Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 174 - 11. september 2006 Leygardagin 9. september fylti Dávur Jacobsen í Søld­ ar­firði 80 ár. Dávur er sonur Per í Nið­ ara Gerði og Gustu, fødd Ol­sen av Heimbø. Sagt er um hann, at hann var ve­sælur og neyðarsligur smá­drongur, hvørs fyrstu minni eru av sjúkrahúsinum. Kort­ini skuldi hann gerast Føroya yngsti forsyrgjari, tá pápin fórst við Emmanuel, tá Dávur bert var 5 ára gamal og elstur av brøðrunum. Dávur var ein av teimum hepnu, sum fekk útbúgving á universitetinum hjá Frú Bjarnadal longu frá at hann var 6 ára gamal. Tá mundi botnurin verða lagdur til ein seinni vælvirkandi knokk. Tað var ein fátøk tíð í tríatiárúnum, men Dávur minnist ikki at vera farin svangur til songar. Hann plagar at taka til, at tey vóru so fátøk, at tey ikki høvdu ráð at eta margarin, so tey ótu bara smør. Tað kundu tey vituliga kyrna sjálvi, tí kúgv var í kjallaranum. Hvat ávirkaði hansara seinni lívsleið er kanska iva­samt, men hansara fyrsta arbeiði var vegarbeiði, at hampa um koyrivegin í bygd­ ini fyri kommunu og løg­ting, og seinni at gera bakkavegin inn á Grønu­skrið. So kom kríggið og so smíðaði hann barakkir og oljutangar og tá kríggið var av fór hann til Íslands at arbeiða á einum bóndagarði. Hann droymdi um at gerast skipari, men ferð­irnar aftur og fram úr Íslandi og onkur sildartúrur við íslendingum munnu hava kurerað hann, tí stutt eftir fór hann í læru sum húsasmiður í Íslandi og er harvið ein av helst sera fáum føroyingum við íslendskum sveinabrævi. Í 1949 var Dávur heima í Føroyum og vendi og bleiv tá giftur við Inger hjá Per Uppi í Toft bónda í Søldarfirði. Inger hevði eisini verið í Ís­landi og tey fluttu aftur til Íslands eftir brúdleypið. Í 1950 verður Bára fødd og árið eftir flyta tey aftur til Føroya. Tá vóru ringar tíðir í Føroyum, men kortini var Dávur so heppin at hitta Niels Paula á Glyvrum, sum út­vegaði honum arbeiði at gera bolverk á keiini í Runa­ vík. Næsta arbeiði var at gera lærarahús í Lamba. Í 1952 gjørdi hann keivegin í Søldar­ firði og so fór hann til SEV í Vestmanna. So varð Petur føddur. Og frá 1953 og eftir Sjóvinnubankakrakkið var at kalla alt svartasta armóð í Føroyum. Dávur fór til Grønlands at arbeiða hjá Lamhauge & Waagstein. Heimafturkomin fekk Pet­ur í Gong í Havn fatur á honum og Dávur fór at byggja Kommunuskúlan í Havn og seinni eisini Sjó­ mans­skúlan. Síðan var hann í Miðvági. Hann var hjá Landsbyggifelagnum. Á Eiði og norðuri í Vík, gjørdi keiir, vegir og hús. Og tað var eisini Petur í Gong, sum lokkaði hann til Klaksvíkar at byggja sjúkrahúsið í 59/60 - tá flutti Inger norður við báðum børnunum at búgva fyribils. Hetta „fyribils“ vardi í 24 ár og „runu-Dávur“ gjørdist ein ímynd í Klaksvík. Hann gjørdi keiarbeiði, hann gjørdi bátabrúgvarnar á Stongunum, vegin millum Hvannasund og Viðareiði og mangt mangt annað. Í 1967 arbeiddi Dávur sam­ an við Jógvan Gerðalíð við út­stykkingum í Klaksvík. Teir gjørdust tað mann kann kalla „partnarar“. Dávur tekn­ aði og roknaði Jógvan tók sær av maskinunum. Berg­mál, kallaðist felagið, sum kom at gera nógv arbeiði sum fráleið. Dávur gjørdi nógv onnur stórarbeiði, stórt keiarbeiði á Skála, í Norðdepli, hann gjørdi brúnna um Gøtugjógv og havnaarbeiði í Fuglafirði. Sam­an við svogrinum Ras­ musi í Toft gjørdu teir stór havna­arbeiði í Skopun, trol­ hylin hjá Vónini og t.d. FK- bygningin í Fuglafirði - og ítróttarvøllin hjá ÍF! Fleiri lendingar gjørdu teir, og mong slík arbeiði komu aftrat, tá felagið fekk navnið Dekkon og fleiri komu við. Arbeiðssøgan hjá Dáva er long og fyllir heilt bóka­ verk. Dávur misti konuna Inger í 1986 av herviligari sjúku. Seinni rann saman millum hann og Mariu, einkjuna eftir Leif Berg, systkinabarn Dáva, ið var deyður stutt framm­anundan. Tey giftust og hava nú Dávur fyllir 80 verið saman í 18 ár. Dávur er raskur enn og sæst nærum hvønn dag við hamara ella sag í hond, umbyggir, fríðkar og snøggar, viss ikki fyri seg sjálvan, so fyri onkran annan í familjuni. Føðingardagurin verður hildin í Elim í Søldarfirði sunnudagin 17. september frá kl. 17. Vinfólk Dávur Jacobsen í Søldarfirði 80 ár Í dag, mánadagin 11. sep­tem­ ber, verður Byrger Heine­­sen í Klaksvík 75 ár. Byrger var í mong ár skipari á Pride og seinni á Ternuni. Foreldrini vóru bæði úr Kunoy, men Byrger er klaks­ víkingur. Mamman var Byrg­ hild fødd Dam, og pápin var Jákup Andrias Heine­sen. Tey búðu niðri í Vági. Mamman doyði nakrar fáar mánaðir eftir, at Byrger var føddur. Jákup Andrias gift­ist upp aftur í 1938 við Fridu fødd Nielsen og ætt­ að úr Vatnsoyrum. Í seinnu giftu vóru fýra børn – Maria Marstein, Jacobina Hansen, Jórun Jensen og Pauli Heine­­sen. Tey búgva øll í Klaksvík. Byrger fór ungur til skips. Hann sigldi eitt nú við skonnartunum Polo og Liljuni og við trolarum hjá Kjølbro. Á vári í 1952 leyk hann seturskiparaprógv á Klaksvíkar Sjómansskúla, og á vári í 1960 leyk hann longdina. Skúlagongdin var í Klaksvík, og próvtøkan í Havnini. Pápi Byrger, Jákup Andri­ as, var í mong ár skipari á Britons Pride og seinni Pride. Skipini sigldu á far­ leið­ini millum Klaksvík og Havnina og eisini á øðrum far­leiðum. Kjølbro átti skip­ ini og rak ruturnar, inntil tað almenna keypti Pride og yvirtók farleiðirnar. Byrger var stýrimaður og seinni skip­ari á Pride. Tá ið tað almenna yvir­tók farleiðina um Leir­víksfjørð, og Ternan varð keypt úr Týsk­ landi í nov­ember 1970, flutti Byrger á hesa farleiðina, har hann varð skipari mesta partin av sjeyti árunum. Meðan ferjulegan varð gjørd í Leirvík, sigldu teir til Fuglafirðar, og síðani sigldu teir til Leirvíkar. Tað var um hetta mundið, at bil­ flutningurin um Leir­víks­fjørð rættuliga tók dyk á seg. Byrger var givin at sigla nakað frammanundan, at nýggja Ternan kom í 1980. Í 1976 hevði hann saman við soninum latið byggjað Esso støð á Biskupsstøð. Um­­framt bensinpumpu og sølubúð høvdu teir verkstað, sum sonurin hevði ábyrgdina av. Byrger hevði støðina á Biskupsstøð inntil í 1992. Sonurin hevur seinni bygt bilverkstað í Klingru­garði. Har hevur Byrger bók­hald­ið, og hann gongur fram­vegis eins høgt upp í ar­beiðið, sum hann altíð hevur gjørt. Byrger giftist í 1954 Selmu fødd Samuelsen og ættað av Vágsheygnum. For­ eldur hennara vóru Oluffa, sum var ættað av Viðareiði, og Sámal Samuelsen, nevnd­ur Sámal í Leirvík. Selma og Byrger bygdu á Lítlubrekku. Tey eiga trý børn – John (1954), Oddrun Olsen (1959) og Borghild Johannesen (1964). Byrger eigur átta abbabørn og trý langabbabørn. Byrger sang sum ungur í Betesda kórinum, og Selma var í kórinum í mong ár. Byrger var í fleiri ár limur í umboðsráðnum í Norðoya Sparikassa. Føðingardagurin verð­ur hildin í hugnaliga heim­in­um á Lítlubrekku frá klokk­an 17 í dag. J Byrger Heinesen 75 ár Tøkk Hjartaliga vil eg takka øllum tykkum, sum mintust til mín á mínum 80 ára degi. Takk fyri blómur og gávur, heilsanir og uppringing­ ar. Og takk til tykkum í Vági, sum heiðraðu meg við at vinda Merkið á stong. Kærar heilsanir Mathilda í Líðini Ein av okkara trúgvastu til­ flytarum her í Fuglafirði var sum vit søgdu við navnið - Hellu Kristian. Kristian var sum so mangur annar føroyingur sjómaður sum flutti til Fuglafirðar saman við konu síni Talu. Har var arbeiði fyri allar hendur á landi, og tað var hansara stavnhald at koma á land at arbeiða. Kristian var ein trúgvur raskur pálítiligur arbeiðsmaður. Hann bygdi sær hús her - um Heygar - og til teirra vóru øll væl­ komin. Ja, nú situr Tala einsa­ møll framman fyri køks­ vindeyganum og stærur nið­ an í kirkjugarðin - tankarnir sveima út í rúmið og síðan aftur til tað farnu tíð, tá tit vóru mong í húsi har yviri á Hellunum. Sagt verður at »tíðin lekir øll sár«. Kristian Rókstein gav øllum frið, nú hevur Kristi­ an fingið frið. Vit goyma góð minni eftir Kristian Rókstein. Albert Kristian Rókstein er farin foldum frá Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið