mánadagur 11. september 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 174 - 11. september 2006
tíðindi
Fyri samlaða økið sam
felagsbygnaður hevur stra
tegibólkurin
lagt
hesa
visjón:
Føroyar – ein vitanarber
andi, opin og burðardyggur
marknaðarbúskapur
við
grundfesti í vælferðarsam
felagnum, har avgerðir og
ábyrgd eru nær borgaranum,
og
uppgávurnar
verða
loystar við størst møguligari
virðisskapan.
Evnið samfelagsbygn
aður er býtt sundur í seks
arbeiðsøki. Tey eru almenni
bygnaðurin, býtið millum
alment og privat, býtið
millum land og kommunur,
kapitalmarknaður, skatta-
og avgjaldspolitikkur og
studningsskipanir.
Almenni bygnaðurin
Evnið á fyrstu framløguni
var almenni bygnaðurin.
Hilmar Høgenni úr stra
tegibólkinum fyri sam
felagsbygnað stóð fyri hesi
framløgu.
Viðvíkjandi
almenna
bygnaðinum er visjónin hjá
strategibólkinum henda:
Lóggávan og almenna
umsitingin verða miðvíst
skipað soleiðis, at tey hóska
til eitt land við áleið 50.000
íbúgvum. Almenni geirin
skal á besta hátt veita
borgarum og fyritøkum
skjóta og góða tænastu.
Strategibólkurin hevði
sett sær fylgjandi mál, ið
skulu gera tað møguligt at
røkka visjónini.
1. Miðfyrisitingin verður
savnað á einum stað. Talið
av umsitingarligum eindum
verður minkað munandi.
2. Í 2010 er mál- og
avriksstýring sett í verk
fyri alla landsfyrisitingina.
3. Árini 2007-2010 verð
ur skipað strategisk før
leikamenning sett í verk
fyri alla landsfyrisitingina.
4. Lóggávan skal end
urskoðast við atliti til at
verða tillagað umsitingar
ligu orkuni. Altjóða lóg
gáva eigur at verða sett í
gildi á økjum, har hetta er
neyðugt.
Byrjað verður at savna
miðfyrisitingina í 2007, tá
teir stovnar, ið eru undir
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum og løgmans
skrivstovan leggja saman.
Tá tosað verður um av
riksstýring, er ætlanin at
fyrisitingin skal hava bæði
faklig og fíggjarlig mál,
heldur enn at tað er sum í
dag, tá einans verður
fokuserað uppá at halda
játtanina. Tað skal eisini
fokuserast uppá, hvat borg
arin fær fyri skattakrón
urnar.
Aðalstýrini savnaði
Eftir
framløguna
var
møguligt hjá teimum ið
sótu í visjónstorginum at
seta spurningar og gera
viðmerkingar.
Fyrsta evnið í orðaskifti
num var um, hvat liggur í,
at miðfyrisitingin skal
savnast á einum stað.
Visjónin er, at øll aðalráðini
fysisk skulu savnast á
einum staði, at tey skulu
sita í einum bygningi. Í dag
sita umleið 150 fólk í
miðfyrisitingini, um tey øll
skulu sita í saman bygningi,
er neyðugt at gera ein
nýggjan bygning, har pláss
er fyri øllum. Ein íløga
uppá umleið 100 milliónir,
skal verða gjørd uppá tann
bygningin.
Ymiskar meiningar vóru
um, hvørt tað var eitt gott
hugskot at savna øll aðal
ráðini, í einum bygningi.
Argumentini fyri at savna
miðfyrisitingina vóru, at
man kann hugsa um tað
fakliga, at man á henda
hátt kann trekkja uppá
servitanina hjá hvørjum
øðrum, og at man kann
sleppa undan dupultfunk
tiónum. Tað hevði verið
meira natúrligt at arbeitt
saman um ymisk mál, tá
øll sótu í sama bygningi.
Tey, ið ikki hildu, at tað
var so skilagott at savna
miðfyrisitingina á einum
stað, ávaraðu ímóti, at tað
kann blíva ov kollegialt, og
mintu á at hyggja eftir
bygnaðinum í ráðunum.
Men eingin ætlan er at gera
nakra bygnaðarliga broyt
ing, ætlanin er bert at savna
ráðini fysiskt.
Samanborið var við Brux
elles, har sami bygningur
hýsir allari ES kommissi
ónini, samstundis við at
hvørt stýri hevur hvørt
sínar kjarnufunktiónir.
Tað tyktiskt, sum øll í
visjónstorginum hildu tað
hevði verið ein góð tænasta
fyri borgaran, um allir teir
hægstu myndugleikarnir
vóru at finna á einum staði,
og at øll aðalráðini sam
stundis høvdu eitt felags
telefonnummar, har ein
kann koma í kontakt við
teir. Onkur setti tó spurn
artekin við, hvussu ofta
vanligi borgarin hevur
brúk fyri at fáa fatur á
aðalráðunum.
Visjónstorg
Aðalstýrini í ein bygning
Í dag var fundur í
Visjónstorgingum,
har samfelagsbygn
aðurin var viðgjørdur.
Fyrsta evnið var
almenni bygnaðurin,
har uppskoti var at
miðfyrisitingin skal
savnast á einum stað
Visjón 2015
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Visjónstorg
Einskiljið tað, ið betri loysir seg privat
Onnur framløgan á fundi
num var um býtið millum
alment og privat. Visjónin
hjá strategibólkinum fyri
samfelagsbygnað er:
Allar samfelagsligar upp
gávur skulu loysast soleið
is, at størst møgulig virðir
verða skapað. Tað almenna
skal røkja tær uppgávur, ið
eru neyðugar fyri at tryggja
vælferða rsamfelagið.
Harumframt skal tað al
menna hava eftirlit við at
fyritøkur lúka krøv við
víkjandi dálkingarvanda,
arbeiðsumstøðum, kapp
ingarreglum og líknandi.
Tað privata tekur sær av
teimum økjum, ið kunnu
røkjast eftir marknaðar
treytum.
Málini stratigibólkurin
hevur sett fyri at røkka
hesi visjón eru:
1. Tað almenna eigur
ikki at reka virksemi, ið
kann verða rikið betur eftir
marknaðartreytum. Mið
víst eigur at verða skipað
fyri, at tílíkt virksemi
verður einskilt ella útveitt.
2. Verandi einskiljingar
tilgongd skal vera framd
innan 3 ár.
3. Aðrar almennnar fyri
tøkur og stovnar (Jarðar
grunnurin, Húsalánsgrun
nurin os.fr.), hvørs virksemi
natúrliga hoyrir heima í
privata geiranum, skulu
verða einskildir.
4. Fyri at skapa innlit í
hvørji árin teir vinnurekandi
grunnarnir hava á føroyska
búskapin, skal ein kanning
setast í verk.
5. Tað almenna skal um
sita sítt náttúrutilfeingið
soleiðis, at størst møgulig
virði verða skapað.
Eftir framløguna var
orðaskifti um einskiljing,
løgmaður legði út við at
minna á, at alt tað privata
fór á heysin undir kreppuni
í 1990unum. Hann ávaraði
ímóti hugsanini, at um alt
verður einskilt, so verður
alt gott.
Svarið úr strategibólki
num var, at tað almenna
skal hava øll síni kjarnuøki
eftir, men at alt hitt skal
einskiljast. Tað almenna
skal nýta sína orku uppá
tað tey eru best til, og lata
tað privata um hini økini,
til dømis øki sum kunn
ingartøkni,
viðlíkahald,
reingerð, telefon samskifti.
Hesi tænastu skulu leggjast
út til tað privata fyri at
skapa kapping.
Bjarni Djurholm spurdi
um, hvat liggur í punkt 5,
um at tað almenna skal
umsita sítt náttúrtilfeingi.
Hetta merkir, at ein
ítøkilig avgerð skal takast
um, hvussu náttúrutil
feingið skal umsitast, til
dømis olja, fiskur, vatn,
vindur, alifirðir og jørð
tilfeingi. Tað skulu vera
fastar reglur fyri umsit
inigini av náttúrutilfeinig,
og um okkurt av náttúru
tilfeinginum
skal
vera
ókeypis, so skal hetta eisini
fastsetast.
Á visjónstorginum var
nevnt, at tað kann vera
vandamikið, at kopiera
skipanir úti úr heimi, sum
eru gjørdar til eitt nógv
størri samfeløg enn tað
føroyska. Til dømis var
vandin nevndur, um at tað
privata neyvan fer at geva
nakrar tænastur, sum tað
privata ikki kann tjena
pengar uppá, og tí er ikki
sikkurt, at allar tænastur
røkka útjaðarin, sum tí
kann fáa stórar trupulleik
ar. Hetta varð svarað aftur
við at tað kann fylgja ein
veitingarskilda við hesum
uppgávum. Sum dømi var
nevnt, at hóast Farmaleiðir
eru einskildar, hava tær
veitingarskildu til útoyggj
arnar.
Jan Mortensen úr Vinnu
húsinum segði, at tað eigur
at vera ein spurningur um,
hvar uppgávan verður best
røkt, heldur enn bara at
fokusera uppá hvat skal
vera alment og hvat skal
vera privat.
Alt alment virkssemi,
ið kann verða betri
rikið eftir marknaðar
treytum, skal einskilj
ast. Hetta var ein av
høvuðsboðskapunum
viðvíkjandi býtinum
millum alment og
privat á Visjóns
torginum í dag
Visjón 2015
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Visjón 2015
Arbeiði frameftir:
• Strategibólkarnir gera uppskot til strategiir
• Arbeiðið hjá teimum 12 vælferðarbólkunum
verður samskipað til ett strategipappír
• Strategipappírini verða við telduposti send
Visjónstorginium til hoyringar
• Hoyringstíðin verður ein mánað
• Í hoyringstíðini verða hoyringfundir á
miðnámsskúlunum
• Almenningurin fær høvi at gera viðmerkingar
á heimasíðuni
• Strategibólkarnir viðgera allar viðmerkingar
• Allar strategiir verða savnaðar og handaðar
Landsstýrinum í vár
Tíðarætlan:
Til ummælist síðst í oktober
• Útbúgving
• Gransking,, menning og nýskapan
• Mentan
Til ummælis um miðan november
• Tilfeingi
• Umhvørvi
• KST
• Íverksetan
Til ummælis fyrst í januar
• Alheimsgerð
• Samfelagsbygnaður
• Vælferð
• Arbeiðsmarknaður
• Infrakervi
FAKTA