Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 174 - 11. september 2006 tíðindi – Tað var týdn­ingar­ mikið at fáa fólka­ atkvøðuna avgreidda sum skjótast, so at vit beinanvegin kunn u byrja at arbeiða fram móti einari samanlegging, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leir­ vík. Hon heldur, at meirilutin var greiður, og vísir aftur pástandunum um, at fólkaatkvøðan kom ov brádliga á KOMMUNU­ SAMANLEGGING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo åFríðgerð Heinesen er borgar­stjóri í Leirvík. Hon er væl nøgd við úrslitið av fólkaatkvøðuni í bygdunum báðum. Hon heldur ikki at 61 prosent fyri samanlegging er ov lítið. – Hatta er ein greiður meiri­luti. Næsta stig hjá okk­um verður at kalla inn til fund bygdaráðini hvør sær. Eftir ætlan fara bygda­ ráðini so at staðfesta saman­ leggingina, og síðani skal landsstýrismaðurin góð­ kenna samanleggingina, sigur Fríðgerð. Gøta er rætta loysnin Summi hava klagað um, at freistin hevur verið ov stutt til atkvøðuna, og at saman­ leggingin er komin ov brád­ liga á. Onkrar røddir hava eisini nevnt møguleikan um, at Leirvík og Klaksvík kunnu leggja saman, men tann møguleikin varð als ikki troyttur. – Fyri bygdaráðini var tað týdningarmikið at fáa fólka­atkvøðuna avgreidda sum skjótast, so at vit beinan­vegin kunnu byrja at arbeiða fram móti einari samanlegging. Fyri okkum er tað natúrligt, at Leirvík og Gøta leggja saman, tí at bygdirnar liggja so tætt, og tað eru stórir møguleikar við einum samstarvi, sigur borgarstjórin í Leirvík, sum í næstum fer at hava úr at gera við fundum og at leggja ætlanir. Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu Kommunu, er væl nøgdur við úrslitið av fólkaatkvøðuni í Leirvík og Gøtu, sum varð avgreidd leyg­ ardagin. – Vit fara í nærmastu framtíð at stað­festa, at saman­ legg­ingin fer í gildi 1. januar 2009, sigur borgarstjórin, sum ætlar sær at arbeiða meira miðvíst móti sam­anleggingini, nú fólk­ið hevur sagt sína hugsan KOMMUNU­ SAMANLEGGING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Nýsetti borgarstjórin í Gøtu, Hans Mourits Fold­bo, er væl nøgdur við úr­slitið av fólkaatkvøðuni um sam­an­ leggin millum Leir­vík­ar og Gøtu Kommunu. Í samrøðu við Sosialin fyri góðum mán­að síðani, gjørdi Hans Mourits tað greitt, at hann sær nógvar fyrimunir við einari samanlegging. Eisini gjørdi hann seg til forsprákara fyri, at allur sunnari parturin av Eysturoynni gerst ein komm­ unu í framtíðini. Fólkaatkvøðan veg­leið­ andi - úrslitið bindandi Hans Mourits vísir á, at bygdaráðini kunnu ar­­beiða miðvíst fram móti saman­legg­ ingini, nú úrslitið er greitt. – Eg eri væl nøgdur við úr­slitið. Talan var um eina vegleiðandi atkvøðu, men tá ið úrslitið er so greitt, kann hon einans metast sum bindandi fyri bygdaráðini. Eg vænti, at vit fara at staðfesta samanleggingina í januar 2009 í nærmastu framtíð, sigur Hans Mourits. Eftir ætlan er næsti fundur hjá bygdaráðnum í Gøtu tann 25. september. – Eg veit ikki, um vit taka ein eykafund, ella um vit bíða í tvær vikur og hava fundin sum ætlað. Eg fari at tosa við Fríðgerð Heinesen (Borgarstjóri í Leirvík. Blaðm.) seinni í dag, og so fara vit at taka støðu til tað, sigur hann. Einki oyðsl av pengum Nú úrslitið er greitt, fara bygda­ráðini at arbeiða meira miðvíst móti ætlaðu samanleggingini í 2009. – Sáttmálin um saman­legg­ ing­ina er grundarlag fyri, hvussu vit skulu bera okkum at. Vit fara sum sagt at tosa saman, og so kunnu vit longu nú byrja at samstarva, so at vit sleppa undan dupult­ íløg­um og tílíkum. Vit ætla ikki, at kommununar báðar skulu trekkja seg for og gera stórar íløgur, áðrenn sam­ anleggingin verður veruleiki, eins og vit hava sæð dømi um á Skálafjørðinum, tá ið kommununar vórðu lagdar saman. Vit fara at gera nakrar góðar langtíðar íløgur, men alt verður gjørt við skili. Um alt gongst eftir ætlan, kemur ein staðfesting í nærmastu framtíð frá bygda­ ráð­unum í Leirvík og Gøtu um, at samanleggingin verður ein veruleiki, og at tey fara at arbeiða fram móti henni. Borgarstjórin í Leirvík: – Týdningarmikið at fáa atkvøðuna avgreidda – Fyri okkum er tað natúrligt, at Leirvík og Gøta leggja saman, tí at bygdirnar liggja so tætt, og tað eru stórir møguleikar við einum samstarvi, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík Mynd: Jens Kr. Vang Gøta og Leirvík: Samanleggingin verð­ur staðfest í nærmastu framtíð Vegleiðandi fólkaatkvøða var leygardagin í Leir­vík og Gøtu um komm­unusamlegging. Í Gøtu vóru 85 prosent av teimum, sum atkvøddu, fyri sam­an­legging. Í Leirvík at­kvøddu 61 prosent fyri samanleggingini. Í Gøtu vóru 467 fólk á vali, hetta er 63 prosent av teimum, sum hava valrætt. 396 av teimum vóru fyri samanlegging, 70 vóru ímóti, og ein atkvøða var blonk. Í Leirvík atkvøddu 488 fólk, sum eru 76 pro­sent av teimum, ið hava valrætt. Har vóru 296 fyri samanlegging, og 189 vóru ímóti. – Hetta er ein greiður meiriluti, og vit skilja tað sum, at fólkið ynskir samanleggingina, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík. – Vit hava framm­an­undan sagt, at vit fara at gera sum meirilutin ynskir. Væntandi leggja komm­ unurnar saman, tá komandi bygdarráð tekur við 1. januar 2009. - ella Greiður meiriluti fyri saman­legging Vit ætla ikki, at kommununar báðar skulu trekkja seg for og gera stórar íløgur, áðrenn samanleggingin verður veruleiki, eins og vit hava sæð dømi um á Skálafjørðinum, tá ið kommununar vórðu lagdar saman Mynd: Jens Kr. Vang