Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 174 - 11. september 2006 tíðindi Lógvabrestirnir í nærum fulla konsertsalinum í Tivoli mundu ongan enda taka, eftir at Eivør saman við einum sera væl leikandi bólki, hevði undirhildið samlaðu fjøldina. Har var eingin ivi millum fólk, Eivør hevði spælt eina stak góða konsert. Eivør spældi nýggj og gomul løg og onkran klass­ ikarara, áðrenn hon endaði við eykalagnum “Om lidt bli’r der stille”, men stilt varð tað ikki, tí lógva­ brestirnir buldraðu á, og Eivør og bólkurin komu út aftur at bukka fyri fjøldini. Soleiðis skal tað gerast. Hetta, at bólkar spæla eyka­ lag oman á eykalag, er ein keðiligur óvani, ið alt ov nógvir bólkar hava. Men Eivør vísti høgan klassa. Hon spældi síni løg og endaði við tí vanliga hædd­ arpunktinum “Nú brennur tú í mær”, sum leygarkvøld­ ið aftur var frálíkur. Tá allur konsertsalurin reisti seg og klappaði hana inn aftur, spældi hon kenda Gasolin lagið, og so var slutt. Fólk vóru enn svong eftir Eivør, og fóru úr salinum, við jaligu kensl­ uni, “eg hevði væl tíma at hoyrt meira við Eivør”. Á tremur við føroyingum Stásiligi konsertsalurin í Tivoli hevur ongantíð hýst so nógvum føroyingum sum í gjárkvøldið, tí tann stóri meirilutin av áskoð­ arum var føroyingar. Har var onkur hendinga dani og nakrir íslendingar, men annars var talan um før­ oyingar. Hópin av útisetum vóru komnir saman, har vóru føroyingar úr øllum heraðshornum í Danmark og ikki minst, vóru stak nógvir føroyingar, ið vóru komnir úr Føroyum at upp­ liva hesa løtuna saman við Eivør. Magnus var frálíkur Konsertin varð býtt í tveir partar, og vit sluppu at uppliva eina Eivør, sum var í essinum. Við sær hevði hon stóran bólk. Har var ein strúkikvartett, ein gitt­ arleikari, ein, ið spældi slag­verk, ein trummu­leik­ ari, ein bassleikari, tvær, ið sungu kór, og so var Mag­nus Johannesen á ljómborðum, flygli og har­ moniku. Serliga Magnus Johannesen var frálíkur alla konsertina. Við sínum frálíka spæli lyfti hann alla ljóðmyndina. Hann skapti stemningar í løgunum, ið gjørdu tey so øgiliga nær­ verandi. Tað var ein sonn frægd at hoyra tvey av okkara fremstu tónlistar­ fólkum á palli saman. Í onkrum lagi, hevði eitt sindur av elektroniskum tónleiki snýkt seg eitt sind­ ur inn, og hetta klæddi tónleikinum væl. Tað kenn­ ist, sum um hetta at fáa eitt sindur av elektroniskum ljóði og bitum, er mest natúrliga stigið hjá Eivør at taka, og her er eingin ivi um, at Magnus Johannesen kann verða heilt rætti maðurin, at taka hetta stigið saman við. Eivør hevur ment seg Eivør hevði sjálv eina frá­ líka framførslu. Hon sang sum altíð sera væl, men tyktist eisini ment á hesum økinum. Óneyðugu útferð­ ir­nar upp í hægstu tóna­ legurnar, hava verið dekan ov nógvar seinastu tíðina, men nú vóru tær sleptar. Jú gaman í Eivør skríggjar enn, men nú var tað, tá tað hóskaði til lagið. Her var lagið Brostnar Borgir besta dømið. Á G!Festivalinum var friðarligi parturin av lagnum nærum oyðilagdur av hennara vokalu út­­ferð­ um, meðan seinni partur av lagnum var fram­úr­ skarandi. Í Tivoli var lagið eitt tað besta, úr enda í annan. Tað, at røddin bleiv brúkt á ein yndisligan hátt í fyrra parti av lagnum, gjørdi effektina av skríggjunum í seinnu helvt av lagnum so ómetaliga nógv størri. Trívist í rokkinum Annars tyktist framtíðin hjá Eivør sera ljós, tí eisini nýggju løgini vóru sera góð, har var serliga lagið Jin og jang gott. Hetta lagið rokkaði veruliga, eins og løgini Nú brennur tú í mær og Brostnar borgir. Tað var serliga í rokkpettunum, at Eivør veruliga kom til sín rætt, og tað er í mínum huga eingin ivi um, at tað er sum rokksongkvinna, at Eivør er sterkast. Í rokkløgunum sást tó høgi miðalaldurin hjá tón­ leikarunum aftur. Tá tað veruliga rokkaði leitaði danin Troels Skovgård á gittara yvir móti onkrum rættiliga Pink Floyd kend­ um. Einki ringt um Pink Floyd, og hetta riggaði eisini sera væl, men sam­ stundis sat eg sum lurtari og hugsaði, hvat ein yngri tónleikari við feskari tón­ leikasmakki kundi givið løgunum, ella hvat hevði hent, um Magnus Johanne­ sen hevði slept allari vana­ hugsan og hevði teknofisera løgini, sum hann so ómeta­ liga væl dugur. Men í nú­ verandi orkestur saman­ seting tikin hetta ikki upp­ lagt. Eingin ivi er um, at Troels Skovgård var ein av bestu monnunum á kon­ sertini, hansara innliga og dugnaliga gittarspæl fylti konsertsalin og var ein sonn frægd at hoyra. Troels hevur nú spælt við Eivør eina tíð og er ein veruligur topp tónleikari. Men eg fari at ivast í, um hann er rætti maðurin at satsa uppá á gittaranum í framtíðini. Hvat ætlar Eivør? Í lagnum Only A Friend Of Mine sang allur salurin við. Hetta lag er passaliga hilla-di-hey til at vera fangandi, og vísir eitt sindur teirri leiðina, ið Eivør traðkaði á saman við Bill Bourne. Hetta eitt sindur bygdasliga kundi nærum einhvør sungið, tí tá vit tosa um hetta slagið av felagssangi, so er song­ røddin ikki so týdning­ar­ mikil. Tað tykist næstan sum spell, at ein song­ kvinna í Eivørsa flokki fæst við tílíkt. Men sam­ stundis er tað altíð festligt og herligt. Men tað er nærliggjandi at spyrja hvat Eivør ætlar sær, tí markið millum fjøllbroytni og stíl ørkymlan er smælt. Óruddilia pallmynd Alt meðan tónlistarliga fram­førslan var kekkað, vælspæld, væl løgd til rætt­ Hóast lagt var upp til, at Eivør skuldi vísast fram fyri dønum í konsertsalinum í Tivoli, so var eingin ivi um, at í konsert­ salinum leygarkvøldið vóru næstan bara føroyingar. Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Myndir: Símun Jóannesarson Eivør fylti Tivoli við Tá hon veruliga skuldi rokka, legði Eivør kassagittarin og tók elektriska gittaran fram