mánadagur 11. september 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 174 - 11. september 2006 ]
Sigurin til oddaliðið
á VB/Sumba í gjár var
á ongan hátt ov lítil.
Sorin Anghel fekk
umsíðir aftur netið at
flákra, meðan annars
glóðheiti Arnbjørn
Hansen misnýtti eina
rúgvu av upplagdum
møguleikum. Odda
liðið er vælkoyrandi
og vegurin til fyrsta
føroyameistaraheitið
nakrantíð styttist fyri
hvønn dyst
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Lagið hevur verið gott í
Sundalagnum
seinastu
vikurnar, og tað gerst
bara betri fyri hvønn dyst
felagsliðið spælir. Av tí
sama høvdu minst 200
EB/Streymaviðhaldsfólk
leitað sær suður til Vágs
sunnudagin, har suður
oyingar vóru spældir bæði
niður og norður, og kunnu
vera glaðir um, at tapið ikk i
gjørdist meiri enn 4-1.
Undan dystinum høvdu
suðuroyingar boðað frá,
at teir helst sóu seg fáa
stig burtur úr dystinum,
meðan sundalagsmenn bara
skuldu hava ein sigur. Men
suðuroyingar vóru ongantíð
nær einum stigi, og EB/
Streymur var lat aldrin
tann allarminsta ivan vera
um, at teir vóru munandi
sterkari enn felagsliðið í
suðuroynni.
Fyrsta málið í
sjey dystir
EB/Streymur fekk fýra mál
í dystinum, men møguleikar
vóru til mangt slíkt.
Beinanvegin hótti Hans
Pauli
Samuelsen
bæði
verjuleikarar og málverja,
tá hann driblaði seg í
gjøgnum verjuna og royndi
seg úti frá, men skotið fór
dygst framvið.
Sorin Anghel vísti somu
leiðis tíðliga í dystinum,
at hann væl fyri og hevði
stillað kanónina rætt. Tá
eitt gott korter var farið,
fekk hann bóltin í netið fyri
fyrstu ferð síðani 3. juli.
Eftir eitt frísparksinnlegg
fekk hann bóltin í netið,
men málið varð kolldømt
orsaka av rangstøðu.
Fáar minuttir seinni var
rumenin aftur upp á spæl
og fekk bóltin í netið, og
hesaferð stóð málið við.
Gert Hansen tveitir eitt
langt innkast, og tá verjan
ikk i gjørdi nakað sum helst
við bóltin, so streyk Sorin
avstað og einsamallur við
málverjanum
var
hann
tryggur og skoraði til 1-0,
og var hetta fyrsta málið
hjá Sorin í sjey dystir.
Løtu seinni økti EB/
Streymur um leiðsluna.
John Heri Dam legði
hornaspark inn fyri, og við
handaru stong steig Marni
Djurhuus upp og stútaði
bóltin í netið.
Tvey
máls
leiðslan
helt sær til hálvleiks,
hóast møguleiki var fyri
fleiri málum aftrat. Bæði
Arnbjørn Hansen og Sorin
Anghel misnýttu stórar
kjansir, meðan frægasta
møguleikan hjá VB/Sumba
hevði Birgir Jørgensen, tá
hann royndi seg úti frá, men
René Tórgarð tók skotið.
2 mál innanfyri
1 minutt
Í seinna hálvleiki vóru
eisini fleiri kjansir, og tá
umleið eitt korter var farið,
fekk EB/Streymur aftur
mál.
Fyrst
skoraði
Rafal
Kwiecinski, tá Hans Pauli
Samuelsen legði eitt innlegg
inn í brotsteigin. Bólturin
tók onkran á vegnum, sum
so snýtti málverjan. Marcin
Dawid var tó vakin og
fekk vart fyri, men Rafal
Kwiecinski var skjótur á
returinum, og so var 3-0.
VB/Sumba hevði ikk i
meiri enn givið bóltin
upp, so var aftur galið.
Ronnie Samuelsen vann
bóltin á miðvøllinum, og
lítlibeiggin, Hans Pauli
Samuelsen, spældi bóltin
víðari til Sorin, sum aftur
hesaferð var tryggur, tá
hann var einsamallur við
málverjanum.
VB/Sumba vaknaði
Nú høvdu suðuroyingar
fingið fýra mál í móti sær,
men onkursvegna raknaðu
teir eftir hetta. Teir fingu
nú meiri spæl og komu nú
eisini fram at EB/Streyma-
brotsteiginum, sum teir
annars ikk i høvdu sæð
nógv til meginpartin av
dystinum.
Birgir
Jørgensen
var
millum frægastu suðuroy
ingarnar í dystinum, og
var hann maðurin aftanfyri
dupultkjansin, sum VB/
Sumba fekk eftir at vera
aftan fyri við fýra málum.
Úr spískum vinkli royndi
Birgir Jørgensen seg við
skotið, men bólturin brast
á tvørtræið, og út til ein
annan VB/Sumba-leikara,
sum smekk aði til, men René
Tórgarð vardi væl fyri, og
so var tann vandin av.
VB/Sumba – EB/Streymur 1-4 (0-2):
Vegurin styttist
Lagið hevur verið gott í
Sundalagnum seinastu
vikurnar, og eftir sigurin
móti VB/Sumba er lagið
bara vorðið upp aftur betri,
nú vegurin til fyrsta FM-
heitið í søgu felagsins styttist
fyri hvønn dyst
Mynd: Sofus Johannesen
Boyd skorar uttan íhald
Skotski álopsspælarin Kris Boyd skoraði tvær ferðir,
tá ið Føroyar taptu 6-0 fyri Skotlandi á Celtic Park
seinasta vikuskiftið, og Boyd hevur rættiliga skorað
mál seinastu dystirnar. Hann hevur spælt sjey dystir
í hesum kappingarárinum, og hann hevur skorað
sjey mál. Í gjár skoraði hann eitt av málunum hjá
Rangers í 4-0 sigrinum á Falkirk, og samanlagt
hevur hann gjørt 25 mál í 26 dystum fyri Rangers.
Á landsliðnum hevur hann skotið fýra mál í fýra
dystum.
Todi spruttaði í fimm minuttir
Í gjárkvøldið vann Start aftur í norsku Tippuliguni. Start spældi á
heimavølli ímóti Lillestrøm og vann 2-0. Fyrra málið í dystinum
gjørdi Kristoffer Hæsted, tá ið 35 minuttir vóru spældir. Todi
Jónsson sat á beinkinum til heilt fram ímóti dystarenda, tá
ið hann kom. Fimm minuttir vóru tá eftir at spæla, men Todi
gjørdi beinanvegin um seg. Fyrst dró hann í vinstru, varð hildin
av einum verjuspælari, fekk skot á, men bólturin streyk fram
við málinum. Verjuspælarin fekk gula kortið fyri at halda. Í
yvirtíðina serveraði Todi bóltin til Fredrik Strømstad, sum kundi
senda í málið til 2-0.
EB/Streymur
VB/Sumba