Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 11. september 2006 9 tíðindi Fíggjarnevnd løgtingsins hevur verið í Danmark og Noregi, har nevndin hevur kunnað seg um, hvussu onnur lond fyrihalda seg til tær inntøkur, sum eitt nú stava frá oljuvinnuni Kunningarferð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Allir limirnir í fíggjarnevnd løgtingsins uttan Kaj Leo Johannesen vóru í síðstu viku saman við skrivaranum í nevndini, Høgna Joensen, á kunningarferð í Danmark og Noregi. Kaj Leo Johannesen hevði ikki høvi at vera við, tí hann var upptikin av hátíðarhaldinum hjá Sam­ bandsflokkinum. Ætl­an­in var, at Jóhan Dahl, løg­tings­ maður, skuldi koma við í staðin fyri Kaj Leo, men hann fekk forfall undan ferðini. Týsdagin var fíggjar­ nevnd­in á fundi við donsku fíggjarnevndina, og hesin fundurin var í fólka­ tinginum. Endamálið við fundinum við donsku fíggjarnevndina var at fáa eina lýsing av, hvussu fíggjarstøðan og bú­skaparliga gongdin í Dan­ mark eru. Páll á Reynatúgvu, fíggjar­ nevndarlimur, sum var við á ferðini, sigur, at Danmark hevur stórt av­lop á fíggjarlógini, og at ein veksandi partur av inn­tøkunum hjá dønum stava frá serligum inntøkum – ikki minst ráevnisvinnu, har olju­ídnaðurin er ein stórur partur. – Danskur búskapur gongur strúkandi í løtuni, sigur fíggjarnevndarlimurin. Fundir í Noregi Seinnapartin týsdagin fór fíggjarnevndin við ferju úr Keypmannahavn til Noregs. – Í Oslo høvdu vit fleiri fundir, eitt nú við Norges Bank, sum svarar til føroyska Landsbankan. Tað er Norges Bank, sum eitt nú umsitir norsku ráevnisinntøkurnar, umframt at bankin hevur aðrar uppgávur, eitt nú við­ ur­skiftini við norska krónu­ virðinum. Páll á Reynatúgvu vísir á, at Noreg í fleiri ár hevur havt ein oljugrunn, sum í 2005 broytti navn til pen­sjóns­ grunnurin. – Stórt trýst hevur verið á at fáa pening úr oljugrunninum, og eg havi skilt, at navna­ broytingin fyrst og fremst er av psykologiskum orsøk­um, men endamálið hjá grunn­ inum er framvegis hitt sama. Tað er bara navnið, sum er broytt, leggur hann aftrat. Fíggjarnevndarlimurin sig­ur, at fólk ivaleyst hava lættari við at ”góðtaka”, at grunnurin sleppur at veksa seg so stóran, tá ið hetta er ein pensjónsgrunnur. – Tá liggur tað lika sum í orðinum, at øll eiga ein part av honum, sigur Páll. Hann vísir á, at í Føroyum hevur talan verið um at skipa ein búskapargrunn, sum ætl­ andi kemur at umsita ser­ ligar inntøkur, eitt nú frá ein­ skiljingum og møguligum olju­inntøkum. – Eg haldi ikki, at heitið er so avgerandi, men meira málið og skipanin við einum slíkum grunni. Spurdur, hvussu stórur norski grunnurin er í dag, sigur Páll á Reynatúgvu: – Við ársbyrjan vóru 1400 miljardir krónur í grunn­ inum, og nú árið var hálv­ runnið, vóru 1600. Soleiðis er grunnurin vaksin heilar 200 miljardir fyrra hálvár í ár, leggur hann aftrat. Sum skilst, er høgi olju­ prísurin orsøkin til stóra vøkst­urin í grunninum. Í Noregi hevði føroyska fíggjarnevndin eisini fund við norsku fíggjarnevndina, fíggjarmálaráðið og norska fíggarmálaráðharran. 4% av avkastinum Páll á Reynatúgvu sigur, at norðmenn árliga brúka í mesta lagi 4% av rentuinntøkunum hjá oljugrunninum til bein­ leiðis rakstur av norska samfelagnum. – Hesin peningur kemur inn á fíggjarlógina at ”venda” og fer síðan útaftur í norska samfelagið. Restin verður standandi til komandi pensjónir í Noregi. Fíggjarnevndarlimurin sig­ ur, at norðmenn við at broyta heitið á grunninum frá olju­ grunni til pensjónsgrunn vilja geva fólkinum eina fat­an av, hvussu hesin pen­ ing­urin ætlandi skal nýtast í framtíðini. – Nógv halda, at tey síggja ov lítið aftur av olju­peng­ unum, og soleiðis hev­ur grunnurin verið undir stór­ um trýsti. Flestu flokkar eru tó samdir um, at kemur ov nógv av hesum peningi útaftur í samfelagið, versnar kappingarførið hjá vinnuni, samstundis sum búskapurin, sum longu gongur við rúk­ andi ferð, verður enn meira upphitaður. Hetta hevði so aftur ført til dýrari verkætlanir í Noregi. Páll vísir á, at norskir pol­it­ ik­arar royna at halda aftur, nú nógv ferð er á búskapinum, og arbeiðsloysið er so lítið, sum sjáldan áður. – Sum heild eru norskir pol­itikarar samdir um, at hesin velduga stóri grunnur ikki skal kunna nýtast sum partapolitiskt amboð, leggur hann aftrat. Stabiliserandi Sum skilst, er føroyska fíggj­arnevndin samd um, at ein slíkur grunnur, sum norski oljugrunnurin – nú pensjónsgrunnurin – hevur eina ógvuliga stabiliserandi ávirkan á langsiktaða fíggj­ar­ politikkin hjá einum landi. – Norska skipanin er brúkt sum fyrimynd í nógv­ um ymiskum londum, men norðmenn løgdu dent á, at sjálvandi skal ein slík­ur grunnur lagast eftir við­ur­skift­ unum í hvørjum landi sær. Páll á Reynatúgvu sigur, at norðmenn mæltu til, at føroyingar seta í verk eina líknandi skipan sum ta norsku – við neyðugum til­ lagingum. – Slíkar inntøkur eru møguligar í okkara tíð, nú tøknin er so frammarliga. Tær vóru ikki møguligar fyri 50 árum síðan, og í Noregi vænta tey, at olja og gass eru uppi um eini 50-60 ár. Tí er hugburðurin tann, at tær inntøkur, sum núlivandi ættarlið kunnu skapa, eis­ini eiga at koma okkara eftir­ komarum til góðar. Stórur áhugi – Jú, eg haldi, at eg kann siga frá øllum í fíggjarnevndini, sum vóru við í Danmark og Noregi, at vit høvdu eina ógvuliga áhugaverda ferð. Vit vórðu sera væl mót­tiknir, bæði í Danmark og Noregi, og norðmenn vístu ógvuliga stóran áhuga fyri teirri oljuleiting, sum í løtuni fer fram í føroyskum øki, sigur Páll á Reynatúgvu, fíggjarnevndarlimur, at enda. Sosialurin royndi at fáa fatur á Anfinni Kallsberg, fíggjarnevndarformanni, mána­morgunin, men tað eydnaðist tíverri ikki. Føroyingar fyrireika seg til oljupening: Fíggjarnevndin á áhugaverdari ferð Við ársbyrjan vóru 1400 miljardir krónur í norska oljugrunn­ in­um, og nú árið var hálvrunnið, vóru 1600. Soleiðis er grunnurin vaksin heilar 200 miljardir fyrra hálvár í ár Sum skilst, er føroyska fíggjar­ nevndin samd um, at ein slík­ur grunnur, sum norski olju­ grunnurin – nú pensjónsgrunnurin – hevur eina ógvu­ liga stabiliserandi ávirkan á lang­ siktaða fíggjar­ politikkin hjá einum landi Fíggjarnevndarumboð úr Føroyum á kunningarferð. – Vit vórðu sera væl mót­tikn­ ir, bæði í Danmark og Noregi, og norðmenn vístu ógvuliga stóran áhuga fyri teirri olju­leiting, sum í løtuni fer fram í føroyskum øki, sigur Páll á Reynatúgvu, fíggjar­ nevndarlimur