mánadagur 11. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 11. september 2006
13
Dánjal Jákup Johannesen, vanliga nevndur Dánjal
Eysturi í Líð, á Nesi, andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 9. sept., 93 ára gamal.
Jacobina Berg, Hvalba, vanliga nevnd Bina, andaðist
á Landssjúkrahúsinum leygardagin 9. sept., 83 ára
gomul. Bønarhald verður í kapellinum á LS kl. 11
týsdagin 12. sept., og kistan fer suður við Smyrli
týsdagin kl. 12.30. Jarðarferðin verður úr Hvalbiar
kirkju mikudagin kl. 13.
Elisabeth Brimsvík, vanliga nevnd Bett e á
Strondum, andaðist í heiminum leygardagin 9.
sept., 76 ára gomul. Kistan fer úr heiminum í kvøld
kl. 18 í Nerija á Skála.
Kistan við Christian Rókstein, í Fuglafirði fer av
Landssjúkrahúskapellinum í dag kl. 17. Jarðarferðin
verður úr Siloa týsdagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast
Christian, kunnu lata eina gávu til Siloa.
Joen Peter Ellingsgaard, vanliga nevndur Pedda
í Garði, á Eiði, andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 9. sept. 85 ára gamal. Kistan fer av
Landssjúkrahúskapellinum týsdagin kl. 17.30.
Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju mikudagin kl.
14.
Marita Joensen, fødd Justinussen, ættað úr Leirvík
búsitandi í Esbjerg, andaðist 8. september, 76 ára
gomul. Jarðarferðin verður hósdagin 14. sept. kl.
13.30 frá Gravlundens Kapell.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í morgin, týsdagin 12. sep
tember, kunnu Anna og
Kalle Hansen í Klaksvík
halda gullbrúdleyp.
Anna er ættað av Heygum
í Klaksvík. Hon er elst av
teimum sjey børnunum hjá
Petru og Hugo Gardar.
Eftir tíggju ára skúlagongd
starvaðist Anna fyrst í
Thule bókhandli, sum Eli
esar Poulsen hevði á Bisk
upsstøð, og so var hon í
nøkur ár skrivstovukvinna
á Varpinum, har Kjølbro
hevði timburhandil, snikk
araverkstað og møblasølu.
Seinni var hon á kontórinum
hjá Kjølbro á Gørðum.
Tá ið Anna fyri hálvt
hundrað árum síðani giftist,
segði hon upp. Soleiðis var
tað tá í tíðini. Giftar kvinnur
vóru við hús og tóku sær av
húsi og heimi, og tað hevur
Anna gjørt væl og virðiliga
Kalle er ættaður av Tvør
oyri, sonur Nicolinu og Kalla
Hansen. Kalle hevur eitt
nú røtur í Klaksvík. Onnur
omman, Ellen Cathrina,
var ættað úr Heimistovu á
Uppsølum.
Kalle var ungur, tá ið hann
kom til Klaksvíkar at læra seg
lidnan á bedingini. Síðan fór
hann á maskinskúla, og eftir
lokið prógv ætlaði hann sær
at sigla sum maskinmaður.
Men tað eydnaðist ikki í
fyrstu atløgu, tí hann slapp
ikki at mynstra orsaka av
vantandi tuberklabevísi.
Tuberklabevísið fekk Kalle
í 1956, og um somu tíð, sum
tey bæði giftust, fekk Kalle
kjans við Atlantsfarinum.
Seinni sigldi Kalle við
Jóannesi Patursson, Stellu
Mariu og Stellu Karinu. So
var hann í knappliga 20 ár
álitisfullur og nærlagdur
maskinmeistari við trolarum
hjá Kjølbro.
Hesi árini keypti Kjøl
bro fleiri trolarar, og Kalle
var við at føra tríggjar
nýggjar trolarar til Klaks
víkar – Sjúrðarberg í
1971, Sundaberg í 1973 og
Skálaberg í 1976. Frá 1988
til 2000 var Kalle maskin
meistari við trolarunum hjá
Mortani Johannesen, og í
1989 var hann við til at føra
Enniberg sum nýbygning til
landið.
Anna og Kalle eiga fýra
børn. Petra (1957), Kalli
(1959), Jógvan Hugo (1960)
og Niels (1970). Petra og
Kalli búgva í Klaksvík,
Jógvan Hugo býr á Glyvrum,
og Niels býr í Ålborg.
Ommu- og abbabørnini eru
11 í tali.
Anna og Kalle, sum eru
friðarfólk, eiga hugnaligt
heim á Skáltavegi á Kósini.
Tey hava verið trúgv í missi
ónshúsinum Emmaus, har
Anna, sum hevur dámað
væl at lisið, í mong ár
hevur havt ábyrgdina av
bókasøluni.
Stóri dagurin verður
hildin við vælkomst
í Emmaus týskvøldið
klokkan 18.
J
Anna og Kalle Hansen gullbrúdleyp
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður,
fosturpápi, verfaðir, abbi, langabbi, bróður
og svágur okkara
Joen Peter Ellingsgaard
vanliga nevndur Pedda í Garði, á Eiði,
andaðist á Landssjúkrahúsinum 9. september, 85 ára
gamal.
Kistan fer av Landssjúkrahúskapellinum
týsdagin kl. 18.30.
Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju mikudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Sonja, Poul og Hans Petur
Tey, ið vilja minnast Pedda kunnu lata Eiðis kirkju eina gávu,
konto í peningastovnunum.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
elskaði maður og beiggi okkara
Kristian Edvard Rókstein
Fuglafirði
andaðist á Landssjúkrahúsinum
hósdagin 7. september, 85 ára gamal.
Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum
mánadagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Siloa týsdagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Thala og Karin
Tey, ið vilja minanst Kristian, kunnu lata eina gávu til Siloa,
konta í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi tá kæra mamma
og vermamma okkara
Inga Hansina Weihe
Skála
doyði og varð jarðað.
Tøkk til Heimarøktina, Sambýlið á Skála
og Landssjúkrahúsið.
Tøkk til Berg D. Joensen og Jógvan Fríðriksson, prestar,
fyri troystarrík orð.
Tøkk fyri uppringingar, blómur, kransar, gávur
til Skála kirkju og tykkum øll, ið hjálptu til
á annan hátt við jarðarferðina og ervinum.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Kári og Majbritt
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi
og oldurabbi okkara
Petur Danielsen
vanliga nevndur Petur á Hvítanesi
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Tøkk til talarar, sangarar og spælarar.
Eisini ein tøkk til starvsfólki á Sambýlinum
Oman Hoydalar.
Tøkk fyri minnisgávur til Føroya Blindastovn.
Tøkk til tykkum, sum sendu blómur og fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her.
Vegna tey avvarðandi
Signhild
Dagurin í morgin
12. september. Guido, deyður í 1012. Guðrøkin ungur
maður, sum gjørdi fleiri pílagrímsferðir. Heimafturkomin
doyði hann í Anderlecht í Hálandi av stravnu ferðum
sínum. Fleiri undurverk hendu við grøv hansara, og tí
varð hann lýstur halgimenni.