Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 174 - 11. september 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 HB sleppur at stríðast um steypið VB/Sumba fekk einki burtur úr kæruni til Ítróttardómstólin, sum staðfesti av­gerð­ina um, at HB skal ikki tapa steypa­dystin, har Páll Mohr Joensen spældi uttan spæliloyvi HB-málið Eyðun Klakstein Fríggjadagin var enn ein úrskurður gjørdur í drúgva kærumálinum um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen, sum í mars mánaði í ár spældi fyri HB uttan neyðugt spæliloyvið. Fleiri ferðir av nevndir hjá FSF sagt sína hugsan um málið, og seinast gjørdi Dómsnevndin av, at HB skal revsast við bót og mistum heimavølli orsaka av mistakinum. Hetta fekk VB/Sumba at kæra til Ítróttar­dóm­ stólin hjá ÍSF, sum í farnu viku viðgjørdi mál­ið enn einaferð. Har verður avgerðin hjá Dómsnevndini hjá FSF staðfest, og HB kann halda fram í steypa­kapp­ingini. – Ítróttardómstólurin er tí av teirri fatan, at í hesum máli er ikki talan um tulking av formligum reglum ella hvør regla er galdandi fram um aðra, men ein spurningur um hvør revsingin skal verða fyri at nýta leikara uttan leikarloyvi, skrivar Ítróttardómstólurin í sín­ari niður­støðu fríggja­dagin. – Metingin av, hvussu eitt brot á kapp­ing­ar­regl­ urnar skal sektast, má sum útgangsstøði verða upp til avvarandi sersamband ella nevndir tess at gera av, og í tí sambandi metir Ítróttardómstólurin, at hesi eiga at hava ávíst vítt rásarúm. – Tá tað ikki kann ávísast, at Dómsnevndin hevur tikið ólóglig ella ósaklig fyrilit við ásetan av revsingini av tí broti á kappingarreglurnar, ið HB hevur framt, við at nýta ólógligan leik­­ara finnur Ítróttar­dómstólurin ikki orsøk til at broyta úrskurð Dóms­nevndarinnar, ið liggur innan heimildirnar í grein 40 stk. 1 í Kapp­ ingareglunum fyri fót­bólt. Harvið verður HB revs­að við bót og mist­ um heimavølli, og fjórð­ ingsfinalan ímóti EB/ Streymi skal spælast á Eiði mikukvøldið. Heini Hanusarson gjørdi av álvara um seg í fyrsta um­fari av bestu hond­bóltsdeildini í Danmark um viku­ skiftið. Heini gjørdist toppskjútti og dagsins maður á sínum liði Hondbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hondbóltsspælarin Heini Hanusarson gjørdi av álvara um seg í donsku hondbóltskappingini um vikuskiftið. Fyrsta umfar í bestu deildini var á skránni, og Heini, sum spælir fyri liðið úr Helsingør, gjørdist toppskjútti og dagsins mað­ ur á sínum liði. Helsingør Elite 3000 spældi á útivølli ímóti Bjerr­ingbro-Silkeborg, og uppflytararnir av Sælandi taptu 30-27. Helsingør legði sera væl fyri, men móti endanum av dystunum gingu kreftirnar undan, og breiddin hjá Bjerringbro gjørdist avgerandi fyri úr­slitið. – Vit spældu ein góðan dyst, og úrslitið var eisini hampuliga gott. Tað var stuttligt at spæla aftur í bestu deildini, tað er jú har, mann helst vil spæla, sigur Heini Hanusarson. Hondbóltsspælari og politistur Seinasta kappingarár spældi Heini fyri Lyngby í næstbestu deildini, men í summar skifti hann til liðið úr Helsingør, sum flutti upp í bestu deildina. – Eg eri sera fegin um, at eg havi fingið kjansin at spæla í bestu deildini, tí tað eru nógvir góðir hond­ bóltsspælarar, sum ikki fáa tann møguleikan, sigur Heini Hanusarson. Hann hevur gjørt eina eitt ára avtalu við Helsingør, sum vildi gera ein longri sáttmála. – Eg eri undir útbúgving sum politistur, og næsta hálvtannað árið skal eg vera í starvsvenjing. Eg vil fyrst royna, um eg fái alt at ganga upp, og tí ynskti eg bara at gera eina eitt ára avtalu við Helsingør, sigur Heini. Sterk kapping Helsingør verður roknað sum eitt av veikaru lið­un­ um í bestu donsku hond­ bóltsdeildini, og liðið hjá Heina er mill­um kandi­dat­ arnar til niður­flyting. – Danska hondbólts­kapp­ ingin er sera sterk, og hóast Helsingør hevur styrkt seg við fleiri spælarum, so eru vit framvegis kandidatar til niðurflyting. Tað er stór­ur munur á at spæla í bestu deildini og næstbestu deildini. Ferðin og styrkin er munandi størri, og tí verður spennandi at vita, hvussu vit fara at klára okkum, sigur Heini. 28 ára gamli Heini Han­ usarson hevur áður roynt seg í fremstu deildini í Dan­mark, og hann hevur seinnu árini verið roknaður sum besti føroyski hond­ bóltsspælarin. – Tá ið eg eri liðugur við mína útbúgving sum politistur um góð tvey ár, ætli eg mær at flyta heimaftur til Føroya, og tí skal eg nú royna tað, sum roynast skal innan hondbóltin, sigur Heini. – Eg kenni meg vera betri fyri enn nakrantíð áður, og tað er ikki óvanligt fyri hondbóltsspælarar, at teir veruliga koma fyri seg, tá ið teir runda tey 30 árini. Heini í hopla í Helsingør – Tá ið eg eri liðugur við mína útbúgving sum politistur um góð tvey ár, ætli eg mær at flyta heimaftur til Føroya, og tí skal eg nú royna tað, sum roynast skal innan hondbóltin, sigur Heini Hanusarson