mánadagur 11. september 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 11. september 2006
19
tíðindi
Trý háhús skulu
byggjast ísiatðin fyri
World Trade Center
umframt „Freedom
Tower“
Líka síðani tey bæði torn
ini hjá World Trade Center
rapaðu fyri fimm árum
síðani, hava fólk í New
York tosað um, hvat skal
byggjast ístaðin fyri umframt
„Freedom Tower“, sum fór í
gerð fyri einum lítlum hálv
um ári síðani.
Í sambandi við fimm ára
dagin hava tríggir kendir
arkitektar skotið upp at
byggja trý háhús, har World
Trade Center stóð. Norman
Foster, Richard Rogers og
Fumihiko Maki hava kortini
samstarvað um uppskotini,
tí teir høvdu sett sær fyri,
at teir tríggir bygningarnir
skulu síggja út sum ein eind
og hóska til hvør annan.
Úrslitið er trý háhús,
sum verða ávikavist 411,
382 og 288 metrar høg. Tey
verða millum hægstu bygn
ingarnar í New York, men
tey koma kortini at standa í
skugganum av tí 541 metrar
høga „Freedom Tower“.
Felags fyri allar tríggjar
bygningarnar er, at hvør ein
asta hædd verður úr glasi
líka úr gólvinum upp undir
loftið. Tann lægsta bygn
ingin hevur Fumihiko Maki
teknað, og hann minnir mest
um tey bæði tornini, sum
rapaðu í grund fyri fimm
árum síðani.
Tað er heldur ikki av tilvild,
at teir tríggir bygningarnir
og „Freedom Tower“ eru
ymiskir til hæddar, tí tað
er gjørt eftir uppskoti hjá
tí navnframa arkitektinum
Daniel Libeskind. Hansara
hugskot var at byggja fýra
háhús, sum skuldu standa
rundan um minnisvarðan,
sum er gjørdur til minnis
um tey, sum doyðu tann 11.
septrember í 2001. Minnis
varðin er ein fossur og tveir
vatnbrunnar.
Enn er ikki greitt, nær
arbeiðið at byggja tey trý
háhúsini byrjar, men eftir
ætlanini skulu øll trý húsini
standa liðug í 2012. Tað er
heldur ikki greitt, hvat tað fer
at kosta at byggja húsini.
Soleiðis skal Manhattan
síggja út
Einki er
sum gott
kaffi...
Starvsfólk aftaná skúlatíð til Baresso Coffee
SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til
caféina. Gongur tú í skúla, hevur tú møguleika at søkja um arbeiði hjá okkum. Starvið
verður sett frá 18. oktober 2006.
Arbeiðsuppgávur: At gera reint og rudda har gestirnir sita • At tryggja at uppgávur
viðvíkjandi reingerð og annað, sum er neyðugt, verður gjørt • At gera kaffistovuna reina
eftir afturlatingartíð og annars gera klárt til dagin eftir • Tilgerð og borðreiðing av okkara
sermerktu kaffisløgum, køkum, tvíflísum og øðrum matvørum • Geva gestum góðar
upplivingar við einum smíli.
Vit vænta av tær : At tú ert ágrýtin • Tú dugir at halda kaffistovuna reina og nossliga, tí
hetta hevur stóran týdning fyri, at okkara gestir føla seg væl • Tú hevur eitt vinnandi smíl
og ert í góðum hýri, so onnur gleðast við tær • Tú dugir væl at samstarva • Tær dámar at
gleða onnur við tínum ágrýtni. Hevur tú spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, kanst tú
ringja til Anju á tel 210990.
SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN
Bygningurin hjá Fumihiko Maki líkist World Trade Center