Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 174 - 11. september 2006 ] Eingin slingur var í valsinum hjá havnarmonnum, tá ið teir í Sarpigerði vundu burturúr heimaliðnum GÍ-HB Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað, sum vendir niður, vendir upp, er kend strofa. Henni kunnu teir í HB nú taka undir við. Seinastu árini hevur HB verið heima­ lið burturav, meðan tað ikki hevur hilnast so væl á úti­ vølli. Sunnudagin varð aftur staðfest, at í ár trívist HB best aðra staðni enn í Gundadali. Fyri tveimum vikum síðani var avrikið einki at reypa av, og úrslitið móti Skála á heimavølli bar við sær, at HB misti týdn­ingarmikil stig í odda­ stríðnum. Ímóti GÍ kundi tað rokn­ ast við, at tað ikki fór at ganga nakað serligt. GÍ hevði tvær ferðir fyrr í ár fingið fulla úrtøku móti HB,og tá ið GÍ síðst fekk fulla úrtøku, var tað júst móti HB, sum legði rygg til 2-1 tap í Gundadali 14. juni. Men hesa ferð gekk tað heilt øðrvísi. HB var omaná mest sum alla tíðina, og HB fór eftir 4-1 sigur úr Gøtu við øllum stigunum. Tvær ferðir Rókur HB hevði størri tyngd og meiri hugflog, enn heima­ liðið vísti. Emil Nolsøe Leifsson og Svenn Dam Jacobsen loystu leikbannaða Vagn Mohr Mortensen og Jovan av, og ungu menninir stóðu seg væl. Rókur Jespersen hevur fyrr í ár havt ilt við at spæla seg til fast pláss í framrættaða partinum. Enn eina ferð hevði Popczynski givið evnaríka unga mann­ inum møguleikan, og hesa ferð eydnaðist tað sera væl hjá Róki. Rókur setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið. Eftir uppspæl í vinstru smekkaði hann til. Bólturin rakti í liggjandi GÍ verjuspælara og snýtti málverjan so mik­ ið, at bólturin fór í málið. HB var omaná, men fram móti steðginum kom heimaliðið so spakuliga fyri seg. GÍ trýsti annars sannførandi HB longri aftur á vøllin, og henda gongdin helt fram fyrstu løtuna eftir steðgin. Eftir lítlan tíma bríksl­ aði danski dómarin fyri brots­sparki, sum GÍ lið­for­ maðurin, Sámal Joensen, setti í netið. At GÍ eftir yvirvág í eina løtu hevði javnað til 1-1 kundi bent á, at nú fór tað at verða heimaliðið, sum fór at seta seg á spælið og harvið at spæla seg til málmøguleikar. Men soleiðis gekk tað ikki. At GÍ hevði javnað vísti seg at bera við sær, at HB reisti seg aftur. Gestirnir fingu aftur um endan. Takið, sum Sámal Joensen og ungu liðfelagarnir hjá honum tóktust hava tiltuskað sær, linkaði, HB yvirtók spælið, og eftir at teir høvdu skorað til 2-1, tóktist tað bara vera ein spurningur um, hvussu stórur útisigurin fór at verða. Rókur Jespersen skoraði eisini annað HB málið. Eftir gjøgnumbrot í vinstru tóktist tað sum um, at møguleikin var burtur, tí vinkulin var so spískur, men so smekkaði ungi maðurin til, og bólturin streyk inn við nærra stólpanum. Spurningur um stødd á sigrinum GÍ slepti alt meiri í verju­ partinum, og álopsbogin varð spentur. Tað bar møgu­ leikar fyri skjótum HB álop­ um við sær. Rógvi Jacobsen, sum ikki er so málsøkin, sum hann var, áðrenn hann fór til Íslands, stóð fyri uppspælinum í høgru til triðja málið. Tór-Ingar Akselsen, sum rættuliga er komin fyri seg aftur eftir summarsteðgin og hesa ferð var heilt stinnur, varð skrásettur fyri 3-1 málið, sum minti ikki so lítið á fyrsta málið. So var spurningurin bara, hvussu stórur HB sigurin fór at verða. Innskifti Páll M. Joensen staðfesti rimmar sigurin. Aftur hesa ferð átti Rógvi Jacobsen stóran lut í uppspælinum, og verjan var fullkomuliga úti av spæl­ inum, tá ið bólturin varð settur í málið. HB hevur ikki tapt í sjey teimum seinastu upp­ gerðunum, og GÍ hevur ikki vunnið í sjey teimum seinastu uppgerðunum. Hetta tíðarskeiðið hevur GÍ úrtøkan verið fimm stig. Sama tíðarskeiðið hev­ ur úrtøkan hjá HB verið sekstan stig. At tað er munur á, hvussu væl GÍ og HB eru fyri sást væl í Sarpugerði! HB er vorðið útivallarlið HB GÍ HB hevur ikki tapt í sjey teimum seinastu dystunum, og GÍ hevur ikki vunnið í sjey teimum seinastu dystunum. Her fær ein GÍ-spælari viðgerð fyri ein snudd undir dystinum sunnudagin Mynd: Jens Kr. Vang Einki er sum gott kaffi... Varaleiðari hjá Baresso Coffee SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til caféina. Starvið sum varaleiðari er frá 1. oktober 2006. Saman við leiðaranum hevur tú sum varaleiðari ábyrgdina av ráðlegging og útinning av dagligum uppgávum, tryggja ein skilagóðan rakstur av espresso og kaffistovuni fíggjar- liga og viðvíkjandi góðsku, tænastu og reinføri. Við egnum áhuga og skilagóðum manna- gongdum tænir tú okkara gestum og hevur ábyrgdina av, at nýggir starvsfelagar fáa ta vitan og venjing, ið krevst fyri at tryggja kaffistovuni ein skipaðan og væl virkandi rakstur. Sum varaleiðari hevur tú verið í venjing hjá Baresso Coffee og fingið starvsfólkaheiðurs- bræv, áðrenn tú fer í gongd við varaleiðaravenjingina. Tú verður vand/ur upp í teimum ymsu uppgávunum, ið tú fært ábyrgdina av – ein veningarskrá, ið er samansett av ástøði og starvslæru. Eisini her er tað tín vilji og góði hýrur, sum við hjálp frá okkum fær alt til at eydnast væl. Hevur tú spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, kanst tú ringja til Anju á tel 210990 SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN Betra liðið vann Magni Jarnskor viður­kendi eftir dystin ímóti HB, at tað var betra lið­ið, sum hevði vunnið dystin. – Vit komu ikki í gongd, og spælið hjá okkum koyrdi illa at byrja við. Eftir at teir høvdu skorað til 1-0, vóru vit væl við í dystinum eina góða løtu, men heldur ikki hesaferð vóru vit serliga farligir, sigur Magni. – Eftir hálvleikin royndu vit veruliga at trýsta, og tá fingu vit eisini eitt mál, men tá ið teir so skora til 2-1, mistu vit takið, og tá vóru teir aftur við yvirlutan, og sigurin hjá teimum var samanumtikið uppiborin, sigur hann. Góðir sigrar á útivølli HB hevur nú tvær ferðir á rað vunnu greiðar sigrar útivølli, og tað fegnast Tór-Ingar Akselsen um. – Vit vunnið 3-1 í Runa­vík og hesaferð 4-1 í Gøtu, og tað er góð­ur sigrar í truplum úti­dystum, sigur hann. – Vit spældu væl ímóti GÍ. Teir komu inn í dystin nakað fyri hálvleik og vóru væl við, til vit skora til 2-1, men annars hava vit yvirlutan, og vit eru allatíðina vandamiklari enn teir. Eg haldi ikki, at okkara málmaðurin hevði nakað serligt at gera í dystinum, sigur Tór-Ingar.