Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 11. september 2006 15 tíðindi Týsdagin 12. september fer ein kendur skuri um hálvt­ hundrað ára hvarvið. Hóast maðurin er í áhaldandi fram­ søkn, steðga vit á eina løtu, rinda møðina, heiðra hann og royna sum frægast at greina eitt niðurkókað curriculum vita, fevnandi um eina lívsleið meira spennandi enn hjá teimum flestu. Maðurin er Atli Gregersen. Sonur Hjørdis hjá Pidda hjá Gamla Sámal Peturi og Oddfríð hjá Jóan Paula Gregersen og Sáru í Jør­unds­ stovu. Hann kom í verðina í Havn og traðkaði sínar barna­skógvar í Fuglafirði. Oddfríður hevði tikið við leiðsluni í tí virksemi, sum Jóan Pauli hevði verið front­ figurur fyri, og í 63 stóðu nýsmíðaðu húsini liðug uppi í Tungu. Atli gjørdist gøtumaður, og tað man hann vera framvegis, líkamikið hvørjum skýrákum hann annars ferðast undir. Umframt at hava gingið í lívsins skúla frá ungum av so gjørdist hann ein av fáum akademikarum í okkara ættarliði í Gøtu. Sjálvandi ein vinnurelateraður frøðingur. Alt byrjaði á universitetinum við Gøtugjógv. Eftir tað - 3 ár í realskúlanum í Fuglafirði og síðani lá leiðin suður í Hoydalar, har hann tók mate­matiskt studentsprógv í 1976. Mettur av undirvísing og stillstøðu legði hann tær ár­arnar inn í eitt ár og virkaði sum arbeiðsmaður á Fiskamjøl í Syðrugøtu. Úr bræðingarkøstinum fór hann beina leið yvir á lærda háskúlan í Tromsø. Byrjaði í 1977 og á sumri í 1982 varð hann klaktur sum fiskaríkandidatur, og tað man ikki koma óvart á nakran, at hann longu tá hevði sett strategiskt út í kortið og kom brestandi út av universitetinum við aling sum sergrein. Grýtuklárur til hitt beinið, sum føroyski samfelagsbúskapurin skuldi standa á í framtíðini. Heimafturkomin var hann eitt skifti í starvi hjá Fiskaaling við Áir, arbeiddi saman við m.ø. Andriasi Rein­ert, og eftir tað var hann eitt tíðarskeið í starvi hjá Arge International, har hann og Jørgen Gunnarson strevaðust saman og seldu teir tá so kendu Bridgestone aliringarnar. Tað mundi tó liggja í kortunum frá byrj­an, at hetta bara var eitt preludium til eina framtíð í hierarkinum hjá G-monn­unum í Gøtu. Tó so, lívsroyndir, sum ivaleyst hava munað í tíðini á fyrstu parkett í føroyskari alivinnu síðani. Síðani hevur hann verið ein partur av regiminum hjá Odda. Táið Oddfríður so skilagott valdi at taka sær meira av løttum, at nýta sítt otium, sum tað so flott verður nevnt, eftir nógv stræv­in ár í føroyskum vinnu­lívi, vóru synirnir búnir til vaktarskiftið, og býttu virksemið ímillum sín, soleiðis at Páll kom at standa fyri framleiðsluni, Regin fyri fíggjarliga húsarhaldinum ímeðan Atli gjørdist sjefur fyri fóðursøluni og alingini, ella sum tað verður nevnt á altjóða máli: Managing Director Farming. Góða vitið, royndirnar og ástøðiliga fundamentið gjørdu, at boð skjótt vórðu eftir honum í øðr­ um sam­felagshøpi. Eitt skifti var hann formaður í Fiski­daganevndini. Sann­ førdur um, at hann var vald­ur í nevndina sum fiska­ ríkandidatur, fór hann til verka. Tilmælini vóru har­ eftir, og táið hann varnaðist, at nevndin ikki skuldi brúk­ ast til annað enn at gummi­ stempla dirvisloysið hjá før­oyskum politikarum, mótvegis sterkastu lobby´ini í landinum, tók hann seg aftur. Onkur helt hann vera í so dogmatiskan og bundn­ an av fiskifrøðini, og táið diplomatiið ikki er dyggast menti sektorurin í høvdunum á Gregersen-monnunum, - so var tann seansan av. Seinri gjørdist hann nevndarlimur og formaður í Havbúnaðarfelagnum. All­ir sum hava verið ein partur av hesum virksemi, undir hansara leiðslu, geva honum alrabesta skots­mál. Framrættaður, kon­struktivur og legði ikki fingrarnar ímill­ um, táið hann helt, at tíðin var komin til tað. Fyribils hevur hann nú avgjørt at spenna frá í felagsstarvinum hjá før­oyskum alarum og at brúka sína stóru arbeiðsorku á øðrum hermótum. Eftir at hava búleikast í Fuglafirði, Syðrugøtu, Tórs­ havn, Tromsø, Hvalvík, aftur í Gøtu og í Havn eitt styttri tiðarskeið, flutti hann vestur til Sandavágs at búgva. Kon­ an Eyðna er haðani, og tey eiga synirnar Jón, Fróða og dóttrina Vár og eru tey ávika­ víst 18, 15 og 13 ára gomul. Sum tey flestu ið hava fingist við vinnulív, kennir Atli eisini sveiggini, ið kunna taka seg upp sum brotasjógvar og skúra at kalla alt omanav. Teir sum hava fingist við aling í Føroyum, vita hetta betur enn tey flestu, og tað skuldu góðir nervar til at koma heilskapaður ígjøgnum ta kreppu, sum legði alla aling skerflata fyri fáum árum síðan. Atli og teir hóraðu undan, og í dag er hetta vónandi ein vinna, sum hevur slitið seg úr barnasjúkunum, so­leiðis at hon aftur kann ger­ast ein trivaligur stabbi undir føroyska búskapinum. Imperiið hjá Atla er í vøkstri og fevnir víða, eisini geografiskt. M.a. á Fúta­ kletti, á Gøtuvík, á Seyrvági og á Miðvági. Veit ikki um slagið er forvitnari enn onnur, men tað liggur ein merkiliga íðin áhugi í teimum flestu, sum ein undirsjóvarstreymur, fyri at kalla øllum sam­fel­ ags­­­viðurskiftum, eis­ini við­urskiftum sum liggja utt­ anfyri vanliga arbeiðs­dagin hjá fólki. Fótbólturin, sum nærum kann kallast ein subreligión í Gøtu, hevur størsta áhuga hjá føðingardagsbarninum. Sjálvur gjørdist hann ongin lokalur Cruyff. Legendarisk eru orðini hjá Jallinum um ringa støðið hjá GÍ, táið hann frætti boðini um, at Atli var tikin út til fyrsta liðið einaferð í áttatiárunum. Men harfyri minkaði áhugin ikki, og ídag er hann í tí støðu, at eisini FS-Vágar er vorðið hansara hjartabarn. Hann er næstformaður og peningarøkil í felagnum. Hvussu hjartað skal skivast sundur, um liðini einaferð bresta saman í somu deild, kann bara hin almáttugi vita. Trúskapurin, sum áskoð­ ari til GÍ-dystirnar, bendir tó á, at upphavið hevur rættiligar fastatøkur á honum framvegis. Harvið hava gøtumenn ikki mist vón­ina um framhaldandi at uppliva serliga spontana oratoriska yndi hansara - undir ítróttarhúsinum í Serpigerði. Fjúsið er stutt. Vit eru helst fleiri, sum hava lagt oyra til hesar verbalu skot­ ríðurnar, sum hann oysir úr sær, er hann ikki samdur í onkrum, sum politikararnir hava viðgjørt og samtykt. Táið kortini eru løgd á borð­ið, bersøgið, kontant og púrasta eirindaleyst, er friður aftur og ímintur er hann ikki. Gongur ikki og ber agg til nakran, og oftani endar samrøðan við, at hann situr í skellilátri og flennir at sær sjálvum og sínum snara sinni. Ein skilagóður vani, óvani vildi onkur sagt, at lata misnøgdina fúka út ígjøgnum ventilarnar við vind­megi 12 og síðani at leggja vápnini fyri haðani at ýta av av nýggjum og virka konstruktivt frameftir. Hóast tað kanska er eitt ivamál hvar hann flýtur floks­politiskt, so er tað ongin ivingur um, hvar hann stendur í tjóðskaparpolitiska spurninginum. Upp­vaks­ in í treysta sjálvstýris­hug­ burðinum hjá Gregersen fólk­inum í Gøtu gjørdist tað valið rættiliga lætt, og fyri alt tað sjálvsagt. Hann er sannførdur loysingarmaður. Av slagnum, ið er av tí fatan, at Føroyar skulu skipast sum sjálvstøðugur statur í dag heldur enn í morgin. Gerast ein javnbjóðis part­ur í tí heimshøpi, sum alt nú er farið at káka um, eisini tey sum ganga við tí løgnu støðu, at hetta skal vera møguligt við statusi sum hjáland. Hann skilir ikki kredduna hjá teimum, ið halda, at ein politisk di­scountstøða sum donsk koloni fær verið lunnur und­ir okkara framtíðarstøðu, í einum heimi harið meldurin økist fyri hvønn dag, og alt samstarv fyrst og fremst er millum politiskt sjálvstøðugar tjóðir og ikki fyrrenn í øðrum, triðja og fjórða lagið gongur yvir um mørkini - ígjøgnum altjóða samstarvsfora. Leygarkvøldið repar hann seglini eina løtu. Stevn­ir ætt, vinum og kenn­ingum í dans og gleim. Verts­ skapsmaður sum hann er, tekur hann kanska guitarin upp á knøini eina løtu og letur okkum hittast på al verdens veje, ella hann set­ ist við trummustavunum og flytur okkum aftur í eina nostalgiska stevnu, í eitt afturljóð, frá tíðini sum trummuslagari í losjuni í Gøtu, í Moonlight, saman við Símuni Konoy, Eyðuni í Køkinum, Peturi hjá Esmari á Lakjuni og líka gjarna Snorra hjá Tórvaldi ella í eitt meira lagaligt afturhvarv frá meira stillføru tíðini táið hann díkti á trummuskinnini í Firvaldum. Góðan byr kæri frændi! tj Atli Gregersen 50 Jógvan Adolf Jóhannesen er farin um tey sjeyti. Eg kom at kenna Jógvan, tá hann bleiv lærari í Skopun. Jógvan var ein góður lærari, tað skotsmál hevur hann her í bygdini. Eisini syrgdi hann fyri sum fyrstilærari, at skapa ein góðan trivna á arbeiðsplássinum. Serliga minnist eg dreing­ ir­nar, hvussu spentir teir vóru, tá Jógvan hevði lova at fortalt teimum ymist søgu­ ligt. Hann kundi siga so væl frá, at børnini sótu við føt­ ur í spenni. Sjálvur havi eg sitið og lurta, tá Jógvan við sínum sermerkta máli, og á ein sermerktan hátt segði frá ymiskum, eisini skemtiligum. Tá ið Jógvan bleiv pensi­ on­eraður, flutti hann aftur til heimbygdina Dalur, har ið hann umvældi barnaheimið, sum er sera snøkt. Tað tíðina Jógvan búði í Skopun, var hann so nógv annað enn lærari. Álit­is­ maður var hann, og slíkur maður verður biðin til mangt og hvat. Hvør minnist ikki Jógvan norði við Minnisvarðan Alla Halgunardag, syngja fyri við sínum vakra málið, ella við jólahaldið á Torginum. Jú, tað tíð Jógvan búði í Skopun, var hann virkin partur av bygdini. Jógvan var kommunu­ skriv­ari, tá eg var valdur inn í bygdarráðið, og kom eg uppaftur betur at kenna henda heiðursmann. Við síni vøkru hondskrift koma gerðabøkurnar, at verða ein varði yvir teg, Jógv­an. Pennurin gekk við sama tempo, hóast kanska bylgj­urnar gingu høgt. Um neyðugt so plagdi tú at tala at við tínum vakra eystanmáli. Jógvan´sa partur lá ikki eftir, tá tað umráddi at út­vega skip til oynna, saman við bygdamonnum úr Dali, og má sigast at væl gekk. Minnist serliga væl tíðina tá ið “Dalbúgvin” róði út í Skopun. Havnin var full av 50 tonsarum. Jógvan helt nógv til á keiðini, tí spenn­ ingurin var stórur, tá bátarnir komu aftur av útróðri. Skúr­arnir vóru fullsettir av smádreingjum og eldri monnum. Jógvan var eisini valdur á ting fyri Javnaðarflokkin. Har helt hann seg ikki aftur, at verða verja fyri okkara økið. Tá ið kreppan var størst í Føroyum, var Jógvan ein sum kempaði fyri Sand­oyar­ ætlanini, og má sigast, at tað var eitt satt bragd, hóast ikki teir stóru pengarnir vóru í hesi ætlan, sum tó eydnaðist til fulnar. Til seinast farið eg at ynskja tær nógv góð ár framyvir. Gerhard Lognberg Ein heilsan til Jógvan Adolf Jóhannesen á 70 ára føðingardegnum