Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 174 - 11. september 2006 Eitt ræðandi minni Í dag er 11. september, og vit minnast øll ræðuligu hendingina í New York, tá terrroristar frá al-Qaeda gjørdu av við nærum 4000 fólk. Hetta skuldi gerast ein hending, sum veruliga broytti heimin. Hon fekk ávirkan á heimsbúskapin, á valdsjavnvágina, á oljuprísin og ikki minst á sjálvan gerandisdagin hjá okkum øllum. Eftir hesa hending gjørdurst orðini terror og trygd lyklaorðini í altjóða tjakinum. Álopini á teir báðar risastóru bygningarnar í am­er­i­k­ anska stórbýnum og á sjálvt hjartað hjá amerikonsku her­megini, Pentagon, fáa serliga umrøðu um allan heimin júst í dag, nú tað eru gingin fimm ár, síðani henda í heimssøguni mest dramatiska og óhugnaliga terroratsókn varð framd. Eldglæman frá flogførunum, ið sprongdust í luftina, tá tey raktu teir World Trade Center, hevur brent seg inn í nethinnuna hjá milliardum av menniskjum. Júst henda myndin man vera tann, sum í heimssøguni stend­ur klárast fyri flest menniskjum á jørð. Og hvat kunnu vit so siga fimm ár eftir! Er hetta bara eitt minni, ið vit skulu taka fram henda dag ella er hetta nakað meira. Hendingarnar, sum komu í kjalarvørrinum á 11. september, hava verið eins álvarsligar og óhugnaligar sum sjálvar atsóknirnar henda eina dag. Men tíðin eftir 11. september hevur merkt okkum øll, hon ger tað framvegis og fer uttan iva at kennast langt inn í framtíðina. 11. september hevur gjørt altjóða terror til heims­fígg­ inda nr. 1. Og í hesum sambandi hevur trygd fingið fremstu raðfesting. Lógir og reglur og fyriskipanir verða nú smíðaðar og gjørdar við 11. september sum útgangssstøði. Illgrunin um yvirgang er vorðin so djúpt gróðurfestur, at hann í nógvum førum er farin yvir gevind. Mong ósek merkja eisini sviðan av hesum. Annars hevur yvirgangur móti ósekum í Spania, Onglandi, Egyptalandi, Jordan oø. gjørt, at óttanin og eisini haturið, sum kom í kjalarvørrinum á 11. september, er at finna allastaðni. Stríðið í Afganistan og kríggið í Irak, sum eisini vórðu avleiðing av 11. september, standa við. Tað var rætt at fara í hernað móti Taliban, tí hesir vóru partur av atsóknunum í New York og framdu andaliga neyðtøku av sínum egna fólki, kvinnunum. Hóast eingin av okkum tók undir við stýri Saddams, so var tó eingin haldgóð orsøk til at fara í kríggj. Sjálvandi mugu vit vera á varðhaldi, men vit mugu heldur ikki misbrúka 11. september til at rættvísgera egnar valdsgerðir. Atgerðir móti fátækradømi, ó­rætt­ vísi og brot á mannarættindi eins og diplomati og sam­ráð­ing eiga at koma í hásæti. Sosialurin So- sialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. - Tað er nógv sum bendir á, at tað neyvan fer at geva nak­að, at pumpa pening blint inn í okk ara sjúkrahúsverk. Vit hava ongar ábendingar um, at sovorðin peningur fer at hækk a um støði og framleiðslu. Hinvegin er tað nógv sum bendir á, at vit hava tørv á strukturbroytingum í kanning og viðgerð. Jákup Petersen, yvirlækni SAMBAND eirikur lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar - Eg haldi, at stundin er komin til at taka eitt sindur í egnan barm. Tað liggur á markinum til skomm, hvussu vit læknar reagera, tá onkur uttanífrá kemur við atfinningum, sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, sum vísir aftur, at vantandi játtan er orsøk til misnøgdina við Landssjúkrahúsið Og lands­stýr­is­mað­ur­in í Almanna- og Heils­u­mál­a­ ráð­num Hans Pauli Strøm hev­ur púra rætt Eg kenni onki sjúkrahús, sum ikki hevur trupulleikar. Eg kenni ikki til, at Lands­ sjúkr­a­húsið hevur størri trup­ul­leikar enn so mong onn­ur sjúkrahús. Men at kasta skuldina fyri trup­ul­ leik­um á manglandi játtan til Landssjúkrahúsið er púra burturvið! Ongi tekin til manglandi játtan Í 2002 hevði eg grein, har eg gjørdi eg eina sam­met­ing av okkara sjúkr­a­húsverki mótvegis okkara grann­ alondum, og varð tað heilt greitt, at játtanin varð á leið við okkara grannalond. Niðurstøða mín í dag er tann sama sum eg hevði í 2002. Nevniliga at: »Tað er nógv sum bendir á, at tað neyvan fer at geva nak­að, at pumpa pening blint inn í okkara sjúkrahúsverk. Vit hava ongar ábendingar um, at sovorðin peningur fer at hækka um støði og framleiðslu. Hinvegin er tað nógv sum bendir á, at vit hava tørv á strukturbroytingum í kanning og viðgerð. At tann samlaða kanning­ar- og viðgerðarketan eig­ur at verða endursko­ð­a­ð við atliti til at hækka for­­kann­­ ing­­a­r­støð­ið, stytta um innleggingartíð, gera meira ambulantar viðgerðir o. s. fr.. Til hetta krevst ikki meira peningur, men tað er alneyðugt, at tað verð­ ur gjørt av “fólkinum á gólvinum” so vit ikki enn einaferð fáa eina fyri­sit­ ing­ar­liga glæstriborg, sum vit ikki kunnu brúka til nakað.« Fyrisitingarligar glæstriborgir Men vit fingu eina fyr­i­sit­ ingarliga glæstriborg, sum hevur kravt nógvar stútt­ur fyri at standa uppi. Har­ afturat fingu vit hópin av peningi. Væl meira enn okk­ ara grannalond. Uttan at nakað stórvegis sást aftur í støði og framleiðslu. Tíðin er helst komin til at leggja á annan bógv. Landsstýrismaðurin rakar seymin á høvdið Tað varð tí hugvekjandi at lesa greinina hjá lands­ stýr­is­manni Hans Paula Strøm, har hann sera greitt við orðum og tølum jarðar pá­standin um manglandi játt­an. Eg haldi, at stundin er komin til at taka eitt sind­ ur í egnan barm. Tað liggur nú á markinum til skomm, hvussu vit læknar reagera, tá onkur uttanífrá kemur við at­finn­ing­um. Hvørja ferð okkurt er á vási er loysnin, at játtanin skal økjast. Hetta lækkar um okkara trú­ virði sum læknar. Og tað er ikki so langt síðani, at stórt sæð allir trupulleikar kundu loysast við nýggjum bygningi. Og hann hava vit jú fingið! Ambulant kirurgi Ambulant kirurgi hevur ver­ið nevnt sum eitt slag av neyðloysn, tí ov lítð av peningi er til. Hetta er sjálvandi ikki so. Tað gjørdist greitt fyri okkum lækn­um fyri nógvum árum síðani, at orsakað av nýggjari tøkni varð tað gjørligt at lyfta ávísa viðgerð á eitt hægri støði við at gera hana am­bulanta. Tað sum vunnið varð í hesum sambandi varð til dømis minni av skúkr­a­hús­ in­fek­t­i­o­num. Styttri sjúkr­ a­skriving og skjótari aft­ur­ gong til arbeiðið. Ella við øðrum orðum, sjúklingurin kom seg skjótari eftir skurð­ við­gerð. Minni stress hjá sjúkl­ingi í samband við við­ gerð, tí innleggjan ikki varð neyðug. Starvsfólk fingu minni nátt­ar­arbeiði og harvið betri møg­urleika at fyrireika og útynna førleikamenning o. s. fr. Sparing varð ongantíð eitt primert endamál. Tað gjørdist eisini skjótt greitt, at sjúklingunum dámdu henda viðgerðarhátt nógv betri enn innleggjan. Okk­ ara endamál varð ikki spar­ ing, men hægri støði, minni komplikatiónir og betri nøgdsemi millum sjúkl­ ingar og starvsfólk. Í okk­ ara grannalondum eru tey komin væl longri á hesum øki. Innleggjan og útskrivan Havt hevur verið frammi, at læknar fyri at spara eru farnir, at útskriva sjúkl­ing­ ar fyrr enn vanligt og eru harafturat ein forðing fyri innleggjan. Hetta er sjálv­ andi heilt burturvið. Eg vísti longu í 2002 at vit høvdu longsta innlegingartíð í Norð­ur­londum. Allar kanningar eg kenni til vísa, at tað er mun­andi betri fyri sjúkl­ ing­ina at stytta um inn­l­ eggingartíðina. Minni in­fek­ tións­trup­ul­leikar, skjótari re­hab­i­litering og betri nøgd­ semi. Men tað krevur at vi­ð­ ur­skift­ini eru vælskipaði. At informatiónin til sjúkl­ing­arnar er góð og planleggingin væl gjøgn­ umførd. Tá alt hetta riggar, so fara sjúklingar tíðliga og í góðum hýri av deildini. Starvsfólk kenna eisini, at tey gera eitt meiningsfullt arbeiði og eru hugalig í sínum arbeiði. Styttri inn­ legg­ingartíðir eru ikki frá lækn­aligari síðu gjørdar fyri at spara, men eru ein nát­túrlig fylgja av menning innan viðgerðarháttir og tøkni. Og er samstundis við til at hækka viðgerðarstøðið og økja um nøgdsemi hjá sjúklingum. Eg haldi ikki, at tað skuldi verið neyðugt at gera viðmerkingar til pá­stand­in um, at vit eru ein forðing fyri, at sjúklingar verða innlagdir, tá tørvur er á hesum. Og at enda eitt hjartasuff. Í aftursvari Læknaráðsins til løgtingsmann Bill Just­in­ us­sen stendur millum ann­ að: »Tað er neyvan so, at allir læknar á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num eru líkasalir og ó­­dug­n­­a­ligir kynikar við sam­­starvs­trupuleikunum«. Álvaratos, kæru kollegar! Eg gangi út frá, at hetta er ein misskiljing. Eg kenni ongan lækna á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num við om­an­fyr­i­ nevndu eg­in­leik­um. Styttri innleggingartíðir eru ikki gjørdar fyri at spara yvirlækni jákup petersen