hevði tað gott. Hann var
sera ávirkaður, kaldur og illa fyri. Hann bleiv fluttur
beinleiðis á landssjúkrahúsið til viðgerðar.
Rendu á við stolnum bili
Tveir gamlir kenningar hjá løgregluni í
Klaksvík koma at frætta nærri frá bæði fúta
og løgreglu, eftir at teir gjørdu um seg tíðliga
sunnumorgunin.
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Klokkan var knapt níggju sunnumorgunin, tá ið
løgreglan í Klaksvík fekk boð um eitt ferðsluóhapp á
Víkavegi.
Tveir mans komu koyrandi í bili. So hendi tað, sum
ikki skuldi henda. Teir rendu á. Eftir óhappið hildu teir
báðir til beins og rýmdu. Teir blivu tó sæddir, og síðani
hevur løgreglan tikið báðar menninar. Hesir eru báðir
gamlir kenningar, sum løgreglan hevur nógvar síður
um. Tað vísti seg eisini, at bilurin, teir koyrdu í, var
stolin.
Teir rendu á ein parkeraðan bil á Víkavegnum. Hesin
bilur bleiv aftur skumpaður í ein triðja bil, so tilsamans
tríggir bilar fingu skaða. Talan er um umfatandi skaða,
sigur løgreglan í Klaksvík.
Maðurin, sum var ferðamaður hevði koyrikort, men
tað hevði førarin ikki. Men teir høvdu í hvussu so er
báðir kenning og blóðroynd er tikin av teimum.
Soleiðis síggja teir báðir bilarnir út, sum sunnudagin vórðu
árendir av einum druknum bilførara í stolnum bili
Stevna við altjóða dámi
Í vikuskiftinum var stór útimissiónsstevna í Nesvík.
Nógv var gjørt burturúr, og nógvar føroyskir trúboðarar
fingu høvi at greiða frá teirra upplivingum. Á myndini
eru tað Jórun og Nurlan Malaikiev, sum saman við
soninum og foreldrunum hjá Jórun eta døgurða á
forkunnugan hátt. Jórun og Nurlan eru trúboðarar, og tey
arbeiða millum gøtubørn í Kiev, Ukraina. Les meira um
útimissiónsstevnuna í Sosialinum í morgin.
- HeiniK
Týsdagin og miku
dagin verður stór
altjóða oljuráð
stevna hildin í
Norðurlandahúsinum
við luttøku av umleið
160 fólkum. Talan
er um granskarar
og serfrøðingar
innan oljuleiting
og her serstakliga
innan jarðfrøði
og jarðalisfrøði.
Endamálið er at
skapa eitt forum fyri
fólki, sum arbveiða
við oljuleiting á
Føroyaøkinum
Ráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í mai 2004 skipaði Jarðfeingi
(tá: Jarðfrøðisavnið) fyri
tí fyrstu Faroe Islands
Exploration
Conference
(FIEC). Hetta eydnaðist
sambart
heimasíðuni
hjá Jarðfeingi so væl, at
Jarðfeingi
hevur
gjørt
av at skipa fyri hesari
ráðstevnu annað hvørt ár. Í
ár verður ráðstevnan hildin
í
Norðurlandahúsinum
í døgunum 11. til 13.
september.
Faroe Islands Explora
tion Conference er ein
teknisk
ráðstevna,
har
vísindafólk
greiða
frá
sínum granskingarúrslitum,
ið eru viðkomandi fyri
kolvetnisleiting á føroyska
landgrunninum, fyri javn
líkum. Á seinastu ráð
stevnu vóru tað umboð
fyri oljuumsitingar, gransk
ingarstovnar og oljufeløg,
sum løgdu fram.
Komandi ráðstevna er
nakað víðkað, soleiðis at
hon nú byrjar mánadag
(11. september) við einum
sokallaðum “field trip”,
har Jarðfeingi skipar fyri
einum túri, hvørs endamál
er at hyggja eftir føroysku
jarðfrøðini. Aftaná field
trip verður ein móttøka
(Icebreaker)
á
Føroya
Náttúrugripasavni.
Týsdagin byrjar sjálv
ráðstevnan við fyrilestrum
allan dagin. Um kvøldið
verður skipað fyri einum
“students evening”, har
roynt verður at skapa sam
band millum føroysk jarð
frøðislesandi og møguligar
arbeiðsgevarar.
Mikudagin heldur ráð
stevnan áfram við fyri
lestrum, og um kvøldið
verður almenni ráðstevnu
døgurðin á Hotel Føroyum.
Í sambandi við komandi
ráðstevnuna er avtala gjørd
við HYPERLINK ”http://
www.sindri.fo/”Sindri um,
at Sindri skipar fyri eini
ráðstevnu 14. september,
sum
er
dagin
eftir
FIEC06. Endamálið við
hesum degnum er, at tey,
ið hava fingið gransk
ingarverkætlanir stuðlaðar
gjøgnum Sindri, leggja
fram
síni
úrslit
fyri
almenninginum. Jarðfeingi
skipar
fyri
Sindri-ráð
stevnuni vegna Sindri.
Ráðstevnan
hevur
egna
HYPERLINK
”http://fiec.jf.fo/Default.
htm”heimasíðu við nærri
upplýsingum um skrá, til
melding og tiltøk annars.
Ráðstevnan í ár fer at
seta fokus á oljuleiting
við Føroyar. Í hesum
sambandi kann nevnast,
at fyrilestrar vera um tær
báðar boriverkætlaninar,
sum verða í 2007 og 2008,
nevniliga Williambrunnin
og Anne Marie brunnin.
Eisini verður greitt frá
Rosebankverkætlanini, har
tað skulu borast tríggir
avmarkingarbrunnar
í
næstum. Nógvir fyrilestrar
eru um jarðfrøðilig viður
skifti og tær kanningar, sum
bæði oljufólk og serkøn við
lærdar háskúlar hava arbeitt
við.
Talan er av sonnum um
eitt sera gott avrik hjá
Jarðfeingi, tí tað er ikki á
hvørjum degi, at til ber at
savna so mong professionell
folk á hesum øki til eina
ráðstevnu í Føroyum og
sum entá hevur Føroyar
sum focus.
Norrøna heilsar Stena Don,
sum borar á landgrunninum
Mynd Árni C
Altjóða oljufólk
á ráðstevnu í Havn
Stór oljuráðstevna í Havn setir fokus á oljuleiting við Føroyar.
Heri Ziska er ein av oddamonnunum aftanfyri stevnuna