Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 174 - 11. september 2006 Kjøpinhavnska oasan hjá tjóðveldismonnum Millum býarpartarnar Vest­ er­bro og Islands brygge í landsynnings-Kjøp­in­havn eru menn í løtuni við at leggja síðstu hond á eina nýggja brúgv, sum liggur ein knappan kil­o­met­u­r frá Longu brúgv og parallelt við hana! Ný­brúgv­in kem­ur at binda ris­a­stóru keyps­miðstøðina Fisk­e­ tor­v­et á Havnahólminum sam­­an við tann futuristiskt ný­bygda býarpartin Am­ag­ er­megin, har eitt ótal av eigaraíbúðum eru bygdar seinastu fimm árini á goml­ um verksmiðju- og pakk­ húsgrundum! Hetta er ikki heilt vanlig brúgv – hon er bara fyri cyklistar og spákandi fólk – og so kann hon lættliga loysast og bindast aftur, so skip fáa siglt ”gjøgnum” hana. Brúgvin verður ikki lyft sum Langabrúgv – hon verður bara snarað! Hon líkist meira einum listarverki enn eini brúgv og kemur ætl­andi at minka nógv um cyklu- og fótferðsluna eftir Longubrúgv! Hetta gleðast lesandi, rennandi og onnur ikki bilbrúkandi fólk seg nógv til, tí ørgrynni av fólki skal hvønn dag ut á Amager, t.d. til Un­i­ vers­i­tetið, flúgvuplássið ella glæsiliga nýggja út­varps­húsið. K e y p m a n n a h a v n a r komm­una hevur avgjørt, at brúgvin skal lata upp kom­a­ ndi hósdag, tað er fjúrt­­anda september! Hetta er sama dag, sum tjóð­veld­is­mein­ig­ heit­in heldur sín trýss ára dag fyri fólkaatkvøðuna í 1946; eitt ”hátíðarhald” sum bara prógvar, at loys­ing­ar­menn ongantíð hava hirt at sett seg inn í elementera matematikk! Teir jamra seg alsamt sum orientalskar grátikonur og vanskepla alla vanliga pro­ centr­okning! Sjálvt um nógvir av oddamonnum tjóð­veld­ is­floks­ins hava havt síni all­ar­bestu ár í tí yðjandi skemtiliga býarmeldrinum í Kjøpinhavn, og ofta leingj­ast ønskriliga aft­ ur til Oyrasunds, er tað kortini ikki vist, at yv­ir­ borg­meist­arin, frúgvin Ritt Bjerr egaard er so beist­ a­kt­ig, at symbolikkurin við loysingarbrúnni og 14. september er ætlaður teim­um! Men her er ríki­ ligt lóður til tjóðveldis-par­ anoia í nógv ár: Ritt pro­ fan­erar jú merkisdagin hjá loysi­monnum! Tað fossar alsamt niður í teir nor­ð­ur­at­ lantisku nassararnar Hjá gløggum loysingarfólki ber væl til at øva seg á og við brúnni; – tí henda loysingarprocessin gongur báðar vegir, so lættliga kann bind­ast aftur. Processin er næstan ófarlig! Heilt øðrvísi er við tí juridisku føroysku hjálp­ ar­loysingini hjá tei­m­um óstortsligu tjóð­veld­is­fant­ ast­u­num. Har vendist illa aft­ur, tí tann processin er ikki reversibul! Higartil er mær vitandi bara eitt land, sum hevur loyst og er komið krúpandi aftur fyri at binda, og tað er New Foundland, tá ið teir í 1933 fóru Canossagongd til Canada! Men nú vil onk­ ur vera við, at Cook-oyggj­ ar­nar, sum loystu frá New Zealandi í síni tíð, eisini hava verið og biðið miriliga um nýtt band, tí tað gongst ikki so væl hjá Cook-monn­ um, síðani loysingina! (Onk­ ur minnist kanska enn tað kom­iska Cook-argumentið úr Hvítubók hjá fullveldis- jassunum)! So allarhelst áttu tær norð­ur­atlantisku bløkurnar frá hósdegnum av farið at avmarka sítt troyttandi loys­ingar-roks til ta donsku loysingarbrúnna í Kjøpinhavn. Har kunnu teir loysa fleiri ferðir um dagin og binda aftur eisini - púra gratis! Og so er held­ur ikki so langt yvir á Christiansborg, har teir bæði verða hýstir, gøddir og klæddir av blíðum døn­ um! Hetta er púra risi­ko­ frítt, ikki minst fyri tann norðuratlantiska bidd­ar­a­ posan! Skuldi nakar enn ikki vit­að tað, so hava hesar tríggjar fíggjarhetjurnar, sum vilja brenna allar brýr, Kleist, Johansen og Hoy­dal árliga útvegað sær slakar 800.000 krónur hvør í eykaveitingum, sum aðrir fólkatingsmenn ikki fáa. Hetta er teirra privati blokkur, sum er at rokna sum donsk skattgjaldara- mas­o­chisma! Tí peningurin verður einamest brúktur til at spilla Danmark út fyri, sorla allar brýr millum lond­ini og annars spæla sær í tí spennandi Kjøpinhavn! Henda privata blokkin hava teir snultað sær til, sam­stundis sum teir hava skorið blokkin til vanliga føroyingin niður við einum triðingi! Eg forstandi væl, at Keypmannahavn er tjóð­ veld­is-monnum sera kærur – men aðrir føroyingar mugu bara ikki sleppa at fáa lut í øllum teimum lukr­a­tivu fyrimunum, sum bæði farnir og núlivandi tjóð­veld­is­menn hava notið í meira enn trýss ár sum sorg­leysir lukkuriddarar í hesum gestablíða, tolna og stakliberala býi! Reversibla Loysingarbrúgvin virgar t. dalsgaard Yvirskriftin ljóðar kanska í so optimistisk. Lesarin hevur kanska huga at siga: “Nei, hatta ber ikki til”. Men! Hatta ber til! Arbeiðsbólkurin, ið hev­ ur til endamáls at fáa til vega nýggja ferju at røkja farleiðina Nólsoy-Tórs­ havn, hevur í skjótt eitt ár víst á tørvin at nýggja ferjan røkir farleiðina á sumri 2008. Arbeiðsbólkurin hevur ver­ið í jaligum samskiftið við Jacob Vester­gaard, lands­stýr­is­mann, síð­ani fald­ar­in varð hand­aður hon­um 9. januar 2006. Eis­ ini hevur samskiftið við Tórs­havn­ar Skipasmiðju og Strandferðaskip Lands­ ins verið gott. Men nú brád­liga – eftir ¾ ár í góðum samskifti – stendur fast! Nú ber ikki til at fáa pening til annað enn projektering. Tað kann ikki verða rætt, at eftir stóra arbeiði at fáa til vega Teistan, skal projekteringin til nýggja Ritu verða tað einasta í kann fáast av skafti í 2007. Øll tey, ið eru von at verða í pappírsmeldrinum tá skip skal byggjast, vita at projektering, útbjóðing og met-ing av tilboðum kunnu fáast ígjøgnum á ½ ár. Harafturat eru øll tølini í sambandi við Teistan tøk og greið, samstundis sum SSL hevur dagførd tøl fyri Rituna. Tí er tað sjálvsagt, at er hugurin til at stuðlað verk­ ætlanini fult út, so kann bygg­ingin fara í gongd í juni 2007 og so røkir nýggja ferja samferðsluna á ólavsøku 2008. Tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at vetnis- verkætlanin í Nóls­oy er gott høvi at byggja fyrsta skipið, ið nýt­ir vetni. Hes­ um tekur a­r­beiðs­bólk­ur­in sjálvsagt fult undir við, men tað kann ikki koma upp á tal, at tað hevur við sær at “Ritan” sum siglir nú skal røkja farleiðina í 5 ár afturat. Arbeiðsbólkurin tekur fult undir við ætlanunum undir hugtakinum “grøn oyggj” og at tað sjálvsagt er upplagt at nýta hetta høvi at bera Føroyar fram í altjóða samskiftinum. Men vit skulu samstundis hava í huga at nýtt skip fyri langari tíð síðani átti at verið bygt. Arbeiðsbólkurin hevur frá fyrsta degi havt í huga, at á sumri 2008 kundi nýggja ferjan røkja far­leið­ ina. Hetta hevur verið okk­ ara meting, bæði út frá tí fundarvirksemi vit hava havt við politikkarar og skipasmiðju og eis­ini út frá tí tvørliga ger­and­is­sam­ ferðslu, ið vit eru bundin av hvønn einasta dag. Sjálvsagt kann nýggja ferjan verða fyrimynd og nýta vetni. Men talan má vera um at byggja skipið, soleiðis at tað er tøkt á sumri 2008, fyri síðani at skifta til vetnis-tøkni, tá ið kunnleikin er til tað, um tað so er um 5 ár – ella longri frammi í tíðini. Besta høvi at “selja vør­u­ na” og vísa á hvussu týdn­ ingarmikið tað er at nýta vetni, má vera at kunna vísa á røtt tøl og síggja munin á vanligum motorum og vetnis-motorum. Tí er einki meira logiskt enn at byggja skipið við van­lig­ um motorum nú og síðani skifta motorarnar, tá ið vetn­is-tøknin er tøk. So hava vit eins grundarlag at lýsa munin: Farleiðin, summar/vetur, títtleiki og sjálvsagt orkuprísir. Fyri at taka í aftur sumt, ið ført hevur verið fram í smb. v/ tørvin, verður víst á hesi punkt: • Alt ov tvørligt er at fara við Rituni, um tú ert bundin av koyr­ i­stóli, illa gongd/-ur, hev­ur barnavogn ella bara hev­ur nógv viðføri við tær • Skal nakað takast við, ið er breiðari enn land­gong­ in, so skal tað handast um­borð – og harvið lyft­ast upp um høvd • Hevur onkur áhuga at taka sær bilin við, ella kanska nýtt innbúgv, so skal hetta við krana lyftast í land – tá er neyðugt at tekna eyka trygging, um nú okkurt óhapp hendir • Er onkur deyður, so skal kistan førast í last – ið eisini verð­ur nýtt til mat og rusk – fyri síðani aftur at lyftast høgt upp í loft og niður á keiina. Hugsi tykkum til, um óhapp einaferð hendir! • Skulu hús byggjast, so skal alt tilfarið lyftast um­borð í Havn, lyftast í land í Nólsoy og síðani við bili/traktori á byggiplássið Vónandi hevur SSL longu gjørt forarbeiði, at kanna tekningar utt­an­ lands fyri at finna dømi um nýtiliga ferju – tí so er sjálvsagt lættari hjá Jacob Vestergaard, lands­ stýrismanni, at lýsa til fundar at práta við bygd­ arfólkið um tær ætlanir hann hevur arbeitt við hes­ar 9 mánaðirnar ráð hansara hevur havt verk­æt­ lanina um hendi. Arbeiðsbólkurin vil inn­­­i­liga heita á allar pol­ i­­tikkarar og onnur, ið kunnu ávirka undirtøkuna fyri verkætlanini at gera sítt til at játtaðar verða 15 milliónir á fíggjarlógini 2007 – fyri síðani at játta aðrar 15-20 milliónir krón­ ur á fíggjarlógini 2008. Við ynski um at farleiðin Nóls­oy-Tórshavn í ár 2008 er dagførd! Nýggj Rita á sumri 2008 Nólsoy jákup av skarði Tann 2. august 2006 var eg við í sendingini ”Góðan morgum Føroyar”, har eg tos­aði við Elis Poulsen og Bjarna Mohr, um vansan við millum annað vespum og ymiskum øðrum livandi verum, sum vórðu innfluttar ó­tilvitandi til Føroyar við mill­um annað plantum í urt­ apottum og øðrum. Tað ljóðar heilt ótrúligt, tá man hugsar um, hvussu hørð krøv londini seta kring okkum, tá tað snýr seg um innflutning av plantum; men í Føroyum hava vit enn onga lóg hesum viðvíkjandi! At allar hesar plantur og djór, ið verða innflutt, eru til óbótaligan skaða fyri tað viðbreknu føroysku nátt­úr­ una, skal eingin verða í iva um! Í tíðindunum í útvarpinum sama dag kl. 18.30, helt lands­ djóralæknin, at eg ”málaði fanan upp á veggin”, tí eingi ”eksotisk” djór kundu trívast og nørast í Føroyum. Líknandi ørvitistos havi eg ikki hoyrt áður! Hevði tað í minsta lagið verið ein minni mentur, ið tosaði so, hevði eg skilt tað; men tá hetta kemur frá ein av landsins hægst løntu embætisfólkum, má eg tala at! Eg haldi tað eisini verða ófatuligt, at ikki ein einasti lívfrøðingur ella nakar av okk­ara fólkavaldu hava latið við seg koma. Er tað tí teir ræðast valdið hjá hjá landsdjóralæknanum? Tá samanum kemur, vóni eg ikki, at orsøkin er, at eingin leggur í at verja føroysku náttúruna? Einki er lættari enn at láta sum einki, tá man trýr, at tað man helst fara at ganga alíkavæl! Frøðingar meta, at hvørja ferð 100 ymisk sløg av plantum, skordýrum, sog­djór­ um og fuglum verða innflutt til eitt land, so fer eitt av hes­um sløgum at trívast og festa røtur. Hetta vita so flest øll uttan landsdjóralæknin! At enda vil eg nevna nøk­ur dømi av innfluttum ”eksotiskum” djórum, sum hava haft, og enn hava stór­an týdning í tí føroysku nátt­úr­ uni. Brún rotta (Rattus nor­veg­ i­cus): Kom upprunaliga úr Asia og Kina: Í samanlagt 239 ár hevur tann brúna rottan týnt í minsta lagið 75% av tí føroyska fuglastovninum so sum lunda, skrápi og drunn­ hvíta. Tey komandi 100 ár­ini fer hon helst at kunna oyða eini 15-20% aftrat av teimum, ið enn eru aftir! Húsvætti brúna (Hof­mann­ o­phi­la pseudospretella): Kom upprunaliga úr Norð­ur­ ame­rika, og er í dag vanligt kring allar Føroyar. Tess orm­ verur eta nærum alt, og hava gjøgnum árini oyðilagt bæði klæði og mat fyri eitt stórt peningavirði. Tjóvaklukka (Ptinus tect­ us): Kemur úr Australia og er í dag vanlig kring allar Føroyar, har hon ger sama skaða sum húsvætti brúna. Flatmaðkurin (Art­i­opo­s­t­ h­ia triangulate): Kemur úr New Zealandi, og fer næstu 50 árini at eta umleið 90% av føroysku reyðmaðkunum – og hetta er ein ólukka í mínum eygum! Til ta tíð verðir eingin reyð­ maðkur eftir at gera mold og súrga hana. Og hvussu verður tá við øllum fuglunum, ið liva av reyðmaðki? Morsniglinin (Arion lus­i­ tan­icus): Kemur úr Spania. Ja, her krevst helst eingin nærri frágreiðing… Vespurnar (Paravespula vulg­aris): Krevja væl heldur ikki gjøllari frágreiðing! Hesi fáu nevndu innfluttu ”eksotisku” djór, koma úr so fjarskotnum londum sum Kina, Danmark, Australia, New Zealandi, USA og Spania - og øll tykjast trív­ ast væl her á landi. Ja, eg havi hug at siga, betri enn væl – og tað gera tey, hóast landsdjóralæknin sigur, at eg taki feil, og at eingi ”eks­otisk” djór trívast í Før­ oyum! Eg haldi, at ein em­bæti­s­ maður, ið kemur við tílíkum útsagnum, er til óbótaligan skaða fyri ta føroyski nátt­ úr­una! Hevði eg rátt á borgum, hevði eg biðið mannin stung­ ið í sekkin beinan vegin! Latum okkum ikki gloyma, at tað var júst sami maður, ið royndi at ræða lívið úr fólki við sínum ørvitistosi um fuglakrím. Hevði hann aleina rátt, hevði eingin heim­ a­fuglur verið í Føroyum í dag. Eg tori ikki at hugsa um, hvussu endin hevði ver­ ið, høvdu vit ikki tá havt landslæknan og lands­ap­o­ tekaran ”sitandi hinumegin borð­ið” til at at sissa og tálma fólk… Ótilvitaður innflutningur av djorum og skordýrum Fuglaútstappari Nólsoy Jens-Kjeld jensen Morsnigl