Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 174 - 11. september 2006 útlond SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 Fyri fimm árum síð­ani vóru amerik­ an­ararnir skelkaðir og tóku seg saman. Í dag eru teir illir og spjaddir „Let’s roll“ sang Neil Young í 2001 í einari tjóðskaparligari heilsan til ferðafólkini, sum eftir øllum at døma forðaðu fyri, at flogrænararnir kundu renna flogfar nr. 93 hjá Uni­ ted Airlines inn í Hvítu Hús­ ini ella Kongressina. Ístaðin fyri datt flogfarið niður í Penn­sylvania. „Let’s impeach the president“ - latum okkum seta forsetan fyri ein ríkisrætt - syngur sami Neil Young í 2006 á einari fløgu, har hann mótmælir krígnum í Irak. Tað er ikki bara sangarin, sum hevur broytt hugsan hesi fimm árini síðani 11. september í 2001. Tvørt­ur­ ímóti loysir hetta gongdina í amerikonskum politikki og fólkahugsanini í hesum tíðarskeiðinum. Teir fyrstu dagarnar aftan á atsóknina fekk forsetin stuðul frá 90 prosentum av fólkinum, og tað var eingin, sum talaði ímóti hansara tiltøkum, sum skuldu forða fyri yvirgangi. Nú fimm ár seinni er støð­an ein onnur. Í dag eru tað bara 31 prosent av amerikanarunum, sum styðja forsetan, og á politiskt hava amerikanararnir sjáldan ver­ið so ósamdir sum nú. Men hví? Aftur til tað gamla Tvey nøvn lýsa ein stóran part av frágreiðingini. Tey eru Irak og Katrina. Kríggið í Irak kann gerast eitt nýtt Vietnam fyri USA, og tropiska ódnin Katrina sópaði burtur uppfatanina millum amerikanarar av Bush sum einum manni, ið visti, hvussu ein kreppa skal loysast. – Nógvir amerikanarar halda, at tey tiltøkini, sum Bush hevur sett í verk ímóti yvirgangi, hava kostað ov nógv, og at úrslitini eru ov fá og ov smá. Kríggið í Irak er ovurhonds dýrt og hevur ikki gingið serliga væl. Fyrr váðaði andstøðan sær ikki at mæla ímóti krígnum í Irak, men í dag vinnur andstøðan undirtøku við at finnast at krígnum, sigur svenski USA-serfrøðingurin Anders Hellner. Í heyst er kongressval í USA, og júst avrik for­set­ ans í sambandi við kríggið í Irak eru í ferð við at ger­ ast høvuðsevnið hjá demo­ kratunum í valstríðnum. Ein skyggjandi andsøgn við ta landsumfatandi undirtøkuna, sum forsetin fekk tey fyrstu árini aftan á atsóknina fyri fimm árum síðani. – 11. september gjørdi, at fólk fingu eina uppfatan av einum sameindum USA, men í veruleikanum vóru am­erikanararnir ikki so samdir kortini. Nú byrja stríðsmálini at koma und­ an­aftur, so vit fáa ta gomlu myndina aftur, sigur norski USA-serfrøðingurin Svein Mellby. (Kelda: Dagsavisen) 11. septem­ ber 2001 08.46: Eitt flogfar rennur á tað norðara tornið í World Trade Center í New York. 09.03: Eitt annað flogfar rennur á tað syðra tornið. 09.05: George W. Bush, forseti, sum vitjar barna­ skúlan í Sarasota í Florida, verður kunnaður um tað, sum er hent. 09.30: Bush tosar við fjøl­miðlarnar og umrøður til­burðin sum eina lands­ vanlukku, og at talan helst er um yvirgang. 09.37: Eitt triðja flogfar rennur á verjumálaráðið Penta­gon. Alt starvsfólkið verður flutt úr Pentagon, Hvítu Húsunum og Kongr­ essini. 09.55: Bush fer úr Florida og skal til Washington, men eftir eina hóttan ímóti for­setaflogfarinum lendir flog­farið í Barksdale í Louisi­ana. Haðani flýgur tað til Nebraska og síðani til Washington. 09.59: Tað syðra tornið í World Trade Center rapar. 10.03: Eitt fjórða flogfar dettur niður nærhendis Pitts­burg, eftir at ferða­ fólkini hava roynt at taka flogrænararnar av ræði. Flogfarið skuldi til Washington. 10.28: Tað norðara tornið í World Trade Center rapar. 12.16: Loftferðslu­mynd­ ugleikarnir steingja allar sivilar flogvallir í USA. 13.04: Í einari røðu vissar Bush amerikanska fólkið um, at øll neyðug stig eru tikin. 13.27: Stjórnin lýsir und­ antaksstøðu í Washington DC. 20.30: Forsetin heldur røðu, har hann lovar at jagstra teir seku og øll, sum veita teimum skjól. Á fimm ára degnum fyri atsóknina at USA heiðrar ein islamistisk heimasíða yvirgangsmenninar. Í gjárkvøldið nýtti ein isla­ mistisk heimasíða høvi til at minnast tað, sum hendi fyri fimm árum síðani, men út frá einum heilt øðrum sjón­arhorni, enn milðarnir í Vesturheiminum gera. Á heimasíðuni bar til síggja ein 19 minuttir lang­an film við myndum frá tí, sum hendi tann 11. september í 2001. Eitt nú vóru seintgangandi myndir, sum vísa tey bæði flogførini á veg inn í tornini í World Trade Center, og aftanfyri hoyrist onkur rópa „Allah Akbar“ (Guð er stórur). Á filminum hoyrist Osama bin Laden lesa nøvnini á teimum 19 flogrænarunum, meðan hann vælsignar teir ein og ein. Sagt verður, at filmurin er gjørdur til heiðurs fyri flogrænararnar og atsókn teirra, sum kostaði næstan 3.000 amerikanarum lívið. Heiðra flogrænararnar Fimm ár sum hava broytt USA Amerikanararnir stóðu saman, tá tað ráddi um at leypa á Irak, men tann tíðin er farin