Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 11. september 2006 17 tíðindi Í gjár, sunnudagin 10. sep­ tember, fylti Hanus Ant­honi­ ussen Samuelsen í Hoyvík 70 ár. Hanus var í mong ár lærari í Hoy­dølum. Hanus er ættaður úr Húsa­ vík. Foreldrini vóru Súsanna í Skumpitoft og Óli á Mýrini í Húsavík. Hann fór tíðliga til Havnar at ganga í skúla á studenatskúlanum, sum helt til á VBV. Í 50 ára minn­ ing­arritinum hjá Føroya Stud­entaskúla hevur Hanus skrivað um fyritøkuna, sum tað var at flyta heiman, tá ið hann eftir nýggjár í 1952 flutti til Havnar. Í 1954 leyk Hanus preliminerprógv og í 1956 matematiskt stud­ents­ prógv. Í hálvt annað ár var Hanus vikarur í heimbygdini, áðrenn hann fór at læra til lærara. Hanus leyk læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1960. Lærarasetningin røkti Hanus øll árini á Før­ oya Studentaskúla. Tey fyrstu árini var tað á VBV, og síðani flutti Hanus við studentaskúlanum í nýggju hølini í Hoydølum. Har und­ir­vísti Hanus serliga í føroyskum, inntil hann í legði frá sær. Í 1964- 65 var hann á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya, og í 1972 tók hann filisofikum á Fróðskaparsetrinum. Har­ aft­urat hevur Hanus verið á fleiri styttri skeiðum. Umframt lærarayrkið hev­ur Hanus verið virkin á so mongum øðrum økjum. Saman við Peturi Martin Rasmussen skrivaði hann í 1965 Føroya Søgu. Í 1984 skrivaði hann sam­an við konuni Duld eru døpur mein, og í 1986 góvu tey bæði Ferðaminni úr Norra út. Hjúnini vitjaðu í sjeyti árunum fleiri ferðir í Norra at uppliva landslag, náttúru og mentan. Tey fyri­ reikaðu seg til ferðirnar, men sannaðu at ikki var al­tíð ”samsvar milum tað, vit hildu okkum vita, og tað, vit fingu at síggja. Ikki minst náttúruvakurleikan mást tú uppliva sjálvur, skalt tú skilja tað stórsligna”, tóku tey bæði til. Hesar báðar seinnu bøk­ ur­nar vórðu givnar út á for­lagnum Durhellan, sum Hanus og konan sjálvi hava. Hanus hevur skrivað grein­ ir og ummæli í bløðum og tíðarritum, og hann hev­ ur eisini lagt til rættis út­varpssendingar. Eitt nú hevur hann havt sendingar um Húsfrúnna í Húsavík, um ferðir í Noregi og nógvar sendingar í røðini Sálmar og sangir. Eitt skifti var Hanus deknur í Húsavíkar kirkju, og fyrst í sjeyti árunum var hann í trý ár deknur í Havnar kirkju. Ofta hevur røddin á Hanusi verið at hoyrt, tá ið hann hevur lisið morgunlestrar í útvarpinum. 1980-86 var Hanus limur í nevndini fyri Dansk-Færøsk Kulturfond, og í 1974 varð hann valdur í bygdarráðið fyri Tórshavnar uttanbýggja kommunu. Hanus A. Samuelsen gift­ist 1. juli í 1961 við Hel­enu fødd Jensen og ætt­að av Hellunum. Tey bæði gingu í flokki saman á Læraraskúlanum. Hel­ ena skrivaði í 1999 bók­ina Hellurnar – ein niður­setu­ bygd. Í fororðunum takk­ ar hon manni sínum fyri kelduávísing undir arbeið­ inum, keldugransking og rætt­lestur. Tað eru mong onn­ur, sum hava notið gott av ráðgeving hjá Hanusi í føroyska málinum. Helena og Hanus hava stuðl­að hvørjum øðrum í so mongum. Eitt nú í Javna – landsfelagnum fyri evna­ veikum at bata, har Helena var fyrsti formaður. Helena og Hanus A. Samu­ elsen eiga tvey børn. Óli Samró býr í Hollandi, og Jana býr á Eirargarði. Hanus eigur trý abbabørn – tveir dreingir og eina gentu. Føðingardagin var familjan í Hollandi, har familjan var savnað í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá Hanusi. J Hanus A. Samuelsen 70 ár Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Í síðstu viku læt Norðbil tveir nýggjar Hyndai Santa Fe til bakaríið Grón í Havn. Bakaríið Grón er fyrr­ver­ andi bakaríið hjá Gunnleivi við Hoyvíksvegin, sum teir báðir Sveinur Thomasen í Miðvági og Regin Nielsen í Vestmanna hava keypt. Báð­ ir hava teir havt hvør sítt bakarí í heimbygdum sínum Miðvági og Vestmanna. Sp/f Norðbil: Tveir nýggir Hyundai til Grón Tveir nýggir Hyundai Santa Fe. Á myndini eru, f.v.: Sveinur Thomasen frá Grón, Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil, Regin Nielsen frá Grón við dóttrini Lilly, og Frits Dam Jacobsen frá Norðbil. Bilarnir hava nummarpláturnar “Grón 1” og “Grón 2” Mynd: Magnus Gunnarsson 1. september 2006 hevði Jógvan Kruse 40 ára starvs­ dag hjá P/F Poul Hansen í Havn. Jógvan er ættaður av Eiði. Hann byrjaði í fyri­ tøk­uni 1. september 1966 sum 15 ára gamal. Fyrsta hálva árið arbeiddi hann á fiskivinnudeildini á Baca­ lao, áðrenn hann fór í læru á skrivstovuni í 3 ár. Eftir tað arbeiddi hann sum sølumaður. Í 1977 flutti heilsølan av kajuni og niðan á Háls. Tá kom Jens Peter Egholm til Havnar, og Jógvan yvirtók hansara starv sum leiðari av deildini á Hvítanesi á Tvøroyri. Hetta starv røkti Jógvan til miðskeiðis í 90-unum, tá hann flutti aftur til Havn­ ar í starvið sum leiðari fyri innkeypinum hjá heil­ søluni. Jógvan er giftur við Jonnu Elisu, og tey eiga tveir dreingir: Rúni og Bárður. Jógvani dámar væl uttan­ dura arbeiði sum t.d. at hava tað snøgt og hugnaligt uttanum húsini, og á Eiði hevur hann eina trøð, har hann búkar nógv av síni frítíð.  Jógvan Kruse: 40 ára starvsdag hjá P/F Poul Hansen