mánadagur 11. september 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 11. september 2006
7
tíðindi
Enda samráðingarnar
ímillum Fíggjar
málaráðið og Starvs
mannafelagið við
arbeiðssteðgi, fara
tingmenn úr Sandoy
og Suðuroy ikki at
góðtaka, at skipini hjá
Strandferðsluni verða
løgd. Og teir eru til
reiðar at fáa Løgtingið
at leggja upp í fyri at
tryggja siglingina hjá
Smyrli og Teistanum
Arbeiðssteðgur
og strandferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enda samráðingarnar, sum
nú eru ímillum Starvsmanna
felagið og Fíggjarmálaráðið,
við arbeiðssteðgi fyrst í okto
ber, er stórur møguleiki fyri,
at Løgtingið fer at leggja
uppí beinanvegin.
Tað er nevniliga so, at
hvørki Gerhard Lognberg,
løgtingsmaður fyri javnaðar
flokkin í Sandoy, ella Johan
Dahl, løgtingsmaður fyri
sambandsflokkin úr Suð
uroy, góðtaka, at skipini hjá
Strandferðsluni einaferð enn
verða løgd við bryggju tí at
arbeiðssteðgur er.
– Vit góðtaka ikki, at sand
oyingar og suðuroyingar
einaferð enn verða tiknir til
gísla í einum arbeiðssteðgi,
siga teir báðir.
Teir siga tískil báðir tveir,
at teir eru til reiðar at fara í
Løgtingið við málinum fyri
at fáa politiska myndugleikan
at forða fyri, at skipini verða
løgd.
Suðuroyingar
og sandoyingar
harðast raktir
Starvsmannafelagið og Fíggj
armálaráðið eru farin undir
samráðingar um ein nýggjan
sáttmála.
Og í eini støðu, sum
hesari, kann tað enda við
arbeiðssteðgi og so verður
nógv virksemi kring alt
landið, lagt lamið.
Ein fastur táttur í slíkum
arbeiðssteðgum hevur verið,
at siglingin hjá Strandferðsl
uni verður løgd lamin.
Hetta hevur serliga rakt
suðuroyingar og Sandoy
ingar. Og enda eisini hesar
samráðingar við arbeiðssteðgi,
verður tað serliga týðiligt,
hvussu illa suðuroyingar
og sandoyingar eru fyri,
nú tað eisini er koyrandi
í Norðoyggjar og 85% av
føroyingum kunnu koyra í
túni hjá hvørjum øðrum.
So meðan fólk kunnu
ferðast sum tey vilja í øllum
meginøkinum, úr Gásadali
til Viðareiðis, og alt vinnulív
í hesum stóra økinum kann
virkað at kalla ótarnað, verður
allur ferðafólkaflutningur
og øll vinna í Sandoy og
Suðuroy púra avskorin frá
umheiminum.
Fyri tveimum árum síðani
var eisini arbeiðssteðgur og
tá vórðu skipini hjá Strand
ferðsluni løgd, sum vanligt
undir slíkum umstøðum.
Men tá vóru politikarar
til reiðar at fara í Løgtingið
við einum uppskoti um at
áleggja pørtunum við lóg
at hava strandfaraskipini
siglandi.
Men tann trupulleikin
varð loystur av sær sjálvum,
tí arbeiðssteðgurin endaði
heilt skjótt aftaná.
Til reiðar at fara
í Løgtingið
Men nú kunnu vit so aftur
koma í somu støðu longu um
ein mánað.
Og tað er heilt greitt, at
tingmenn úr Suðuroy og
Sandoy eru enn einaferð til
reiðar at fara í Løgtingið
fyri at tryggja siglingina hjá
Strandferðsluni.
Suðuroyingurin, Johan
Dahl og sandoyingurin, Ger
hard Lognberg, eru báðir
í samgonguni, og teir siga
báðir, at teir fara ikki at
góðtaka, at Smyril og Teistin
fara at verða lagdir.
Teir eru eisini báðir samdir
um, at verkfalsrætturin skal
takast í størsta álvara og
teir vilja ikki vera teir, sum
hótta við at taka hann frá
feløgunum.
– Men tað kann heldur ikki
góðtakast, at ein arbeiðssteðgur
skal raka teir ymsu partarnar
so ójavnt, sum veruleikin
er, har alt meginøkið virkar
ótarnað, men har allur ferða
fólkaflutningur og alt vinnulív
í Sandoy og Suðuroy verður
jarðlagt, siga teir.
– So má verkfalsrætturin
heldur dvína í hesum føri,
siga teir.
– Eg ræðist fyri at skipini
verða løgd aftur og at vit enn
einaferð verða tikin til gísla,
sigur Gerhard Lognberg.
Hann sigur, at hann vil ikki
gera seg inn á fakfeløgini,
men tað kann heldur ikki
góðtakast, at suðuroyingar
og sandoyingar áhaldandi
skulu brúkast til jarnbrot í
einum arbeiðssteðgi.
Hann sigur, at enda hesar
samráðingarnar við arbeiðs
steðgi, væntar hann, at
tinglimir fara at reagera í
berari desperatión og leggja
uppskot fyri Løgtingið um
at lóggeva skipini aftur í
sigling.
– Tað sindri, sum er eftir
av vinnulívi í útjaðaranum,
tolir heilt einfalt ikki, at
ferðasambandið
verður
kvett, leggur hann afturat.
Johan Dahl sigur, at enda
hesar samráðingar við
arbeiðssteðgi og skipini
verða løgd, fer hann ikki
at himprast við at leggja
málið fyri Løgtingið, so at
Strandferðslan kann halda
fram við siglingini.
– Eg himpraðist ikki sein
ast og tað geri eg heldur ikki
hesuferð.
Hann sipar til, at seinast
verkfall var, var um reppið,
at løgtingið legði uppí fyri
at fáa skipini aftur í sigling,
men tað var ikki neyðugt, tí
tá kom brádliga glið á sam
ráðingarnar og ein semja
fekst.
Annars væntar hann
ikki, at tað verður neyðugt
at leggja upp í hesuferð, tí
hann ivast ikki í, at partarnir,
sum samráðast, bera so í
bandi, at skipini verða ikki
løgd, skuldi samráðingarnar
endað úrslitaleysar.
Hann ætlar ikki at hótta
partarnar við politiskari
uppílegging, men hann
væntar heldur ikki, at sam
ráðingarpartarnir einaferð
afturat vilja koma í ta støðu,
at glið ikki kemur á, fyrrenn
løgtingið hóttir við at leggja
upp í.
– Tað kann ikki vera
meiningin, at hetta skal
vera jarnbrotið í samráðing
unum.
Men hann væntar ikki,
at nakað tingmaður úr Suð
uroy og Sandoy finnur seg
í, at teir somu partarnir í
landinum verða tiknir til
gísla í einum arbeiðssteðgi
einaferð afturat.
Tí ivast hann heldur ikki
eina løtu í, at tað verður
politisk undirtøka fyri eini
uppílegging.
–
Endar
hetta
við
arbeiðssteðgi, og skipini
hjá Strandferðsluni verða
løgd, verða vit tvingað at
taka málið upp politiskt, tí
tað kemur ikki upp á tal,
at sandoyingar og suðuroy
ingar burturav skulu bløða
fyri ein arbeiðssteðg. Ein
arbeiðssteðgur má raka javnt
um alt landið, leggur hann
afturat.
Vil ikki órógva
samráðingarrættin
Suðuroyar tingmaðurin,
Hergeir Nielsen er í andstøðu
í Løgtinginum.
– At fara at tosa um
politiska uppí legging, nú
meðan partarnir sita sam
an, er at leggja seg út í sam
ráðingarrættin og tað geri
eg ikki.
– Men eg havi fleiri ført
fram, at tað ber ikki til,
at Suðuroyggin burturav,
skal verða brúkt til verk
falsobjekt, soleiðis, at her
verður alt samband kvett
ímeðan 85% av Føroya Fólki
á meginøkinum onki merkir
til verkfallið.
– Og vit vita eisini, at
arbeiðssteðgir av hesum
slagnum enda ikki, fyrrenn
avleiðingarnar merkjast á
meginøkinum.
Tí er tað hansara áskoðan,
at verður arbeiðssteðgur, skal
hann raka alt landið javnt, so
at ávís øki burturúr ikki verða
pínd niður ímeðan øll restin
av landinum onki merkir.
Og tað er hansara inniliga
áheitan á partarnar, at teir
ikki at lata ein arbeiðssteðg
raka ávís øki í landinum
harðari enn onnur.
– Tað er ófyrigeviligt, at
bara ávísir partar í landinum
skulu rakast so meint ímeð
an alt meginøkið onki merk
ir. Tað pínur vinnulívið úr
hesum verkfalsraktu økjun
um, tí ongin ger íløgur í so
ótrygg samfeløg. Og støðan,
sum vit
Hann leggur tí dent á, at
hann gevur ikki bara øðr
um partinum skyldina fyri
støðuna, tí tað eru tveir sam
ráðingarpartar og seinast var
ikki talan um verkfall, men
um verkbann.
Mugu vísa solidaritet
Eisini Páll á Reynatúgvu
av Sandi er tingmaður fyri
andstøðuna.
Hann vónar, at samráðing
arpartarnir sjálvir finna eina
loysn og hann er ikki fyri at
Løgtingið leggur seg út í sátt
málaviðurskifti
Men hinvegin eru Sand
oyggin og Suðuroy, umframt
útoyggjarnar, nú komin í
eina heilt serliga støðu.
– Eg haldi, at endar hes
ar samráðingarnar við
arbeiðssteðgi, so at Strand
ferðslan liggur lamin, eiga
partarnir í samráðingunum
at vísa hesum økjunum í
landinum so frægt av sol
idariteti, at tey ikki læsa
hann av frá restini av sam
felagnum.
– Tað vanliga er, at Suð
uroy og Sandoy missa ferða
sambandið, tá ið arbeiðs
steðgir eru og tað gongur
ikki longdini at tað tey ymsu
økini verða rakt so ójavnt.
Hann vil tí ikki afturvísa,
at tað kann verða neyðugt
við politiskari uppílegging
– Frammanundan er
Sandoy og Suðuroy veikar
frammanundan av tí at tær
ikki hava fast samband og
verður tann møguleikin eis
ini tikin frá hesum økjun
um, noyðist politiski mynd
ugleikin at fyrihalda seg til
tað og at umhugsa, hvat er
rættast at gera, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Tveir aðrir løgtingsmenn
eru, sum umboða Suðuroy og
Sandoy í Løgtinginum. Teir
eru suðuroyingarnir Henrik
Old og Sverre Midjord, men
teimum báðum eydnaðist
ikki at fáa fatur á.
Suðuroyingar og sandoyingar góð
taka ikki at verða tikin gísla
Tað kann ikki ganga, at siglingin hjá Strandferðsluni til Sandoy og Suðuroy einaferð enn verður løgd lamin, skuldi tað hent seg, at
samráðingarnar ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið enda við arbeiðssteðgi. Tað eru fleiri løgtingslimir úr Sandoy og
Suðuroy, samdir um og summir teirra vísa ikki aftur, at so má Løgtingið leggja uppí